Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Samferðslumálaráðið
  • Útgávudagur: 17-06-1980
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

Kunngerð nr. 75 frá 17. juni 1980 um ferðslumerkingar, sum broytt við kunngerð nr. 96 frá 30. oktober 2007

Við heimild í § 48, 1. stk. í løgtingslóg nr. 65 frá 9. september 1963 um ferðslu við seinni broytingum fyrisetur landsstýrið um týdningin av hesum merkingum:

Kapittul 1.

Ferðsluskelti

 § 1. Hesi sløg av ferðsluskeltum verða nýtt:

A.   Ávaringarskelti vara við vanda. Tey verða vanliga bert sett á støðum, har trupult er hjá tí ferðandi frammanundan at varnast vandan, ella har hann er munandi størri, enn tann ferðandi kann rokna við.

B.   Víkiskylduskelti skila til víkiskylduviðurskifti.

C.   Forboðsskelti seta serlig forboð.

D.   Boðsskelti geva serlig boð.

E.   Leiðbeiningarskelti skila til onnur viðurskifti av týdningi fyri ferðsluna.

 § 2. Ferðsluskelti skulu hava ta útsjónd, sum víst er í hesi kunngerð. Harumframt kunnu skeltini verða tilgjørd við ljósi, og kann tá útsjóndin til hetta endamál verða broytt tað, ið neyðugt er.

 § 3. Ferðsluskelti verða sett høgrumegin við veg, sæð tann vegin, ferðslan gongur. Har tað er hóskandi, kunnu tey tó verða sett í miðrás ella vinstrumegin ella verða hongd uppi yvir akbreytini.

 § 4. Ferðsluskelti hava vanliga gildi fyri alla ferðslu frameftir. Týdningur teirra kann tó avmarkast til bert at hava gildi fyri ferðslu á ávísum farbreytum. Hetta kann verða gjørt týðiligari við pílum, sum vísa niðureftir á upphongdum talvum.

Undirskelti

 § 5. Týdningurin av einum ferðsluskelti kann verða nærri greindur, avmarkaður ella víðkaður við teksti, tali ella tekni á rætthyrntari talvu undir høvuðstalvuni.

 2. stk. Undirskelti til ávaringarskelti, víkiskylduskelti og forboðsskelti hava hvíta grund. Undirskelti til boðsskelti og leiðbeiningarskelti hava bláa grund, smb. tó § 19, skelti E 63.

 3. stk. Útsjóndin á undirskelti, sum bert verða nýtt saman við ávísum høvuðsskeltum, er víst saman við hesum høvuðsskeltum. Harumframt verða hesi undirskelti serliga nýtt:

U 1: Fráleikin frá staðnum á vegnum, har høvuðsskeltið hevur gildi.

U 2: Høvuðsskeltið hevur gildi fyri ávíst strekki á vegnum. Tølini lýsa fráleikan frá byrjan og enda á strekkinum.

U 3: Høvuðsskeltið hevur bert gildi ávísar tímar ella minuttir, ávísar vikudagar ella ávísar klokkutíðir. Klokkutíðir, ið eru skrivaðar við svørtum ella hvítum, hava gildi yrkadagar, tó ikki leygardagar, klokkutíðir í klombrum hava gildi leygardagar, og klokkutíðir, ið eru skrivaðar við reyðum liti, hava gildi sunnu- og halgidagar.

U 4: Høvuðsskeltið hevur bert gildi fyri ávís sløg av ferðslu.

U 5: Høvuðsskeltið hevur gildi á fyrsta síðuvegi.

A. Ávaringarskelti

 § 6. Ávaringarskelti eru tríhyrnt og hava spíska endan uppeftir. Tey hava reyða rond og hvíta grund við svørtum tekni, sum sigur frá vandanum.

 § 7. Uttan fyri fjølbygt øki standa ávaringarskeltini vanliga 150 til 250 m framman fyri vandastaðið. Verður annar fráleiki nýttur, verður hann tilskilaður á undirskelti.

 2. stk. Á fjølbygdum øki kunnu skeltini verða sett nærri vandastaðnum uttan tilskilan av fráleika.

 3. stk. Skeltini A 18 Mótvegis Ferðsla og A 92 Bryggja verða sett sum lýst í frágreiðingini til skeltini.

 § 8. Hesi ávaringarskelti verða nýtt:

A 11: Vandamikið vegamót, har ferðslan á tvørvegum hevur treytaleysa víkiskyldu.

A 12,1: Vandamikið mót við veg frá høgru, har ferðslan hevur treytaleysa víkiskyldu.

A 12,2: Vandamikið mót við veg frá vinstru, har ferðslan hevur treytaleysa víkiskyldu.

Viðvíkjandi A 11 og A 12, 1-2: Verða skeltini nýtt saman við undirskeltinum UB 10 Óvanlig víkiskylduviðurskifti, sum er lýst í § 10, er víkiskyldan soleiðis, sum lýst á undirskeltinum.

A 15: Vandamikið vegamót við vanligari høgravíkiskyldu.

A 16: Rundkoyring.

A 17: Gonguteigur.

Verður undirskelti við tekstinum “Gonguvegur“ nýtt, merkir høvuðsskeltið, at gonguvegur fer tvørtur um koyrivegin.

A 18: Mótvegis ferðsla.

Umframt at verða sett upp í vanligum fráleika, samanber § 7, kann skeltið verða sett har, sum strekkið við mótvegis ferðslu byrjar.

A 19: Ferðsluljós.

A 21: Súklufólk.

Skeltið skilar til, at vandi kann standast av, at fólk á súklu ella prutli koyra út á akbreytina ella tvørtur um hana.

A 22: Børn.

Undirskelti við tekstinum “Spæligøta“ skilar til, at her má verða koyrt við størsta varsemi, og at koyring her bert er loyvd teimum, sum búgva við vegin, og fólki, sum hava ørindi til teirra.

A 23: Reiðfólk.

A 27,1: Seyður.

A 27,2: Stórdýr.

A 31: Hál akbreyt.

Skeltið skilar til, at akbreytin kann gerast óvanliga hál í vátveðri. Onnur orsøk verður tilskilað á undirskelti.

A 32: Óslættur vegur.

Skeltið skilar til vandamiklar ójavnar á farbreytini.

A 33: Leysir steinar.

Skeltið skilar til, at vandi kann standast av, at leysir steinar eru á akbreytini.

A 34,1: Omanlop.

Vandi fyri omanlopi høgrumegin frá.

A 34,2: Omanlop.

Vandi fyri omanlopi vinstrumegin frá.

A 39: Vegarbeiði.

A 41,1: Bugur til høgru.

A 41,2: Bugur til vinstru.

A 42,1: Bugar, tann fyrsti til høgru.

A 42,2: Bugar, tann fyrsti til vinstru.

