11. mai 2021Nr. 78
Kunngerð um broyting í kunngerð um innflutning av hundum, kettum og øðrum kelidýrum
(Heimildin hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni at senda ólógliga innflutt djór aftur til sendaralandið ella krevja tey avlívað verður nágreinað)
§ 1
Í kunngerð nr. 15 frá 7. apríl 2004 um innflutning av hundum, kettum og øðrum kelidýrum verður í § 8 sum stk. 5 sett:
“Stk. 5. Í samráð við djóraeigaran ger Heilsufrøðiliga starvsstovan av, um djór, sum ikki er loyvt at innflyta og hava, sbr. § 3, skal sendast aftur tilsendaralandið ella avlívast.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 11. mai 2021
Helgi Abrahamsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)