Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
2. juni 2020Nr. 77
Kunngerð um veiðidagbók fyri føroysk fiskifør
Við heimild í § 34, stk. 2, nr. 1, 2 og 5, stk. 3, § 37, stk. 3 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin) verður ásett:
Innihald
§ 1. Kunngerðin ásetir reglur og treytir viðvíkjandi veiðidagbókum fyri fiskifør undir føroyskum flaggi.
Virkisøki
§ 2. Á øllum fiskiførum undir føroyskum flaggi, tó undantikin fiskifør flokkað í bólki 5, sambært § 19, stk. 1, nr. 6 í løgtingslógini, og fiskifør við fiskiloyvi sambært kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir hummara á føroysku landleiðunum, er tað skylda at hava, føra og senda elektroniska veiðidagbók uttan mun til, hvar fiskað verður. Skyldan at føra og at senda er eisini galdandi, hóast ongin veiða er.
Stk. 2. Umframt elektroniska veiðidagbók, sambært stk. 1, skulu øll fiskifør undir føroyskum flaggi hava eina veiðidagbók í pappírssniði, sum Vørn hevur løggilt, at nýta í styttri tíðarskeið, um elektroniska veiðidagbókin, vegna brek, er óvirkin.
Skrásetingar
§ 3. Í elektronisku veiðidagbókina skulu fyri hvørt hál, hvørja setu, hvørt kast ella aðra roynd skrásetast allar upplýsingar, sum ásett í skjølunum 1-7 til hesa kunngerð, sambært stk. 2-8.
Stk. 2. Verður fiskað við troli annað enn innan fyri 12 fjórðingar úr grundlinjunum, skulu upplýsingar skrásetast sambært skjali 1.
Stk. 3. Verður fiskað við troli innan fyri 12 fjórðingar úr grundlinjunum, skulu upplýsingar skrásetast sambært skjali 2.
Stk. 4. Verður fiskað við línu ella við gørnum, skulu upplýsingar skrásetast sambært skjali 3.
Stk. 5. Verður fiskað við snellu, skulu upplýsingar skrásetast sambært skjali 4.
Stk. 6. Verður fiskað við nót, skulu upplýsingar skrásetast sambært skjali 5.
Stk. 7. Verður dreggjað, skulu upplýsingar skrásetast sambært skjali 6.
Stk. 8. Verður fiskað við rúsum, skulu upplýsingar skrásetast sambært skjali 7.
Stk. 9. Skiparin ella bátsformaðurin á fiskifarinum hevur ábyrgdina av, at veiðidagbókin verður førd sambært ásetingunum í hesi kunngerð.
Stk. 10. Upplýsingarnar skulu skrásetast og goymast á tryggan hátt.
Ásetingar um at senda veiðidagbókaupplýsingar
§ 4. Skrásettu upplýsingarnar í elektronisku veiðidagbókini um veiðu í tíðarskeiðinum 00.00-23.59 UTC skulu í minsta lagi sendast Vørn eina ferð um samdøgrið í tí samdøgrinum, veitt er, og í seinasta lagi kl. 23.59 UTC sama samdøgur.
Stk. 2. Upplýsingarnar í elektronisku veiðidagbókini skulu sendast Vørn í elektroniskum XML-sniði, sum skal vera bronglað samsvarandi HTTPS.
Stk. 3. Veiðidagbókaskipanin hjá Vørn skal kvitta fyri móttøku av elektroniskum fráboðanum móttiknar sambært hesi kunngerð. Kvittanin skal tilskila, um fráboðanin er komin fram uttan villur, ella um fráboðanin hevur villur, sum avsendarin skal rætta og síðan senda fráboðanina umaftur. Fráboðan verður ikki roknað at vera komin fram til Vørn, um avsendarin ikki fær aftursvar, ella um aftursvarið vísir, at fráboðanin er komin fram við villum.
Stk. 4. Skiparin ella bátsformaðurin hevur ábyrgdina av, at sendiútgerðin kann senda sambært stk. 2, og at elektroniska veiðidagbókin verður send Vørn sambært ásetingum í hesi kunngerð.
Rættingar
§ 5. Rættingar til upplýsingar, skrásettar samsvarandi ásetingunum í § 3, stk. 1-8, kunnu verða gjørdar fram til kl. 12.00 UTC dagin eftir, at upplýsingarnar eru sendar.
Stk. 2. Verða rættingar gjørdar í upplýsingum, sum frammanundan eru sendar Vørn elektroniskt, skulu broyttu skrásetingarnar beinanvegin sendast Vørn elektroniskt.
Skráseting av nýggjum túri
§ 6. Áðrenn fiskifar, sum sambært § 2, stk. 1 hevur skyldu at føra elektroniska veiðidagbók, fer nýggjan túr, skal túrurin við elektroniskari fráboðan til Vørn skrásetast í elektronisku veiðidagbókina. Túrur kann ikki byrja, fyrr enn veiðidagbókaskipanin hjá Vørn hevur sent fiskifarinum fráboðan um eyðmerkingarnummar fyri túrin.
Ásetingar í samband við møgulig brek
§ 7. Er brek komið á túrinum, sum forðar fyri, at upplýsingar kunnu skrásetast í elektronisku veiðidagbókina, sambært § 3, stk. 1-8, ella at tær ikki kunnu verða sendar ella móttiknar sambært § 4, stk. 1-3, skal skiparin ella bátsformaðurin beinanvegin boða Vørn frá hesum á vakt@vorn.fo ella umvegis Inmarsat-C á nr. 492 880 010 og skráseta upplýsingarnar í pappírsveiðidagbókina, sambært § 2, stk. 2.
