Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Uttanríkis- og vinnumálaráðið
  • Útgávudagur: 01-07-2016
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2016 A - Kunngerð 75 frá 28. juni 2016
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

Nr. 75                                                                                                                        28. juni 2016

Kunngerð um yvirvøku og tálming av lúsum á alifiski, sum broytt við kunngerð nr. 118 frá 28. november 2016

(Lúsakunngerðin)

Við heimild í § 9, § 46, stk. 1 og § 48, stk. 2 í løgtingslóg nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur, sum broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, verður ásett:

§ 1. Endamálið við kunngerðini er at minka um útbreiðsluna av laksalús soleiðis, at skaðaárinið á fisk í aliútbúnaði og á villan fisk verður sum minst, umframt at minka um og at niðurberja mótstøðuførið hjá laksalús.

§ 2. Í hesi kunngerð merkir:

1)   Alifiskur: Laksafiskur, Salmonidae, og havfiskasløg, sum verða ald á alistøðum á landi og alistøðum á sjónum.

2)   Lús á alifiski: Lús av sløgunum laksalús, Lepeophterius salmonis, seiðalús, Caligus elongatus, og toskalús, Caligus curtus.

3)   Vaksin kvennlús: Kynsbúgvin kvennlús við ella uttan eggjasekkjum.

4)   Smáar flytførar laksalýs: Lús, ið er <5mm til longdar, t.e. preadult kalllús 1 og 2 og preadult kvennlýs.

5)   Stórar flytførar laksalýs: Lús, ið er >5mm til longdar, t.e. preadult kvennlús 2 og kynsbúnar kalllýs.

6)   Lús á menningarstigi, sum rørir seg: Vaksin ella hálvvaksin, preadult, lús.

7)   Reinsifiskur: Ymisk fiskasløg, sum kunnu brúkast til at tálma talinum av lúsum í einum alibrúki.

8)   Viðgerð: Avlúsing við heilivági, annaðhvørt við baði ella fóðri, ella aðrir hættir at beina burtur lýs, undir hesum eisini mekanisk burturbeining.

9)   Alifjørður: Ein fjørður, ein vík, eitt sund ella eitt annað allýst avmarkað øki, har ein ella fleiri alistøðir á sjónum ella á landi hava loyvi at ala matfisk.

10) Alibrúk: Lívfiskastøð, smoltstøð, alistøð ella onnur støð, har fiskur verður aldur.

11) Alistøð: Alistøð á landi ella sjónum, har matfiskur verður aldur.

12) Alistøð á landi: Alistøð, har aling av matfiski fer fram í innpumpaðum sjógvi í kari, tanga el. tíl. á landi.

13) Alistøð á sjónum: Alistøð, har aling av matfiski fer fram á flótandi alianleggi á sjónum á einum ella fleiri aliøkjum við tilhoyrandi landstøð.

14) Fiskaeind: Fiskur í einum aliringi, alibúri, tanga, kari o.tíl.

§ 3. Teljing og skráseting av laksalúsum og seiðalúsum á laksi og ælabogasílum skal gerast eftir skrivligari vegleiðing frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni í minsta lagi 14. hvønn dag. Allir ringar skulu teljast hvørja ferð.

Stk. 2. Teljast og skrásetast skulu

1)   vaksnar kvennlýs,

2)   stórar flytførar laksalýs,

3)   smáar flytførar laksalýs,

4)   seiðalýs og

5)   fastar lýs.

Stk. 3. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann áleggja teljing, skráseting og fráboðan av øðrum lúsum enn laksalús.

Stk. 4. Úrslitini av lúsateljingunum á alifiski skulu verða skrásett í rakstrardagbókini á alibrúkinum og skulu verða fráboðað Heilsufrøðiligu starvsstovuni eftir galdandi reglum um sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum. Skráseting og fráboðan skulu verða framd í seinasta lagi dagin eftir, at teljingin er gjørd.

Stk. 5. Teljarin skal beinanvegin boða Heilsufrøðiliga starvsstovuni frá, um teljingin ikki er gjørd í samsvari við vegleiðingina, nevnd í stk. 1.

§ 4. Markvirðið fyri laksalýs, roknað sum miðaltalið á lúsum á øllum fiskunum, sum eru tiknir til kanningar í hvørjari alistøð sær, er 1,5 vaksin kvennlús.

Stk. 2. Tað skulu verða framd tiltøk, herundir slakt, til tess at tryggja, at nøgdin av vaksnum kvennlúsum til eina og hvørja tíð er undir markvirðið, sum ásett í stk. 1.

§ 5. Um neyðugt er at viðgera fiskin við heilivági fyri at halda ásetingarnar í § 4, skulu allar fiskaeindir í alibrúkinum viðgerast. Viðgerðin skal vera liðug í seinasta lagi 14 dagar seinni.

