Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
4. juni 2014Nr. 79
Kunngerð um útbúgving til tilvirkisatstøðing
(Tilvirkis-kunngerðin)
Við heimild í § 1, § 5, stk. 2, § 8, stk. 2 og 4, § 9, stk. 1, § 10, stk. 2, § 12 og § 14 í løgtingslóg nr. 41 frá 23. apríl 1999 um støðisútbúgving innan tøkni, sum broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 8. mai 2012, verður ásett:
Kapittul 1
Um útbúgvingina
§ 1. Útbúgvingin, tilvirkisatstøðingur, er støðið undir víðari tøkniligari útbúgving og endar við sjálvstøðugum prógvi.
Stk. 2. Yvirskipaða endamálið við útbúgvingini er at geva næminginum gjøgnum skúlagongd vitan og førleika innan hesi yvirskipaðu førleikaøki:
1) At vera førur fyri at samskifta fakliga og persónliga,
2) at taka fyrilit fyri arbeiðsumhvørvi við atliti at uppgávum á útbúgvingarøkinum,
3) at virka og samvirka í toymum og loysa faklig mál sjálvstøðugt ella í toymi,
4) at duga at arbeiða við fyriliti fyri arbeiðsumhvørvi, trygd og tíðarnýtslu,
5) at sýna innovativar og kreativar førleikar í sambandi við føroyskt tilfeingi,
6) at nema sær kunnleika um kunningartøkniligu amboðini innan útbúgvingarøkið,
7) at nema sær kunnleika um arbeiðshættir, røtt amboð og rættan útbúnað,
8) at hava førleika at sniðgeva og vørumenna framleiðslu innan útbúgvingarøkið,
9) at hava førleika at fremja sjálvstøðugt innaneftirlit,
10) at nema sær kunnleika um útlendska og serliga føroyska mentan og siðvenju innan tilvirkisyrkið og
11) at gagnnýta ástøðiligu vitanina í starvsvenjingarpartinum av útbúgvingini.
Stk. 3. Førleikamálini í einstøku lærugreinunum eru ásett í námsætlanunum.
Kapittul 2
Útbúgvingartíð, bygnaður og innihald
§ 2. Útbúgvingin til tilvirkisatstøðing er ásett til 2 ár.
Stk. 2. Eftir lokna útbúgving fær næmingurin prógv sum tilvirkisatstøðingur.
§ 3. Lærugreinirnar í útbúgvingini eru býttar upp í almennar lærugreinir, yrkislærugreinir og vallærugreinir, venjingaruppgávur og verkætlanaruppgávur og starvsvenjing við tilsamans umleið 1440 tímum árliga.
Stk. 2. Viðkomandi yrkisnevnd góðkennir námsætlanirnar fyri yrkislærugreinirnar og vallærugreinirnar.
Stk. 3. Við støði í góðkendu yvirskipaðu námsætlanunum í yrkis- og vallærugreinunum skal skúlin gera ítøkiligar undirvísingarætlanir, sum greitt lýsa, hvussu málini, ið ásett eru í yvirskipaðu námsætlanunum, verða rokkin.
§ 4. Almennar lærugreinir skulu miða ímóti at stuðla tann yrkisliga partin og verða lagdar til rættis við til samans 790 pultstímum:
1) Enskt C, 123 pultstímar.
2) Føroyskt C, 140 pultstímar.
3) Støddfrøði C, 175 pultstímar.
4) Kunningartøkni C, 105 pultstímar.
5) Myndlist C, 105 pultstímar.
6) Stílmenning C, 140 pultstímar.
1)
§ 5. Yrkis- og vallærugreinir skulu miða ímóti at menna tann fakliga førleikan, ið sermerkir tilvirkisatstøðisútbúgvingina. Harumframt skulu lærugreinirnar nøkta áhugamál næmingsins og krøvini fyri upptøku til framhaldandi útbúgving. Hesar verða lagdar til rættis við 1698 pultstímum tilsamans:
1) Tilfeingislæra.
2) Tóvirkisamboð.
3) Tilfarslæra.
4) Dokumentatión.
5) Arbeiðsumhvørvi.
