Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. mai 2021Nr. 80
Kunngerð um broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti COVID-19
(Tilboð um ókeypis koppseting til persónar við fyribils uppihaldi í Føroyum)
§ 1
Í kunngerð nr. 183 frá 18. desember 2020 um ókeypis koppseting ímóti COVID-19, sum broytt við kunngerð nr. 2 frá 12. januar 2021, kunngerð nr. 22 frá 10. mars 2021, kunngerð nr. 25 frá 26. mars 2021 og kunngerð nr. 38 frá 21. apríl 2021, verða í § 1 sum stk. 2 og 3 sett:
“Stk. 2. Persónar, sum uppihalda sær fyribils í Føroyum í minsta lagi 30 dagar, eru eisini fevndir av tilboðnum um ókeypis koppseting sambært stk. 1. Hesi hava rætt til tilboð um koppseting frá tí, tey hava verið í Føroyum í 14 dagar. Tilboðið er tó ikki galdandi, um mett verður, at einasta endamálið við uppihaldinum er koppseting.
Stk. 3. Føroyingar, ið eru undir útbúgving uttanlands, eru undantiknir kravinum um uppihald í Føroyum í 14 dagar.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Heilsumálaráðið, 13. mai 2021
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)