Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
8. juli 2024Nr. 77
Kunngerð um broyting í kunngerð um tillutan av aliloyvum
(Broytingar í skjali 2 o.a.)
§ 1
Í kunngerð nr. 82 frá 14. juni 2019 um tillutan av aliloyvum, sum broytt við kunngerð nr. 89 frá 26. juni 2019, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 5, stk. 2, § 6, stk. 2-4, § 6 a, stk. 1 og 2, § 8, stk. 3, § 9, stk. 2, § 10, stk. 2 og 3, § 13, § 14, stk. 4, § 16, stk. 2, § 17, § 18, stk. 3, § 18 a, stk. 7, § 20, § 22, stk. 4, § 23, stk. 4 og § 24 í løgtingslóg nr. 83 frá 25. mai 2009 um aling av fiski v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 30. apríl 2018 og løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður ásett:”
2. Í § 1, § 3, nr. 2, § 7, stk. 2, § 10 stk. 1, nr. 4, stk. 2, nr. 1 og 2, § 11, stk. 1, 2. pkt., tvær staðni í § 14, nr. 6, í nr. 12, 13 og 14, og § 15, stk. 1 verður “løgtingslóg um aling av fiski v.m.” broytt til: “løgtingslógini”.
3. Yvirskriftin yvir § 5 verður orðað soleiðis:
“Alifirðir”
4. Í § 7, stk. 1 verður “Ásetingar í §§ 7 og 7 a løgtingslóg um aling av fiski v.m.” broytt til: “Ásetingar §§ 7 og 7 a í løgtingslógini”.
5. Yvirskriftin yvir § 16 verður orðað soleiðis:
“Eftirlit”
6. § 17 verður orðað soleiðis:
“§ 17. Avgerðir, sum aliumsitingin hevur tikið sambært hesi kunngerð, kunnu kærast til Føroya Kærustovn.”
7. Skjal 2 í kunngerð nr. 82 frá 14. juni 2019 um tillutan av aliloyvum verður orðað sum ásett í skjali 1.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 8. juli 2024
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)
Skjal 1
“Skjal 2
Aðrir alifirðir enn teir í skjali 1 nevndu, sum kunnu verða nýttir til aling
A. Lívfirðir
1) Skopunarfjørður, soleiðis avmarkaður: Við beinum linjum millum hesi staðarnøvn: Trøllhøvdi, Hælurin syðst á Hesti, Kirkjubønes syðst á Streymoynni, Borðan syðst á Nólsoynni og Hvalnes norðanfyri Skálavík á Sandoynni.
2) Svínoyarvík.
B. Aðrir alifirðir, sum ikki eru fevndir av skjali 1 ella litra A
1) Kaldbaksfjørður.
2) Sandvík.
3) Fámjin.
4) Skálafjørður.
5) Eystan fyri Nólsoynna.
6) Rituvík.”