Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
5. februar 2003Nr. 8
Kunngerð um broyting í kunngerð um innaneftirlit
§ 1
Í kunngerð nr. 114 frá 15. august 2001 um innaneftirlit verða hesar broytingar gjørdar:
1) § 1 verður orðað soleiðis: “Fyritøkur og skip, løggildað sambært § 30 matvørulógini ella § 5, stk. 2 ella § 12 í kunngerð um viðgerð, keyp og sølu v.m. av fiski og fiskavørum á landi - feskfiskaskip tó undantikin - skulu hava eitt innaneftirlit.”
2) Í § 3, stk. 1, litra 2 fellur orðingin “Heilsufrøðiliga Starvsstovan ger reglugerð, sum tekur samanum aðalreglurnar í HACCP” burtur.
3) Í § 3, stk. 2 verður orðingin “góðskuskoða” broytt til: “eftirmeta”.
4) Í § 6, litra 3 verður sett inn sum 2. pkt.: “Starvstovurnar skulu vera góðkendar av føroyskum myndugleika, ES-myndugleika ella myndugleika í einum landi, sum fylgir ES-reglum á hesum øki.”
5) Í § 9 verður orðingin “(VLS)” broytt til “(VSL)”.
6) Í § 9, litra 5 verður orðingin “umsjón/eygleiðing” broytt til “yvirvøka”.
7) § 9, litra 6 verður orðað soleiðis: “Rættandi atgerð.”
8) § 9, litra 8 verður orðað soleiðis: “Ásannan.”
§ 2
Kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 5. februar 2003
Bjarni Djurholm (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)