Skeltini A 41-42 vísa á vandamiklar vegbugar. Verða skeltini A 42,1 og A 42,2 nýtt til at vísa á fleiri enn 2 bugar, skal longdin á vegarstrekkinum ella talið á bugum verða tilskilað á undirskelti. Til ávaringar um bug beint aftan á avkoyringarbreyt verður sett upp skeltið E 41 Tilskilað ferð fyri avkoyring, sum er lýst í § 19, í staðin fyri skeltið A 41 ella A 42.

UA 41: Tilrádd ferð.

Undirskeltið skilar til ta ferð í km um tíman, sum undir vanligum umstøðum kann verða koyrt við í buginum(-unum).

A 43,1: Vegur smalkar.

A 43,2: Vegur smalkar høgrumegin.

A 43,3: Vegur smalkar vinstrumegin.

UA 43: Frí breidd.

Undirskeltið skilar til fríu breiddina á tí smalkaða strekkinum.

A 46,1: Bratt undan brekku.

A 46,2: Bratt móti brekku.

 Viðvíkjandi A 46, 1-2: Tølini skila til mesta hallið, og skeltini verða bert nýtt, um tað er størri enn 10%.

A 91: Brúgv, sum kann latast upp.

A 92: Bryggja.

Skeltið vísir á ferjulegu, bryggju ella tílíkt. Umframt at verða sett upp í vanligum fráleika, samanber § 7, kann skeltið verða sett á sjálva tromina á bryggju ella tílíkum.

A 93: Tunnil.

A 95: Vandi fyri hvirlum.

A 96: Flogfør flúgva lágt.

A 99: Annar vandi.

Á undirskelti verður skilað til slag av vanda.

B. Víkiskylduskelti

 § 9. Víkiskylduskelti verða sett beint har ella haðan, tann tilskilaða víkiskyldan hevur gildi.

 § 10. Hesi víkiskylduskelti verða nýtt:

B 11: Treytaleys víkiskylda.

Skeltið áleggur ferðandi, sum skulu koyra inn á ella tvørtur um ein veg, at víkja fyri akferðslu báðar vegir á hesum vegi (treytaleys víkiskylda). Skeltið verður vanliga nýtt í sambandi við S 11 Víkistrika, sbr. § 44.

UB 10: Óvanlig víkiskylduviðurskifti.

Tunnu strikurnar skila til teir vegir, har ferðslan hevur treytaleysa víkiskyldu. Skeltið kann verða nýtt undir skeltunum B 11-16 og skeltunum A 11-12, sum eru lýst í § 8.

UB 11: Tvívegis súklubreyt.

Undirskeltið skilar til, at á krossvegnum er súklubreyt, har ferðsla er loyvd báðar vegir.

 Skeltið kann verða nýtt undir skeltunum B 11-14.

B 12: Fyriboðan um treytaleysa víkiskyldu.

Fráleikin frá vegamótinum verður tilskilaður á undirskelti.

B 13: Steðgur á vegamóti.

Skeltið áleggur tí ferðandi treytaleysa víkiskyldu, og at hann skal steðga, áðrenn hann koyrir inn á mótið. Súklandi kunnu tó uttan at steðga snara til høgru á súklubreyt, sum er høgrumegin á tvørvegnum. Skeltið verður vanliga nýtt í sambandi við S 13 Steðgistrika, smb. § 44.

B 14: Fyriboðan um steðg á vegamóti.

Fráleikin frá vegamótinum verður tilskilaður á undirskelti.

B 16: Høvuðsvegur.

Skeltið skilar til, at ferðsla frá tvørvegum hevur treytaleysa víkiskyldu uttan so, at skeltið B 11 ella B 13 stendur við høvuðsvegin.

 Skeltið skilar eisini til, at parkering er forboðin á akbreytini uttan fyri fjølbygd øki. Við undirskeltinum UC 60,6 Eingin parkering á øksl, ið er lýst í § 13, kann verða tilskilað, at parkering á øksl eisini er forboðin.

B 17: Høvuðsvegur endar.

B 18: Víkiskylda fyri mótvegis ferðslu.

Skeltið skilar til, at ferðandi bert kunnu koyra inn á eitt vegarstrekki, um tey kunnu koma fram, uttan at mótvegis ferðsla verður noydd at steðga.

B 19: Mótvegis ferðsla hevur víkiskyldu.

C: Forboðsskelti

 § 11. Forboðsskelti eru rund. Flest teirra hava reyða rond og svørt tekin, sum lýsa forboðið.

 § 12. Forboðsskelti verða vanliga sett beint við tað staðið, har ella haðan forboðið hevur gildi. Skelti, sum verða sett nakað frá staðnum, hava undirskelti, sum skila til fráleikan.

 2. stk. Um ikki annað er ásett í § 13, hevur eitt forboð gildi fram til næsta vegamót, um tað ikki frammanundan er avtikið við avtøkuskelti, ella annað boð er givið á undirskelti.

 § 13. Hesi forboðsskelti verða nýtt:

C 11,1: Forboðið at snara til høgru.

C 11,2: Forboðið at snara til vinstru.

Hetta skelti setir eisini forboð fyri at venda.

C 12: Forboðið at venda.

Viðvíkjandi C 11-12: Forboðið hevur bert gildi á tí vegamótinum ella í teirri innkoyringini, sum skeltið stendur við, uttan so at annað er ásett á undirskelti.

C 19: Eingin innkoyring.

Skeltið setir eisini forboð fyri at leiða súklu og prutl á akbreytini, uttan so at annað er fyrisett á undirskelti.

C 21: Forboðið øllum akførum.

Skeltið setir forboð fyri allari koyring báðar vegir millum skeltið og næsta vegamót. Við undirskelti, kann forboðið verða avmarkað til bert at hava gildi fyri gjøgnumkoyring ella í ávísum tíðarbilum.

C 22,1: Forboðið motorakfari, traktori og motoramboði.

Við undirskelti kann eisini verða sett forboð fyri koyring á prutli.

C 22,2: Forboðið motorsúklu.

C 23: Forboðið last- og vørumotorakfari.

Við undirskelti kann forboðið verða avmarkað til bert at hava gildi fyri akfør og akfararøð, sum tilsamans hava totalvekt meiri enn víst á undirskeltinum. Við teksti á undirskeltinum kann forboðið verða víðkað til at hava gildi fyri alla arbeiðiskoyring.

C 24,1: Forboðið traktori og motoramboði.

C 24,2: Forboðið hestavogni og tílíkum.

C 25,1: Forboðið súklu og prutli.

Við undirskelti kann eisini verða sett forboð fyri at leiða súklu og prutl.

C 25,2: Forboðið prutli.

Við undirskelti kann eisini verða sett forboð fyri at leiða prutl.

C 26,1: Forboðið reiðfólki.

C 26,2: Forboðið gongufólki.

Viðvíkjandi C 22-26: Skeltini seta forboð fyri tilskilaða slagi av ferðslu. Forboð fyri fleiri sløgum av ferðslu kann verða sett við at seta avvarðandi tekin á somu talvu.