Stk. 2. Tá elektroniska veiðidagbókin aftur er virkin, skal skiparin ella bátsformaðurin beinanvegin føra upplýsingarnar, sum eru førdar í pappírsveiðidagbókina, inn í ta elektronisku veiðidagbókina, og elektroniskt senda Vørn upplýsingarnar.
Stk. 3. Loyvt er ikki at fara nýggjan túr, er elektroniska veiðidagbókaskipanin ikki virkin.
Góðkenning av elektroniskum veiðidagbókaskipanum
§ 8. Fiskifar kann bert nýta eina elektroniska veiðidagbókaskipan, sum frammanundan er góðkend av Vørn.
Stk. 2. Veiðidagbókaskipanin skal í minsta lagi lúka hesi krøv:
1) kunna samskifta við veiðidagbókaskipanina hjá Vørn,
2) kunna skráseta upplýsingarnar, kravdar sambært skjølunum 1-7 til hesa kunngerð,
3) lúka krøv um snið og bronglan, sambært § 4, stk. 2,
4) kunna skráseta eyðmerkingarnummar fyri hvønn einstakan túr sambært § 6,
5) kunna skráseta og goyma alt samskiftið við Vørn í minst 3 ár, íroknað skrásetingar, inntøppingar og møguligar rættingar,
6) megna, at upplýsingar, ið eru skrásettar skeivt í skipanini, kunnu rættast innan fyri ásettar freistir,
7) megna, at allar upplýsingar, sum verða broyttar ella rættaðar, framhaldandi eru sjónligar og kunnu sporast, og
8) kunna geva brúkarunum hvør sær ein serstakan brúkaralykil, sum á eintýddan hátt eyðmerkir hvønn brúkara.
Atgongd til upplýsingarnar í veiðidagbókunum
§ 9. Elektroniska veiðidagbókin skal vera tøk umborð á fiskifarinum í 3 ár.
Útreiðslur
§ 10. Eigari av fiskifari, sum kemur undir ásetingarnar í hesi kunngerð, ber allar útreiðslur til keyp, íseting, viðlíkahald og umvæling av útgerð, ið er nevnd í kunngerðini. Eigarin ber eisini allar útreiðslur í sambandi við at senda Vørn kravdu upplýsingarnar í veiðidagbókini.
Revsing
§ 11. Brot á § 2, § 3, stk. 1-8 og stk. 10, § 4, stk. 1 og 2, § 5, stk. 2, §§ 6 og 7, § 8, stk. 1 og 2 og § 9 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 3. Sambært § 70 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
Gildiskoma og úrgildisseting
§ 12. Henda kunngerð kemur í gildi 1. september 2020, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 54 frá 31. august 2004 um veiðidagbøkur fyri føroysk fiskifør.
Fiskimálaráðið, 2. juni 2020
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)
Skjal 1
Veiðidagbók, trol
|
Teigur |
Ásett í |
Kravt |
Frágreiðing |
|
dagbókarstøða |
dagbókadáta |
Ja |
OPEN = Ein open (opin) dagbók merkir, at túrurin ikki er liðugur, og at dagføringar væntast. CLOSED = Ein closed (lokað) dagbók merkir, at túrurin er liðugur, og ongar nýggjar dagføringar koma til dagbókina. |
|
sendarafrámerki |
dagbókadáta |
Ja |
Eyðmerkingarnummar fyri túrin. Eintýddur lykil, ið veiðidagbókaskipanin hjá Vørn setur. |
|
dagbókarslag |
dagbókadáta |
Ja |
TROL = Trol (til trolveiðu). TROLLAND = Trolveiða á landleiðini (til trolveiðu innan fyri 12 fjórðingar). LINAGARN= Línu- og garnaskip (til línuveiðu ella garnaveiðu). SNELLA = Snelluskip (til snelluveiðu). NOT = Nót (til nótaveiðu). DREGG = Dregg (til veiðu við dreggi). RUSA = Rúsa (til veiðu við rúsum). |
|
skipari/bátsformaður |
fiskifar |
Ja |
Navn á skipara/bátsformanni. |
|
imo |
fiskifar |
Nei |
IMO nummar hjá skipinum. |
|
skipsnavn |
fiskifar |
Ja |
Skipsnavn. |
|
sýsnr |
fiskifar |
Ja |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum. |
|
kallm |
fiskifar |
Ja |
Kallimerki hjá skipinum. |
|
túrsnummar |
túrur |
Ja |
Túrur nummar. |
|
manning |
túrur |
Ja |
Manningartal. |
|
veiða umborð |
túrur |
Ja |
Veiða umborð, tá túrur byrjaði, uppgivin í rundari vekt fyri hvørt fiskaslag sær. |
|
fráferð |
túrur |
Ja |
Fráfaringardagur, dagfesting. |
|
koma fiskileið |
túrur |
Ja |
Komu á fiskileið, dagfesting. |
|
heim |
túrur |
Ja |
Fóru at sigla heim, dagfesting. |
|
heimkoma |
túrur |
Ja |
Komu heim, dagfesting. |
|
landing |
