Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. mai 2001Nr. 80
Kunngerð um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðunum
Við heimild í § 9 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verður ásett:
Loyvi og leiðir
§ 1. Eftir umsókn verður loyvt í mesta lagi fýra skipum at reka beinleiðis veiði eftir havtasku (Lophius piscatorius) og svartkalva (Reinhardtius hippoglossoides) við gørnum á niðan fyri standandi leiðum. Eisini er loyvt trimum skipum eftir umsókn at reka beinleiðis veiði eftir svartkalva við gørnum og einum skipi at reka beinleiðis veiði eftir havtasku við gørnum í einum fiskiári á niðan fyri standandi leiðum.
1. Loyvt er at veiða havtasku á hesum leiðum, sbr. tó stk. 3:
a) Alt árið á leiðum, har dýpið er meira enn 380 m, uttan fyri 12 fjórðingar úr grundlinjunum vestan fyri 07°45’0 V og sunnan fyri og vestan fyri eina linju millum knøttstøðurnar: 61°45’ N 07°45’0 V og 60°30’0 N, 07°00’0 V og 60°00’0 N, 06°00’0 V.
b) Alt árið innan fyri linjur drignar millum hesi støð:
a) 62°00’00”N, 05°50’00”V
b) 62°00’00”N, 05°30’00”V
c) 61°45’00”N, 05°50’00”V
d) 61°38’00”N, 05°40’00”V
e) 61°38’00”N, 06°00’00”V
2. Loyvt er at veiða svartkalva, har dýpið er meira enn 500 m, sbr. tó stk. 3.
Tó er øll garnaveiða bannað á eini leið innan fyri linjur drignar millum hesi støð:
a) 63°45’00”N, 10°00’00”V
b) 63°27’18”N, 10°02’00”V
c) 63°08’09”N, 11°11’36”V
d) 63°00’00”N, 11°24’40”V
e) 62°48’00”N, 09°40’00”V
f) 63°45’00”N, 10°00’00”V
Stk. 2. Eftir umsókn verður loyvt einum fiskifari undir 40 tons at reka beinleiðis veiði eftir havtasku við gørnum frá 1. apríl til 31. oktober, báðar dagar íroknaðar, á eini leið millum 06°33’38”V og 07°12’30”V frá 12 fjórðingum úr grundlinjunum og út á eina linju drigna millum 62°55’00”N, 07°12’30”V og 62°55’00”N, 06°33’38”V.
Stk. 3. Hjá fiskiførum við loyvi sambært stk. 1 er fiskiskapur við gørnum ikki loyvdur á niðan fyri standandi leiðum:
1) Á Føroya Banka innan fyri linjur drignar millum hesi støð:
a) 60°50'00"N 07°57'00"V
b) 61°03'00"N 07°57'00"V
c) 61°15'30"N 08°16'00"V
d) 61°13'20"N 08°42'12"V
e) 61°00'00"N 09°11'00"V
f) 60°48'40"N 09°25'00"V
g) 60°24'00"N 09°07'00"V
2) Á leiðum, har veiða eftir botnfiski uttan mun til reiðskap er bannað.
Stk. 4. Fiskidagar, brúktir á garnaveiði sambært stk. 2, verða drignir frá teimum eftir lógini um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum tillutaðu fiskidøgum, uttan mun til reiðskap, hesir eru lutaðir til.
Hjáveiða
§ 2. Hjá fiskiførum við loyvi sambært § 1, stk. 1 og 2 kann hjáveiða av toski, hýsu, upsa og kongafiski í mesta lagi vera 7% av vektini av veiðinøgdini tilsamans, roknað fyri árið. Tó kann hjáveiðan av nevndu fiskasløgum einstakar túrar vera upp til 15% av vektini av veiðinøgdini tilsamans fyri túrin.
Stk. 2. Hjáveiða av øðrum fiskasløgum enn teimum í stk. 1 nevndu kann í mesta lagi vera 7% av vektini av veiðinøgdini tilsamans, roknað fyri árið. Tó kann hjáveiðan av øðrum fiskasløgum einstakar túrar vera upp til 15% av vektini av veiðinøgdini tilsamans fyri túrin.
