Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Mentamálaráðið
  • Útgávudagur: 07-06-2013
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2013 A - Kunngerð 79 frá 3. juni 2013
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

3. juni 2013Nr. 79

Kunngerð um hárfríðkaraútbúgving

Við heimild í § 4, stk. 1, § 8, stk. 3, § 14, stk. 1 og 2, § 17, stk. 2 og § 18 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 17. mai 2011, verður ásett:

Kapittul 1

Um útbúgvingini

§ 1. Í útbúgvingini til hárfríðkara fær næmingurin gjøgnum skúlagongd og verkliga læru vitan og førleikar innan hesi kjarnaøki:

1)   Hárklipping, hárseting, permanentviðgerð, hárliting og sminku umframt tekning av klippingum á kvinnum og monnum,

2)   tekniskar, ástøðiligar og almennar førleikar, sum við eftir- og framhaldsútbúgvingum kunnu menna persónligu førleikarnar,

3)   ráðgeving og kundatænasta,

4)   ráðlegging og útinnan av arbeiði við virðing fyri umhvørvinum og trygdini á arbeiðsplássinum og hjá brúkaranum, og

5)   stovnsetan av sjálvstøðugari fyritøku.

Kapittul 2

Útbúgvingartíð, bygnaður og innihald

§ 2. Útbúgvingin tekur 4 ár.

Stk. 2. Útbúgvingin er lutað sundur í verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd.

§ 3. Skúlagongdin, íroknað eitt sveinaroyndarskeið, er 55 vikur og verður skipað soleiðis:

1)   1. skúlaskeið, 2. skúlaskeið og 3. skúlaskeið 50 vikur tilsamans, og

2)   sveinaroyndarskeið, 5 vikur

Stk. 2. Skúlagongdin í 1.-3. skúlaskeiði fevnir um almennar lærugreinir, yrkislærugreinir og vallærugreinir. Skemalagda undirvísingartíðin er 1.800 pultstímar.

§ 4. Næmingurin skal hava 5 almennar lærugreinir. Almennu lærugreinirnar verða lagdar til rættis á hesum stigum og við hesum pultstímatali:

1)   Enskt E, 72 pultstímar.

2)   Føroyskt E, 72 pultstímar.

3)   Sálarfrøði E, 72 pultstímar.

4)   Virkisbúskapur E, 72 pultstímar.

5)   Vallærugrein E, 72 pultstímar.

Stk. 2. Skemalagda tímatalið til almennu lærugreinirnar er til samans 360 pultstímar, harav 72 pultstímar eru til eina vallærugrein, sum skúlin bjóðar út.

Stk. 3. Innihald og førleikamál í almennum lærugreinum verður lýst í námsætlanum fyri lærugreinirnar.

§ 5. Skemalagda tímatalið til yrkislærugreinir er til samans 1.337 pultstímar við hesum lærugreinum:

1)   Anatomi, fysiologi og ergonomi.

2)   Eldsløkking.

3)   Evnafrøðilig viðgerð.

4)   Faklig ástøði.

5)   Faklig tekning.

6)   Friseringsteknikkur.

7)   Fyrstahjálp.

8)   Fønturkan, føll ella bombage.

9)   Hárvask, hárbotnsmassaga, fønturkan, brýr og vippur.

10) Heilsurøkt.

11) Klippiteknikkur.

12) Langt hár og ekstensión.

13) Make up og manicura.

14) Permanentteknikkur.

15) Vistfrøðilig salong.

Stk. 2. Innihald og førleikamál í yrkislærugreinum verður lýst í námsætlanum fyri lærugreinirnar.

§ 6. Skemalagda tímatalið til vallærugreinir, sum eru yrkislærugreinir, er til samans 150 pultstímar.

Stk. 2. Innihald og førleikamál í vallærugreinum, sum eru yrkislærugreinir, verður lýst í námsætlanum fyri lærugreinirnar.

§ 7. Fyri hvørt skúlaskeiði skipar skúlin fyri eftirmeting í yrkislærugreinunum. Til hetta eru ásettir til samans 90 pultstímar.

Stk. 2. Eftirmetingin verður lýst í námsskipan fyri útbúgvingina ella í námsætlanini fyri einstøku lærugreinina.

§ 8. Innihaldið í verkligu læruni verður lýst í námsskipanini fyri útbúgvingina.

