Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Mentamálaráðið
  • Útgávudagur: 07-06-2013
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2013 A - Kunngerð 76 frá 3. juni 2013
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

3. juni 2013Nr. 76

Kunngerð um metal útbúgvingar við sergrein, sum broytt við kunngerð nr. 3 frá 2. februar 2016

Við heimild í § 4, stk. 1, § 8, stk. 3, § 14, stk. 1 og 2, § 17, stk. 2 og § 18, stk. 1 og 2 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 17. mai 2011, verður ásett:

Kapittul 1

Um útbúgvingina

§ 1. Í útbúgvingini til metal fær næmingurin gjøgnum skúlagongd og verkliga læru vitan og førleikar innan hesi kjarnaøki:

1)   Grundleggjandi smiðju- og maskinarbeiði. Næmingurin fær eina grundleggjandi verkliga og ástøðiliga vitan, sum ger hann føran at virka sum handverkari í øllum smiðjuverkstøðum innan jarn og metal.

2)   Serøki. Í seinra parti av lærutíðini skal næmingurin útbúgva seg innan eina ávísa sergrein, sum er rættað til ávísa framleiðslu innan metalídnaðin.

3)   Almenn vitan. Gjøgnum lærutíðina skal næmingurin fáa ta vitan í almennum lærugreinum, sum til eina og hvørja tíð er ásett av myndugleikanum.

4)   Ráðlegging. Samskipa og útinna arbeiðið í samstarvi við onnur yrki á arbeiðsplássinum, og útinna arbeiðið við virðing fyri umhvørvi og trygd á arbeiðsplássinum.

5)   Vallærugrein. Næmingurin skal hava møguleika til at útbúgva seg betur ein ávísan veg, verkligt og ástøðiligt.

§ 2. Lærlingurin skal røkka teimum ásettu útbúgvingarmálunum innan eina av sergreinunum í útbúgvingini.

Stk. 2. Útbúgvingin kann enda við hesum sergreinum:

1)   Maskinsmiður

2)   Kleinsmiður

3)   Rustfastur kleinsmiður

4)   Rørsmiður

5)   Rør- og blikksmiður

6)   Sveisari

Kapittul 2

Útbúgvingartíð, bygnaður og innihald

§ 3. Útbúgvingin tekur 4 ár, sveisari tó 2 ár og 6 mánaðir.

Stk. 2. Útbúgvingin er lutað sundur í verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd.

§ 4. 1) Skúlagongdin innan sergreinarnar maskinsmiður, kleinsmiður og rustfastur kleinsmiður er 55 vikur, íroknað sveinaroyndarskeið. Skúlagongdin, íroknað sveinaroyndarskeið, er 35 vikur fyri sveisarar, 54 vikur fyri rørsmiðir og 58 vikur fyri rør- og blikksmiðir.

Stk. 2. 1) Skúlagongdin fyri sergreinarnar maskinsmiður, kleinsmiður og rustfastur kleinsmiður verður skipað soleiðis:

1)   1. skúlaskeið, 2. skúlaskeið og 3. skúlaskeið 50 vikur tilsamans, og

2)   sveinaroyndarskeið, 5 vikur.

Stk. 3. 1) Skúlagongdin fyri sergreinina rørsmiður verður skipað soleiðis:

1)   1. skúlaskeið, 2. skúlaskeið og 3. skúlaskeið 50 vikur tilsamans, og

2)   sveinaroyndarskeið, 4 vikur.

Stk. 4. 1) Skúlagongdin fyri sergreinina rør- og blikksmiður verður skipað soleiðis:

1)   1. skúlaskeið, 2. skúlaskeið og 3. skúlaskeið 50 vikur tilsamans, og

2)   sveinaroyndarskeið, 8 vikur.

Stk. 5. 1) Skúlagongdin í 1.-3. skúlaskeiði fevnir um almennar lærugreinir, yrkislærugreinir og vallærugreinir. Skemalagda undirvísingartíðin er til samans 1.800 pultstímar.

