Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. juni 2024Nr. 75
Kunngerð um broyting í kunngerð um ættleiðing
(Samstundis upptøka á bíðilista til altjóða og innanlands fremmandaættleiðing)
§ 1
Í kunngerð nr. 117 frá 25. juli 2018 um ættleiðing verður § 35 orðað soleiðis:
“§ 35. Ein umsøkjari við generellari góðkenning sum ættleiðari sambært § 18, stk. 1, nr. 2, kann velja at søkja um innanlands og altjóða fremmandaættleiðing samstundis ella annaðhvørt innanlands ella altjóða fremmandaættleiðing. Ein umsøkjari kann til eina og hvørja tíð broyta sítt val sambært 1. pkt.
Stk. 2. Tá ein umsøkjari fær eina generella góðkenning sambært § 18, stk. 1, nr. 2, sendir Familjufyrisitingin málið til Adoptionsnævnet, sambært § 60, uttan so at umsøkjarin frammanundan hevur valt innanlands ættleiðing frá.
Stk. 3. Søkir ein umsøkjari um innanlands og altjóða ættleiðing samstundis, verður innanlands ættleiðing mett sum vald frá, tá ið uppskot kemur um eitt ítøkiligt barn gjøgnum tann miðlandi felagsskapin, sambært § 45. Somuleiðis verður altjóða ættleiðing mett sum frávald, tá umsøkjarin hevur tikið av at ættleiða eitt barn, sum Adoptionsnævnet hevur skotið upp sambært § 60.
Stk. 4. Adoptionsnævnet og ættleiðingarmiðlandi felagsskapurin kunna hvønn annan um val og frával hjá umsøkjaranum sambært stk. 1-3.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Løgmálaráðið, 21. juni 2024
Bjarni K. Petersen (sign.)
landsstýrismaður
/ Nella Festirstein (sign)