Kapittul 3

Førleikamál við útbúgvingarlok

§ 9. Førleikarnir, ið næmingurin skal hava ognað sær við útbúgvingarlok, eru, at hann dugir:

1)   At veita dygdargóða tænastu til viðskiftafólkið,

2)   at greiða úr hondum arbeiði við fyriliti í sjálvsreinføri og reinføri á hárfríðkanarstovuni,

3)   at greiða úr hondum hárvask, vippur- brúm,

4)   at greiða úr hondum fønturkan innan pivot point háttalag,

5)   at nýta ástøði innan vinnugreinina,

6)   at greiða úr hondum allar evnafrøðiligar viðgerðir,

7)   at klippa og skera hár,

8)   at leggja dag- og kvøldmakeup og fremja handa- og naglarøkt,

9)   at nýta pivot point yrkisfrøðimál sum altjóða yrkismál,

10) at nýta nýskapandi førleikar,

11) at greiða úr hondum dagligu bókhaldsskyldurnar í egnari fyritøku,

12) at nýta tær grønu vørurnar við tilhoyrandi ástøði,

13) at festa ekstensión/leyst hár,

14) at greiða úr hondum tey nýggjastu kvinnu og mannfólka hársniðini,

15) at greiða úr hondum brúðar- og veitsluhár, og

16) at laga seg eftir nýggjastu tøknini og rákinum innan vinnugreinina og at leita fram upplýsingar um hetta.

Kapittul 4

Sveinaroynd

§ 10. Eftir 3. skúlaskeið skipar skúlin fyri einum sveinaroyndarskeiði, ið varir 5 vikur sbrt. § 3, stk. 1, nr. 2.

Stk. 2. Fyri at innskriva seg til sveinaroyndarskeiðið skal næmingurin hava staðið 1.-3. skúlaskeið sbrt. kunngerð um felags reglur fyri yrkisútbúgvingar og hava góðkendan lærusáttmála.

Stk. 3. Sveinaroyndarskeiðið fevnir um tveir høvuðslutir:

1)   Skemaløgd undirvísing í yrkislærugreinum á 137 pultstímar, lutað á 19 dagar, og

2)   sveinaroynd, ið fevnir um ein ástøðiligan part og ein verkligan part, sum taka støði í førleikamálunum í útbúgvingini.

§ 11. Ástøðiligi parturin av sveinaroyndini fevnir um eina skrivliga roynd. Til skrivligu royndina fær næmingurin 4 klokkutímar. Eingir hjálparmiðlar eru loyvdir.

Stk. 2. Ein lærari og tveir metingardómarar døma skrivligu royndina.

Stk. 3. Givið verður eitt próvtal fyri skrivligu royndina.

Stk. 4. Fyri at standa ástøðiliga partin av sveinaroyndini, skal næmingurin hava fingið í minsta lagi próvtalið 02 fyri skrivligu royndina.

§ 12. Verkligi parturin av sveinaroyndini fevnir um eina handaliga uppgávu við greinum innan yrkið.

Stk. 2. Fyri at sleppa til verkligu royndina skal næmingurin hava staðið ástøðiliga partin av sveinaroyndini.

Stk. 3. Næmingurin fær 16 klokkutímar lutaðar á 2 dagar til verkligu royndina.

Stk. 4. Meðan næmingurin arbeiðir við uppgávuni, kann hann verða biðin um munnliga at greiða frá arbeiðsgongdini í mun til uppgávuloysnina.

Stk. 5. Ein lærari og tveir metingardómarar døma verkligu royndina. Metingardómararnir skulu vera hjástaddir,  meðan næmingarnir arbeiða við verkligu royndini.

Stk. 6. Við støði í próvtølunum fyri hvørja grein sær verður givið eitt miðalpróvtal fyri verkligu royndina.

Stk. 7. Fyri at standa verkliga partin av sveinaroyndini, skal næmingurin hava fingið í minsta lagi próvtalið 02 fyri verkligu royndina.

§ 13. Endaliga sveinaroyndarpróvtalið verður roknað sum eitt vektað miðaltal av próvtalinum fyri ástøðiliga partin og próvtalinum fyri verkliga partin av sveinaroyndini. Próvtalið fyri ástøðiliga partin skal vektast við ¼ og próvtalið fyri verkliga partin vektast við ¾.

§ 14. Við lokna útbúgving fær næmingurin útflýggjað sveinabræv, sum váttan fyri, at hann hevur fingið førleikar innan útbúgvingina.

Kapittul 5

Gildiskoma

§ 15. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri næmingar, sum byrja í skipanini skúlaárið 2013/2014 ella seinni.

 

 

Mentamálaráðið, 3. juni 2013

 

Bjørn Kalsø (sign.)
landsstýrismaður

/ Poul Geert Hansen (sign.)