Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Samferðslumálaráðið
  • Útgávudagur: 06-09-2002
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2002 A - Hefti 23 A frá 6. september 2002
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

26. august 2002Nr. 78

Kunngerð

um

innrætting av skiftandi arbeiðsplássum

 

Við heimild í §§ 14, stk. 3, § 35, § 37, § 55 og § 66 í løgtingslóg nr. 70 frá 11. mai 2000 um arbeiðsumhvørvi verður ásett:

Kapittul 1

Øki

§ 1. Kunngerðin er galdandi fyri arbeiði, sum arbeiðsgevari biður arbeiðsfólk síni fremja á øðrum virkjum ella aðrastaðni enn á sínum egna virkisøki við teimum avmarkingum, sum standast av § 2, stk. 2 og § 3 í lógini um arbeiðsumhvørvi.

Stk. 2. Kunngerðin er eisini galdandi fyri arbeiði á virkisøki arbeiðsgevarans, um so er, at tað verður framt á egnum virkisøki, sum ikki er fevnt av kunngerðini um innrætting av føstum arbeiðsplássum, sbr. § 2, stk. 2-3 í kunngerðini.

Stk 3. Kunngerðin er ikki galdandi fyri arbeiði á byggi- og verklagsarbeiðsstøðum, sbr. “Bekendt gørelse om indretning af byggepladser og lignende arbejdssteder”. Kapittul 4 í hesi kunngerð, “Vælferðarfyriskipanir”, er kortini galdandi, um

1)   arbeiðssetningur arbeiðsgevarans á byggiplássinum varir í mesta lagi 3 samfullar arbeiðsdagar, og arbeiðsuppgávan hjá arbeiðsfólkunum samsvarar í mesta lagi við 6 dagsverk tilsamans, ella

2)   um arbeiðsfólkini byrja og enda sítt arbeiði á øðrum staði, samstundis sum tey arbeiða á byggiplássinum.

Stk 4. Kunngerðin er ikki galdandi fyri arbeiði uppi í fjøllunum.

§ 2. Kunngerðin ásetur ongar broytingar í krøvunum um innrætting av arbeiðsplássum, sum lógin um arbeiðsumhvørvi ásetur.

§ 3. Skyldur sambært kunngerðini hava arbeiðsgevarar, virkisleiðarar, arbeiðsleiðarar og onnur, sum sett eru í starv, útvegarar, fólk ið projektera, umvæla o.t. sambært vanligu reglunum í kap. 3 í lógini.

Kapittul 2

Vanligar reglur

§ 4. Við atliti at tí arbeiði, ið gerast skal, skal arbeiðsgevari meta um, hvørt trygdar- og heilsuviðurskiftini eru fulltrygg. Henda metingin skal gerast, áðrenn farið verður til arbeiðis, og meðan arbeitt verður. Eru hesi viðurskifti ikki í lagi, so skal hann síggja til, at umstøðurnar verða broyttar á frægasta og rímiligasta hátt, so at arbeiðsplássið kann verða fulltrygt.

Stk. 2. Um arbeiðið hevur við sær bágar ella váðar, skulu hóskandi ábøtur gerast, so viðurskiftini verða fulltrygg bæði fyri tey, sum útinna arbeiðið, og onnur, ið arbeiða á staðnum.

Stk. 3. Ber ikki til at innrætta arbeiðsplássið, so tað verður fulltrygt, skulu onnur tiltøk verða sett í verk, so arbeiðið kann vera útint á fulltryggan hátt, sbr. kunngerð um útinnan av arbeiði, og “Bekendtgørelse om brug af personlige værnemidler”.

§ 5. Tá ið starvsfólk verða lærd upp og vegleidd, skal arbeiðsgevarin ansa eftir, at upplæringin fevnir um tær serligu atgerðirnar, ið galda fyri arbeiði uttan fyri øki virkisins, sbr. § 4. Harumframt skulu arbeiðsfólk vegleiðast um, hvussu farast fram, um viðurskifti, ið hava trygdar- og heilsuvanda við sær, eru á arbeiðsplássum, og sum tey ikki sjálv fáa bøtt um.

§ 6. Neyðhjálparútgerð, ið hóskar til arbeiðsplássið og umstøðurnar annars, skal altíð vera á staðnum.

Kapittul 3

Arbeiðsstøð í flutningstólum

§ 7. Arbeiðsstøð í flutningstóli ella aðrari flytandi eind, sum t.d. bókasavnsvirksemi, skrivstovu ella læknastovu, skulu vera nóg rúmlig, og har skal vera neyðuga innbúgvi, so at arbeiðið kann verða gjørt á tryggan og heilsugóðan hátt.