§ 5. Næmingurin skal hava 5 almennar lærugreinir. Almennu lærugreinirnar verða lagdar til rættis á hesum stigum og við hesum pultstímatali:

1)   Alisfrøði E, 72 pultstímar.

2)   Enskt E, 72 pultstímar.

3)   Føroyskt E, 72 pultstímar.

4)   Støddfrøði E, 72 pultstímar.

5)   Vallærugrein E, 72 pultstímar.

Stk. 2. Skemalagda tímatalið til almennu lærugreinirnar er til samans 360 pultstímar, harav 72 pultstímar eru til eina vallærugrein, sum skúlin bjóðar út.

Stk. 3. Innihald og førleikamál í almennum lærugreinum verður lýst í námsætlanum fyri lærugreinirnar.

§ 6. Skemalagda tímatalið til yrkislærugreinir innan sergreinirnar: kleinsmiður, rustfastur kleinsmiður, rør- og blikksmiður og sveisari eru til samans 1.248 pultstímar við hesum lærugreinum:

1)   Arbeiðsumhvørvið.

2)   Blikkarbeiði.

3)   CAD tekniforrit.

4)   Fyrstahjálp og brandskeið.

5)   Kunningartøkni.

6)   Maskinástøði.

7)   Maskinarbeiði.

8)   Rørarbeiði.

9)   Smiðjuarbeiði.

10) Smiðjuástøði.

11) Tekning.

12) Tilfarslæra.

13) Sveising.

Stk. 2. Innihald og førleikamál í yrkislærugreinum verður lýst í námsætlanum fyri lærugreinirnar.

§ 7. Skemalagda tímatalið til yrkislærugreinir innan sergreinina maskinsmiður er til samans 1.248 pultstímar við hesum lærugreinum:

1)   Arbeiðsumhvørvi.

2)   Amboðslæra.

3)   CAD tekniforrit.

4)   CNC tøkni.

5)   Fyrstahjálp og brandskeið.

6)   Maskinástøði.

7)   Montasja.

8)   Smiðjuarbeiði.

9)   Smiðjuástøði.

10) Spóntakandi arbeiði.

11) Stýringstøkni.

12) Sveising.

13) Tekning.

14) Tilfarslæra.

Stk. 2. Innihald og førleikamál í yrkislærugreinum verður lýst í námsætlanum fyri lærugreinirnar.

§ 8. Skemalagda tímatalið til vallærugreinir, ið eru yrkislærugreinir, er til samans 120 pultstímar.

Stk. 2. Innihald og førleikamál í vallærugreinum, ið eru yrkislærugreinir, verður lýst í námsætlanum fyri lærugreinirnar.

§ 9. Fyri hvørt skúlaskeið skipar skúlin fyri eftirmeting í yrkislærugreinunum. Til hetta eru settir av tilsamans 72 pultstímar.

Stk. 2. Eftirmetingin verður lýst í námsskipan fyri útbúgvingina ella í námsætlanini fyri einstøku lærugreinina.

§ 10. Innihaldið í verkligu læruni verður lýst í námsskipanini fyri útbúgvingina.

Kapittul 3

Førleikamál við útbúgvingarlok

§ 11. Førleikarnir, ið næmingurin skal hava ognað sær við útbúgvingarlok, eru innan hesi øki:

1)   Ástøði. Grundleggjandi teoretisk vitan, sum styðjar undir verkligt arbeiðið.

2)   Tilfarslæra. Grundleggjandi vitan um ymisk sløg av stáli, rustfrítt stál, aluminium kopar, bronsa, nylon v.m.

3)   Amboð og Maskinur. Góða vitan um hondamboð og maskinur.

4)   Uppmerking. Máting, mátiamboð og uppmerking. Góðskutrygging.

5)   Tilskering og tilevning. Mekanisk og termisk skering, dreying og fresing, sveising og lodding v.m.

