Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Uttanríkis- og vinnumálaráðið
  • Útgávudagur: 18-06-2019
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2019 A - Kunngerð 80 frá 14. juni 2019
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

14. juni 2019Nr. 80

Kunngerð um stovnan og sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum

Við heimild í §§ 9, stk. 1, § 10, § 11, stk. 1-6 og 8, § 12, stk. 1 og 3, §§ 13-14, §§ 16-17, § 19, stk. 1 og 3, § 20, stk. 1, § 26, stk. 1, §§ 27-28, § 30, § 32, § 35, § 39, stk. 1, § 40, stk. 1, § 41, stk. 2, § 42, stk. 1, § 46 og § 48, stk. 2 og 3 í løgtingslóg nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur, sum broytt við løgtingslóg nr. 105 frá 13. juli 2017 og § 9, stk. 2, § 10, stk. 2 og 3, § 13, § 16, stk. 2, § 17, § 18, stk. 3, § 25 í løgtingslóg nr. 83 frá 25. mai 2009 um aling av fiski v.m. og § 9, stk. 5, § 12, stk. 3, § 16, stk. 2, § 17, stk. 2, § 18, stk. 2, § 19, stk. 4, § 20, stk. 4, § 22, stk. 3, §§ 27 og 28, § 30, stk. 6 í løgtingslóg nr. 49 frá 30. apríl 2018 um djóravælferð (Djóravælferðarlógin), verður ásett:

Kapittul 1

Allýsingar og virkisøki

Virkisøki

§ 1. Kunngerðin fevnir um krøv til djóraheilsu, fyribyrging av sjúku og spjaðing av smittu í sambandi við stovnan og rakstur av alibrúkum til aling av fiski, djórum og algum.

Allýsingar

§ 2. Í hesi kunngerð merkir:

1)   Algur: Ljóssamevnandi verur, sum liva í vatni ella sjógvi, íroknað smáalgur og stóralgur.

2)   Alibrúk: Lívstøð, sjóbúningarstøð, alistøð ella onnur støð til at ala fisk, dýr ella algur.

3)   Alieind: Klekibakki, klekisylindari og tílíkt til at klekja og gróðurseta fisk, dýr ella algur, og kar, tangi, aliringur, alibúr og tílíkt til at ala fisk, dýr ella algur í vatni ella sjógvi.

4)   Alifiskur og alidýr, t.e. akvakulturdýr: Fiskur og dýr á øllum menningarstigum, íroknað kynskyknur av hesum, sum liva í vatni ella sjógvi undantikið havsúgdjór, og sum koma frá, eru í, ella eru ætlað til at hava í alibrúki á landi ella á sjónum.

5)   Alistøð: Alistøð á landi ella á sjónum til at ala øll menningarstig av fiski, dýrum ella algum í vatni ella sjógvi í kari, tanga ella tílíkum.

6)   Alistøð á sjónum: Alistøð á sjónum í einum ella fleiri aliøkjum, við einum ella fleiri tilhoyrandi landstøðum, til at ala øll menningarstig av fiski, dýrum ella algum í aliverklagi.

7)   Alistøð við vatni: Støð, har tað bert er loyvt at nýta vatn og eftirgjørdan sjógv til at gróðurseta og ala øll menningarstig av fiski, dýrum ella algum í kari, tanga ella tílíkum.

8)   Aliverklag: Aliringar, alibúr, fóðurflakar og tílíkt til at ala fisk, dýr ella algur, sum verða brúkt á einum ávísum aliøki og ella alibrúki.

9)   Á ella vatn at sleppa í: Vatn, har loyvi er fingið frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni til at sleppa fiski, dýrum ella algum í. Eitt nú fyri at røkta viðurkendan laksastovn við at seta yngul út undan laksi úr somu á ella vatni, ella um hetta ikki ber til, yngul frá øðrum laksi.

10) Árgangur: Alifiskur, alidýr ella algur úr kynskyknum ella grókornum, sum eru:

a)    klakt ella gróðursett um somu tíð,

b)    flutt til eina alistøð í einum avmarkaðum tíðarskeiði,

c)    ald til tøku í sama tíðarskeiði, ella

d)   tikin, slátrað ella skorin um somu tíð, eftirfylgd av brakklegging av aliøkinum.

11) Biomassi: Samlað vátvekt av livandi fiski, dýrum ella algum. Fyri skeljadýr verður vektin av skelini ikki roknað við í lívvekt.

12) Deyður fiskur ella deyð alidýr: Sjálvdeyður fiskur ella sjálvdeyð alidýr og avlívaður fiskur ella avlívað alidýr, t.d. í sambandi við sýnistøku.

13) Embætisdjóralækni: Djóralækni, sum er í starvi á Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

14) Fiskaeind, dýraeind ella algueind: Fiskur, dýr ella algur, sum verða ald í somu alieind.

