12. februar 2019Nr. 8
Kunngerð um broyting í kunngerð um virknisvenjing, arbeiðsbúgving, tillagað starv, leiðbeinaraskipan o.a.
(Eftirlønargjald, frítíðarløn og arbeiðsmarknaðargjøld leggjast aftrat endurgjaldi fyri leiðbeinaraskipan)
§ 1
Í kunngerð nr. 114 frá 27. november 2012 um virknisvenjing, arbeiðsbúgving, tillagað starv, leiðbeinaraskipan o.a., sum broytt við kunngerð nr. 24 frá 23. mars 2017, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 7, stk. 2 verður “stk. 5” broytt til: “stk. 3”.
2. Í § 7, stk. 5 verður “stk. 5” broytt til: “stk. 3”.
3. Í § 8, stk. 3 verður 2. pkt. strikað.
4. Í § 10 verður “Kærunevndina í almanna- og heilsumálum” broytt til: “Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Almannamálaráðið, 12. februar 2019
Eyðgunn Samuelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)