6)   Keldur. At finna t.d. galdandi normar á skrift ella teldu.

7)   Tekning. Faktekning við hond og við teldu.

8)   Umhvørvi og persónlig trygd. Rudding og trygd eftir reglum. Fakligar reglur, brand og fyrstahjálp.

9)   Skjalføring. Frágreiðing. Kundatænasta.

10) Verk. Grundleggjandi hegni sum breiður smiður.

Sergreinir

§ 12. Næmingur skal við útbúgvingarlok hava ognað sær førleikar í sergreinum innan maskinsmið, kleinsmið, rustfastan kleinsmið, rørsmið, rør- og blikksmið og sveisara.

§ 13. Førleikarnir til sergreinina maskinsmiður eru hesir:

1)   at samskifta og samstarva fakligt í fyritøkuni,

2)   at arbeiða við góðsku í huga og hava kunnleika til góðskustýringarskipanir,

3)   at sýna hugflog í arbeiði sínum við konstruktión og framleiðslu innan yrkisøkini í útbúgving sínari,

4)   at vera tilvitaður um heilsu, trygd og umhvørvið, HTU í arbeiðsuppgávum í útbúgving sínari,

5)   at leggja til rættis og framleiða lutir á hondstýrdum spóntakandi maskinum,

6)   at gera arbeiðstekningar við støði í CAD tekniforritum,

7)   at útinna uppbygging, forritan, feilfinnan og umvæling av einføldum stýringartekniskum skipanum,

8)   at duga at velja røtt amboð og rætta dátugrundarlagið í sambandi við framleiðsluuppgávur,

9)   at eftirkanna mát og skjalprógva útintar uppgávur,

10) at stilla og viðlíkahalda arbeiðs- og mátiamboð,

11) at rætta, stilla og viðlíkahalda maskinur,

12) at nýta CNC programmir við nýtslu av ISO kodum sambært tekningum,

13) at sýna góðskutilvitan, tá uppgávur verða útintar. Hesin førleiki fevnir um mál- og aðra góðskumáting við nýtslu av skjótilæru og mikrometurmátiamboðum í mun til ásettar standardir,

14) at samskifta og gera avtalur við viðskiftafólk grundað á vitan um kundarøkt,

15) at skilliga samskifta um arbeiðsstøðuna á fremmandamáli,

16) at viðlíkahalda, montera og demontera høvuðspartarnir av einum motori og útinna einfaldar umvælingar- og viðlíkahaldsuppgávur av rørskipanum, pumpum, ventilum og øðrum mekaniskum og tekniskum skipanum,

17) at brúka KT í sambandi við dagligu arbeiðsuppgávurnar. Eitt nú at leita eftir viðkomandi tekniskum og fakligum upplýsingum,

18) at leggja til rættis og gera minni konstruktiónir av plátu, røri og stálprofilum í einari framleiðslu-, umvælingar- og viðlíkahaldstilgongd, og

19) at útinna samansetingarhættir í eini framleiðslutilgongd samsvarandi galdandi standardum, íroknað mekanisk og termisk skering, sveising og lodding við meira.

§ 14. Førleikarnir til sergreinina kleinsmiður eru hesir:

1)   at leggja til rættis og gera minni skap í plátu-, rør- og stálprofilum í eini samlaðari framleiðslu-, umvælingar- og viðlíkahaldstilgongd,

2)   at leggja til rættis og gera einfaldar uppgávur við hondstýrdum og maskinellum arbeiðshættum,

3)   at gera tilskeringar og evna til rættar-, skráar- og heildarskurð í plátur, rør og tvørskurðir til galdandi standardir,

4)   at fremja samlingar í eini framleiðsluætlan í mun til galdandi standardir,

5)   at montera og demontera lutir, maskinur og installatiónir,

6)   at viðlíkahalda framleiðslutól,

7)   at gera eftirlitsmátingar í mun til givnar standardir,

8)   at yvirflatu- og eftirviðgera metall og annað tilfar í eini framleiðslu- og umvælingarstøðu við atliti at góðsku og galdandi standardum,

9)   at leggja til rættis og gera samansettar uppgávur, til hetta hoyrir eisini forritan og brúk av CNC stýrdum maskinum, og

10) at velja og fremja egnaðar arbeiðshættir til at skera og forma skurð í plátur, rør og tvørskurðir við atliti at galdandi standardum.

