Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. august 2008Nr. 79
Kunngerð um at leggja kærmyndugleikan eftir ymsum løgtingslógum til Vinnukærunevndina, sum seinast broytt við kunngerð nr. 10 frá 5. februar 2018
1) 2) Við heimild í § 7 a í løgtingslóg nr. 51 frá 25. juli 1972 um landsvegir, sum broytt við § 16 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, § 64 m, stk. 2 í løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988 um ferðslu, sum broytt við § 17 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, § 32 í løgtingslóg nr. 40 frá 23. apríl 1999 um djóralæknavirksemi v.m, sum broytt við § 14 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, § 46, stk. 1 í løgtingslóg nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur, sum broytt við § 13 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, § 20 a í løgtingslóg nr. 135 frá 18. oktober 2001 um postvirksemi, sum broytt við § 9 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, § 3, stk. 1 í løgtingslóg nr. 58 frá 22. apríl 2003 um innflutning og hald av vandamiklum djórum o.ø., sum broytt við § 15 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, § 18 í løgtingslóg nr. 59 frá 7. juni 2007 um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin), sum broytt við § 10 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, § 2, stk. 3 í løgtingslóg nr. 103 frá 20. november 2007 um ognartøku og avhendan til flogferðsluendamál og § 24 í løgtingslóg nr. 83 frá 25. mai 2009 um aling av fiski v.m., verður ásett:
§ 1. Avgerðir, sum Posteftirlitið hevur tikið eftir løgtingslóg um postvirkemi ella reglum, settum við heimild í lógini, kunnu kærast til Vinnukæruevndina.
§ 2. 3) 2) Avgerðir, tiknar eftir løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni ella eftir reglum, settar sbrt. løgtingslógini, kunnu kærast til Vinnukærunevndina.
Stk. 2. 2) Avgerðir, tiknar eftir § 16 í løgtingslógini og avgerðir, tiknar eftir reglum, settar sbrt. § 16 í løgtingslógini, kunnu ikki kærast til Vinnukærunevndina.
§ 3. 3) Avgerðir, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur tikið eftir løgtingslóg um aling av fiski v.m. ella reglum, settum smbrt. lógini, kunnu kærast til Vinnukærunevndina.
§ 4. 1) 3) Avgerðir, sum Landsverk hevur tikið eftir løgtingslóg um landsvegir ella reglum, settum smbrt. lógini, kunnu kærast til Vinnukærunevndina.
§ 5. Avgerðir, sum Landsverk hevur tikið eftir løgtingslóg um ognartøku og avhendan til flogferðsluendamál, kunnu kærast til Vinnukærunevndina.
§ 6. Avgerðir, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur tikið eftir løgtingslóg um djórasjúkur ella reglum, settum smbrt. djórasjúkulógini, kunnu kærast til Vinnukærunevndina.
§ 7. Avgerðir, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur tikið eftir løgtingslóg um djóralæknavirksemi ella reglum, settum smbrt. lógini, kunnu kærast til Vinnukærunevndina.
§ 8. Avgerðir, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur tikið eftir løgtingslóg um innflutning og hald av vandamiklum djórum ella reglum, settum smbrt. lógini, kunnu kærast til Vinnukærunevndina.
§ 9. Avgerðir, sum Akstovan hevur tikið eftir løgtingslóg um ferðslu ella reglum, settum smbrt. lógini, kunnu kærast til Vinnukærunevndina.
§ 10. Henda kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 28. august 2008
Bjørt Samuelsen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Arne Poulsen (sign.)