túrur |
Ja |
Avreiðingardagur, dagfesting. |
|
havn |
túrur |
Ja |
Avreiðingarstaður, avreiðingarhavn. |
|
makkari |
partroling |
Nei |
Navn á skipinum, ið samtrolað verður við. |
|
makkari kallm |
partroling |
Nei |
Kallimerki hjá skipinum, ið samtrolað verður við. |
Veiðidagbók, trol hál
|
Teigur |
Ásett í |
Kravt |
Frágreiðing |
|
viðmerking |
fiskarí |
Nei |
Viðmerking. |
|
reiðskaparkoda |
reiðskapur |
Ja |
FAO kodan fyri reiðskap. |
|
meskar |
trolslag |
Ja |
Meskavídd (í posa) í millimetrum. |
|
breidlar |
trolslag |
Ja |
Breidlalongd í metrum. |
|
línulongd |
trolslag |
Ja |
Høvuðlínulongd í metrum. |
|
trolrist |
trolrist |
Ja |
Við ella uttan rist. Um trolið hevur innsetta skiljirist. |
|
dýpi 1 |
skjóta trol |
Ja |
Dýpi í metrum, tá fiskireiðskapurin verður settur. |
|
dagur/klokka 1 |
skjóta trol |
Ja |
Dagfesting og tíðarfesting, tá fiskireiðskapurin verður settur. |
|
breiddarstig 1 |
skjóta trol |
Ja |
Breiddarstig, tá fiskireiðskapurin verður settur. Brúka positivar gradir norðan fyri (N) Ekvator og negativar gradir sunnan fyri (S) Ekvator. |
|
longdarstig 1 |
skjóta trol |
Ja |
Longdarstig, tá fiskireiðskapurin verður settur. Brúka positivar gradir eystan fyri (E) Prime Meridian og negativar gradir vestan fyri (W) Prime Meridian. |
|
dýpi 2 |
fiskidýpi |
Ja |
Dýpi í metrum, tá fiskireiðskapurin er í fiskidýpi. |
|
dagur/klokka 2 |
fiskidýpi |
Ja |
Dagfesting og tíðarfesting, tá fiskireiðskapurin er í fiskidýpi. |
|
breiddarstig 2 |
fiskidýpi |
Ja |
Breiddarstig, tá fiskireiðskapurin er í fiskidýpi. Brúka positivar gradir norðan fyri (N) Ekvator og negativar gradir sunnan fyri (S) Ekvator. |
|
longdarstig 2 |
fiskidýpi |
Ja |
Longdarstig, tá fiskireiðskapurin er í fiskidýpi. Brúka positivar gradir eystan fyri (E) Prime Meridian og negativar gradir vestan fyri (W) Prime Meridian. |
|
dýpi 3 |
hála trol |
Ja |
Dýpi í metrum, tá fiskireiðskapurin verður hálaður. |
|
dagur/klokka 3 |
hála trol |
Ja |
Dagfesting og tíðarfesting, tá fiskireiðskapurin verður hálaður. |
|
breiddarstig 3 |
hála trol |
Ja |
Breiddarstig, tá fiskireiðskapurin verður hálaður. Brúka positivar gradir norðan fyri (N) Ekvator og negativar gradir sunnan fyri (S) Ekvator. |
|
longdarstig 3 |
hála trol |
Ja |
Longdarstig, tá fiskireiðskapurin verður hálaður. Brúka positivar gradir eystan fyri (E) Prime Meridian og negativar gradir vestan fyri (W) Prime Meridian. |
|
alda |
veður |
Ja |
Alduhædd í metrum. |
|
vindmegi |
veður |
Ja |
Vindferð metrar/sekund. |
|
ætt |
veður |
Ja |
Vindætt í 360 gradum. |
|
fiskaslag koda |
slag |
Ja |
FAO 3 alpha kodan fyri hvørt fiskaslag sær. |
|
vekt |
slag |
Ja |
Veiða uppgivin í rundari vekt í kilogramm fyri hvørt fiskaslag sær. |
|
viðmerking |
onnur hjáveiða |
Ja |
Viðmerking. Hjáveiða av hvali, kópi, sjófugli, hávi og øðrum. |
|
slag |
onnur hjáveiða |
Ja |
WHALE = Hvalur (slag: grindahvalur, skjórutur springari, sildreki, bóghvítuhvalur, nísa, døglingur, kjafthvítur springari, hvessingur, annar hvalur). SEAL = Kópur (slag: láturkópur, annar kópur). BIRD = Fuglur (slag: havhestur, súla, lomvigi, annar sjófuglur). SHARK = Hávur (slag: hemari, brugda, hákelling, annar hávur, skøta). OTHER = Annað. |
|
nøgd |
onnur hjáveiða |
Ja |
Tal av hjáveiðu, hvørt slag sær. |
|
lýsing |
onnur hjáveiða |
Ja |
Lýsing av djórinum, hvørt slag sær, kyn, mynd av búksíðuni. |
|
longd |
onnur hjáveiða |
Ja |
Longd í sentimetrum. |
Skjal 2
Veiðidagbók, trolveiða innan fyri 12 fjórðingar
|
Teigur |
Ásett í |
Kravt |
Frágreiðing |
|
dagbókarstøða |
dagbókadáta |
Ja |
OPEN = Ein open (opin) dagbók merkir, at túrurin ikki er liðugur, og at dagføringar væntast. CLOSED = Ein closed (lokað) dagbók merkir, at túrurin er liðugur, og ongar nýggjar dagføringar koma til dagbókina. |
|