C 31: Forboðið akfari við veruligari totalvekt meiri enn víst.

Í vognraði hevur avmarkingin gildi fyri hvønn vognin sær.

C 32: Forboðið vognaraði við tilsamans veruligari totalvekt meiri enn víst.

C 35: Forboðið akfari við veruligum ástrýsti meiri enn víst.

C 36: Forboðið akfari við veruligum bogietrýsti meiri enn víst.

C 41: Forboðið akfari breiðari enn víst.

Skeltið setir forboð fyri koyring við akfari, sum við lassi er breiðari enn víst.

C 42: Forboðið akfari hægri enn víst.

Skeltið setir forboð fyri koyring við akfari, sum við lassi er hægri enn víst.

C 43: Forboðið akfari ella vognaraði longri enn víst.

Skeltið setir forboð fyri koyring við akfari og vognaraði, sum við lassi er longri enn víst.

C 51: Forboðið at fara framum annað akfar.

Tað er tó loyvt at fara framum súklu ella prutli við tveimum hjólum.

C 52: Forboðið lastvogni at fara framum annað akfar.

Skeltið setir forboð fyri, at lastvognur ella vognarað við toltal vekt tilsamans meiri enn 3,5 t fer framum annað akfar, tó ikki súkku ella prutl við tveimum hjólum.

 Viðvíkjandi C 51-52: Tað er ikki forboðið at fara framum akfar, sum snarar til høgru av vegnum. Forboðið hevur gildi uttan mun til ásetingina í § 12, stk. 2, til tað verður avtikið við avtøkuskelti ella við undirskelti við tilskilaðum fráleika.

C 53: Forboð fyri at fara framum heldur uppat.

C 54: Forboð fyri at fara framum við lastvogni heldur uppat.

C 55: Ferðarmark.

Skeltið setir forboð fyri at koyra við meiri ferð enn tilskilað tal av km um tíman. Við undirskelti við tilskilaðari vekt kann ferðarmarkið verða avmarkað til bert at hava gildi fyri akfør og vognarøð, sum hava loyvda totalvekt tilsamans meiri enn ta tilskilaðu. Ferðarmarkið hevur gildi uttan mun til ásetingina í § 12, 2. stk. til tað verður avtikið við avtøkuskelti, við undirskelti við tilskilaðum fráleika ella við áseting av øðrum ferðarmarki.

C 56: Ferðarmark heldur uppat.

Skeltið kann hava undirskelti við sama tekni sum E 55 til tess at gera vart við, at tað stendur á fjølbygdum øki.

C 59: Forboð halda uppat.

Skeltið tekur av øll forboðsskelti á vegnum frammanundan, tó ikki steðg- og parkeringarforboð.

C 61: Eingin steðgur.

Skeltið setir forboð fyri steðgi á akbreytini, uttan so at ferðslan ger tað neyðugt. Við undirskelti kann verða nærri greitt frá forboðnum. T.d. kann verða tilskilað, at forboðið bert hevur gildi ávísar dagar í vikuni ella ávísar klokkutíðir, og at tað aðrar tíðir kann vera forboð fyri parkering ella ásett tíðaravmarkað parkering.

C 62: Eingin parkering.

Skeltið setir forboð fyri parkering á akbreytini. Við undirskelti kann verða nærri greitt frá forboðnum. T.d. kann verða tilskilað, at forboðið bert hevur gildi ávísar dagar í vikuni ella ávísar klokkutíðir, og at tað aðrar tíðir kann vera ásett tíðaravmarkað parkering.

UC 61: Skilar til steðgforboð.

UC 62: Skilar til parkeringarforboð.

Skeltið kann eisini verða nýtt einsamalt á økjum, har avmarkingar eru ásettar við C 68 Økisskelti.

UC 63: Skilar til avmarkað parkeringarloyvi.

Skeltið kann eisini verða nýtt einsamalt á økjum, har avmarkingar eru ásettar við C 68 Økisskelti.

Viðvíkjandi: C 61-62 og 61-63:

 Um ásetingarnar í ferðslulógini, § 33 og 33a, eru strangari enn tað, sum nevndu skelti skila til, hevur lógin gildi fram um skeltini.

 Ásetingarnar hava gildi teirri megin á vegnum, sum skeltini standa, og frameftir til næsta vegamót uttan so, at áðrenn komið er til vegamótið er annað skelti fyri steðgi ella parkering, ella annað er tilskilað við píli á undirskelti.

UC 60,1 skilar til, at avmarkingin hevur gildi bæði framman og aftan fyri skeltið.

UC 60,2 skilar til, at avmarkingin byrjar við skeltið.

UC 60,3 skilar til, at avmarkingin heldur uppat við skeltið.

 Viðvíkjandi UC 60,1-3: Við oddin á pílinum kann verða tilskilað longdin á tí strekkinum, avmarkingin hevur gildi fyri.

UC 60,5: Eingin steðgur á øksl.

UC 60,6: Eingin parkering á øksl.

C 68: Økisskelti.

Skeltið skilar til øki, har ásetingarnar á teimum talvunum, sum eru nýttar sum tekin, hava gildi. Ásetingarnar kunnu verða nærri greindar á sjálvum skeltinum ella á undirskelti, sama við fráleika frá økinum. Víst verður til viðmerkingarnar til undirskelti U 3, ið er lýst í § 5.

 Ásetingarnar hava gildi, til tær verða avtiknar við skelti C 69. Inni á økinum kann verða vikið frá ásetingunum á økisskeltinum við staðbundnari merking.

C 69: Øki, sum skelti C 68 hevur gildi fyri, heldur uppat.

1) C 70: Økisskelti við ferðavmarking

Økisskelti skilar til øki við serligari ferðavmarking. Ásetingarnar vera galdandi inni á økinum, inntil tær vera avtiknar við C 71.

1) C 71: Økisskelti við ferðavmarking heldur uppat

Økið, sum skeltið C 70 hevur gildi fyri, heldur uppat.

1) C 72: Økisskelti – forboðið lastbili

Økisskelti skilar til øki, sum hevur forboð móti ávísum sløgum av akførum. Ásetingarnar verða galdandi inni á økinum, inntil tær verða avtiknar við C 73. Ásetingarnar kunnu vera nærri greinaðar á sjálvum skeltinum ella á undirskelti. Víst verður til viðmerkingarnar til undirskeltið U 3, ið er lýst í § 5.

1) C 73: Økisskelti – forboðið lastbili heldur uppat.

Økið, sum skeltið C 72 hevur gildið fyri, heldur uppat.

C 91: Steðgið til tollgreiðslu.

C 92: Steðgið.

Orsøkin til steðgin er tilskilað við teksti ella tekni undir tvørstrikuni.

D: Boðsskelti

 § 14. Boðsskelti eru rund við bláari grund og hvítum tekni, sum lýsir hvat boðið er.

 § 15. Boðsskelti verða sett beint við tað staðið, har ella haðan boðið hevur gildi.

