Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
11. februar 2020Nr. 8
Kunngerð um loyvi til royndarfiskiskap, sum seinast broytt við kunngerð nr. 168 frá 21. desember 2022
1) Við heimild í § 34, stk. 2, nr. 1, 2, 4 og 10, § 50, stk. 6 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020, løgtingslóg nr. 71 frá 5. mai 2021 og løgtingslóg nr. 170 frá 21. desember 2021, verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin ásetir mannagongd og treytir í sambandi við loyvi til royndarfiskiskap í og uttan fyri føroyskan sjógv.
§ 2. Serstakt fiskiloyvi til royndarfiskiskap kann latast fiskifari sum partur í verkætlan, sum hevur eitt menningarmál og nýskapanarmál ella til fiskiskap, sum er liður í eini undirvísingarætlan, sbrt. § 4.
§ 3. Royndarfiskiskapur er at royna eftir fiskasløgum og øðrum livandi tilfeingi í sjónum, ið ikki verður gagnnýtt vinnuliga. Royndarfiskiskapur kann eisini vera at royna eftir fiskasløgum, ið verða gagnnýtt, har ætlanin er at fáa virðisøking av tilfeinginum.
Stk. 2. Royndarfiskiskapur kann fevna um at royna nýggjan reiðskap, at royna nýggjar fiskileiðir, at royna onnur tíðarskeið ella aðrar veiðitíðir o.a., ella at útvega lívfrøðiliga, vistfrøðiliga og tekniska vitan, sum ikki finst frammanundan, og sum kann vera ein liður í at menna vinnuligan fiskiskap.
Loyvi til royndarfiskiskap
§ 4. 1) Royndarfiskiskapur kann bert fara fram við fiskifari undir føroyskum flaggi, sum hevur fingið serstakt fiskiloyvi til royndarfiskiskap sbrt. § 50, stk. 1 í løgtingslógini.
Stk. 2. 1) Landsstýrismaðurin kann í serligum førum geva undantak frá kravinum um føroyskt skrásett fiskifar til royndarfiskiskap, um eitt nú fiskifør ella serlig tøkni ikki er tøk í føroyska fiskiflotanum sbrt. § 50, stk. 2 í løgtingslógini.
Skrivlig umsókn
§ 5. Persónur ella felag, sum ætlar at fara undir royndarfiskiskap sambært hesi kunngerð, skal senda Fiskimálaráðnum skrivliga umsókn um loyvi til royndarfiskiskap. Í umsóknini um loyvi til royndarfiskiskap skal minst vera upplýst:
1) navn á persóni ella felagi, sum stendur fyri royndunum,
2) navn á fiskifari, ið royndarfiskiskapurin skal fara fram við,
3) endamálið við royndunum,
4) arbeiðsskrá við upplýsingum um, hvørji fiskasløg, djórasløg ella plantusløg ætlanin er at royna eftir. Útgreinað tíðarætlan saman við frágreiðing um reiðskap og tøkni, sum ætlanin er at brúka, hvørjar leiðir verða troyttar, veiðitíð, veiðiorku, skráseting av veiðu, upplýsingar um viðbreknar vistskipanir o.a.,
5) frágreiðing um, hvussu veiðan kemur til høldar,
6) frágreiðing, sum lýsir øll lið frá veiðu til sølu, so sum veiðu, hagreiðing, goyming, flutning, marknaðarføring og sølu,
7) mettur kostnaður og møgulig fígging av royndunum, og
8) frágreiðing um, hvussu royndirnar ætlandi verða skjalfestar, so til ber at eftirmeta tær og almannakunngera úrslit frá royndunum.
Stk. 2. Umsókn um loyvi til royndarfiskiskap kann latast á serstakum oyðiblaði, sum er tøkt á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum.
Viðgerð av umsóknum
§ 6. Umsóknir um loyvi til royndarfiskiskap verða latnar Havstovuni til ummælis til tess at meta um lívfrøðiliga partin av royndunum, sbrt. § 5, stk. 1, nr. 3, 4 og 8.