sendarafrámerki |
dagbókadáta |
Ja |
Eyðmerkingarnummar fyri túrin. Eintýddur lykil, ið veiðidagbókaskipanin hjá Vørn setur. |
|
dagbókarslag |
dagbókadáta |
Ja |
TROL = Trol (til trolveiðu). TROLLAND = Trolveiða á landleiðini (til trolveiðu innan fyri 12 fjórðingar). LINAGARN= Línu- og garnaskip (til línuveiðu ella garnaveiðu). SNELLA = Snelluskip (til snelluveiðu) NOT = Nót (til nótaveiðu). DREGG = Dregg (til veiðu við dreggi). RUSA = Rúsa (til veiðu við rúsum). |

Veiðidagbók, trolveiða innan fyri 12 fjórðingar hál

Skjal 3
Veiðidagbók, línu- og garnaskip
|
Teigur |
Ásett í |
Kravt |
Frágreiðing |
|
dagbókarstøða |
dagbókadáta |
Ja |
OPEN = Ein open (opin) dagbók merkir, at túrurin ikki er liðugur, og at dagføringar væntast. CLOSED = Ein closed (lokað) dagbók merkir, at túrurin er liðugur, og ongar nýggjar dagføringar koma til dagbókina. |
|
sendarafrámerki |
dagbókadáta |
Ja |
Eyðmerkingarnummar fyri túrin. Eintýddur lykil, ið veiðidagbókaskipanin hjá Vørn setur. |
|
dagbókarslag |
dagbókadáta |
Ja |
TROL = Trol (til trolveiðu). TROLLAND = Trolveiða á landleiðini (til trolveiðu innan fyri 12 fjórðingar). LINAGARN= Línu- og garnaskip (til línuveiðu ella garnaveiðu). SNELLA = Snelluskip (til snelluveiðu). NOT = Nót (til nótaveiðu). DREGG = Dregg (til veiðu við dreggi). RUSA = Rúsa (til veiðu við rúsum). |
|
skipari/bátsformaður |
fiskifar |
Ja |
Navn á skipara/bátsformanni. |
|
imo |
fiskifar |
Nei |
IMO nummar hjá skipinum. |
|
skipsnavn |
fiskifar |
Ja |
Skipsnavn. |
|
sýsnr |
fiskifar |
Ja |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum. |
|
kallm |
fiskifar |
Ja |
Kallimerki hjá skipinum. |
|
túrsnummar |
túrur |
Ja |
Túrur nummar. |
|
manning |
túrur |
Ja |
Manningartal. |
|
veiða umborð |
túrur |
Ja |
Veiða umborð, tá túrur byrjaði, uppgivin í rundari vekt fyri hvørt fiskaslag sær. |
|
fráferð |
túrur |
Ja |
Fráfaringardagur, dagfesting. |
|
koma fiskileið |
túrur |
Ja |
Komu á fiskileið, dagfesting. |
|
heim |
túrur |
Ja |
Fóru at sigla heim, dagfesting. |
|
heimkoma |
túrur |
Ja |
Komu heim, dagfesting. |
|
landing |
túrur |
Ja |
Avreiðingardagur, dagfesting. |
|
havn |
túrur |
Ja |
Avreiðingarstaður, avreiðingarhavn. |
Veiðidagbók, línu- og garnaskip veiðiroynd
|
Teigur |
Ásett í |
Kravt |
Frágreiðing |
|
viðmerking |
fiskarí |
Nei |
Viðmerking. |
|
reiðskaparkoda |
reiðskapur |
Ja |
FAO kodan fyri reiðskap. |
|
egningarmaskina |
egningarmaskina |
Ja |
Verður egningarmaskina nýtt. |
|
húkanummar |
langlína |
Ja |
Húkanummar. |
|
húkaskap |
langlína |
Ja |
Húkaskap. |
|
línuslag |
langlína |
Ja |
Línuslag. |
|
teymalongd |
langlína |
Ja |
Teymalongd í sentimetrum. |
|
longd millum teymar |
langlína |
Ja |
Longd millum teymar í sentimetrum. |
|
garnaslag |
gørn |
Ja |
Garnaslag. |
|
longd |
gørn |
Ja |
Longd á garninum í sentimetrum. |
|
hædd |
gørn |
Ja |
Hædd á garninum í sentimetrum. |
|
meskar |
gørn |
Ja |
Meskavídd á garninum í millimetrum. |
|
Húka/garnatal |
fiskarí |
Ja |
Húkatal ella garnatal. |
|
dato |
fiskarí |
Ja |
Dagfesting. |
|
fiskarí |
Ja |
Frámerki um at seta ella draga reiðskap. | |
|
dýpi 1 |
seta |
Ja |
Dýpi í metrum, tá fiskireiðskapurin verður settur. |
|
dagur/klokka 1 |
seta |
Ja |
Dagfesting og tíðarfesting, tá fiskireiðskapurin verður settur. |
|
breiddarstig 1 |
seta |
Ja |
Breiddarstig, tá fiskireiðskapurin verður settur. Brúka positivar gradir norðan fyri (N) Ekvator og negativar gradir sunnan fyri (S) Ekvator. |
|
longdarstig 1 |
seta |
Ja |
Longdarstig, tá fiskireiðskapurin verður settur. Brúka positivar gradir eystan fyri (E) Prime Meridian og negativar gradir vestan fyri (W) Prime Meridian. |
|
dýpi 2 |
draga |
Ja |
Dýpi í metrum, tá fiskireiðskapurin verður drigin. |
|
dagur/klokka 2 |
draga |
Ja |
