Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
2. juli 2007Nr. 76
Kunngerð um broyting í kunngerð um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum
§ 1
Í kunngerð nr. 2 frá 20. januar 2000 um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 83 frá 23. mai 2005 verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í innganginum verður aftaná “§ 58, stk. 3” sett: “§ 58a, stk. 7”.
2) § 1, stk. 2, verður orðað soleiðis:
”Stk. 2. Breiddin á skrásetingarskyldugum viðfestisakfari til bil má ikki fara upp um breiddina á dragandi akfarinum við meira enn 0,35 m í hvørjari síðu”.
3) Í § 17 verður sum stk. 5 sett:
”Stk. 5. Fyri motordrivið akfar við 4 ella fleiri ásum, har tveir teir fremstu ásarnir eru stýrandi og hava eina sínámillum frástøðu upp á í mesta lagi 2,5 m, og har frástøðan millum fremsta og aftasta ás er 5,0 m ella meira, og frástøðan millum fyrsta og næsta ás er minni enn frástøðan millum næsta og triðja ás, kann loyvda heildarvektin vera upp til 32.000 kg. Fyri hesi akfør við bogie við tveimum ásum, kann loyvda ástrýsið í ásbólkinum tó vera upp til 19.000 kg tilsamans, um sínámillum fjarstøðan millum ásarnar er minni enn 2,0 m, men í minsta lagi 1,3 m, og ásarnir eru settir upp við tvíhjólum og – fjaðring, sum fer væl við vegunum, sum lýst í § 38, stk. 5, ella – loyvda ástrýstið á hvønn einstaka ás ikki fer upp um 9.500 kg”.
4) Í § 25, stk. 2, verður nr. 3 orðað soleiðis:
”3) 29.500 kg á motordrivnum akfari við 4 ella fleiri ásum, tó 32.000 kg, har tveir teir fremstu ásarnir eru stýrandi og hava eina sínámillum frástøðu upp á í mesta lagi 2,5 m, har frástøðan frá fremsta til aftasta ás á akfarinum í minsta lagi er 5 m, og har frástøðan millum fyrsta og næsta ás er minni enn frástøðan millum næsta og triðja ás”.
5) Í § 25, stk. 2, verður nr. 5 orðað soleiðis:
“5) 48.000 kg á vognaraði, ið er bilur við skrásetingarskyldugum viðfestisakfari”.
6) § 32 verður orðað soleiðis:
“§ 32. Í vognraði við ikki skrásetingarskyldigum viðfestiamboði, har dragandi akfarið er ein bilur við loyvdari heildarvekt uppá meira enn 3.500 kg, kann vektin á viðfestiamboðnum – fyri viðfestiamboð við stívum dragiarmi samlaða ástrýstið – ikki fara upp um veruligu heildarvektina á dragandi akfarinum, um ikki viðfestiamboðið hevur økubremsu”.
7) Í § 41, verður aftaná stk. 2, sum nýtt stk. sett:
“Stk. 3. Fyri brot á § 25, § 27, stk. 1, § 32, stk. 1, § 34 og § 35 verður ásett ein herd bót, tá koyrt er við akfari við einari loyvdari heildarvekt upp á yvir 3.500 kg”.
Stk. 3 verður hereftir stk. 4.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 1. juli 2007.
Vinnumálaráðið, 2. juli 2007
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)