Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Áður galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Áður galdandi
  • Myndugleiki: Eingin
  • Útgávudagur: 05-06-2019
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2019 A - Kunngerð 78 frá 3. juni 2019
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

3. juni 2019Nr. 78

Kunngerð um tíðaravmarkaða veiðu eftir botnfiski á Føroya Banka í 2019

Við heimild í § 28, stk. 2, § 39, stk. 1, nr. 1 og 3, stk. 2, nr. 2 og 5, § 44, stk. 1 og § 81, stk. 2 í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi verður ásett:

§ 1. Eftir umsókn og við fiskiloyvi frá Vørn er loyvt teimum, sum hava rætt til fiskiloyvi í bólki 5, sambært § 74, stk. 1, nr. 6 í løgtingslógini, at royna við snellu, snøri ella tráðu á Føroya Banka.

Stk. 2. Bátar við fiskiloyvi sambært stk. 1 kunnu fiska innan fyri eitt samlað dagatal upp á 50 fiskidagar. Fiskiskapurin skal steðga, tá hesir dagar eru brúktir.

§ 2. Eftir umsókn og við fiskiloyvi frá Vørn er loyvt teimum, sum hava rætt til fiskiloyvi í bólki 4 A og bólki 4 B, sambært § 74, stk. 1, nr. 3 og 4 í løgtingslógini, at royna við snellu, snøri ella tráðu á Føroya Banka innan fyri linjur drignar millum hesi støð:

1)   60°50,000'N  07°57,000'V

2)   60°57,333'N  07°57,000'V

3)   60°45,667'N  08°37,000'V

4)   60°36,500'N  08°45,000'V

5)   60°26,000'N  09°08,417'V

6)   60°24,000'N  09°07,000'V

7)   60°50,000'N  07°57,000'V

Stk. 2. Bátar við fiskiloyvi sambært stk. 1 kunnu fiska innan fyri eitt samlað dagatal upp á 30 fiskidagar. Fiskiskapurin skal steðga, tá hesir dagar eru brúktir.

§ 3. Fyri bátar við fiskiloyvi sambært § 1 telur hvør túrur ein fiskidag, sambært § 3, nr. 9 í løgtingslógini, hóast túrurin er meira enn 24 tímar.

§ 4. Skipari ella formaður á báti við fiskiloyvi sambært §§ 1 og 2, sum fer á Føroya Banka, skal boða Vørn frá á telefon +298 316913, tá farið verður úr havn, og tá komið er aftur í havn.

§ 5. Bátur við fiskiloyvi sambært § 1, sum á sama túri roynir aðrastaðni enn á Føroya Banka, skal, tá ið avreitt verður, tilskila, hvussu nógv av veiðuni er fingin á Føroya Banka, flokkað eftir fiskasløgum.

 

§ 6. Bátar við fiskiloyvi sambært § 1 skulu hava fylgisveinaútgerð umborð, sum er góðkend av Vørn, og sum til einhvørja tíð kann upplýsa um knattstøðuna hjá bátinum. Farið verður fram eftir somu treytum og mannagongd, sum ásett í kunngerð um eftirlit við fiskiførum um fylgisvein.

§ 7. Tað er bannað at blaka veiðu útaftur.

§ 8. Brot á §§ 4-7 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg.

Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.

Stk. 3. Sambært § 87 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.

§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 31. august 2019.

 

 

Fiskimálaráðið, 3. juni 2019

 

Høgni Hoydal (sign.)

landsstýrismaður

/ Rógvi Reinert (sign.)