Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Mentamálaráðið
  • Útgávudagur: 07-06-2013
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2013 A - Kunngerð 80 frá 3. juni 2013
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

3. juni 2013Nr. 80

Kunngerð um elektrikaraútbúgving

Við heimild í § 4, stk. 1, § 8, stk. 3, § 14, stk. 1 og 2, § 17, stk. 2 og § 18 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 17. mai 2011, verður ásett:

Kapittul 1

Um útbúgvingina

§ 1. Í útbúgvingini til elektrikara fær næmingurin gjøgnum skúlagongd og verkliga læru vitan og førleikar innan hesi kjarnaøki:

1)   Innlegging, ígongdsetan, finna brek og røkt av innleggingum innan bústaðir og vinnu,

2)   innlegging, forritan, ígongdsetan, finna brek og røkt av sjálvvirkandi útbúnaði og neti innan bústaðir og vinnu,

3)   innlegging av tele-, dáta- og tryggingarútbúnaði og tilhoyrandi neti innan bústaðir og vinnu,

4)   íbinding av innleggingum í veitingarkervi,

5)   ráðgeving og kundatænasta,

6)   ráðlegging, samskipan og útinnan av arbeiði í samstarvi við onnur yrki á arbeiðsplássinum, og

7)   ráðlegging og útinnan av arbeiði við virðing fyri umhvørvinum og trygdini á arbeiðsplássinum og hjá brúkaranum.

Kapittul 2

Útbúgvingartíð, bygnaður og innihald

§ 2. Útbúgvingin tekur 4 ár.

Stk. 2. Útbúgvingin er lutað sundur í verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd.

Stk. 3. Útbúni elektrikarin hevur sergrein í innleggingartøkni.

§ 3. Skúlagongdin, íroknað eitt sveinaroyndarskeið, er 55 vikur og verður skipað soleiðis:

1)   1. skúlaskeið, 2. skúlaskeið og 3. skúlaskeið 50 vikur tilsamans, og

2)   sveinaroyndarskeið, 5 vikur.

Stk. 2. Skúlagongdin í 1.-3. skúlaskeiði fevnir um almennar lærugreinir, yrkislærugreinir og vallærugreinir. Skemalagda undirvísingartíðin er 1.800 pultstímar.

§ 4. Næmingurin skal hava 5 almennar lærugreinir. Almennu lærugreinirnar verða lagdar til rættis á hesum stigum og við hesum pultstímatali:

1)   Alisfrøði E, 72 pultstímar.

2)   Enskt E, 72 pultstímar.

3)   Føroyskt E, 72 pultstímar.

4)   Støddfrøði E, 72 pultstímar.

5)   Vallærugrein E, 72 pultstímar.

Stk. 2. Skemalagda tímatalið til almennu lærugreinirnar er til samans 360 pultstímar, harav 72 pultstímar eru til eina vallærugrein, sum verður boðin út á skúlanum.

Stk. 3. Innihald og førleikamál í almennum lærugreinum verður lýst í námsætlanum fyri lærugreinirnar.

§ 5. Skemalagda tímatalið til yrkislærugreinir er til samans 1.242 pultstímar við hesum lærugreinum:

1)   Arbeiðsumhvørvi.

2)   Diagramlæra.

3)   Dimensionering.

4)   Eldsløkking.

5)   Elektrotøkni.

6)   Fyrstahjálp.

7)   Góðskustýring.

8)   Innleggingar.

9)   Ljósskipanir.

10) Maskininnleggingar.

11) Orkutøkni.

12) Ravmagnslæra.

13) Stýringar.

14) Vitugar innleggingar.

Stk. 2. Innihald og førleikamál í yrkislærugreinum verður lýst í námsætlanum fyri lærugreinirnar.

§ 6. Skemalagda tímatalið til vallærugreinir, sum eru yrkislærugreinir, er til samans 150 pultstímar.

Stk. 2. Innihald og førleikamál í vallærugreinum, sum eru yrkislærugreinir, verður lýst í námsætlanum fyri lærugreinirnar.

§ 7. Fyri hvørt skúlaskeiði skipar skúlin fyri eftirmeting í yrkislærugreinunum. Til hetta eru ásettir til samans 48 pultstímar.

Stk. 2. Eftirmetingin verður lýst í námsskipan fyri útbúgvingina.

§ 8. Innihaldið í verkligu læruni verður lýst í námsskipanini fyri útbúgvingina.

Kapittul 3

Førleikamál við útbúgvingarlok

§ 9. Førleikarnir, ið næmingurin skal hava ognað sær við útbúgvingarlok, eru, at hann dugir:

1)   At greiða úr hondum arbeiði við støði í galdandi reglum um trygd og arbeiðsumhvørvi,

2)   at greiða úr hondum arbeiði á ella nær við spenningsleysa og spenningsleiðandi innlegging, talvuútbúnað og kaðalskáp,

3)   at menna arbeiðsgongdir og innleggingarloysnir innan yrkið,

4)   at greiða úr hondum innleggingar, sjálvvirkandi útbúnað og byggja upp smærri bólka- og stýritalvur innan bústaðir og vinnu og harafturat seta til brúkslutir sambært galdandi reglum og tryggja, at meginreglurnar fyri innlegging verða fylgdar,

