Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Mentamálaráðið
  • Útgávudagur: 07-06-2013
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2013 A - Kunngerð 78 frá 3. juni 2013
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

3. juni 2013Nr. 78

Kunngerð um klædnaatstøðisútbúgving

(Klædnakunngerðin)

Við heimild í § 5, stk. 2, § 8, stk. 2 og 4, § 9, stk. 1, § 10, stk. 2, § 12 og § 14 í løgtingslóg nr. 41 frá 23. apríl 1999 um støðisútbúgving innan tøkni, sum broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 8. mai 2012, og í § 4, stk. 1, § 8, stk. 3, § 14, stk. 1 og 2, § 17, stk. 2 og § 18 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 17. mai 2011, verður ásett:

Kapittul 1

Um útbúgvingina

§ 1. Í  útbúgvingini til klædnaatstøðing fær næmingurin gjøgnum skúlagongd og verkliga læru vitan og førleikar innan hesi kjarnaøki:

1)   Vera førur fyri at samskifta fakliga, persónliga og í altjóða høpi við atliti at virksemi fyritøkuna,

2)   kunna taka fyrilit fyri arbeiðsumhvørvi við atliti at uppgávum á útbúgvingarøkinum,

3)   virka og samvirka í toymum og loysa faklig mál sjálvstøðugt ella í toymi,

4)   duga at arbeiða við fyriliti fyri reinføri, arbeiðsumhvørvi, trygd, tíðarnýtslu, búskapi og dygd,

5)   sýna innovativar og kreativar førleikar í sambandi við fyrireika, framleiða og avgreiða vørur,

6)   hava vitan um kunningartøkniligu amboðini innan fakøkið,

7)   vita á hvønn hátt rættur arbeiðsháttur, røtt amboð og rættur útbúnaður verður nýttur,

8)   duga at keypa inn, bíleggja og móttaka vørur, gera kostnaðarætlanir og prísásetingar í samsvari við grundleggjandi reglur um marknaðarføring,

9)   kunna sniðgeva og vørumenna framleiðslu innan útbúgvingarøkið,

10) duga at greiða úr hondum lættar grundkonstruktiónir og at fyrireika, menna og framleiða mynstur til tekstil- og klædnavørur,

11) kunna at nýta og at samskifta við hjálp av tekniskari tekning við atliti at framleiðsluskjalfesting,

12) vera førur fyri at fremja sjálvstøðugt innaneftirlit,

13) hava kunnleika um útlendska og serliga føroyska mentan og siðvenju innan klædnayrkið, og

14) duga at gagnnýta ástøðiligu vitanina í starvsvenjingarpartinum av útbúgvingini.

Stk. 2. Førleikamálini í einstøku lærugreinunum eru ásett í námsætlanunum.

Kapittul 2

Útbúgvingartíð bygnaður og innihald

§ 2. Klædnaatstøðisútbúgvingin tekur 2 ár.

Stk. 2. Næmingur, sum hevur staðið útbúgvingina, fær prógv sum klædnaatstøðari.

§ 3. Lærugreinirnar í útbúgvingini eru býttar upp í almennar lærugreinir, yrkis- og vallærugreinir, venjingar- og verkætlanaruppgávur og starvsvenjing við tilsamans umleið 1440 tímum árliga.

Stk. 2. Viðkomandi yrkisnevnd góðkennir námsætlanirnar fyri yrkis- og vallærugreinirnar

Stk. 3. Við støði í góðkendu yvirskipaðu námsætlanum í yrkis- og vallærugreinum skal skúlin gera ítøkiligar undirvísingarætlanir, sum greitt lýsa, hvussu málini, ið ásett eru í yvirskipaðu námsætlanunum, verða rokkin.

§ 4. Almennar lærugreinir, sum fevna um ástøðiliga undirvísing á C-stigi, ið skulu miða ímóti at menna tann almenna kunnleikan og nøkta krøvini til ungdómsútbúgvingar, og skulu styrkja persónliga menning, lestrarførleika og samfelagsfatan, verða lagdar til rættis við til samans 788  pultstímum:

1)   Enskt C, 123 pultstímar.

2)   Føroyskt C, 140 pultstímar.

3)   Kunningartøkni C, 105 pultstímar.

4)   Myndlist C, 105 pultstímar.

5)   Støddfrøði C, 175 pultstímar.

6)   Stílmenning C, 140 pultstímar.

§ 5. Yrkis- og vallærugreinir, sum fevna um verkliga og ástøðiliga undirvísing, ið sermerkja viðkomandi útbúgving og veita almennan kunnleika og fakligan førleika og nøkta áhugamál næmingsins fyri upptøku í framhaldandi útbúgving, verða lagdar til rættis við 1546 pultstímum til samans:

1)   Arbeiðsumhvørvið.