Stk. 2. Um tað kann skjalprógvast, at tað ikki er neyðugt at viðgera allar eindir í einum alibrúki í senn, kann embætisdjóralækni eftir umsókn geva undantaksloyvi frá ásetingini í stk.1.

Stk. 3. Viðgerð við heilivági skal einans fremjast við evnum, sum grundað á kanningar, kunnu væntast at hava góðan virkna.

Stk. 4. Viðgerast skal á tann hátt, at fiskurin fær ta terapeutisku nøgdina av heilivági, sum er lýst í leiðbeiningini um evnið, í allari viðgerðartíðini. Eisini skal tryggjast, at fiskurin ikki fær ov stóran skamt, at fiskurin fær rætta nøgd av súrevni undir viðgerðini og at fiskurin annars ikki fær mein av viðgerðini.

Stk. 5. Øll baðiviðgerð skal fremjast í afturlatnum eindum.

Stk. 6. Áðrenn viðgjørt verður við fóðri, skal tryggjast, at fiskurin tekur fóður til sín.

Stk. 7. Landsdjóralæknin kann krevja, at viðgjørt verður samstundis fyri lýs á alifiski í øllum fiskaeindum, ið liggja í sama alifirði sum alibrúkið, har lúsatrupulleikin, sbr. § 4, er staðfestur.

Stk. 8. Landsdjóralæknin kann krevja, at viðgjørt verður samstundis fyri lýs í fleiri alifirðum, um tað verður mett neyðugt við samskipan fyri at tálma lýsnum.

Stk. 9. Landsdjóralæknin kann krevja samskipaða brakklegging fyri fleiri alifirðir, um tað verður mett neyðugt við samskipan fyri at tálma lýsnum.

§ 6. Úrslitið av hvørjari viðgerð skal eftirmetast. Tann, sum hevur útskrivað heilivágin, ger eftirmetingina. Er viðgerðin gjørd uttan heilivág, ger tann, ið hevur ábyrgd av viðgerðini, eftirmetingina. Nýggj lúsateljing skal gerast beint eftir, at viðgerðin er liðug, sbrt. vegleiðing frá framleiðara. Um viðgerðin er ófullfíggjað í mun til tað, sum væntast kann fyri viðgerðarevnið, ið nýtt verður, skal orsøkin greinast.

Stk. 2. Ófullfíggjað viðgerð, illgruni um mótstøðuføri og ávísing av mótstøðuføri skulu verða fráboðað Heilsufrøðiligu starvsstovuni beinanvegin.

Stk. 3. Um illgruni er um mótstøðuføri ella um mótstøðuføri er ávíst, skal viðgerast av nýggjum við einum øðrum evni.

§ 7. Um onnur evni, sbr. § 6, stk. 3, heldur ikki geva eina fullfíggjaða viðgerð, ella onnur evni av øðrum orsøkum ikki kunnu nýtast, kann landsdjóralæknin áleggja tiltøk, herundir framskundað slakt, um mett verður, at vandi er fyri, at smittutrýstið til onnur alibrúk og til villan laks verður ov stórt, ella um vandi er fyri spjaðing av mótstøðuførum lúsum.

Stk. 2. Um eitt alibrúk hevur tríggjar teljingar á rað, sum eru farnar upp um markvirðið, sum ásett í hesi kunngerð, verður álagt at slakta fiskin innanfyri tveir mánaðir. Metur Landsdjóralæknin, at tað eru heilt serlig viðurskifti, sum tala fyri tí, kann veitast undantak frá 1. pkt.

Stk. 3. Alari kann søkja um undantak frá framskundaða slaktinum fyri teir ringar, har fiskurin vigar undir 4 kg í miðal í livandi vekt, um alarin kann vísa á eina mannagongd, sum ger tað sannlíkt, at støðan ikki versnar munandi ta tíðina, sum eftir er av setanini. Tó kann undantak í mesta lagi veitast, til fiskurin vigar 4 kg.

§ 8. Hevur eitt alibrúk ofta lúsateljingar, sum fara upp um markvirðið, nógvar lúsaviðgerðir í mun til alibrúk í Føroyum annars ella ófullfíggjaðar viðgerðir, kann landsdjóralæknin avgera, at talið av smoltum ikki skal vera hækkað í mun til seinastu útseting, ella avgera, at talið av útsettum smoltum skal vera lækkað.

