Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
25. august 2008Nr. 77
Kunngerð um gjald fyri avgreiðslu av fiskiloyvi og váttan um avhending av fiskidøgum og kvotum
Við heimild í § 9, stk. 1, nr. 5 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Henda kunngerð fevnir um gjald fyri avgreiðslu av fiskiloyvi og váttan um avhending av fiskidøgum og kvotum.
Allýsingar
§ 2. Í hesari kunngerð er:
1) Fiskiloyvi at skilja sum eitt og hvørt fiskiloyvi, ið verður útskrivað sambært lógini um vinnuligan fiskiskap og kunngerðum við heimild í lógini, og
2) avhending av fiskidøgum og kvotum at skilja sum ein og hvør avhending av fiskidøgum og kvotum sambært lógini um vinnuligan fiskiskap og kunngerðum við heimild í lógini.
Skipan
§ 3. Eigari av fiskifari, ið fær útskrivað fiskiloyvi, rindar kr. 500,00 í avgreiðslugjaldi fyri hvørt einstakt fiskiloyvi.
Stk. 2. Avgreiðslugjald fyri at útskriva váttan um avhending av fiskidøgum og kvotum er kr. 800,00 fyri hvørja einstaka avhending.
Stk. 3. Keypari rindar avgreiðslugjald fyri váttan um avhending av fiskidøgum og kvotum sambært stk. 2, um ikki onnur avtala er gjørd partanna millum.
§ 4. Fiskiloyvi og váttan um avhending av fiskidøgum og kvotum verða útskrivað, tá goldið er.
Stk. 2. Tá avgreiðslugjald verður goldið sambært § 3, stk. 1 skal verða upplýst:
Stk. 3. Tá avgreiðslugjald verður goldið sambært § 3, stk. 2 og 3 skal verða upplýst:
1) Nøvn, sýslunummur og kallibókstavir á fiskiførunum hjá keypara og seljara, og
2) eigarar av fiskiførunum hjá keypara og seljara.
Gildiskoma
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi 1. september 2008.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 85 frá 31. august 2006 um avgreiðslugjald fyri fiskiloyvi og váttan um avhending av fiskidøgum og kvotum.
Fiski- og tilfeingismálaráðið, 25. august 2008
Tórbjørn Jacobsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)