Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. mai 2019Nr. 76
Kunngerð um treytir fyri fiskiloyvi 5 A og 5 B og reglur um býtið av fiskidagatalinum hjá bólki 5, útróðrarbátar undir 15 tons, sum seinast broytt við kunngerð nr. 222 frá 22. desember 2025
1) Við heimild í § 19, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020, verður ásett:
Virkisøki o.a.
§ 1. 1) Henda kunngerð fevnir um treytir fyri fiskiloyvi 5 A og fiskiloyvi 5 B og reglur um býtið av fiskidagatalinum hjá bólki 5, útróðrarbátar undir 15 tons, sambært § 18, stk. 1, nr. 5 í løgtingslógini.
Fiskiloyvi 5 A
§ 2. Fiskiloyvi 5 A kann eftir umsókn verða skrivað eigara av fult riknum fiskifari í bólki 5:
1) um eigarin við fiskifarinum, næstseinasta álmanakkaárið fyri umsóknarárið, hevur avreitt fyri minst kr. 200.000, og
2) um inntøkan hjá eigaranum, sum ikki stavar frá útróðri, næstseinasta álmanakkaárið fyri umsóknarárið, í mesta lagi hevur verið kr. 150.000.
Stk. 2. Rógva eigarar ikki út við viðkomandi útróðrarfari, kann fiskiloyvi 5 A verða útskrivað, um fastur útróðrarformaður lýkur treytirnar í stk. 1, nr. 1 og 2.
Stk. 3. Sum inntøka verða roknaðar allar inntøkur og veitingar, undantikið rentur og veitingar í sambandi við sjúku ella skaða hjá persóni, sum annars hevur útróður sum høvuðsvinnu.
Stk. 4. Sum inntøka frá útróðri verður roknað inntøka forvunnin við:
1) fiskifari í bólki 4 A, útróðrarbátar millum 15 og 40 tons sambært § 74, stk. 1, nr. 3 í løgtingslógini,
2) fiskifari í bólki 4 B, útróðrarbátar størri enn 40 tons sambært § 74, stk. 1, nr. 4 í løgtingslógini,
3) fiskifari í bólki 4 T, útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu sambært § 74, stk. 1, nr. 5 í løgtingslógini, ella
4) fiskifari í bólki 5, útróðrarbátar undir 15 tons sambært § 74, stk. 1, nr. 6 í løgtingslógini.
Stk. 5. Um ein persónur, sum lýkur treytirnar sambært stk. 1, nr. 2, keypir ein bát í bólki 5, ið lýkur treytirnar í stk. 1, nr. 1, kann hesin, eftir umsókn, fáa skrivað eitt fiskiloyvi 5 A.
Stk. 6. 2) Undantak kann í serligum førum gevast frá treytini um avreiðingarvirði. Talan skal vera um føri, sum eigarin av fiskifari ikki hevur ræðið á, so sum sjúka, maskinbrek ella tílíkt.
Stk. 7. 2) Um persónur skiftir fiskifar út, sum fiskiloyvi 5 A er knýtt at, kann fiskiloyvi 5 A latast persóninum at fiska við nýggja fiskifarinum.
Fiskiloyvi 5 B
§ 3. Fiskiloyvi 5 B kann, eftir umsókn, verða skrivað eigara av fiskifari í bólki 5, um treytirnar sambært § 2, stk. 1 ikki eru loknar.
Fiskidagatal
§ 4. Fiskidagatalið, ásett fyri bólk 5, verður lutað millum bátar við fiskiloyvi 5 A og fiskiloyvi 5 B.
Stk. 2. Tal av fiskidøgum, ið verður tillutað eigarum av útróðrarbátum við fiskiloyvi 5 A, er talið av bátum, ið lúka treytina sambært § 2, stk. 1, nr. 1, faldað við 110, tó avmarkað til í mesta lagi 60% av fiskidagatalinum ásett fyri bólk 5.
Stk. 3. Tal av fiskidøgum tilsamans, ið verður tillutað eigarum av útróðrarbátum við fiskiloyvi 5 B, er fiskidagatalið ásett fyri bólk 5, frádrigið fiskidagatalið sambært stk. 2.
Stk. 4. Rættindi til fiskidagar, sambært stk. 1, verða tillutað sum felags fiskidagar í fiskiloyvini 5 A og 5 B.
Gildiskoma og skiftisreglur
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer kunngerð nr. 174 frá 21. desember 2018 um treytir fyri fiskiloyvi 5 A og 5 B og reglur um býtið av fiskidagatalinum hjá bólki 5, útróðrarbátar undir 15 tons, úr gildi, tó undantikið § 2, stk. 1, nr. 1, sum fer úr gildi 1. januar 2021.
Stk. 3.3) 1) 4) 5) 6) 2) § 2 kemur í gildi 1. januar 2021, tó undantikið § 2, stk. 1, nr. 2, og stk. 2-5, sum koma í gildi 1. januar 2027.
Fiskimálaráðið, 22. mai 2019
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)
1) Broytt við kunngerð nr. 163 frá 14. desember 2021.
2) Broytt við kunngerð nr. 222 frá 22. desember 2025, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2026.”
3) Broytt við kunngerð nr. 217 frá 22. desember 2020.
4) Broytt við kunngerð nr. 169 frá 21. desember 2022.
5) Broytt við kunngerð nr. 140 frá 12. desember 2023.
6) Broytt við kunngerð nr. 136 frá 17. desember 2024.