Dagfesting og tíðarfesting, tá fiskireiðskapurin verður drigin. |
|
breiddarstig 2 |
draga |
Ja |
Breiddarstig, tá fiskireiðskapurin verður drigin. Brúka positivar gradir norðan fyri (N) Ekvator og negativar gradir sunnan fyri (S) Ekvator. |
|
longdarstig 2 |
draga |
Ja |
Longdarstig, tá fiskireiðskapurin verður drigin. Brúka positivar gradir eystan fyri (E) Prime Meridian og negativar gradir vestan fyri (W) Prime Meridian. |
|
vindmegi |
veður |
Ja |
Vindferð metrar/sekund. |
|
ætt |
veður |
Ja |
Vindætt í 360 gradum. |
|
fiskaslag koda |
slag |
Ja |
FAO 3 alpha kodan fyri hvørt fiskaslag sær. |
|
vekt |
slag |
Ja |
Veiða uppgivin í rundari vekt í kilogramm fyri hvørt fiskaslag sær. |
|
viðmerking |
onnur hjáveiða |
Ja |
Viðmerking. Hjáveiða av hvali, kópi, sjófugli, hávi og øðrum. |
|
slag |
onnur hjáveiða |
Ja |
WHALE = Hvalur (slag: grindahvalur, skjórutur springari, sildreki, bóghvítuhvalur, nísa, døglingur, kjafthvítur springari, hvessingur, annar hvalur). SEAL = Kópur (slag: láturkópur, annar kópur). BIRD = Fuglur (slag: havhestur, súla, lomvigi, annar sjófuglur). SHARK = Hávur (slag: hemari, brugda, hákelling, annar hávur, skøta). OTHER = Annað. |
|
nøgd |
onnur hjáveiða |
Ja |
Tal av hjáveiðu, hvørt slag sær. |
|
lýsing |
onnur hjáveiða |
Ja |
Lýsing av djórinum, hvørt slag sær, kyn, mynd av búksíðuni. |
|
longd |
onnur hjáveiða |
Ja |
Longd í sentimetrum. |
Skjal 4
Veiðidagbók, snella
|
Teigur |
Ásett í |
Kravt |
Frágreiðing |
|
dagbókarstøða |
dagbókadáta |
Ja |
OPEN = Ein open (opin) dagbók merkir, at túrurin ikki er liðugur, og at dagføringar væntast. CLOSED = Ein closed (lokað) dagbók merkir, at túrurin er liðugur, og ongar nýggjar dagføringar koma til dagbókina. |
|
sendarafrámerki |
dagbókadáta |
Ja |
Eyðmerkingarnummar fyri túrin. Eintýddur lykil, ið veiðidagbókaskipanin hjá Vørn setur. |
|
dagbókarslag |
dagbókadáta |
Ja |
TROL = Trol (til trolveiðu). TROLLAND = Trolveiða á landleiðini (til trolveiðu innan fyri 12 fjórðingar). LINAGARN= Línu- og garnaskip (til línuveiðu ella garnaveiðu). SNELLA = Snelluskip (til snelluveiðu). NOT = Nót (til nótaveiðu). DREGG = Dregg (til veiðu við dreggi). RUSA = Rúsa (til veiðu við rúsum). |
|
skipari/bátsformaður |
fiskifar |
Ja |
Navn á skipara/bátsformanni. |
|
imo |
fiskifar |
Nei |
IMO nummar hjá skipinum. |
|
skipsnavn |
fiskifar |
Ja |
Skipsnavn. |
|
sýsnr |
fiskifar |
Ja |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum. |
|
kallm |
fiskifar |
Ja |
Kallimerki hjá skipinum. |
|
túrsnummar |
túrur |
Ja |
Túrur nummar. |
|
manning |
túrur |
Ja |
Manningartal. |
|
veiða umborð |
túrur |
Ja |
Veiða umborð, tá túrur byrjaði, uppgivin í rundari vekt fyri hvørt fiskaslag sær. |
|
fráferð |
túrur |
Ja |
Fráfaringardagur, dagfesting. |
|
koma fiskileið |
túrur |
Ja |
Komu á fiskileið, dagfesting. |
|
heim |
túrur |
Ja |
Fóru at sigla heim, dagfesting. |
|
heimkoma |
túrur |
Ja |
Komu heim, dagfesting. |
|
landing |
túrur |
Ja |
Avreiðingardagur, dagfesting. |
|
havn |
túrur |
Ja |
Avreiðingarstaður, avreiðingarhavn. |
Veiðidagbók, snella kast
|
Teigur |
Ásett í |
Kravt |
Frágreiðing |
|
viðmerking |
fiskarí |
Nei |
Viðmerking. |
|
reiðskaparkoda |
reiðskapur |
Ja |
FAO kodan fyri reiðskap. |
|
snelluslag |
snella |
Ja |
Snelluslag. |
|
húkatal |
snella |
Ja |
Húkatal. |
|
veiðiorka |
fiskarí |
Ja |
Veiðiorka (húkatal). |
|
dato |
fiskarí |
Ja |
Dagfesting. |
|
dýpi 1 |
byrja kast |
Ja |
Dýpi í metrum, tá fiskireiðskapurin verður settur. |
|
dagur/klokka 1 |
byrja kast |
Ja |
Dagfesting og tíðarfesting, tá fiskireiðskapurin verður settur. |
|
breiddarstig 1 |
byrja kast |
Ja |
Breiddarstig, tá fiskireiðskapurin verður settur. Brúka positivar gradir norðan fyri (N) Ekvator og negativar gradir sunnan fyri (S) Ekvator. |
|
longdarstig 1 |
byrja kast |
