Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
3. juni 2014Nr. 76
Kunngerð um broyting í kunngerð um gjald fyri sjúkrahúsviðgerð
§ 1
Í kunngerð nr. 41 frá 27. apríl 2009 um gjald fyri sjúkrahúsviðgerð, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2 verða sum stk. 3, 4, 5 og 6 sett:
“Stk. 3. Gjaldið fyri viðgerð á intensivu deild er 24.250 kr. um samdøgrið.
Stk. 4. Gjaldið fyri sjúkraflutning í Føroyum er 1500 kr. um tíman.
Stk. 5. Fyri samskifti og samskipan við útlendsk tryggingarfeløg, arbeiðsgevarar v.m. er ómaksgjaldið 600 kr. um tíman.
Stk. 6. Onnur gjøld kunnu ásetast sambært § 2 av sjúkrahúsunum í felag og skulu góðkennast av landsstýrismanninum.”
2. § 6 verður orðað soleiðis:
“§ 6. Persónar, sum í útbúgvingarørindum ella í sambandi við almannagagnligt arbeiði eru búsitandi uttanfyri Føroyar, sum eru í Føroyum, og sum frammanundan fráflyting úr Føroyum hava verið skrásettir í fólkayvirlitinum í minsta lagi 5 ár tilsamans hava, eftir ávísing frá lækna, rætt til ókeypis veitingar og viðgerð í føroyska heilsuverkinum eftir somu treytum, sum eru galdandi fyri persónar, sum eru búsitandi í Føroyum.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Heilsumálaráðið, 3. juni 2014
Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)