Stk. 2. Tøknilig hjálpartól, innleggingar og útgerð skulu verða sett upp bæði væl og virðiliga og á fulltryggan hátt, ið hóskandi er við nýtsluna av flutningstólum v.m.

Stk. 3. Við atliti at, hvat slag av arbeiði, talan er um, skulu hita-/kuldaviðurskiftini verða fullgóð, soleiðis at til ber at stilla hitan, og at nóg mikið av frískari luft kann vera, uttan at ampi stendst av trekki. Vanligu ljósviðurskiftini skulu vera góð, og hóskandi arbeiðsljós skulu vera á hvørjum einstøkum arbeiðsplássi. Dagsljós skal eisini vera á plássinum, um tað ikki er til ampa fyri arbeiðið.

Stk. 4. Komast skal til og frá arbeiðsplássinum á fulltryggan hátt.  

§ 8. Um arbeiðsfólkum í arbeiðssteðgi verða boðin flutningstól at sova í, og tað verður gjørt sambært avtalu, eftir boðum ella í sambandi við vaktarhald, so skulu tílík flutningstól verða innrættað á forsvarligan hátt til hetta endamálið.

Stk. 2. Bæði stødd og innrætting av soviplássi skal vera í lagi, so at luftviðurskiftini eru fullgóð. Tað skal bera til at venda sær og at liggja víðopin á leguni, tá ið hvílt verður. Neyðugir persónligir lutir eiga at kunna verða goymdir á staðnum.

Stk. 3. Soviplássið skal vera bjálvað móti kulda, hita og óljóði, og hóskandi hiti skal vera í rúminum og nóg mikið av frískari luft, uttan at trupulleikar tó kunnu standast av trekki. Hóskandi ljós skal kunna tendrast, og møguleiki skal vera at síggja útum.

Stk. 4. Komast skal til og frá á fulltryggan hátt, og rýmingarmøguleikin úr soviplássinum skal vera nøktandi. Í motorlastbilum skal bera til at sleppa beinleiðis úr førararúminum til soviplássið, og tað skal vera møguligt at sleppa út ígjøgnum rýmingarhurð, ið lættliga kann latast upp.

Kapittul 4

Vælferðarfyriskipanir

§ 9. Tá ið arbeitt verður, skal arbeiðstakarin síggja til, at arbeiðsfólkið hevur atgongd til:

1)   toilett,

2)   hóskandi stað at eta í, um matsteðgir eru í arbeiðstíðini,

3)   hondvask, helst við rennandi vatni, og nóg mikið skal vera av heitum vatni at vaska sær í, um áneyðir eru til tess av heilsuávum,

4)   fulltryggar goymslur til klæði og persónligar ognarlutir.

Stk. 2. Somuleiðis skulu umstøður vera:

1)   at skifta klæði, um tað krevst, at klæðini skulu verða skift,

2)   at turka klæði, um arbeiðið er av slíkum slagi, at tey verða vát,

3)   til brúsu og skiftirúm við møguleika at goyma vanligu klæðini og arbeiðsklæðini hvørt sær, um so er, at arbeiðið

a)    hevur nógv dust við sær ella er serliga dálkandi á annan hátt,

b)    hevur við sær dálkandi evni, sum kunnu vera smittandi,

c)    hevur við sær vanda at kunna nerta við evni og tilfar, sum av trygdar- og heilsuávum mega verða vaskað av húðini soleiðis, at tey ikki verða leidd aðrastaðni, ella

d)    at arbeiðsfólkini koma í nógvan hita, ella tey verða likamliga strongd.

§ 10. Atgongdin til teir hentleikar, sum ásettir eru í § 9, skulu setast í verk, so sum her er fyrisett, ella eftir eini samanseting av hesum, sbr. tó § 11:

1)   Hentleikarnir skulu vera til taks ella setast upp á arbeiðsplássinum ella vera har í nánd, og skulu teir vera væl og virðiliga gjørdir í hóskandi rúmum, sum eru atkomulig, meðan arbeitt verður.

2)   Hentleikarnir skulu verða settir upp á arbeiðsplássinum í hjólskúri ella aðrari eind, sum kann flytast, ið er hóskilig og innrættað á fulltryggan hátt. Turrvesi skulu vera líka rein og nosslig sum toilett við vatnskoli. Um hjólskúrur ella tílíkt verður settur til taks hjá meira enn 4 fólkum at nýta, skulu toilettini sambindast við búrennu, har hetta er møguligt og rímiligt.