Ja |
Longdarstig, tá fiskireiðskapurin verður settur. Brúka positivar gradir eystan fyri (E) Prime Meridian og negativar gradir vestan fyri (W) Prime Meridian. |
|
dýpi 2 |
enda kast |
Ja |
Dýpi í metrum, tá fiskireiðskapurin verður drigin. |
|
dagur/klokka 2 |
enda kast |
Ja |
Dagfesting og tíðarfesting, tá fiskireiðskapurin verður drigin. |
|
breiddarstig 2 |
enda kast |
Ja |
Breiddarstig, tá fiskireiðskapurin verður drigin. Brúka positivar gradir norðan fyri (N) Ekvator og negativar gradir sunnan fyri (S) Ekvator. |
|
longdarstig 2 |
enda kast |
Ja |
Longdarstig, tá fiskireiðskapurin verður drigin. Brúka positivar gradir eystan fyri (E) Prime Meridian og negativar gradir vestan fyri (W) Prime Meridian. |
|
alda |
veður |
Ja |
Alduhædd í metrum. |
|
vindmegi |
veður |
Ja |
Vindferð metrar/sekund. |
|
ætt |
veður |
Ja |
Vindætt í 360 gradum. |
|
fiskaslag koda |
slag |
Ja |
FAO 3 alpha kodan fyri hvørt fiskaslag sær. |
|
vekt |
slag |
Ja |
Veiða uppgivin í rundari vekt í kilogramm fyri hvørt fiskaslag sær. |
|
viðmerking |
onnur hjáveiða |
Ja |
Viðmerking. Hjáveiða av hvali, kópi, sjófugli, hávi og øðrum. |
|
slag |
onnur hjáveiða |
Ja |
WHALE = Hvalur (slag: grindahvalur, skjórutur springari, sildreki, bóghvítuhvalur, nísa, døglingur, kjafthvítur springari, hvessingur, annar hvalur). SEAL = Kópur (slag: láturkópur, annar kópur). BIRD = Fuglur (slag: havhestur, súla, lomvigi, annar sjófuglur). SHARK = Hávur (slag: hemari, brugda, hákelling, annar hávur, skøta). OTHER = Annað. |
|
nøgd |
onnur hjáveiða |
Ja |
Tal av hjáveiðu, hvørt slag sær. |
|
lýsing |
onnur hjáveiða |
Ja |
Lýsing av djórinum, hvørt slag sær, kyn, mynd av búksíðuni. |
|
longd |
onnur hjáveiða |
Ja |
Longd í sentimetrum. |
Skjal 5
Veiðidagbók, nót
|
Teigur |
Ásett í |
Kravt |
Frágreiðing |
|
dagbókarstøða |
dagbókadáta |
Ja |
OPEN = Ein open (opin) dagbók merkir, at túrurin ikki er liðugur, og at dagføringar væntast. CLOSED = Ein closed (lokað) dagbók merkir, at túrurin er liðugur, og ongar nýggjar dagføringar koma til dagbókina. |
|
sendarafrámerki |
dagbókadáta |
Ja |
Eyðmerkingarnummar fyri túrin. Eintýddur lykil, ið veiðidagbókaskipanin hjá Vørn setur. |
|
dagbókarslag |
dagbókadáta |
Ja |
TROL = Trol (til trolveiðu). TROLLAND = Trolveiða á landleiðini (til trolveiðu innan fyri 12 fjórðingar). LINAGARN= Línu- og garnaskip (til línuveiðu ella garnaveiðu). SNELLA = Snelluskip (til snelluveiðu). NOT = Nót (til nótaveiðu). DREGG = Dregg (til veiðu við dreggi). RUSA = Rúsa (til veiðu við rúsum). |
|
skipari/bátsformaður |
fiskifar |
Ja |
Navn á skipara/bátsformanni. |
|
imo |
fiskifar |
Nei |
IMO nummar hjá skipinum. |
|
skipsnavn |
fiskifar |
Ja |
Skipsnavn. |
|
sýsnr |
fiskifar |
Ja |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum. |
|
kallm |
fiskifar |
Ja |
Kallimerki hjá skipinum. |
|
túrsnummar |
túrur |
Ja |
Túrur nummar. |
|
manning |
túrur |
Ja |
Manningartal. |
|
veiða umborð |
túrur |
Ja |
Veiða umborð, tá túrur byrjaði, uppgivin í rundari vekt fyri hvørt fiskaslag sær. |
|
fráferð |
túrur |
Ja |
Fráfaringardagur, dagfesting. |
|
koma fiskileið |
túrur |
Ja |
Komu á fiskileið, dagfesting. |
|
heim |
túrur |
Ja |
Fóru at sigla heim, dagfesting. |
|
heimkoma |
túrur |
Ja |
Komu heim, dagfesting. |
|
landing |
túrur |
Ja |
Avreiðingardagur, dagfesting. |
|
havn |
túrur |
Ja |
Avreiðingarstaður, avreiðingarhavn. |
Veiðidagbók, nót kast
|
Teigur |
Ásett í |
Kravt |
Frágreiðing |
|
viðmerking |
fiskarí |
Nei |
Viðmerking. |
|
reiðskaparkoda |
reiðskapur |
Ja |
FAO kodan fyri reiðskap. |
|
meskar |
netslag |
Ja |
Meskavídd í millimetrum. |
|
longd |
netslag |
Ja |
Longd á nót í metrum. |
|
hædd |
netslag |
Ja |
Hædd á nót í metrum. |
|
dýpi |
nótakast |
Ja |
Dýpi í metrum, tá fiskireiðskapurin verður settur. |