Stk. 2. Fiskimálaráðið tekur endaliga avgerð til innkomnar umsóknir. Í viðgerðini leggur Fiskimálaráðið serligan dent á í hvønn mun:
1) Havstovan hevur mett um og viðmælt royndunum,
2) at líkindi eru fyri, at umsøkjarin er førur fyri at fremja royndirnar til ásettu tíð, sum lýst í arbeiðsskránni, og
3) at talan er um royndir, sum stuðla undir at fjøltátta vinnuligan fiskiskap.
Almennar reglur fyri loyvi til royndarfiskiskap
§ 7. 2) 1) Loyvi til royndarfiskiskap kann í mesta lagi latast til somu royndarverkætlan og víðarimenning av hesi í samanlagt fimm ár, sbrt. § 50, stk. 3, 1. pkt. í løgtingslógini. Hvørt loyvisskeið kann tó í mesta lagi vara eitt ár í senn, og neyðugt er at søkja um nýtt loyvi til hvørt loyvisskeið, sbrt. § 50, stk. 3, 2. pkt. í løgtingslógini.
Stk. 2. Árliga loyvið til royndarfiskiskap verður bert endurnýggjað, um treytirnar í loyvinum eru hildnar.
§ 8. Í loyvinum til royndarfiskiskap skulu setast treytir um:
1) nær royndirnar í seinasta lagi skulu byrja,
2) at royndirnar skulu útinnast sambært arbeiðsskránni og ásettu treytunum í loyvinum, og nágreinilig dagbók skal førast yvir gjørdar royndir eftir leiðbeining frá Havstovuni,
3) at sýni og stakroyndir skulu takast av veiðuni, og kanningar gerast av veiðuni eftir ynski og leiðbeining frá Havstovuni,
4) at fólk frá Havstovuni, Fiskiveiðieftirlitinum ella aðrir av Fiskimálaráðnum uppnevndir persónar, kunnu vera umborð sum eygleiðarar við fiskifarinum, sum ger royndirnar. Fiskifarið ber allar útreiðslur av at hava eygleiðara umborð. Eygleiðarar hava loyvi at nýta samskiftisútgerðina umborð til tess at hava samband við Fiskiveiðieftirlitið, Havstovuna og við aðrar myndugleikar,
5) at tann, ið stendur fyri royndunum, útvegar sjálvur fígging og ber allar útreiðslur av royndunum, og
6) at royndarfiskiskapurin skal ikki vera øðrum fiskiskapi til ampa o.a.
Stk. 2. Eru treytirnar í royndarloyvinum ikki loknar, kann royndarloyvið takast aftur.
Frágreiðing um royndarfiskiskapin
§ 9. 1) Í sambandi við, at serstaka fiskiloyvið til royndarfiskiskap kann verða endurnýggjað á hvørjum ári í upp til fimm ár, skal teldutøk frágreiðing um royndarfiskiskapin latast Fiskimálaráðnum. Frágreiðingin skal innihalda gongd og niðurstøður frá royndarfiskiskapinum, umframt avrit av nágreiniligu dagbókini sbrt. § 8, stk. 1, nr. 2.
Stk. 2. 1) Frágreiðing um royndarfiskiskapin í einum álmanakkaári skal latast inn í seinasta lagi 1. februar árið eftir.
Stk. 3. 1) Frágreiðingin er partur av metingini um endurnýggjan av loyvinum sbrt. hesi kunngerð.
Fráboðanir
§ 10. Fiskimálaráðið kann í loyvið til royndarfiskiskap seta treytir um, hvussu fráboðanir um fiskiskapin skulu latast.
Revsing
§ 11. Brot á § 4, stk. 1 og treytir settar sambært §§ 8 og 10 verða revsað við sekt, um ikki harðari revsing er ásett eftir aðrari lóg.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Gildiskoma og skiftisreglur
§ 12. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer kunngerð nr. 149 frá 22. november 2018 um loyvi til royndarfiskiskap úr gildi.
Stk. 2. Loyvi til royndarfiskiskap, sum eru galdandi, tá kunngerðin kemur í gildi, halda áfram sambært treytunum í loyvinum.
Stk. 3. Persónur ella felag, sum í 2019 hevur havt fiskiloyvi til royndarfiskiskap til ávísa royndarverkætlan, er til hesa verkætlan undantikin kravinum um veiðiloyvi, sbrt. § 50, stk. 2, 2. pkt. í løgtingslógini.
Fiskimálaráðið, 11. februar 2020
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)