26. januar 1999Nr. 8
Kunngerð um broyting í kunngerð um tíðaravmarkað veiðubann á gýtingarleiðum fyri skip úr Noreg og ES-londum
§ 1
Í kunngerð nr. 18 frá 16. februar 1998 um tíðaravmarkað veiðubann á gýtingarleiðum fyri skip úr Noreg og ES-londum verður § 1, 1. punktum orðað soleiðis:
“Umframt tær ásetingar, sum eru gjørdar í kunngerð nr. 7 frá 26. januar 1999 um ES-fiskiskapin á ytru landleiðini eftir botnfiski og í kunngerð nr. 34 frá 8. mars 1995 um norska fiskiveiðu á ytru landleiðini við seinni broytingum er ikki loyvt skipum úr ES-londum ella úr Noreg at veiða á leiðum við reiðskapi í tíðarskeiði, sum niðanfyri tilskilað.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálastýrið, 26. januar 1999
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Heðin Weihe (sign.)