Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
4. juli 2006Nr. 78
Kunngerð um valdsnýtslu o.a. á samdøgursstovnum v.m. fyri børn og ung, sum broytt við kunngerð nr. 82 frá 17. august 2006
1) Við heimild í § 39, stk. 3 og § 67 sambært § 40 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd, sum broytt við løgtingslóg nr. 134 frá 9. desember 2005, verður ásett:
Kapittul 1
Valdsnýtsla, avbyrging o.a.
Forboð fyri óvirðiligari viðferð, likamligari revsing, likamligari valdsnýtslu, avbyrging o.ø.
§ 1. Eyðmýkjandi, háðandi ella onnur óvirðilig viðferð er ikki loyvd.
Stk. 2. Likamlig revsing er ikki loyvd.
Stk. 3. Tað er ikki loyvt at læsa børn ella ung inni í einrúmi.
Stk. 4. Leinking er ikki loyvt. Við leinking er at skilja tað at binda ella leinkja einhvønn við einhvørjum belti ella øðrum amboði.
Stk. 5. Aðrar tvingsilsskipanir, so sum likamlig valdsnýtsla, eru ikki loyvdar. Undantikin forboðnum eru tó tey í § 2 nevndu føri.
Undantøk frá forboðnum fyri likamligari valdsnýtslu
§ 2. Loyvt er at halda barni ella ungum, ella at føra tey í annað stað, um óráð eru at lata tey vera saman við øðrum, ella um tey kunnu vera sær sjálvum at meini. Slík valdsnýtsla skal lagast til umstøðurnar í tí einstaka málinum og má ikki fara út um tað, ið er hægst neyðugt.
Stk. 2. Atgerðir, ið eru neyðugar fyri at standa ímóti ella forða fyri álopi, ella eini hóttan um álop, og sum mugu sigast at vera ráðiligar í mun til vandan av álopinum, eru fevndar av ásetingunum í revsilógini um neyðverju. Eitt starvsfólk kann tískil leggja uppí og hjálpa til í sambandi við útinnan av neyðverju.
Kapittul 2
Kanning av samskifti
§ 3. Kanning av samskifti hjá børnum ella ungum á samdøgursstovni er ikki loyvt.
Stk. 2. Undantikin forboðnum í stk. 1 eru tey serligu føri, har endamáli er at forða barninum at taka rúsevni, at forða rúsevnum ella vandamiklum lutum at koma inn á stovnin, ella at forða fyri øðrum brotsligum atburði, tá ið illgruni er til tess.
Stk. 3. Tað krevur rættarúrskurð at nýta undantøkini í stk. 2.
Kapittul 3
Skjalfestingar, frágreiðingar og fráboðan
§ 4. Er einhvør innilæstur í rúmi, í einrúmi ella hevur verið fyri valdsnýtslu sambært § 2, stk. 1, skal leiðarin á stovninum sama dag, á serligt útfyllingarblað, skjalfesta hesar upplýsingar:
1) navn og aldur á barni ella hinum unga,
2) nær atgerðin varð framd,
3) hvussu leingi, atgerðin vardi,
4) atgerðarslag,
5) atgerðarorsøk.
Stk. 2. Leiðarin á stovninum sendir Almannastovuni útfyllingarblaðið og viðmerkingar sínar til kunningar.
Stk. 3. Avrit av útfyllingarblaði verður goymt á deildini í serligari protokoll.
§ 5. Brot á forboðini í kapitlunum 1 og 2, umframt atgerðir brúktar í neyðverju, skulu fráboðast Almannastovuni. Likamlig valdsnýtsla sambært § 2, stk. 1 verður tó ikki fráboðað, men verður skjalfest sambært § 4, stk. 1.
Stk. 2. Í seinasta lagi dagin eftir, at atgerðin er farin fram, skal viðkomandi starvsfólk lata leiðaranum á stovninum skrivliga frágreiðing um atgerðina. Frágreiðingin skal hava hesar upplýsingar:
1) serligar umstøður, ið elvdu til atgerðina,
2) nær gerðin, ið elvdi til atgerðina, varð framd,
3) nær atgerðin varð framd,
4) hvussu leingi, atgerðin vardi,
5) lýsing av atgerðarslagi,
6) lýsing av atgerðarendamáli,
7) atgerðarfremjari,
8) støðan hjá barninum ella tí unga undir atgerðini.
