6. februar 2023Nr. 8
Kunngerð um broyting í kunngerð um endurgjald fyri ferðing til og frá serlækna, kommunulæknavaktini og ljósmóður
(Kærumyndugleikin broytist frá kærunevndini í almanna- og heilsumálum til Føroya Kærustovn)
§ 1
Í kunngerð nr. 115 frá 4. desember 2012 um endurgjald fyri ferðing til og frá serlækna, kommunulæknavaktini og ljósmóður verður í § 6 “Kærunevndina í almanna- og heilsumálum” broytt til: “Føroya Kærustovn”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Heilsumálaráðið, 6. februar 2023
Margit Stórá (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)