Stk. 2. Grundarlagið fyri avgerðum um, hvørt talið av smoltum kann økjast, standa í stað ella eigur at minka, verður partvíst lagt út frá hvørjum av bólkunum í skjali 1 alibrúkið er í. Harumframt verður eisini tikið atlit at rakstrinum av alibrúkinum í seinasta tíðarskeiði, innrætting av alibrúki og kapasiteti annars, m.a. nøktandi møguleikum at viðgera móti lús, slaktikapasitet o.a.

§ 9. Øll alibrúk skulu, sum partur av tilbúgvingarætlanini, sum er lýst í kunngerð um sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum, hava eina ætlan um tálming av lúsum. Skjalprógvast skal, at ein tálming sbrt. § 23 í kunngerð um sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum kann fara fram. Ætlanin skal í minsta lagi innihalda:

1)   Mannagongd fyri lúsateljing,

2)   mannagongd fyri viðgerð og viðgerðarhættum, undir hesum eisini samskipan av viðgerðum, og

3)   mannagongd fyri eftirmeting av viðgerð.

§ 10. Allar lúsateljingar eftir § 3 í hesi kunngerð skulu gerast av P/F Fiskaaling. Aðrar lúsateljingar kunnu gerast av øðrum.

§ 11. Avgerðir tiknar av Heilsufrøðiligu starvsstovuni sambært § 3, stk. 3, av embætisdjóralækna sambært § 5, stk. 2, og av landsdjóralæknanum sambært § 5, stk. 7-9, § 7, stk. 1-3 og § 8, stk. 2 kunnu kærast til Vinnukærunevndina.

§ 12. Um ikki hægri revsing er uppiborin eftir aðrari lóggávu, verður hann revsaður við bót, sum

1)   brýtur reglurnar í § 3, § 5, stk. 1-6, § 6, stk. 2-3, § 10 ella

2)   ikki ger eftir boðum eftir § 5, stk. 7- 9, §§ 7-8.

§ 13. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.

§ 14. Heimildin hjá landsstýrismanninum eftir § 50 í djórasjúkulógini at avgera revsimál uttan rættarsókn verður løgd Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

 

§ 15. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Stk. 2. Samstundis fer kunngerð nr. 163 frá 21. desember 2009 um yvirvøku og tálming av lúsum á alifiski úr gildi.

 

 

Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 28. juni 2016

 

Poul Michelsen (sign.)

landsstýrismaður

/ Pól E. Egholm (sign.)

 

 

 

Skjal 1 1)

Bólking av alibrúkum

 

Sambært § 8 hevur landsdjóralæknin heimild at avgera, at smolttalið í einum alibrúki ikki skal verða hækkað ella skal lækka í mun til seinastu útsetu, um eitt alibrúk ofta hevur lúsateljingar, sum fara upp um markvirðið, nógvar lúsaviðgerðir í mun til alibrúk í Føroyum annars ella ófullfíggjaðar viðgerðir.

 

Fyri at meta um, hvar einstaka alibrúk viðvíkjandi nevndu parametrunum liggur í mun til alibrúk í Føroyum annars, verða nýttar hesar vegleiðandi reglur til at bólka einstøku alibrúkini:

 

Bólkingin verður gjørd út frá sokallaðum “klippum”, sum eru grundað á tal av viðgerðum og hvussu ofta – og í hvønn mun – farið er upp um markvirðið í hvørjari setan.

 

Fyri medisinskar viðgerðir telur hvør viðgerð av øllum alibrúkinum sum 2 klipp fyri hvørt slagið av heilivági, t.e. at ein kombiviðgerð við t.d. Alpha Max og Salmosan telur sum 4 klipp. Verður einans partur av alibrúkinum viðgjørdur, telur viðgerðin sum klipp í lutfallinum, sum er viðgjørt. T.e. um 3 av 12 ringum verða viðgjørdir, telur hetta sum 0,5 klipp.

 

Teljingar, sum fara upp um ásetta markvirðið, og viðgerðir verða taldar sum “klipp”. Fyri teljingar, sum fara upp um markviðið, telur hvør teljing lutfalsliga sum eitt klipp í tann mun, farið er upp um markvirðið, t.e. 1,5 kynsbúgvin kvennlús telur sum eitt klipp, 3 kynsbúnar kvennlýs telja sum 2 klipp, 4,5 kynsbúnar kvennlýs telja sum 3 klipp o.s.fr.

 

Við grundarlagi í talinum av klippum verða alistøðirnar býttar sundur í tríggjar bólkar, alt eftir hvussu nógv klipp hava verið í útsetingartíðarskeiðinum.

 

Bólkur 1

Alistøðir við færri enn 10 klippum.

 

Bólkur 2

Alistøðir við 10 klippum ella fleiri, men færri enn 20 klippum.

 

Bólkur 3

Alistøðir við 20 klippum ella fleiri.

 

 



1) Broytt við kunngerð nr. 118 frá 28. november 2016.