3. juli 2006Nr. 77
Kunngerð um friðing av ósanum við Leynar
Við heimild í § 9, stk. 3 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum, verður ásett:
§ 1. Frá 15. juni til 1. oktober er øll fiskiveiða bannað í ósanum við Leynar – frá sjónum og niðan til laksatrappurnar – og á sjónum innan fyri eina linju millum Stóruurð í Leynum og Slíggjhellugjógv á Stykkinum 100 m úr landi.
Stk. 2. Fiskirannsóknarstovan fær heimild til at taka merktan laks við ljósi í áum, sum renna í Leynavatn og Mjáuvøtn frá 15. august og at kasta nót við áarmunnarnar á Leynavatni og Mjáuvøtnum frá 1. oktober. Á sama hátt verður loyvt Fiskirannsóknarstovuni at taka lívfisk.
§ 2. Brot á § 1 verður revsað eftir § 40 í lógini um vinnuligan fiskiskap.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd. Tó er § 1, stk. 1 ikki galdandi í tíðarskeiðinum frá 15. juni 2006 til gildiskomuna av hesi kunngerð.
Fiskimálaráðið, 3. juli 2006
Bjørn Kalsø (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)