 § 16. Hesi boðsskelti verða nýtt:

D 11: Áløgd akleið.

D 15: Áløgd framviðleið.

Skeltið skilar til, at motorakandi skulu fara fram við skeltinum tí megin, sum pílurin vísir á. Hetta hevur ikki gildi, tá koyrt verður til steðgstað, parkeringarbreyt ella líknandi.

D 16: Frítt at velja framviðleið.

Skeltið skilar til, at motorakandi kunnu fara fram við skeltinum báðumegin.

D 21: Súklubreyt.

Skeltið skilar til breyt, sum súklufólk skulu nýta, og sum bert er fyri tey. Skulu prutl eisini nýta súklubreytina, verður tað tilskilað á undirskelti.

UD 21,1: Undirskeltið skilar til, at tvívegis ferðsla er á súklubreyt.

UD 21,2: Undirskeltið skilar til, at súklubreyt hinumegin vegin skal nýtast.

D 22: Gongubreyt.

Skeltið skilar til breyt, sum gongufólk skulu nýta, og sum bert er fyri tey.

D 23: Ríðingarbreyt.

Skeltið skilar til breyt, sum reiðfólk skulu nýta, og sum bert er fyri tey.

D 26: Deild breyt.

Skeltið skilar til gøtu við fleiri breytum, sum eru skildar hvør frá aðrari við striku(m), teigi ella tílíkum. Hvør breytin skal verða nýtt av teimum ferðandi sum víst er við tekni, og er bert fyri tey.

D 27: Felagsbreyt.

Skeltið skilar til breyt, sum skal verða nýtt av fleiri sløgum av ferðandi, og sum bert er fyri tey. Teknini vísa sløg av ferðandi.

D 55: Lágmarksferð.

Skeltið setir forboð fyri at koyra við minni ferð enn tilskilað tal av km um tíman.

 Boðið hevur gildi fyri akandi uttan tey á súklu og prutli, og tað hevur gildi, til tað verður avtikið við skelti D 56 ella við undirskelti við tilskilaðum fráleika.

D 56: Lágmarksferð heldur uppat.

E: Leiðbeiningarskelti

 § 17. Hesi skelti eru rætthyrnt. Flest teirra eru blá við hvítum tekni ella hvítum teksti.

 § 18. Leiðbeiningarskelti verða sett nærindis tí staði ella við byrjan á tí vegastrekki, sum skeltið viðvíkur. Skelti, sum verða sett nakað burturfrá, kunnu hava fráleikan tilskilaðan í neðra ella á undirskelti.

 § 19. Hesi leiðbeiningarskelti verða nýtt:

E 11: Upphongd pílaskelti.

Skeltini skila til tær akleiðir í vegamóti, sum ferðslan á farbreyt undir einum skelti skal koyra.

E 15: Farbreytir í vegamóti.

Skeltið skilar til tær akleiðir á vegamótinum, sum tær ymisku farbreytirnar eru tilætlaðar. Á skeltinum kann verða víst merking á akbreyt, økslum og tílíkum.

E 16: Farbreytagongd.

Skeltið vísir gongd og akleið á farbreytunum. Á skeltinum kann verða víst merking á akbreyt, økslum og tílíkum, eins og farbreytir fyri mótvegis ferðslu kunnu verða vístar.

 Viðvíkjandi E 15 – E 16: Verður annað ferðsluskelti sett á ein píl, hevur skeltið gildi fyri avvarðandi farbreyt.

E 17: Gonguteigur.

E 18: Blindur vegur.

E 19: Einvegis ferðsla.

E 21: Vegleiðing fyri súklufólki.

Skeltið skilar til, at ein vegur ella partur av einum vegi, t.d. súklubreyt vinstrumegin vegin, hóskandi kann verða nýttur av akandi á súkklu og prutli.

E 22: Tilrádd akleið hjá serligum akførum.

Teknið skilar til slag av akfari.

E 23: Vegleiðing fyri avlamingar.

E 26: Gongu-tunnil ella gongubrúgv.

E 41: Tilskilan av ferð í avkoyring.

Skeltið skilar til ta ferð í km um tíman, sum koyrast kann við í bugi á avkoyringarvegi í vanligum líkindum.

E 47: Klivbreyt.

Skeltið skilar til serliga farbreyt, har akfør, ið koyra við minni ferð í km um tíman enn tilskilað fyri akbreytina annars, skulu koyra.

E 48: Bleyt øksl.

Skeltið kann hava tekin fyri lastbil, og hevur tá bert gildi fyri akfar við veruligari totalvekt oman fyri 3,5 t.

E 49: Høgur kantur.

Skeltið skilar til kant fram við akbreytini.

E 55: Fjølbygt øki.

Skeltið boðar frá, at komið verður inn á øki, har reglurnar í ferðslulógini um fjølbygt øki hava gildi.

E 56: Fjølbygt øki heldur uppat.

E 61,1: Steðgpláss hjá langfarabussi.

E 61,2: Steðgpláss hjá stuttfarabussi.

E 61,3: Steðgpláss hjá hýruvogni.

E 63: Parkering.

Skeltið vísir á øki, sum er ætlað til at parkera á. Fráleiki frá parkeringarplássi og avmarkingar í loyvinum at parkera kunnu vera tilskilað annaðhvørt á sjálvum skeltinum ella á undirskelti. Víst verður til viðmerkingarnar til undirskelti U 3, ið er lýst í § 5. Víddin á parkeringarøkinum kann vera tilskilað á undirskelti við vatnrøttum svørtum pílum á hvítari grund, møguliga við tilskilan av metratali. Um parkeringarøkið liggur á akbreytini uttan at vera innstrikað, geldur ásetingin um parkering á sama hátt sum tilskilað í § 13 fyri C 61-62 og UC 61-63.

Kapittul 2. Vegvísingarskelti

 § 20. Við vegir verða hesi sløg av vegvísingarskeltum nýtt.

F.    Vegvísari verður settur við vegamót og vísir, hvar hvør vegurin gongur.

G.   Kunningarskelti verður sett frá vegamóti.

H.   Staðanavnsskelti vísir staðarnavn.

L.   Vegarnummarskelti vísir nummarið á vegnum.

M.  Tænastuskelti gevur aðrar upplýsingar, sum kunnu hava áhuga hjá tí ferðandi.

 § 21. Ásetingarnar í §§ 2-5 galda eisini fyri vegvísingarskelti.

 2. stk. Vegvísingarskelti eru litt sum tilskilað í §§ 22-31. Undirskelti til vegvísingarskelti hava sama grundlit sum høvuðsskelti.

 3. stk. Bráfeingis vegvísing, t.d. har vegarbeiði ella umlegging av vegi fer fram, verður gjørd við skelti við reyðari grund og hvítum teksti ella tekni.

 4. stk. Á vegvísingarskelti kunnu eisini verða tilskilað fráleiki, vegarnummar og aðrar viðkomandi upplýsingar.

