17. juni 2010Nr. 78
Kunngerð um broyting í kunngerð um sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum
§ 1
Í kunngerð nr. 134 frá 16. oktober 2009 um sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum verður í § 75 sett sum nýtt stk. 4:
“Stk. 4. Tænastur, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan veitir frítíðarfeløgum, sum eiga alibrúk og sleppivøtn, ella sum hava annað virksemi, ið hevur við lívfisk at gera, og sum ikki framleiða alifisk við vinningi fyri eyga, verða veittar ókeypis.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 17. juni 2010
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)