§ 15. Førleikarnir til sergreinina rustfastur kleinsmiðjur eru hesir:

1)   at leggja til rættis og gera minni skap í plátu-, rør- og stálprofilum í eini samlaðari framleiðslu-, umvælingar- og viðlíkahaldstilgongd,

2)   at leggja til rættis og gera einfaldar uppgávur við hondstýrdum og maskinellum arbeiðshættum,

3)   at gera tilskeringar, og evna til rættar-, skráar- og heildarskurð í plátur, rør og tvørskurðir til galdandi standardir,

4)   at fremja samlingar í eini framleiðsluætlan í mun til galdandi standardir,

5)   at montera og demontera lutir, maskinur og installatiónir,

6)   at viðlíkahalda framleiðslutól,

7)   at gera eftirlitsmátingar í mun til givnar standardir,

8)   at leggja til rættis og gera samansettar framleiðslu uppgávur í rustfríðum stáli, til hetta hoyrir eisini CAD forritan og brúk av CNC stýrdum maskinum,

9)   at velja út og fremja egnaðar arbeiðshættir til at skera og forma skurð í plátur, rør og tvørskurðir við atliti at galdandi standardum,

10) at velja út og fremja egnaðar samankomingarhættir av rustfríum tilfari,

11) at leggja til rættis og fremja samansetingar av forgreiningum og bukkingum í rørum í rustføstum stáli í mun til galdandi standardir, og

12) at velja út egnaðar eftirviðgerðir og fremja yvirflatu og eftirviðgerð av rustføstum stáltilfari í mun til galdandi standardir.

§ 16. Førleikarnir til sergreinina rørsmiður eru hesir:

1)   at fremja vanligt installatiónsarbeiði í bústaðar- og vinnubygningum, verksmiðjum og stovnum við atliti at lógum og ásetingum, arbeiðshættum og mannagongdum,

2)   at seta upp og stilla HVS stýringarskipanir og veita kundavegleiðing,

3)   at ráðgeva um orku optimering og alternativar orkuhættir,

4)   at gera HVS innleggingar umframt at uppseta, umvæla og geva tænastu til oljuketlar og varandi orkuinstallatiónir,

5)   at fremja samankomingar í mun til galdandi standardir,

6)   at gera tilskeringar og evna til rættar-, skráar- og heildarskurð í plátur, rør og tvørskurðir til galdandi standardir,

7)   at leggja til rættis og gera minni skap í plátu-, rør- og stálprofilum í eini samlaðari framleiðslu-, umvælingar og viðlíkahaldstilgongd, og

8)   at nýta brúkara og installatiónsvegleiðingar og hava grundleggjandi vitan um góðskutrygging.

§ 17. Førleikarnir til sergreinina rør- og blikksmiður eru hesir:

1)   at gera alt vanligt innleggingararbeiði innan hita, vatn og sanitet í bústaðar- og vinnubygningum við atliti at galdandi normum, arbeiðshættum og mannagongdum,

2)   at seta upp og innstilla hvs stýringarskipanir og veita kundavegleiðing um brúk,

3)   at nýta brúkara- og innleggingarvegleiðingar á enskum, donskum og føroyskum,

4)   at ráðgeva kundum um orkuoptimering og kenna til alternativar orkuhættir,

5)   at gera hvs innleggingar, umframt at uppseta, umvæla og geva tænastu til oljuketlar og varandi orkuinstallatiónir,

