17. juni 2010Nr. 76
Kunngerð um broyting í kunngerð um reglur fyri skeinkingarloyvisnevndina
§ 1
Í kunngerð nr. 61 frá 7. mai 1992 um reglur fyri skeinkiloyvisnevndina verður § 4 orðað soleiðis:
“§ 4. Loyvisnevndin kann útvega sær hjálp til skrivaraarbeiði o.a. Samsýning til nevndarlimirnar skal landsstýrið góðkenna.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 17. juni 2010
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)