14. juli 2024Nr. 78
Kunngerð um veiðigjald á makreli, sild og svartkjafti 1. august 2024 til 31. juli 2025
Við heimild í § 5, stk. 2 í løgtingslóg nr. 77 frá 5. mai 2021 um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 1. juni 2023, verður ásett:
Skylda at rinda veiðigjald
§ 1. Eigari av fiskifari, undir føroyskum flaggi, sum veiðir av rættindum, Føroyar ráða yvir, skal í tíðarskeiðinum 1. august 2024 til 31. juli 2025 rinda veiðigjald av veiðu av makreli, sild og svartkjafti.
Stk. 2. Veiðigjaldið er:
1) 1,45 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av makreli.
2) 1,18 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av sild.
3) 0,40 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av svartkjafti.
Stk. 3. Veiðigjaldið fer í landskassan.
Gildiskoma
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2024.
Fíggjarmálaráðið, 14. juli 2024
Ruth Vang (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)