Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
Kunngerð nr. 76 frá 5. oktober 1963 um loyvi givið interkommunala ravmagnsfelagnum S.E.V. til nýtslu av vatnkraftini v.m.1)
Landsstýrið hevur við heimild í § 1, 3. stk. í lóg nr. 169 frá 18. mai 1937 “om benyttelse af indsøer og vandløb“ givið el-felagnum S.E.V. loyvi til at nýta vatnkraftina umframt í Streymoy, Eysturoy og Vágoy eisini í Suðuroy í hesari vídd og eftir fylgjandi treytum:
1. Loyvishavarin hevur, við teimum í loyvinum tilskilaðu avmarkingum, rætt til nýtslu av vatnkraftini til el-megi umframt í Streymoy, Eysturoy og Vágoy eisini í Suðuroy.
2. Loyvishavarin hevur skyldu til tær treytir, ið tilskilaðar eru í takstum og reglugerð at geva øllum limakommunum høvi til sum felagir at fáa og tryggja teimum streym. Undantak frá hesum ger landsstýrið av.
Landsstýrið hevur heimild undir heilt serligum umstøðum at krevja av loyvishavaranum, at hann tryggjar samfelagsneyðugum stovnum og virkjum streym, um neyðugt fram um onnur.
3. Raksturin av teimum verkum, loyvishavarin eigur, er samsvarandi reglugerð eftir posti 9 g.
4. Um tað kann ætlast, at galdandi takstir ikki kunnu ber tær í reglugerðini heimilaðu útreiðslur, kunnu teir verða uppsagdir til eftirkannan antin av landsstýrinum ella loyvishavaranum.
Beinanvegin tílík uppsøgn fyriliggur, setur landsstýrið niður nevnd eftir reglunum í 3. stk. í hesum posti. Er tað loyvishavarin, ið hevur sagt upp, ger nevndin av, um hann hevur havt rætt at sagt upp eftir 1. stk. frammanfyri. Heldur nevndin, at tað hevur hann ikki, er uppsøgnin ógyldig. Heldur nevndin hinvegin, at uppsøgnin er gyldug ella hevur landsstýrið uppsagt takstirnar, søkir nevndin við samráðing við loyvishavarin og umboð fyri landsstýrið at fáa semju um nýggjar takstir. Fæst tílík semja, verður hon send landsstýrinum, sum ger nýggja takstskipan eftir hesari at koma í gildi seinast 1 ár eftir uppsøgnina. Fæst semja ikki, gevur nevndin í tilmæli til stýrið frágreiðing um tey ymsu sjónarmiðini og grundirnar og leggur afturat sína støðu. Landsstýrið ger so trætuna av í nýggjari takstreglugerð, sum kemur í gildi seinast eitt ár aftan á uppsøgnina.
Í nevndini eftir stykkinum frammanfyri situr formaður tilnevndur av landsstýrinum, 1 tilnevndur av sorinskrivaranum og 1 av el-nevndini.
Hesar reglur galda ikki í teimum førum, har landsstýrið og loyvishavari eru samd um broytingarnar í takstunum.
5. Verkini hjá loyvishavaranum skulu til hvørja tíð haldast í góðum og rakstrartryggum standi. Tílíkar víðkingar, broytingar og ábøtur, sum landsstýrið, eftir at málið hevur verið hjá el-nevndini til ummælis, krevur, skulu setast í verk á tílíkan hátt, sum kravt verður og til tær fyrisettu tíðirnar.
6. Loyvishavarin, sum er undir øllum lógum, kunngerðum, reglugerðum, fyriskipanum v. m., ið galda ella sum skuldu komið at galda fyri verk og rakstur av el-verkum, er við øllum sínum verkum og rakstri teirra undir tí eftirliti, sum landsstýrið fyrisetur. Viðvíkjandi eftirlitinum við roknskaparførslu, avskrivingum v.m. verða tær gjøllari reglurnar at skipa í reglugerðini. Loyvishavarin hevur skyldu at geva landsstýrinum allar upplýsingar um viðurskifti síni. Landsstýrið kann heilt ella partvís geva tann myndugleika tað eftir hesum loyvi hevur, til el-nevndina. Loyvishavarin kann tó krevja, at avgerð tikin av nevndini verður løgd fyri landsstýrið.
7. Klagur um viðurskifti loyvishavarans ella starvsfólk hansara yvirfyri tí almenna ella privatum hevur landsstýrið heimild at gera av bindandi fyri loyvishavaran.
8. Umboðsmenn, stýrislimir og allir, ið starvast hjá loyvishavaranum, skulu hava borgararætt í kongaríkinum, um ikki landsstýrið í serligum føri ger undantak frá hesum. Tilnevning af fyrisitandi stjóra loyvishavarans krevur góðkenning frá landsstýrinum.
9. Viðtøkur loyvishavarans skulu vera góðkendar av landsstýrinum og kunnu ikki broytast uttan góðkenning tess. Henda góðkenning krevst eisini til,
a at hetta loyvi verður latið øðrum,
b at navn loyvishavarans verður broytt,
c at aðrir gerast limir enn kommunur,
d at verk loyvishavarans verða býtt í deildir við serstøkum stýri,
e at loyvishavarin tekur verks- ella rakstrarlán,
f broytingar í galdandi reglum fyri starvsfólki, um normering, lønir, eftirlønir og arbeiðstíð,
g broytingar ella frávik í reglugerð góðkend af landsstýrinum fyri rakstur og roknskaparførslu v. m. Felagið sendur inn uppskot til tílíka reglugerð beinanvegin.
10. Hetta loyvi er galdandi í 50 ár.
11. Landsstýrið kann siga hetta loyvið brotið, um loyvishavarin kemur undir trotaviðgerð ella steðgar gjaldingarnar ella um hann eftir ætlan landsstýrisins til muns ikki heldur fyriskipanina í hesum loyvi ella ikki rættar seg eftir boðum givið við heimild í loyvinum. Um raksturin uttan loyvi frá landsstýrinum steðgar fyri heilt øki ella munandi part av hesum, hevur landsstýrið rætt at skipa fyri fyribils rakstri fyri rokning loyvishavarans og fyri hansara risiko, til loyvishavarin kann vísa á, at hann er førur fyri at halda fram við rakstrinum. Móti tí roknskapi landsstýrið gevur frá sær um fyribils raksturin, hevur loyvishavarin ongan rætt at finnast at.
12. Brýtur loyvishavarin hetta loyvið, kann landsstýrið uttan rættargang áleggja loyvishavaranum upptil 10.000 kr. í bót til landskassan, eins og landsstýrið kann tvinga loyvishavaran at fylgja boðum tess ella eftirlitinum jbr. posti 6, áðrenn givna freist við at leggja dagmulktir á upp til 500 kr. um dagin.
13. Viðvíkjandi útlegging av hesum loyvi, er loyvishavarin undir avgerð landsstýrisins.
1) Heimildin er í lóg nr. 169 frá 18. Mai 1937 “om benyttelse af indsøer og vandløb“, sí part 11