Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. juni 2010Nr. 75
Kunngerð um reglur um persónar, ið eisini koma undir løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða
Við heimild í § 6, nr. 1) og 2), í løgtingslóg nr. 67 frá 25. mai 2009 um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógini) verður ásett:
§ 1. Persónar, ið eru búsitandi í Føroyum og sum av arbeiðsgevara her á landi verða sendir út til fyribils arbeiði fyri arbeiðsgevaran uttan fyri Føroyar, herundir umborð á útlendskt skrásettum skipi, koma eisini undir løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða, meðan teir eru uttan fyri Føroyar fyri arbeiðsgevaran, tó ikki í meira enn 2 ár.
§ 2. Persónar, sum eru búsitandi í Føroyum og arbeiða her á landi fyri Danmarkar ríki, og sum ikki koma undir § 83 í Lovbekendtgørelse nr. 848 af 9. Juli 2009 om arbejdsskadesforsikring, koma undir løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða.
Stk. 2. Ásetingin í § 15, stk. 2, í løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða er eisini galdandi fyri Danmarkar ríki.
§ 3. Kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er lýst.
Vinnumálaráðið 17. juni 2010
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)