|
dagur/klokka |
nótakast |
Ja |
Dagfesting og tíðarfesting, tá fiskireiðskapurin verður settur. |
|
breiddarstig |
nótakast |
Ja |
Breiddarstig, tá fiskireiðskapurin verður settur. Brúka positivar gradir norðan fyri (N) Ekvator og negativar gradir sunnan fyri (S) Ekvator. |
|
longdarstig |
nótakast |
Ja |
Longdarstig, tá fiskireiðskapurin verður settur. Brúka positivar gradir eystan fyri (E) Prime Meridian og negativar gradir vestan fyri (W) Prime Meridian. |
|
alda |
veður |
Ja |
Alduhædd í metrum. |
|
vindmegi |
veður |
Ja |
Vindferð metrar/sekund. |
|
ætt |
veður |
Ja |
Vindætt í 360 gradum. |
|
fiskaslag koda |
slag |
Ja |
FAO 3 alpha kodan fyri hvørt fiskaslag sær. |
|
vekt |
slag |
Ja |
Veiða uppgivin í rundari vekt í kilogramm fyri hvørt fiskaslag sær. |
|
viðmerking |
onnur hjáveiða |
Ja |
Viðmerking. Hjáveiða av hvali, kópi, sjófugli, hávi og øðrum. |
|
slag |
onnur hjáveiða |
Ja |
WHALE = Hvalur (slag: grindahvalur, skjórutur springari, sildreki, bóghvítuhvalur, nísa, døglingur, kjafthvítur springari, hvessingur, annar hvalur). SEAL = Kópur (slag: láturkópur, annar kópur). BIRD = Fuglur (slag: havhestur, súla, lomvigi, annar sjófuglur). SHARK = Hávur (slag: hemari, brugda, hákelling, annar hávur, skøta). OTHER = Annað. |
|
nøgd |
onnur hjáveiða |
Ja |
Tal av hjáveiðu, hvørt slag sær. |
|
lýsing |
onnur hjáveiða |
Ja |
Lýsing av djórinum, hvørt slag sær, kyn, mynd av búksíðuni. |
|
longd |
onnur hjáveiða |
Ja |
Longd í sentimetrum. |
Skjal 6
Veiðidagbók, dregg
|
Teigur |
Ásett í |
Kravt |
Frágreiðing |
|
dagbókarstøða |
dagbókadáta |
Ja |
OPEN = Ein open (opin) dagbók merkir, at túrurin ikki er liðugur, og at dagføringar væntast. CLOSED = Ein closed (lokað) dagbók merkir, at túrurin er liðugur, og ongar nýggjar dagføringar koma til dagbókina. |
|
Sendarafrámerki |
dagbókadáta |
Ja |
Eyðmerkingarnummar fyri túrin. Eintýddur lykil, ið veiðidagbókaskipanin hjá Vørn setur. |
|
dagbókarslag |
dagbókadáta |
Ja |
TROL = Trol (til trolveiðu). TROLLAND = Trolveiða á landleiðini (til trolveiðu innan fyri 12 fjórðingar). LINAGARN= Línu- og garnaskip (til línuveiðu ella garnaveiðu). SNELLA = Snelluskip (til snelluveiðu) NOT = Nót (til nótaveiðu). DREGG = Dregg (til veiðu við dreggi). RUSA = Rúsa (til veiðu við rúsum). |
|
skipari/bátsformaður |
fiskifar |
Ja |
Navn á skipara/bátsformanni. |
|
imo |
fiskifar |
Nei |
IMO nummar hjá skipinum. |
|
skipsnavn |
fiskifar |
Ja |
Skipsnavn. |
|
sýsnr |
fiskifar |
Ja |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum. |
|
kallm |
fiskifar |
Ja |
Kallimerki hjá skipinum. |
|
túrsnummar |
túrur |
Ja |
Túrur nummar. |
|
manning |
túrur |
Ja |
Manningartal. |
|
veiða umborð |
túrur |
Ja |
Veiða umborð, tá túrur byrjaði, uppgivin í rundari vekt fyri hvørt fiskaslag sær. |
|
fráferð |
túrur |
Ja |
Fráfaringardagur, dagfesting. |
|
koma fiskileið |
túrur |
Ja |
Komu á fiskileið, dagfesting. |
|
heim |
túrur |
Ja |
Fóru at sigla heim, dagfesting. |
|
heimkoma |
túrur |
Ja |
Komu heim, dagfesting. |
|
landing |
túrur |
Ja |
Avreiðingardagur, dagfesting. |
|
havn |
túrur |
Ja |
Avreiðingarstaður, avreiðingarhavn. |
Veiðidagbók, dregg veiðiroynd
|
Teigur |
Ásett í |
Kravt |
Frágreiðing |
|
viðmerking |
fiskarí |
Nei |
Viðmerking. |
|
reiðskaparkoda |
reiðskapur |
Ja |
FAO kodan fyri reiðskap. |
|
dreggslag |
dregg |
Ja |
Slag av dreggi. |
|
dýpi 1 |
skjóta dregg |
Ja |
Dýpi í metrum, tá fiskireiðskapurin verður settur. |
|
dagur/ klokka 1 |
skjóta dregg |
Ja |
Dagfesting og tíðarfesting, tá fiskireiðskapurin verður settur. |
|
breiddarstig 1 |
skjóta dregg |
Ja |
Breiddarstig, tá fiskireiðskapurin verður settur. Brúka positivar gradir norðan fyri (N) Ekvator og negativar gradir sunnan fyri (S) Ekvator. |
|
longdarstig 1 |
skjóta dregg |