6)   at gera tunnplátu samankomingar við sveising úr aluminium, stáli og rustfastum tilfari,

7)   at gera lodding, nitting, falsing v.m. eftir galdandi reglum,

8)   at tekna og gera útfellingar úr plátum,

9)   at leggja til rættis og gera minni skap í plátu-, rør- og stálprofilum í eini samlaðari framleiðslu og viðlíkahalda og umvæla tílíkt,

10) at taka mát og gera allar vanligar inndekningar innan yrkið,

11) at taka mát og gera ventilatiónslutir,

12) at duga siðbundið og grundleggjandi hondverk innan blikksmiðuyrkið, og

13) at duga kappabjálving.

§ 18. Førleikarnir til sergreinina sveisari eru hesir:

1)   at gera tilskeringar og evna til rættar-, skráar- og heildarskurð í plátur, rør og tvørskurðir við atliti at galdandi standardum,

2)   at leggja til rættis og gera einfaldar framleiðsluuppgávur, manuelt eins væl og við maskinum,

3)   at leggja til rættis og gera skap í plátu-, rør- og stáltvørskurðum,

4)   at velja út og viðgera tilfar eftir krøvum og endamáli,

5)   at gera samankomingarhættir í mun til galdandi krøv,

6)   at viðlíkahalda amboð,

7)   at yvirflatu- og eftirviðgera metall og annað tilfar við atliti at dygd, normum og krøvum,

8)   at kunna leggja til rættis samansettar sveisi uppgávur, og

9)   at velja út og gera samansettar sveisihættir.

Kapittul 4

Sveinaroynd innan sergreinina maskinsmið

§ 19. Eftir 3. skúlaskeið skipar skúlin fyri einum sveinaroyndarskeiði, ið varir 5 vikur sbrt. § 4, stk. 1, nr. 2.

Stk. 2. Fyri at innskriva seg til sveinaroyndarskeiðið skal næmingurin hava staðið 1.-3. skúlaskeið sbrt. kunngerð um felags reglur fyri yrkisútbúgvingar og hava góðkendan lærusáttmála.

Stk. 3. 1) Sveinaroyndarskeiðið fevnir um tveir høvuðslutir:

1)   96 pultstímar, lutvíst til undirvísing og lutvíst til fyrireiking av sveinaroyndini, og

2)   sveinaroynd, ið fevnir um ein ástøðiligan part og ein verkligan part, sum taka støði í førleikamálunum fyri útbúgvingina.

§ 20. Ástøðiligi parturin av sveinaroyndini er ein samansett roynd innan yrkislærugreinirnar. Lærlingurin fær 120 minuttir til at svara spurningunum.

Stk. 2. Fyri ástøðiliga partin av sveinaroyndini geva lærarin og báðir metingardómararnir eitt felags próvtal.

Stk. 3. Fyri at standa ástøðiliga partin av sveinaroyndini skal næmingurin í minsta lagi hava fingið próvtalið 02.

§ 21. 1) Verkligi parturin av sveinaroyndini fevnir um dreying, fresing og handverk.

Stk. 2. Tann verkliga uppgávan verður annaðhvørt gjørd einsæris ella í bólki.

Stk. 3. Næmingurin ella bólkurin fær 45 klokkutímar til verkligu uppgávurnar og 20 minuttir til framløguna.

Stk. 4. Fyri verkliga partin av sveinaroyndini geva lærarin og báðir metingardómararnir eitt felags próvtal.

Stk 5. Fyri at standa verkliga partin av sveinaroyndini skal næmingurin í minsta lagi hava fingið próvtalið 02.

§ 22. Endaliga sveinaroyndarpróvtalið verður roknað sum eitt vektað miðaltal av próvtalinum fyri ástøðiliga partin og próvtalinum fyri verkliga partin av sveinaroyndini. Próvtalið fyri ástøðiliga partin skal vektast við ¼, og próvtalið fyri verkliga partin vektast við ¾.