3)   Hentleikarnir skulu vera til taks á einum savningarstaði hjá arbeiðsgevaranum, og skulu teir vera lætt atkomuligir. Er savningarstaðið fast virkispláss, verkstaður ella tílíkt í fyritøkuni hjá arbeiðsgevaranum, skulu hentleikarnir lúka krøvini um vælferðarfyriskipanir á føstum arbeiðsplássum. Er talan um fyribils savningarstað, skulu hentleikarnir lúka krøvini um hjólskúrar, sum ásett er í 2). Ein fyritreyt, at hentleikarnir viðvíkjandi toiletti á savningarstaðnum lúka treytirnar um atgongd til toilett, er tó, at arbeiðsfólkið kann fara aftur til savningarstaðið í hóskandi millumbili, meðan arbeitt verður, ella at tað á annan hátt hevur rímiligan møguleika at nýta toilettið á savningarstaðnum. Er hetta ikki møguligt, skal verða víst á annað toilett, sum er bæði reint og nossligt og í nánd av arbeiðsplássinum.

Stk. 2. Í teimum førum, har vaski- og baðihentleikar ikki verða settir upp á sjálvum arbeiðsplássinum, skal tó altíð bera til at vaska sær í neyðturviligan mun. Tað skal somuleiðis vera møguligt at kunna vaska sær í heitum vatni og við serligum reinsievnum, um arbeiðið hevur við sær dálkingarvanda av evnum, sum kunnu vera smittandi, ella av evnum og tilfari, sum av trygdar- og heilsuávum mugu verða vaskað av húðini soleiðis, at tey ikki verða leidd aðrastaðni.

Stk. 3. Kvinnur og menn skulu annaðhvørt hava hvør sítt baði- og skiftirúm, ella tey skulu hava møguleika at skiftast um sama rúmið.

§ 11. Um ikki ber til at brúka hættirnar í § 10, av tí at arbeiðið t.d. er flutningur ella hevur flutning við sær langar leiðir, ella tað ikki er hóskandi at brúka savningarstað, so skal arbeiðsgevarin tryggja sær, at arbeiðsfólkið hevur atgongd til teir í § 9 kravdu hentleikar á øðrvísi og fulltryggan hátt.

Stk. 2. Abeiðsfólk mugu ikki verða biðin um at nýta hentleikar í sínum egna bústaði, um arbeiðið er serliga dálkandi og hevur við sær dálkingarvanda av smittandi evnum ella av evnum og tilfari, sum av trygdar- og heilsuávum ikki mega verða spjadd aðrastaðni.

Kapittul 5

Leiðbeiningar

§ 12. Stjórin fyri Arbeiðseftirlitið ger leiðbeiningar um innrætting av føstum arbeiðsplássum sambært omanfyri standandi reglum. Har verður nærri tilskilað, hvussu ásetingarnar í kunngerðini kunnu lúkast.

Stk. 2. Í nevndu leiðbeiningum kunnu nýtast ávísingar til normar og fyrisett mát, tá tað er týðiliga tilskila, hvørji hesi eru, herundir eisini við dagfesting.

Kapittul 6

Undantøk og kærumøguleiki

§ 13. Stjórin fyri Arbeiðseftirlitið kann, har ið serligar umstøður eru, geva undantaksloyvi frá reglunum í kunngerðini, tá tað kann metast rímiligt og ráðiligt, ella tá ið umstøðurnar tala fyri tí.

§ 14. Tær avgerðir, sum Arbeiðseftirlitið tekur, kunna kærast til landsstýrismannin innan 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið boð um avgerðina.

Stk. 2. Rættstundis kæra er steðgandi, til avgerð frá kærumyndugleikanum er tikin, ella til kærumyndugleikin tekur aðra avgerð. Kærur um avgerðir tiknar eftir § 59, stk. 2 í lógini eru ikki steððgandi.

Kapittul 17

Revsing

§ 15. Um ikki hægri revsing er heimilað sambært aðrari lóggávu, verður hann revsaður við bót, ið

1)   fremur brot á §§ 4 – 11,

2)   ikki ger eftir boðum sambært kunngerðini, ella

3)   setur til viks treytir fyri undantaksloyvi sambært kunngerðini.

Stk. 2. Fyri brot á §§ 4 – 11 kann arbeiðsgevari verða sektaður, sjálvt um brotið ikki kann roknast at verða gjørt við vilja ella av ósketni.

Stk. 3. Fyri brot, sum verða framd av løgfrøðiligum persóni, sum t.d. partafelag, lutafelag, kann løgfrøðiligi persónurin verða sektaður sum slíkur. Er brotið framt av landinum, einari kommunu ella einum kommunalum felagsskapi, kann landið, kommunan ella kommunali felagsskapurin verða sektað.

Kapittul 18

Gildiskoma

§ 16. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Vinnumálaráðið, 26/8- 2002

 

Bjarni Djurholm, (sign.)

Landsstýrismaður

/Arne Poulsen (sign.)