F. Vegvísarar

 § 22. Vegvísarar hava gula grund og svartan tekst. Vegvísarar til merkisverd støð, tænastustøðir og tílíkt hava hvíta grund, svart tekin og bláa rammu.

 2. stk. Aftrat ella í staðin fyri vegvísarar kunnu verða nýtt kunningarskelti.

 3. stk. Til vegvísing, sum bert er fyri serlig ferðslusløg, verða nýtt skeltini E 21 Vegleiðing fyri súkklufólk, E 22 Tilrádd akleið hjá serligum akførum ella E 23 Vegleiðing fyri avlamingar.

 4. stk. Við smágøtur kunnu verða settir upp vegvísarar við litum, sum víkja frá.

 § 23. Hesir vegvísarar verða nýttir:

F 11-13: Vegvísaraveingir.

Skeltini verða sett upp við vegamót. Vegarnummar verður skrivað innast við steyran, staðarnavn kemur næst, síðan møguliga aðrar upplýsingar, og fráleiki stendur ytst í pílsoddinum.

G: Kunningarskelti

 § 24. Kunningarskelti hava gula grund, svartan tekst og svarta rammu.

 § 25. Hesi kunningarskelti verða nýtt:

G 11-12: Kunningarskelti við staðarnavni.

 Skeltini verða sett upp 150-250 m frá vegamóti. Longst vinstrumegin verður settur pílur, ið vísir, hvussu farast skal um vegamótið, síðan kemur møguligt vegarnummar, harnæst navnið á staðnum, vegurin gongur til, møguliga aðrar upplýsingar, og longst høgrumegin verður settur fráleiki frá staðnum. Á skeltinum kann standa eitt staðarnavn (G 11) ella tvey (G 12)

G 13: Kunningarskelti uttan staðarnavn.

Á fjølbygdum øki verður skeltið sett 0-25 m frá vegamóti, og uttan fyri fjølbygd øki verður tað sett upp til 50 m frá vegamóti.

og aðrar við

H. Staðarnavnaskelti

 § 26. Staðarnavnaskelti hava gula grund, svartan tekst og svarta rammu.

 § 27. Hetta staðarnavnaskelti verður nýtt:

H 45: Bygdar(Býar-)navnaskelti.

Skeltið verður sett upp, har sjálv bygdin (býurin) tekur við.

L. Vegarnummarskelti

 § 28. Vegarnummarskelti eru hvít við svørtum vegarnummari og svartari rond.

 § 29. Hetta vegarnummarskelti verður nýtt:

L 41: Vegarnummar fyri landsveg.

Skeltið vísir nummarið á avvarðandi landsvegi. Tað verður sett 10-20 m aftan á hvørt vegamót. Á høvuðsvegnum skal skeltið altíð verða nýtt sum undirskelti undir skeltinum B 16 Høvuðsvegur.

M. Tænastuskelti

 § 30. Tænastuskelti eru rætthyrnt við bláari rond, hvítum miðpunti og svørtum tekni. Skeltið M 21 Neyðhjálp hevur reytt tekin. Fleiri tekin kunnu vera á sama skelti.

 2. stk. Verða skelti sett nakað burtur frá tí, tey boða frá, kann fráleikin verða tilskilaður undir miðpuntinum.

 3. stk. Skelti, sum boða frá tænastu á tvørvegi, skulu hava ein píl undir miðpuntinum. Fráleiki kann verða tilskilaður við pílin.

 § 31. Hesi tænastuskelti verða nýtt:

M 11: Ferja.

Skeltið vísir á pláss, haðan bilferja siglir.

M 12: Flogvøllur.

Skeltið vísir á flogvøll.

M 21: Neyðhjálp.

Skeltið skilar til, at fyrstahjálp kann verða veitt.

M 22: Telefon.

M 23: Bilumvæling.

M 24: Áfyllingarstøð.

M 31: Tjaldingarstaður.

M 32: Húsvognastaður.

M 34: Hvílingarstaður.

Skeltið vísir á parkeringarøki við borðum og beinkjum til stuttan steðg. Um her er W.C., skal tað vera tilskilað við teksti.

M 35: Svimjing.

M 41: Vallaraheim.

M 42: Hotell.

M 43: Matstova.

M 45: Kaffistova.

M 51: Kirkja.

M 52: Merkisvert stað.

Skeltið vísir á týðandi mið fyri ferðafólk.

M 61: Upplýsingar.

Skeltið vísir á ferðamannastovu, upplýsingatalvu fyri ferðandi ella aðra upplýsing. Við teksti kann slag av upplýsing vera tilskilað.

Kapittul 3.

Jaðara- og baksýnismerkingar v.m.

 § 32. Hesi sløg av jaðara- og baksýnismerkingum v.m. verða nýtt:

N.   Jaðaramerkingar gera vart við, hvar jaðarin er.

O.   Baksýnismerkingar gera vart við bráðar broytingar í akbreytarleið.

P.    Ferðsluvitar gera vart við ferðsluhólmar og tílíkt.

N. Jaðarmerking

 § 33. Hesar jaðaramerkingar verða nýttar:

N 41: Jaðaramerkingarstólpar.

Stólparnir hava reyðgult endurskin høgrumegin og hvítt vinstrumegin vegin. Teir verða vanliga settir fyri hvørjar 100 m. Í vegarbugum og aðrastaðni, har tørvur er á serligari merking, verða teir settir tættari. Ferðandi skal fara fram  við stólpa tí megin, sum sneiðingin er.

N 42: Jaðaramerkingarplátur.

Pláturnar verða settar í staðin fyri N 41, har tørvur er á serligari merking. Ferðandi skal fara fram við plátu tí megin, sum strípurnar vísa niður eftir.

N 43: Avkoyringarmerking.

Plátan vísir á, at akslar renna saman. Ferðandi kann fara fram við plátuni báðumegin.

N 44: Merkingarstrútar.

Strútar, sum kunnu vera reyðir ella hvítir ella bæði reyðir og hvítir.

N 45: Merkingarpuntar.

Smáar reyð-hvítar endurskinsplátur, sum verða hongdar upp á rað.

N 46: Merkingarlyktir.

 Lyktir við føstum ella blunkandi hvítum ljósi. Eisini lyktir við gulum blunkljósi kunnu verða nýttar, smb. § 52 Z 93.

Viðvíkjandi N 44-46: Merkingarnar verða nýttar til at avmarka arbeiðsøki, har vegarbeiði og tílíkt fer fram.

 § 34. Steyrar og aðrir fastir lutir nær kanti á akbreyt kunnu verða merktir við endurskini við sama liti sum á jaðarastólpum. Í serligum førum kunnu verða nýttar jaðaramerkingarplátur. Mastrarspenni, klænir steyrar og tílíkt kunnu merkjast við skiftandi hvítum og reyðum liti.