§ 23. Við lokna útbúgving fær næmingurin útflýggjað sveinabræv, sum váttan fyri, at hann hevur fingið førleikar innan útbúgvingina.

Kapittul 5

Sveinaroynd innan sergreinirnar kleinsmiður, rustfastur kleinsmiður, rørsmiður, rør- og blikksmiður og sveisari

§ 24. 1) Eftir 3. skúlaskeið skipar skúlin fyri einum sveinaroyndarskeiði, ið varir 5 vikur fyri kleinsmið, rustfastan kleinsmið og sveisara, sbr. § 4, stk. 2, nr. 2, einum sveinaroyndarskeiði ið varir 4 vikur fyri rørsmið, sbr. § 4, stk. 3, nr. 2 og einum sveinaroyndarskeiði ið varir 8 vikur fyri rør- og blikksmið, sbr. § 4, stk. 4, nr. 2.

Stk. 2. Fyri at innskriva seg til sveinaroyndarskeiðið skal næmingurin hava staðið 1.-3. skúlaskeið, sbrt. kunngerð um felags reglur fyri yrkisútbúgvingar, og hava góðkendan lærusáttmála.

Stk. 3. 1) Sveinaroyndarskeiðið fevnir um tveir høvuðslutir:

1)   Lutvíst undirvísing í yrkislærugreinum og lutvíst fyrireiking av sveinaroyndini. Pultstímarnir vera lagdir soleiðis til rættis:

a)    Kleinsmið, rustfastan kleinsmið og sveisara: 96 pultstímar.

b)   Rørsmið: 72 pultstímar.

c)    Rør- og blikksmið: tvær ferðir 72 pultstímar.

2)   sveinaroynd, ið fevnir um ein ástøðiligan part, eina tekniroynd, útfelling, og ein verkligan part, sum taka støði í førleikamálunum í útbúgvingini.

§ 25. Ástøðiligi parturin av sveinaroyndini fevnir um eina roynd við spurningum, ið er 2 klokkutímar og eina tekniroynd av eini útfelling, ið er 3 klokkutímar.

Stk. 2. Fyri ástøðiliga partin av sveinaroyndini geva lærarin og báðir metingardómararnir eitt felags próvtal.

Stk. 3. Fyri at standa ástøðiliga partin av sveinaroyndini skal næmingurin í minsta lagi hava fingið próvtalið 02.

§ 26. 1) Verkligi parturin av sveinaroyndini fevnir um eina handaliga uppgávu, ið er:

1)   Fyri kleinsmið, rustfastan kleinsmið og sveisara: 51 klokkutímar.

2)   Fyri rørsmiðir: 45 klokkutímar.

3)   Fyri og rør- og blikksmiðir: Tvær ferðir 45 klokkutímar.

Stk. 2. Fyri verkliga partin av sveinaroyndini geva lærarin og báðir metingardómararnir eitt felags próvtal.

Stk. 3. Fyri at standa verkliga partin av sveinaroyndini skal næmingurin í minsta lagi hava fingið próvtalið 02.

§ 27. Endaliga próvtalið fyri ástøðiliga og tekniroyndina telur ¼ av sveinaroyndini, og tann verkligi parturin telur ¾ av sveinaroyndini.

§ 28. Við lokna útbúgving fær næmingurin útflýggjað sveinabræv, sum váttan fyri, at hann hevur fingið førleikar innan útbúgvingina.

Kapittul 6

Gildiskoma

§ 29. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri næmingar, sum byrja í skipanini skúlaárið 2013/2014 ella seinni.

 

 

Mentamálaráðið, 3. juni 2013

 

Bjørn Kalsø (sign.)

landsstýrismaður

/ Poul Geert Hansen (sign.)

 



1) Broytt við kunngerð nr. 3 frá 2. februar 2016, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri allar næmingar, ið eru byrjaðir í skipanini frá skúlaárinum 2013/2014 ella seinni.”