5)   at góðskutryggja, undir hesum fremja viðkomandi mátingar og brúka útgerð á rættan hátt í sambandi við roynd og eftirskoðan av innlegginum, og harafturat evna til og umsita skjalfestingar, brúkaraleiðbeiningar og røktarætlanir,

6)   at greiða úr hondum jørð- og afturjavningarsamband,

7)   at greiða úr hondum viðlíkahald og skipaða leiting eftir breki, fyri síðani at betra um innleggingar og brúkslutir,

8)   at leggja káplar til dátunet og harafturat leggja inn tráðleyst net sambært galdandi reglum,

9)   at dimensionera stikk-, høvuðs- og bólkaleidningar, bólkatalvur, ljós- og kraftinnleggingar og harafturat maskininnleggingar,

10) at brúka kunningartøkni til viðkomandi arbeiðsuppgávur,

11) at ráðgeva og vegleiða brúkaran um, hvussu útbúnaður og innleggingar virka,

12) at samskifta um arbeiðsstøðuna,

13) at greiða úr hondum smærri sjálvvirkandi útbúnað, har ímillum at seta til 1- og 3-fasu brúkslutir, motorar við ymiskum stýringum og koplingum við støði í vitanini um teir vanligastu følararnar og rele-ini,

14) at leggja inn, stýra, regulera og finna brek og veita tænastu og viðlíkahald á ljósbúnað innan bústaðir og vinnu,

15) at greiða úr hondum íbindingar á veitingarkervi,

16) at ráðgeva um og fremja orkumenning sambært galdandi krøvum,

17) at leggja inn, forrita, viðlíkahalda og finna brek á sjálvvirkandi útbúnaði, undir hesum greiða úr hondum maskininnleggingar,

18) at tilevna og rokna út ljósinnleggingar við atliti at hentleika, umhvørvi og orku,

19) at leggja inn, forrita, viðlíkahalda og finna brek á sjálvvirkandi útbúnað innan bústaðir og vinnu, og

20) at seta upp net til telefon, dátu og út- og sjónvarp innan bústaðir.

Kapittul 4

Sveinaroynd

§ 10. Eftir 3. skúlaskeið skipar skúlin fyri einum sveinaroyndarskeiði, ið varir 5 vikur sbrt. § 3, stk. 1, nr. 2.

Stk. 2. Fyri at innskriva seg til sveinaroyndarskeiðið skal næmingurin hava staðið 1.-3. skúlaskeið sbrt. kunngerð um felags reglur fyri yrkisútbúgvingar og hava góðkendan lærusáttmála.

Stk. 3. Sveinaroyndarskeiðið fevnir um tveir høvuðslutir:

1)   Skemaløgd undirvísing í yrkislærugreinum á 72 pultstímar, og

2)   sveinaroynd, ið fevnir um ein ástøðiligan part og ein verkligan part, sum taka støði í førleikamálunum í útbúgvingingi. Sveinaroyndin varir 108 pultstímar.

§ 11. Ástøðiligi parturin av sveinaroyndini fevnir um eina skrivliga roynd. Til skrivligu royndina fær næmingurin 2 klokkutímar.

Stk. 2. Ein lærari og tveir metingardómarar døma skrivligu royndina.

Stk. 3. Givið verður eitt próvtal fyri skrivligu royndina.

Stk. 4. Fyri at standa ástøðiliga partin av sveinaroyndini skal næmingurin hava fingið í minsta lagi próvtalið 02 fyri skrivligu royndina.

§ 12. Verkligi parturin av sveinaroyndini fevnir um eina verkætlan umframt eina verkliga uppgávu.

Stk. 2. Næmingurin fær 80 pultstímar  til verkætlanina, 12 pultstímar til verkligu uppgávuna, 16 pultstímar til skrivligu royndina, harav 20 minuttir til próvhoyring íroknað próvtalsgeving.

Stk. 3. Til verkætlanina og verkligu uppgávuna fær næmingurin útflýggjað eina uppgávuorðing.

Stk. 4. Til próvhoyringina skal næmingurin greiða frá verkætlanini og verkligu uppgávuni, og við hesum sýna, hvussu uppgávurnar verða loystar.

Stk. 5. Ein lærari og tveir metingardómarar døma verkligu royndina. Lærarin og metingardómararnir skulu vera hjástaddir, meðan næmingarnir arbeiða við verkligu uppgávuni.

Stk. 6. Við støði í einari heildarmeting verður givið eitt próvtal fyri verkligu royndina.

Stk. 7. Fyri at standa verkliga partin av sveinaroyndini skal næmingurin hava fingið í minsta lagi próvtalið 02 fyri verkligu royndina.

§ 13. Endaliga sveinaroyndarpróvtalið verður roknað sum eitt vektað miðaltal av próvtalinum fyri ástøðiliga partin og próvtalinum fyri verkliga partin av sveinaroyndini. Próvtalið fyri ástøðiliga partin skal vektast við ¼, og próvtalið fyri verkliga partin vektast við ¾.

§ 14. Við lokna útbúgving fær næmingurin útflýggjað sveinabræv, sum váttan fyri, at hann hevur fingið førleikar innan útbúgvingina.

Kapittul 5

Gildiskoma

§ 15. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri næmingar, sum byrja í skipanini skúlaárið 2013/2014 ella seinni.

 

 

Mentamálaráðið, 3. juni 2013

 

Bjørn Kalsø (sign.)
landsstýrismaður

/ Poul Geert Hansen (sign.)