Reiðskapur
§ 3. Fyri fiskifør við loyvi sambært § 1, stk. 1 galda hesar treytir fyri reiðskapin:
1) Tað er ikki loyvt at seta ella hava standandi fleiri enn 1400 gørn í sjónum, sum eru 27,5 m til longdar ella um onnur garnalongd verður nýtt, so má tað samlaða garnastrekkið ikki fara upp um samsvarandi longd.
2) Einki skip má nýta havtaskugørn, har meskarnir í nøkrum parti av garninum fara niður um 280 mm, og
3) einki skip má nýta svartkalvagørn, har meskarnir í nøkrum parti av garninum fara niður um 200 mm.
Stk. 2. Fyri fiskifør við loyvi sambært § 1, stk. 2 galda hesar treytir fyri reiðskapin :
1) Tað er ikki loyvt at seta ella hava standandi fleiri enn 600 gørn í sjónum, sum eru 27,5 m til longdar ella um onnur garnalongd verður nýtt, so má tað samlaða garnastrekkið ikki fara upp um samsvarandi longd.
2) Loyvt er ikki at nýta havtaskugørn, har meskarnir í nøkrum parti av garninum fara niður um 300 mm.
Stk. 3. Meskavíddin skal vera soleiðis, at tá ið meskin verður strektur á vátum neti diagonalt eftir longdini, skal flatt mátitól 2 mm tjúkt við tí ásetta mátinum lættliga ganga ígjøgnum meskarnar í netinum, sbr. kunngerð nr. 24 frá 13. apríl 1989 av starvsreglugerð fyri vaktartænastuna á landleiðini viðvíkjandi meskamáting, sum broytt við kunngerð nr. 149 frá 14. juli 1993.
Stk. 4. Endaboyur skulu vera merktar við skipanummari við skilligum stavum og tølum. Harumframt skal hvør trossi vera merktur við nummari, sum skal førast í dagbókina við tilskilan um, nær sett er.
Aðrar ásetingar
§ 4. Treyt fyri at reka fiskiskap eftir hesi kunngerð er, at fiskifarið hevur fiskiloyvi til hesa veiði, og at fiskifarið fylgir teimum reglum, ið galda fyri veiði eftir botnfiski á landleiðunum.
§ 5. Tað er ikki loyvt at vera á svartkalvaveiði og havtaskuveiði sama túr. Loyvt er at leggja um frá svartkalvaveiði til havtaskuveiði ella øvugt innan fyri eina viku tvær ferðir um árið. Øll skip við loyvi sambært § 1, stk. 1 skulu boða Fiskiveiðieftirlitinum frá, tá tey leggja um, og tá tey byrja, eins og tey skulu boða frá 12 tímar, áðrenn tey gevast við fiskiskapi.
§ 6. Fiskifør við loyvi sambært hesi kunngerð skulu, beinanvegin sett er, boða Fiskiveiðieftirlitinum frá, hvar gørnini standa við upplýsingum um knattstøðu og dýpi á fyrra enda og seinna enda á hvørjum trossa sær. Somuleiðis skal boðast frá, tá farið verður undir at draga, og tá túrur endar, hvar ætlanin er at avreiða.
§ 7. Tá fiskifør við loyvi sambært hesi kunngerð fara inn at avreiða, og gørnini standa úti, skulu ikki ganga meiri enn 72 tímar, til skipið aftur er á fiskileið og fer at draga.
Stk. 2. Fiskiveiðieftirlitið kann í serligum førum veita undantak viðvíkjandi tíðarfreistini.
§ 8. Um fiskifar missir garn, hevur skiparin skyldu at gera sítt besta til at bjarga ella dreggja garnið, og at geva Fiskiveiðieftirlitinum fráboðan um staðfestingina, har garnið er mist. Skiparin hevur skyldu at boða Fiskiveiðieftirlitinum frá, um tað hevur eydnast at bjarga garninum.
§ 9. Brot móti ásetingunum í hesi kunngerð verður revsað eftir lógini um vinnuligan fiskiskap.
§ 10. Henda kunngerð kemur gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 150 frá 20. oktober 1995 um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á ytru landleiðunum, við seinni broyting.
Fiskimálastýrið, 10. mai 2001
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Kaj P. Mortensen (sign.)