Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
24. mai 2018Nr. 77
Kunngerð um prístalsviðgerð av tilskoti til tilskotsheimilaðan heilivág
Við heimild í § 18, stk. 6 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd, sum broytt við løgtingslóg nr. 117 frá 25. september 2013, verður ásett:
§ 1. Eru útreiðslurnar innan fyri eitt ár minni enn 513 kr., verður einki tilskot veitt.
§ 2. Eru útreiðslurnar innan fyri eitt ár 513 kr. ella størri, er tilskotið:
1) 40% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 513 kr. ella størri, men minni enn 1.025 kr.,
2) 60% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 1.025 kr. ella størri, men minni enn 2.050 kr.,
3) 75% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 2.050 kr. ella størri, men minni enn 5.434 kr.,
4) 100% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 5.434 kr. ella størri, og
5) 100% av tí partinum sum er 2.440 kr. ella størri hjá persónum, sum eru fyltir 67 ár og hjá fyritíðarpensjónistum.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis, sum henda kunngerð kemur í gildi, fer úr gildi kunngerð nr. 144 frá 21. desember 2015 um prístalsviðgerð av tilskoti til tilskotsheimilaðan heilivág.
Heilsu- og innlendismálaráðið, 24. mai 2018
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)