1. august 1991Nr. 80
Kunngerð um veiting av næmingastudningi til Húsarhaldsskúla Føroya
Við heimild í § 4 í løgtingslóg nr. 47 frá 9. mai 1976 um stuðul til Húsarhaldsskúlar verður henda reglugerð fyrisett.
§ 1. Stuðulsstovnurin umsitur næmingastudningar til næmingar á Húsarhaldsskúla Føroya.
§ 2. Studningurin verður veittur av teirri upphædd, sum á hvørjum ári verður avsett á løgtingsfíggjarlóg til hetta endamál, undir húsarhaldsskúlar.
§ 3. Upphæddin, ið latin verður næmingunum, er ikki treytað av inntøku næminganna ella foreldranna.
§ 4. Studningurin er eins fyri allar næmingar – og kann í mesta lagi vera kr. 2.000,00 – um mánaðin.
§ 5. Studningurin verður útgoldin mánaðarliga eftir umsókn frá Húsarhaldsskúla Føroya. Umsóknin skal vera undirskrivað av teimum næmingum, studningurin verður søktur til.