Stk. 3. Leiðarin á stovninum skal síðan innan tríggjar dagar senda Almannastovuni frágreiðingina saman við sínum viðmerkingum og frágreiðingum frá eygnavitnum. Um til ber, skal frágreiðing frá barni ella hinum unga eisini fylgja við.
Stk. 4. Er grundaður illgruni um revsiverda atgerð, ið kann koma undir almenna ákæru, skal leiðarin beinanvegin lata Almannastovuni frágreiðing um hetta.
§ 6. Starvsfólk, ið hevur sæð hendingina, sum skal fráboðast sambært § 5, og sum ikki í seinasta lagi dagin eftir er biðið um at greiða frá henni, hevur skyldu at siga leiðaranum sína søgu.
Stk. 2. Starvsfólk, sum annars fær trúligar upplýsingar um hendingina, hevur somuleiðis skyldu at siga leiðaranum frá hesum.
§ 7. Samstundis, sum leiðarin letur Almannastovuni frágreiðingina um hendingina, letur hann viðkomandi starvsfólki avrit av henni. Leiðarin kunnar somuleiðis kommununa og tann, sum foreldramyndugleikan hevur, um støðuna.
Stk. 2. Starvsfólk, ið verður lagt undir tænastubrot ella annað revsivert í starvi sínum, skal fáa útflýggjað frágreiðing um veruligu umstøðurnar í málinum, og hevur rætt til at lata inn sína egnu skrivligu meting av frágreiðingini. Starvfólkið skal samstundis fáa at vita, at tað hevur tó ikki skyldu at úttala seg um frágreiðingina.
Stk. 3. Er talan um leiðaran sjálvan, verður frágreiðing latin Almannastovuni beinleiðis, og starvsfólkið letur leiðaranum avrit av frágreiðingini. Almannastovan sær til, at kommununan og tann, sum foreldramyndugleikan hevur, verða kunnað um støðuna.
§ 8. Almannastovan sær til, at tann, sum hevur foreldramyndugleikan, og avvarandi kommuna, fáa fráboðan í teimum førum undantøkini í § 2, stk. 1 eru brúkt, og brot eru framd á forboðunum í kapitlunum 1 og 2.
Kapittul 4
Tilhald fyri børn og ung
§ 9. Ásetingarnar í kapitlunum 1 og 2 galda eisini fyri tilhald fyri børn og ung, sum landsstýrismaðurin, í samráð við kommunurnar, hevur góðkent sum hóskandi til fleiri enn fýra børn og ung.
§ 10. Brot á forboðini í kapitlunum 1 og 2, umframt atgerðir brúktar í neyðverju, verða fráboðað Almannastovuni. Í slíkum føri galda somuleiðis ásetingarnar í § 5, stk. 2 og 4.
Stk. 2. Almannastovan sær til, at tann, sum hevur foreldramyndugleikan, og avvarandi kommuna, fáa fráboðan í teimum førum undantøkini í § 2, stk. 1 eru brúkt, og brot eru framd á forboðunum í kapitlunum 1 og 2.
Kapittul 5
Eftirlit, kærumøguleiki
Eftirlit
§ 11. Almannastovan hevur eftirlit við, at samdøgursstovnar v.m. fyri børn og ung verða riknir sambært hesi kunngerð.
Kærumøguleiki
§ 12. Tær avgerðir, ið verða tiknar sambært hesi kunngerð, kunnu innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina, kærast til Kærunevndina í almannamálum.
Stk. 2. Kærunevndin kann víkja frá hesi freist, um serlig orsøk er til tað.
Kapittul 6
Gildiskoma
§ 13. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Almanna- og heilsumálaráðið, 4. juli 2006
Hans Pauli Strøm (sign.)
landsstýrismaður
/ Maria á Dul (sign.)
1) Broytt við kunngerð nr. 82 frá 17. august 2006, har § 2 er soljóðandi: “Henda kunngerð kemur í gildi 6. juli 2006.”