Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. februar 2007Nr. 8
Kunngerð um broyting í kunngerð um skeinkingarloyvi
§ 1
Í kunngerð nr. 60 frá 7. mai 1992 um skeinkingarloyvi verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 6 verður innsett sum nýtt stk. 2:
“Stk. 2. Loyvisnevndin kann loyva loyvishavara at skeinkja uttandura á avmarkaðum øki uppat skeinkingarloyvisstaðnum, har skeinkingarloyvi er givið eftir § 1. Áðrenn loyvi verður latið, skal ummæli vera fingið til vega frá kommunalu myndugleikunum á staðnum og løgregluni.”
2) § 7 verður orðað soleiðis:
“§ 7. Loyvishavari hevur skyldu til at ansa eftir, at rúsdrekka ikki verður latið út úr húsunum, smb. tó § 6, stk. 2, og at rúsdrekka bara verður flýggjað gestunum í íløtum at drekka úr á staðnum. Loyvisnevndin kann tó loyva matstovum, ið hava skeinkingarloyvi at selja rúsdrekka út úr húsinum til móttøkur og veitslur saman við tilgjørdum mati og í lutfalsligari nøgd. Tað er tó ein treyt, at bílegging er framd í minsta lagi eina viku frammanundan, at tiltakið verður hildið.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 13. februar 2007
Bjarni Djurholm (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)