 § 35. Innkoyring til privata ogn kann eigarin merkja við reyðum endurskini. Hetta má ikki vera størri enn 30 cm2 og má ikki verða sett nærri enn 1,5 m frá kanti á akbreyt á tí meira týðandi vegnum. Góðkenning frá vegamyndugleikanum krevst til uppseting av endurskini á øki, sum hoyrir til tann meira týðandi vegin.

O. Baksýnismerkingar

 § 36. Hesi sløg av baksýnismerkingum verða nýtt:

O 41-42: Baksýnispílar.

Pílarnir verða nýttir úti fyri, har vegur kemur út í annan veg, í útsíðu á vegbugi og annars har ferðandi skal broyta akleið munandi.

O 43, 44 og 45: Bummar:

Bummarnir verða nýttir, har vegur ella gøta heldur uppat, ella har akbreyt knappliga smalkar, t.d. tí, at partur av akbreytini er stongdur. Hevur bummur skákstrikur, skal ferðandi fara fram við honum tí megin, strikurnar vísa niðureftir.

P. Ferðsluvitar

 § 37.

P 11: Ferðsluvitar.

Ferðsluvitar eru gular súlur. Teir skila til, at ferðandi skal vera høgrumegin vitan uttan so, at onnur merking loyvir akstur vinstrumegin, ella at vitin er við einvegis akbreyt.

Kapittul 4.

Merkingar á akbreyt

 § 38. Hesar merkingar á akbreyt verða nýttar:

Q.   Merking eftir longdini á vegnum, sum vísir, hvussu akbreytin er býtt sundur í farbreytir.

R.   Pílar vísa, hvar á akbreytini ferðandi skal vera fyri at koma ávísta leið.

S.    Tvørmerking: Merking tvørtur um ferðsluleiðina, sum skilar til skyldu at halda aftur fyri ferðslu tvørturum.

T.    Merking fyri steðgi og parkering.

V.   Tekstur, tekin v.m. á akbreyt.

 § 39. Merking á akbreyt, súklubreyt v.m. er hvít. Gul merking verður tó nýtt til bráðfengis ferðslustýring t.d. tá vegarbeiði fer fram, ella vegur er umlagdur, og hon skal aktast fram um hvíta merking. Harumframt verður gul merking nýtt til T 61 Steðgforboð og T 62 Parkeringarforboð, smb. § 45.

 2. stk. Í staðin fyri ella aftrat merkingini kunnu verða nýttir ferðslunaglar, sum kunnu verða útgjørdir við endurskini við litum sum eftir 1. stk.

Q. Longdarmerkingar

 § 40. Hesar merkingar á akbreyt verða nýttar eftir longdini á vegnum:

Q 41: Farbreytastrika.

Smøl brotin strika við stuttum strokum og longum gloppum. Hon skilir sundur akbreytina í farbreytir. Í vegamóti kann farbreytastrika eisini verða nýtt at stýra ferðslu, sum skal snara.

Q 42: Varningsstrika.

Smøl brotin strika við longum strokum og stuttum gloppum. Hon er skilnaður millum farbreytir og varar eisini ferðandi við, at serliga væl skal ansast eftir, um farið verður um strikuna. Varningsstrika boðar frá, at komið verður til hindrunarstriku, og verður annars serliga nýtt á smølum vegi við vánaligum útsýni.

Q 44: Hindrunarstrika.

Smøl óbrotin strika. Hon er skilnaður millum farbreytir, og tað er ikki loyvt at fara um hana við nøkrum hjóli, heldur ikki tá vent verður, snarað á vegamóti, koyrt inn á ogn við vegin ella tílíkt. Har óvanlig viðurskifti, t.d. vegarbeiði ella óregluliga steðgað ella parkerað akfar, gera tað neyðugt, kann tó verða farið um strikuna, um serliga væl verður ansað eftir.

 Viðvíkjandi Q 41-44: Strikurnar kunnu verða nýttar einsamallar ella tvær og tvær saman. Har tvær strikur eru lið um lið, skal tann akandi rætta seg eftir tí strikuni, sum er nærri akfarinum. Ferðandi, sum koyrir á farbreyt fyri mótvegis ferðslu, hevur tó altíð loyvi at koyra aftur á egna farbreyt.

Q 45: Skákateigur.

Skákstrikað ella heilt hvítt øki á akbreytini, sum ikki el loyvt at koyra, steðga ella parkera á. Er partur av striku um skákateig brotin, er loyvt snarandi ferðslu at koyra tvørtur um teigin har. Farast skal fram við skákateigi teirri megin, har sum skákastrikurnar vísa frameftir.

Q 46: Óbrotin marknastrika.

Óbrotin strika, sum avmarkar tann partin av vegnum, sum er akbreyt. Hon kann eisini verða nýtt til at skilja vanliga farbreyt frá serligum farbreytum. Óbrotna marknastriku má ikki verða farið um við motorakfari, uttan tá steðgað ella parkerað verður, ella tá koyrt verður inn á vegin ella út av honum. Akandi, sum koyra spakuliga, kunnu tó á styttri strekki fara um óbrotna marknastriku, um tað gerst neyðugt til tess at gera tað lættari hjá øðrum akfari at sleppa framum, smb. § 31, 3. stk. í ferðslulógini.

Q 47: Brotin marknastrika.

Brotin strika við javnlongum strokum og gloppum. Hon verður nýtt í staðin fyri Q 46 til tess at vísa á, at loyvt er at fara um strikuna, um tað ikki brýtur aðrar reglur.

 Viðvíkjandi Q 46-47: Strikan er breið, har vegøkið uttan fyri strikuna er nóg breitt til at kunna verða nýtt av gongufólki, súklufólki og tílíkum, annars smøl.

 § 41. Til sundurskiljing av gøtu í breytir til ymisk sløg av ferðslu ella ymiskar ferðsluleiðir verður nýtt smøl óbrotin ella brotin strika. Óbrotna striku er í vanligum umstøðum ikki loyvt at fara um.

R. Pílar

 § 42. Hesi sløg av pílum verða nýtt á akbreyt:

R 11: Farbreytarpílar.

Beinir ella boygdir pílar á farbreyt við ella á vegamóti. Akandi, sum nærkast vegamóti á farbreyt við píli, skal koyra tann vegin, sum pílurin vísir. Í vegamóti kan pílur nýtast til at vísa, hvar akfarið skal vera í snaring.

R 13: Dupultir farbreytarpílar.

Pílarnir hava gildi í tveimum vegamótum, sum eru hvørt aftan á annað.

R 14: Farbreytarpílar við snaringarforboði.

Pílarnir hava gildi fyri vegamót, sum kemur aftaná síðuveg, sum tað ikki er loyvt at snara inn á.

R 15: Pílar til farbreytaskifting.

Skákpílar í gloppunum í brotnari striku. Teir siga, at akandi so skjótt, til ber, skulu fara á ta farbreyt, sum pílarnir vísa á, sbr. § 29, 2. stk. í ferðslulógini.