15) HFS-Aliskipan: Dátugrunnur, sum upplýsingar í talgildari rakstrardagbók skulu latast til sbrt. §§ 27 og 28.

16) Hjálparfiskur, hjálpardýr ella hjálparalga: Fiskur, dýr ella alga á øllum menningarstigum, ætlað sum hjálparamboð í sambandi við aðra aling, t.d. rognkelsi ella kræklingur til at tálma sníkum ella taraskjól til rognkelsi.

17) Kynbót: At bøta um kynið. Úrvalsaling við at velja burturúr og seta við lívfisk, lívdýr, ella lívalgur, sum hava ella væntast at hava ávísan ella ávísar eginleikar.

18) Landstøð: Stað á landi, har sum virksemi í sambandi við alibrúk á sjónum gongur fyri seg, og sum ein skal slúsast ígjøgnum fyri at koma út á eitt alibrúk á sjónum.

19) Lívfiskur, lívdýr ella lívalga: Foreldur at nýggjum ættarliði av fiski, dýrum ella algum.

20) Lívfjørður ella lívøki: Ein fjørður ella annað havøki, sum er frárenningarøki frá støð til at ala lívfisk, lívdýr ella lívalgur á landi, og haðani sjógvur kann verða tikin inn.

21) Lívstøð: Lívstøð á landi til at leggja inn, klekja og ala lívfisk, lívdýr ella lívalgur á øllum menningarstigum í vatni, innpumpaðum ella eftirgjørdum sjógvi og til at strúka, klekja, gróðurseta og annað arbeiði, sum hartil hoyrir.

22) Marinur fiskur, sjódýr ella sjóalgur: Fiskur, dýr ella alga, sum í náttúruni altíð er í sjógvi ella í sjóblandaðum vatni.

23) Rakstrareind: Lívstøð, sjóbúningarstøð, alistøð til vatn ella alistøð til sjógv við felags hølum ella felags vatnveiting, sum verður rikin við felags útgerð, ella alistøð á sjónum við einum ella fleiri aliøkjum, aliverkløgum, landstøðum, fóðurbátum ella alibátum, sum verða rikin við felags útgerð og av felags manning.

24) Sjóbúningarstøð: Støð, sum hevur loyvi at nýta vatn og sóttreinsaðan ella eftirgjørdan sjógv til at leggja inn, klekja og gróðurseta fisk, skeljar og algur í kari, tanga ella tílíkum, áðrenn tey verða sett á sjógv.

25) Sjógvalistøð á landi: Støð á landi, har loyvt er at nýta sjógv, eftirgjørdan sjógv, vatn og bland av hesum til at klekja, gróðurseta og ala øll menningarstig av fiski, dýrum ella algum, í kari, tanga ella tílíkum, íroknað støð til laksafisk, ið longu er sjóbúgvin, og til rognkelsi og annan hjálparfisk.

26) Slúsa: Ein fysisk avmarking við hondvaski millum tvær rakstrareindir til at fyribyrgja at smitta verður borin inn á, út úr ella ímillum rakstrareindir.

27) Tøknilig endamál: Fiskur, dýr og algur, ætlað til onnur endamál enn til matna, t.d. hjálparfiskur ella til at vinna aðrar úrdráttir úr enn til matna, t.d. kosmetikk.

28) Vatn: Natúrligt ella manngjørt vatn, t.d. vatn í byrging.

29) Smittandi sjúka: Sjúka, íkomin av virkevni, undir hesum eisini sníkum, sum nørast í ella á vertinum.

Kapittul 2

Góðkenning av stovnan av alibrúki

Krav um góðkenning og skráseting

§ 3. Alibrúk skal liggja innan fyri tillutað aliøki.

Stk. 2. Alifeløgini skulu skráseta virksemið við skrásetingarnummari soleiðis:

1)   L-nummar fyri lívstøð ella lívøki.

2)   S-nummar fyri sjóbúningarstøð.

3)   A-nummarfyri Aliøki til fisk.

4)   SL-nummar fyri sjógvalistøð á landi.

5)   AS-nummar fyri alistøð á sjónum.

6)   AV-nummar fyri alistøð til vatn.

7)   H-nummar fyri alistøð til hjálparfisk.

8)   GS-nummar fyri gróðursetingarstøð á sjónum.

9)   AA-nummar fyri alistøð til algur.

10) AL-nummar fyri alistøð til tvískeljað lindýr.

Meting og atlit

§ 4. Staðsetingin av alibrúkinum skal ikki hava við sær munandi váða fyri spjaðing av smittu, undir hesum smittu í alibrúkinum og til umhvørvið uttanum.

Stk. 2. Í metingini av váðanum fyri smittu skal dentur leggjast á frástøðu til annað alirelaterað virksemi, undir hesum frástøðu til onnur alibrúk, sbr. § 9.

Stk. 3. Eisini skal leggjast dentur á framleiðsluslag, rakstrarhátt og vavið á tí, ið verður framleitt.