2)   Dokumentatión.

3)   Fyrstahjálp og eldsløkking.

4)   Framleiðslumenning.

5)   Klædnamentan, vallærugrein.

6)   Maskinhandfaring.

7)   Modellkonstruktión.

8)   Mynsturmenning.

9)   Tilfarslæra.

10) Vøruframleiðsla.

§ 6. Aðrir tímar verða lagdir til rættis við hesum tímatalinum:

1)   Próvtøkur, 72 pultstímar.

2)   Starvenjing, 160 klokkutímar.

3)   Verkætlanir o.a., 144 pultstímar.

Kapittul 3

Eftirmeting

§ 7. Støðumet og ársmet verða givin í øllum almennum lærugreinum.

Stk. 2. Støðumet og ársmet verða givin í yrkis- og vallærugreinum við 60 pultstímum ella meira.

Stk. 3. Aðrar yrkis- og vallærugreinir, enn tær, ið nevndar eru í stk. 2, verða eftirmettar sum partar av verkætlanarpróvtøkuni, sbr. § 10, stk. 4 og 5.

Kapittul 4

Próvtøkur

§ 8. Fyri at næmingur kann verða innskrivaður til próvtøku, skal miðaltal hansara av øllum ársmetunum vera í minsta lagi 02.

§ 9. Næmingar fara til próvtøku í almennum lærugreinum sambært námsætlan

Stk. 2. Í yrkis- og vallærugreinum verður próvtøka framd í einari minni verkætlan.

§ 10. Verkætlanin sambært § 9, stk. 2 er próvtøka í yrkis- og vallærugreinum og skal hava støði í einum ella fleiri av førleikamálunum í útbúgvingini, sbr. § 3.

Stk. 2. 4 vikur áðrenn próvtøkuna í yrkis- og vallærugreinum skal næmingur velja eina verkætlanaruppgávu, ið skúlin hevur lagt til rættis.

Stk. 3. Undir próvtøkuni hevur hvør næmingur sær eina framløgu í 15 minuttir av valdu verkætlanaruppgávuni. Umframt próvhoyring í sjálvari verkætlanini, kann próvhoyringin eisini fevna um aðrar partar av yrkis- og vallærugreinunum.

Stk. 4. Fyri verkætlanina og fyri próvhoyringarpartin geva 2 próvdómarar, sum yrkisnevndafyrisitingin hevur tilnevnt, og avvarðandi lærari í felag 1 próvtal.

Stk. 5. Í dømingini av verkætlanaruppgávuni verða partarnir í uppgávuni vektaðir soleiðis:

1)   Handverkligur partur 60%:

a)    Økið tilevnað klædnaplagg 50%.

b)    Økið samanhangur 10%.

2)   Tekniskur partur 35%:

a)    Økið dokumentatión og arbeiðsgongd 15%.

b)    Økið sniðmenning 15%.

c)    Økið mappa, visuel 5%.

3)   Munnlig framløga 5%:

a)    Økið innihald 5%.

§ 11. Próvtøkuúrslitið í 1. og 2. árinum verður roknað út soleiðis:

1)   Eitt miðaltal verður roknað av øllum ársmetum í almennum lærugreinum og í yrkis- og vallærugreinum við 60 pultstímum ella meira. Hetta miðaltalið skal vera í minsta lagi 02,

2)   eitt miðaltal verður roknað av próvtølum í almennum lærugreinum og av fluttum ársmetum í almennum lærugreinum og í yrkis- og vallærugreinum við 60 pultstímum ella meira. Hetta miðaltalið skal vera í minsta lagi 02,

3)   eitt miðaltal verður roknað av nr. 1 og nr. 2,

4)   próvtalið í støðisverkætlanini skal vera í minsta lagi 02,

5)   endaliga próvtøkuúrslitið verður roknað sum miðaltalið av nr. 3 og nr. 4,

6)   próvtøkan er staðin, um endaliga próvtøkuúrslitið er í minsta lagi 02.

§ 12. Næmingur, sum ikki hevur staðið samlaðu próvtøkuna, kann fáa útflýggjað skjalváttan fyri at hava staðið próvtøku í støkum lærugreinum, um næmingurin hevur fingið í minsta lagi próvtalið 02 í lærugreinunum.

Stk. 2. Skjalváttan sbrt. stk. 1 verður undirskrivað av skúlastjóranum.

Kapittul 5

Gildiskoma

§ 13. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri næmingar, sum byrja í skipanini skúlaárið 2013/2014 ella seinni.

 

 

Mentamálaráðið, 3. juni 2013

 

Bjørn Kalsø (sign.)
landsstýrismaður

/ Poul Geert Hansen (sign.)