Ja |
Longdarstig, tá fiskireiðskapurin verður settur. Brúka positivar gradir eystan fyri (E) Prime Meridian og negativar gradir vestan fyri (W) Prime Meridian. |
|
dýpi 2 |
hála dregg |
Ja |
Dýpi í metrum, tá fiskireiðskapurin verður hálaður. |
|
dagur/ klokka 2 |
hála dregg |
Ja |
Dagfesting og tíðarfesting, tá fiskireiðskapurin verður hálaður. |
|
breiddarstig 2 |
hála dregg |
Ja |
Breiddarstig, tá fiskireiðskapurin verður hálaður. Brúka positivar gradir norðan fyri (N) Ekvator og negativar gradir sunnan fyri (S) Ekvator. |
|
longdarstig 2 |
hála dregg |
Ja |
Longdarstig, tá fiskireiðskapurin verður hálaður. Brúka positivar gradir eystan fyri (E) Prime Meridian og negativar gradir vestan fyri (W) Prime Meridian. |
|
alda |
veður |
Ja |
Alduhædd í metrum. |
|
vindmegi |
veður |
Ja |
Vindferð metrar/sekund. |
|
ætt |
veður |
Ja |
Vindætt í 360 gradum. |
|
fiskaslag koda |
slag |
Ja |
FAO 3 alpha kodan fyri hvørt fiskaslag sær. |
|
vekt |
slag |
Ja |
Veiða uppgivin í rundari vekt í kilogramm fyri hvørt fiskaslag sær. |
|
viðmerking |
onnur hjáveiða |
Ja |
Viðmerking. Hjáveiða av hvali, kópi, sjófugli, hávi og øðrum. |
|
slag |
onnur hjáveiða |
Ja |
WHALE = Hvalur (slag: grindahvalur, skjórutur springari, sildreki, bóghvítuhvalur, nísa, døglingur, kjafthvítur springari, hvessingur, annar hvalur). SEAL = Kópur (slag: láturkópur, annar kópur). BIRD = Fuglur (slag: havhestur, súla, lomvigi, annar sjófuglur). SHARK = Hávur (slag: hemari, brugda, hákelling, annar hávur, skøta). OTHER = Annað. |
|
nøgd |
onnur hjáveiða |
Ja |
Tal av hjáveiðu, hvørt slag sær. |
|
lýsing |
onnur hjáveiða |
Ja |
Lýsing av djórinum, hvørt slag sær, kyn, mynd av búksíðuni. |
|
longd |
onnur hjáveiða |
Ja |
Longd í sentimetrum. |
Skjal 7
Veiðidagbók, rúsa
|
Teigur |
Ásett í |
Kravt |
Frágreiðing |
|
dagbókarstøða |
dagbókadáta |
Ja |
OPEN = Ein open (opin) dagbók merkir, at túrurin ikki er liðugur, og at dagføringar væntast. CLOSED = Ein closed (lokað) dagbók merkir, at túrurin er liðugur, og ongar nýggjar dagføringar koma til dagbókina. |
|
sendarafrámerki |
dagbókadáta |
Ja |
Eyðmerkingarnummar fyri túrin. Eintýddur lykil, ið veiðidagbókaskipanin hjá Vørn setur. |
|
dagbókarslag |
dagbókadáta |
Ja |
TROL = Trol (til trolveiðu). TROLLAND = Trolveiða á landleiðini (til trolveiðu innan fyri 12 fjórðingar). LINAGARN= Línu- og garnaskip (til línuveiðu ella garnaveiðu). SNELLA = Snelluskip (til snelluveiðu). NOT = Nót (til nótaveiðu). DREGG = Dregg (til veiðu við dreggi). RUSA = Rúsa (til veiðu við rúsum). |
|
skipari/bátsformaður |
fiskifar |
Ja |
Navn á skipara/bátsformanni. |
|
imo |
fiskifar |
Nei |
IMO nummar hjá skipinum. |
|
skipsnavn |
fiskifar |
Ja |
Skipsnavn. |
|
sýsnr |
fiskifar |
Ja |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum. |
|
kallm |
fiskifar |
Ja |
Kallimerki hjá skipinum. |
|
túrsnummar |
túrur |
Ja |
Túrur nummar. |
|
manning |
túrur |
Ja |
Manningartal. |
|
veiða umborð |
túrur |
Ja |
Veiða umborð, tá túrur byrjaði, uppgivin í rundari vekt fyri hvørt fiskaslag sær. |
|
fráferð |
túrur |
Ja |
Fráfaringardagur, dagfesting. |
|
koma fiskileið |
túrur |
Ja |
Komu á fiskileið, dagfesting. |
|
heim |
túrur |
Ja |
Fóru at sigla heim, dagfesting. |
|
heimkoma |
túrur |
Ja |
Komu heim, dagfesting. |
|
landing |
túrur |
Ja |
Avreiðingardagur, dagfesting. |
|
havn |
túrur |
Ja |
Avreiðingarstaður, avreiðingarhavn. |
Veiðidagbók, rúsa veiðiroynd
|
Teigur |
Ásett í |
Kravt |
Frágreiðing |
|
viðmerking |
fiskarí |
Nei |
Viðmerking. |
|
reiðskaparkoda |
reiðskapur |
Ja |
FAO kodan fyri reiðskap. |
|
rúsuslag |
rúsa |
Ja |
Slag av rúsum. |
|
longd |
rúsa |
Ja |
Longd á trossanum í metrum. |
|
rúsutal |
rúsa |
Ja |
Tal av rúsum. |
|
støða |
fiskarí |
Ja |
Frámerki um at seta ella draga. |