 Viðvíkjandi R 11-15: Pílar kunnu verða nýttir í sambandi við tekn ella tekst, sum skilir til ávíst slag av ferðslu, smb. § 46, og hava pílarnir tá bert gildi fyri hesa ferðslu. Pílar hava ikki gildi fyri akandi á súklu og prutli uttan so, at hetta er tilskilað við súkklutekni, smb. § 46, V 41.

 § 43. Pílar á súklubreyt og tílíkum hava sama týdning sum í § 42.

S. Tvørmerking

 § 44. Hesi sløg av tvørmerking verða nýtt:

S 11: Víkistrika.

Tríhyrningar á rað tvørtur um eina ella fleiri farbreytir. Teir boða frá, at koyrandi teirri megin frá, sum spísku endarnir á tríhyrningunum venda ímóti, hava treytaleysa víkiskyldu, og vísa á staðið, haðan henda víkiskylda geldur.

S 13: Steðgstrika.

Breið, óbrotin strika tvørtur um eina ella fleiri farbreytir. Hon skilar til, hvar koyrandi skulu steðga við skelti B 13 Steðgur á vegamóti ella við reytt ferðsluljós.

S 16: Endi á snaringarbreyt.

Breið, brotin strika tvørtur um akleiðina á snaringarbreytini. Hon vísir á, hvar koyrandi skulu steðga, um tað gerst neyðugt til tess at fylgja ásetingunum í ferðslulógini um ferðslu, sum snarar.

S 17: Gonguteigur.

Teigur tvørtur um vegin. Hann er samansettur av breiðum strikum, sum liggja somu leið sum vegurin, og hann vísir á tann partin av vegnum, sum er tilætlaður gongufólki, ið skulu tvørtur um hann.

T. Merking fyri steðgi og parkering.

 § 45. Hesi sløg av merking verða nýtt fyri steðgi og parkering:

T 61: Steðgforboð.

Óbrotin gul strika í kanti á akbreyt, sum leggur áherðslu á, leingir ella styttir um tað strekkið á vegnum, har steðgforboð er galdandi sbr. § 33a í ferðslulógini, og samstundis vísir longdina á nevnda strekki.

T 62: Parkeringarforboð.

Brotin gul strika í kanti á akbreyt, sum leggur áherðslu á, leingir ella styttir um tað strekkið á vegnum, har parkeringarforboð er galdandi sbr. § 33a í ferðslulógini, og samstundis vísir longdina á nevnda strekki.

T 63: Parkeringarbásur.

Parkeringarbásur verður merktur við smølum, óbrotnum strikum ella verður víst á hann við at nýta øðrvísi álegging enn á vegin annars. Móti akbreytini kann vera breið strika. Har básur er merktur, er tað bert loyvt at parkera á bási. Er eitt slag av akfari, t.d. bussur, taxi, avlamisvognur, lastbilur ella motorsúkla, tilskilað við teksti, hevur bert avvarðandi far loyvi at parkera á básinum.

V. Tekstur og tekin á akbreyt

 § 46. Umframt tað, sum verður nýtt sambært tí, ið frammanfyri er ásett, verða hesir tekstir og tekin nýtt á akbreyt:

V 11: Tríhyrningur.

Teknið vísir á, at koyrandi á vegamóti, sum er fyri framman, hevur treytaleysa víkiskyldu við tað, at skeltið B 11 Treytaleys víkiskylda, ið lýst er í § 10, stendur har. Er teknið nakað frá vegamótinum, verður fráleikin tilskilaður.

V 12: STOP.

Teksturin vísir á, at skeltið B 13 Steðgur á vegamóti, ið er lýst í § 10, stendur við vegamót, sum er fyri framman, og áleggur koyrandi treytaleysa víkiskyldu og steðgskyldu. Er STOP nakað frá vegamótinum, verður fráleikin tilskilaður.

V 15: Vegnummartekin.

Vegnummarið kann verða tilskilað á akbreytini.

V 41: Súklutekin.

Teknið skilar til, at koyrandi á súklu og prutli skulu nýta henda part av vegnum. Er súklutekin á breyt, sum er avmarkað við Q 46 Óbrotin marknastrika, ið lýst er í § 40, ella sum er partur av gøtu ella gongubreyt, skilar tað til, at breytin er súklubreyt.

V 43: Parkeringartekin.

Teknið vísir á, at økið er ætlað til parkering.

Kapittul 5.

Ferðsluljós

 § 47. Hesi sløg av ferðsluljósum verða nýtt:

X.   Ferðsluljós á gøtum verða nýtt til tess at stýra ferðsluna inn á vegamót og um gonguteigar og til tess at stýra ferðsluleiðina á vegastrekkjum við skiftandi einvegis ferðslu.

Y.   Farbreytaljós skila til, um ferðsla ávísan veg er loyvd á farbreyt.

Z.   Blunkljós skila til steðg ella serligan vanda.

 § 48. Ásetingarnar í §§ 3-5 um ferðsluskelti hava eisini gildi fyri ferðsluljós.

X. Ferðsluljós á gøtum

 § 49. Ferðsluljós á gøtum kunnu vísa reytt, reytt og gult, grønt ella gult ljós, smb. tó X 19 Bussljós.

 2. stk. Reytt ljós krevur steðg. Koyrandi skulu steðga við steðgstriku ella, um eingin steðgstrika er, nóg langt frá vegamótinum ella vegstrekkinum. Gongufólki er ikki loyvt at stíga út á akbreyt ella súklubreyt. Ferðandi, ið eru komin á øki, sum ljósið geldur fyri, skulu um gjørligt fara av tí, gongufólk við at halda fram til næstu gongubreyt, øksl ella ferðsluhólm.

 3. stk. Reytt og gult ljós saman krevja steðg. Tey hava sama týdning, sum reytt ljós einsamalt, men vísa eisini, at ljósið skjótt fer at vísa grønt.

 4. stk. Grønt ljós býður at koyra. Gongufólk kunnu fara á akbreyt og súklubreyt. Fyritreyt er tó, at hetta ikki ber við sær brot móti øðrum ásetingum.

 5. stk. Gult ljós krevur steðg. Tað skilar til, at ljósið skjótt fer at vísa reytt, men hevur annars sama týdning sum reytt ljós. Er koyrandi, tá ið ljósið skiftir frá grønum til gult, komin so langt, at hættisligt er at steðga, skal hann ikki steðga.

 § 50. Hesi sløg av gøtuferðsluljósum verða nýtt:

X 11: Høvuðsljós.

Ljósið hevur rund op til reytt, gult og grønt ljós. Raðfylgið er reytt, reytt og gult, grønt, gult, reytt. Í nøkrum av ljósunum í einum vegamóti kann op fyri grønum ljósi verða tikið burtur, um ferðslan harvið verður betur avgreidd. Høvuðsljós hava gildi fyri alla ferðslu, sum ikki verður stýrd við ljósunum X 12-19.