6) Rávørumenning.
7) Vøruframleiðsla.
8) Búfrøði.
9) Úrtøkumentan, vallærugrein.
10) 1. hjálp og eldsløkking.
§ 6. Aðrir tímar verða lagdir til rættis við hesum tímatalinum:
1) Próvtøkur, 72 pultstímar.
2) Starvsvenjing, 160 klokkutímar.
3) Verkætlanir o.a., 140 pultstímar.
Kapittul 3
Eftirmeting
§ 7. Støðumet og ársmet verða givin í øllum almennum lærugreinum.
Stk. 2. Støðumet og ársmet verða givin í yrkis- og vallærugreinum við 60 pultstímum ella meira.
Stk. 3. Aðrar yrkis- og vallærugreinir enn tær, ið nevndar eru í stk. 2, verða eftirmettar sum partar av verkætlanarpróvtøkuni, samanber § 10, stk. 4 og 5.
Kapittul 4
Próvtøkur
§ 8. Fyri at næmingur kann verða innskrivaður til próvtøku, skal miðaltal hansara av øllum ársmetunum vera í minsta lagi 02.
§ 9. Næmingar fara til próvtøku í almennum lærugreinum sambært námsætlanum.
Stk. 2. Í yrkislærugreinum verður próvtøka framd í einari minni verkætlan.
§ 10. Verkætlanin sambært § 9, stk. 2 er próvtøka í yrkislærugreinum og skal hava støði í einum ella fleiri av førleikamálunum í útbúgvingini, sbr. § 3.
Stk. 2. 4 vikur áðrenn próvtøkuna í yrkis- og vallærugreinum skal næmingur velja eina verkætlanaruppgávu, ið skúlin hevur lagt til rættis.
Stk. 3. Undir próvtøkuni hevur hvør næmingur sær eina framløgu í 15 minuttir av valdu verkætlanaruppgávuni. Umframt próvhoyring í sjálvari verkætlanini, kann próvhoyringin eisini fevna um aðrar partar av yrkis- og vallærugreinunum.
Stk. 4. Fyri verkætlanina og fyri próvhoyringarpartin geva 2 próvdómarar, sum yrkisnevndafyrisitingin hevur tilnevnt, og avvarðandi lærari í felag 1 próvtal.
Stk. 5. Í dømingini av verkætlanaruppgávuni verða partarnir í uppgávuni vektaðir soleiðis:
1) Handverksligur partur 60%.
2) Tekniskur partur 35%.
3) Munnlig framløga 5%.
§ 11. Próvtøkuúrslitið í 1. og 2. árinum verður roknað út soleiðis:
1) Eitt miðaltal verður roknað av øllum ársmetum í almennum lærugreinum og í yrkis- og vallærugreinum við 60 pultstímum ella meira. Hetta miðaltalið skal vera í minsta lagi 02,
2) eitt miðaltal verður roknað av próvtølum í almennum lærugreinum og av fluttum ársmetum í almennum lærugreinum og í yrkis- og vallærugreinum við 60 pultstímum ella meira. Hetta miðaltalið skal vera í minsta lagi 02,
3) eitt miðaltal verður roknað av nr. 1 og nr. 2,
4) próvtalið í støðisverkætlanini skal vera í minsta lagi 02,
5) endaliga próvtøkuúrslitið verður roknað sum miðaltalið av nr. 3 og nr. 4,
6) próvtøkan er staðin, um endaliga próvtøkuúrslitið er í minsta lagi 02.
§ 12. Næmingur, sum ikki hevur staðið samlaðu próvtøkuna, kann fáa útflýggjað skjalváttan fyri at hava staðið próvtøku í støkum lærugreinum, um næmingurin hevur fingið í minsta lagi próvtalið 02 í lærugreinunum.
Stk. 2. Skúlastjórin undirskrivar skjalváttan sbrt. stk. 1.
Kapittul 5
Gildiskoma
§ 13. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri næmingar, sum byrja í skipanini skúlaárið 2014/2015 ella seinni.
Mentamálaráðið, 4. juni 2014
Bjørn Kalsø (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Gert Hansen (sign.)