19. januar 2011Nr. 8
Fráboðan frá løgmanni um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar
§ 1
Í fráboðan løgmans nr. 84 frá 30. september 2008 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum seinast broytt við fráboðan nr. 115 frá 10. desember 2010, verður gjørd tann broyting í § 1, stk. 1 og § 1, stk. 2, at “Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin, Sørvágur” fer úr embæti sum varaløgmaður og landsstýrismaður í uttanríkismálum, og í staðin kemur “Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin, Akrar”.
§ 2
Fráboðanin fær gildi 19. januar 2011.
Í Tinganesi 19. januar 2011
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)