X 12: Ljós við pílum.

Ljósið kann hava op til reyðan, gulan og grønan píl. Tað verður vanliga nýtt í sambandi við X 11, soleiðis at ljósop til sama lit eru lið um lið. Ljós við pílum hava gildi fyri ferðandi, sum skulu tann vegin, pílurin vísir.

X 16: Ljós fyri súklandi.

Sama sum X 11 ella X 12, men minni. Oman fyri ovasta ljósopið verður sett ein talva, sum vísir eina súklu.

X 18: Ljós fyri gongufólk.

Ljósið hevur eitt reytt ljósop, sum vísir eitt fólk, ið stendur, og eitt grønt ljós, sum vísir eitt fólk, ið gongur. Eru fleiri ljós fyri gongufólki tann vegin, ferðslan gongur, hevur tað gildi, sum er næst við.

X 19: Bussljós.

Ljósið vísir hvítt í øllum trimum ljósopunum. Ljós í ovasta, ovasta og tí í miðjuni, tí í miðjuni og tí niðasta opinum hava sama týdning sum ávikavíst reytt, reytt og gult, gult og grønt ljós, smb. § 49. Bussljós hava gildi fyri bussar á góðkendari farleið.

Y. Farbreytarljós

 § 51. Nýtt verða:

Y 17: Farbreytarljós.

Ljósið kann vísa reyðan kross ella grønan píl, ið vísir niðureftir. Reyður krossur skilar til, at ikki er loyvt at koyra á farbreytini ímóti ljósinum. Grønur pílur skilar til, at loyvt er at koyra á farbreytini, um tað ikki er ímóti aðrari stýring. Skiftir ljósið til reyðan kross, skulu ferðandi skjótast fara á farbreyt, sum loyvt er at koyra á. Er eingin tílík, skulu ferðandi steðga.

Z. Blunkljós

 § 52. Hesi blunkljós verða nýtt:

Z 72: Reytt blunkljós.

 Ljósið kann vísa eitt ella tvey reyð blunkljós. Tað verður sett við brýr, sum kunnu latast upp, og onnur støð, har flytandi bummar verða nýttir. Eisini verður tað sett har, neyðsendarakfør koyra frá og á støðum, har flogfør flúgva lágt tvørtur um vegin.

 2. stk. Reytt blunkljós boðar frá, at ferðandi skulu steðga fyri steðgstriku ella, um eingin tílík strika er, nóg langt frá ljósinum. Koyrandi skulu ikki steðga um tey, tá ljósið verður tendrað, eru komin so langt, at hættisligt er at steðga.

 3. stk. Aftur at reyðum blunkljósi kann klokkuringing verða nýtt. Hetta hevur sama týdning sum ljósið, og klokkan fer at ringja samtíðis, sum ljósið verður tendrað, men kann verða steðgað, áðrenn ljósið verður sløkt.

Z 93: Gult blunkljós.

 Ljósið kann vísa eitt ella fleiri gul blunkljós ella kann vera tilevnað við gulum ljósstrúti, sum melur runt. Tað boðar frá, at ferðandi skulu vera serliga varin, og verður sett upp, har vegarbeiði fer fram, við gonguteigar og aðrastaðni, har neyðugt er við tílíkari ávaring, smb. tó Z 95.

Z 95: Blátt blunkljós.

 Ljósið kann vísa blátt blunkljós ella vera tilevnað við bláum ljósstrúti, sum melur runt. Tað boðar frá, at ferðandi skulu vera serliga varin orsakað av óhappi ella eldi.

Kapittul 6.

Ymiskar ásetingar

 § 53. Frammanfyristandandi ásetingar skila til merkingarnar, sum tær vanliga skulu vera. Merkingar, sum hóast smærri frávik eru á at lýta sum tær tilskilaðu, hava sama týdning.

 § 54. Á almennum vegi kunnu upplýsingar verða givnar á best hóskandi hátt eftir umstøðunum, tá tær bert eru fyri gongufólk, og tá merkingin verður sett upp við gongugøtu, sum ikki liggur við veg, ið motorakandi kunnu nýta.

 § 55. Uttan mun til merking kann akfar, ið verður nýtt í vegarbeiði, so varisliga sum gjørligt verða koyrt soleiðis, sum arbeiðið krevur. Neyðsendarakstur skal fara fram sambært reglum, sum eru fyri hesum. Sama er galdandi fyri aðrar bólkar av ferðandi, sum hava serligar reglur t.d. avlamin.

 § 56. Har vegarbeiði fer fram, skulu vegamyndugleikarnir áðrenn arbeiðið verður byrjað, gera av, hvussu merkjast skal, eisini um onkur annar stendur fyri arbeiðnum.

 Stk. 2. Sekt verður givin fyri ikki at biðja um reglur frá vegamyndugleikunum smb. stk. 1, ella ikki gera eftir teimum.

 § 57. Henda kunngerð fær gildi beinan vegin.

 2. stk. Samtíðis fara úr gildi kunngerð nr. 55 frá 17. juni 1977 um vegamerking og kunngerð nr. 10 frá 12. februar 1979 um ávísar ferðslumerkingar.

 3. stk. Fyribils galda sum niðanfyri tilskilað:

1.    Undirskeltini, ið eru lýst í § 5, kunnu hava aðra útsjónd enn tilskilað.

2.    Skeltini A 41,1 Bugur til høgru og A 41,2 Bugur til vinstru, ið eru lýst í § 8, kunnu hava støktan píl.

3.    Skeltið A 99 Annar vandi, ið er lýst í § 8, kann hava loddrætta striku í staðin fyri rópitekin.

4.    Við teksti á hvítu grundini á skeltinum C 21 Forboðið øllum akførum, ið er lýst í § 13, kann verða skoytt upp í forboðið, ella tað kann verða avmarkað til t.d. bert at hava gildi fyri gjøgnumkoyring. Eisini kann skeltið verða nýtt til tilskilan av øðrum forboðum við teksti á skeltinum ella á undirskelti.

5.    Skeltið C 51 Forboðið at fara framum, ið er lýst í § 13, kann hava tvey svørt tekin og reyða skákstriku.

6.    Í staðin fyri skeltið C 61 Eingin steðgur, ið er lýst í § 13, kann verða nýtt skelti C 62 Eingin parkering saman við undirskelti við tekstinum _Eingin steðgur“.

7.    Í staðin fyri pílarnar UC 60, 1-3, ið eru lýstir í § 13, kunnu verða nýttir vatnrættir pílar til at vísa hvørju megin skeltið, avmarkingin hevur gildi.

8.    Skeltið E 61,3 Steðgpláss hjá hýruvogni, ið er lýst í § 19, kann hava áskriftina _Hýruvognur“.

 



1) Broytt við kunngerð nr. 96 frá 30. oktober 2007. Skeltini eru ikki tikin við her á síðuni men eru at finna í kunngerðablaði A 2007 á síðu 205.