Stk. 4. Fyri alibrúk á landi verður metingin av frástøðu til annað alivirksemi í høvuðsheitum gjørd út frá vatninntøku og frárensli.

Stk. 5. Tað skal verða gjørt sannlíkt, at viðurskiftini viðvíkjandi tali, tættleika, rensli og útskifting av vatni ella sjógvi og tøkni eru innan fyri ráðilig mørk, sum ikki elva til økt felli ella sjúku, sbr. § 61.

Stk. 6. Tað skal verða gjørt sannlíkt, at krøv, ásett í kapitli 3, kunnu verða lokin, sbr. eisini stk. 8.

Stk. 7. Tað skal vera ein innaneftirlitsskipan, sum ger sannlíkt, at krøv til smittuheilsuligan ráðiligan rakstur sbrt. kapitli 3 kunnu verða lokin, undir hesum tilbúgvingarskipan, váðagrundað heilsueftirlit, vatngóðska og journalskipan.

Stk. 8. Loyvishavarin ella annað ábyrgdarstarvsfólk skal hava neyðugar førleikar.

Stk. 9. Tað skulu verða tikin munagóð fyrivarni ímóti smittuspjaðing, sníkum, strongd og sjúku.

Stk. 10. Í góðkenningini kunnu verða settar fylgitreytir.

Sundurskiljing millum árgangir

§ 5. Bert fiskur av sama árgangi kann verða havdur á sama alifirði ella lívfirði.

Stk. 2. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann loyva ymiskum árgangum á sama alibrúki á landi, um alibrúkið er býtt upp í fleiri framleiðslueindir. Høvuðsmóttøkuslúsa, starvsfólkarúm og skrivstovuhøli kunnu vera felags fyri fleiri rakstrareindir. Slúsan, sum starvsfólkið dagliga skal fara um, fyri at koma inn í hvørja rakstrareind, kann tó ikki vera felags, men skal vera serstøk fyri hvørja eind.

Stk. 3. Um mett verður, at felags starvsfólk og felags hentleikar hava við sær serligan váða við atliti at fyribyrging av sjúku og spjaðing av smittu, kann Heilsufrøðiliga starvsstovan krevja, at ymiskar rakstrareindir ikki kunnu hava felags starvsfólk ella felags hentleikar.

Stk. 4. Landsdjóralæknin kann eftir váðameting geva undantak frá stk. 1, um frástøðukrøvini í § 9 eru lokin, og hvør árgangur kann verða aldur á sjálvstøðugari alistøð við egnari landstøð.

Stk. 5. Hjálparfiskur er undantikin kravinum í stk. 1, soleiðis at tað ber til at brúka hjálparfisk av yngri árgangi enn alifiskurin, tó bert í einum framleiðsuumfari.

Lívfirðir, alifirðir, royndarfirðir og alistøðir

§ 6. Føroyar eru býttar upp í alifirðir, sbr. kunngerð um tillutan av aliloyvum.

Stk. 2. Øll aling av lívfiski skal fara fram í kari, tanga ella tílíkum á lívstøðum á landi.

Stk. 3. Lívstøðir, sjóbúningarstøðir og alistøðir á landi skulu hava góðkenda útgerð til at reinsa og sóttreinsa vatn og sjógv, sum verður tikin inn á støðina.

Stk. 4. Verður undantak givið sbrt. § 49, stk. 3, skulu lívfiskur, rogn og sil undan lívfiski, sum ikki er aldur á lívstøð á landi, haldast atskild frá øðrum lívfiski og frá øðrum rognum og sili. Gitin rogn frá hesum skulu leggjast inn og klekjast fyri seg og í eindum, sum smittuliga og rakstrarliga eru atskildar frá øðrum rognum ella fiski.

Stk. 5. Rogn og yngul eftir stk. 4, ið verða brúkt í aling, skulu koma frá lívfiski, sum við kanningum er staðfestur fríur fyri smittu av sjúkum. Landsdjóralæknin ásetir, hvørjar sjúkur kannast skal fyri.

Stk. 6. Landsdjóralæknin kann seta somu ella samsvarandi krøv sbrt. stk. 2-5 til aling av øðrum dýrum og algum, um djóraheilsulig viðurskifti tala fyri tí.

Eitt slag av fiski, dýrum ella algum á somu alistøð

§ 7. Um fleiri sløg av fiski, íroknað hjálparfiskur, eru á somu alistøð, skal loyvishavarin skjalprógva, at rakstur, innrætting, útgerð, heilsueftirlit o.s.fr. eru tillagað til hesi.

Stk. 2. Embætisdjóralækni kann við atliti at veterinerum viðurskiftum nokta aling av fleiri fiskasløgum á somu alistøð.

Sóttreinsing av vatni og sjógvi

§ 8. Lívstøðir, sjóbúningarstøðir og alistøðir á landi skulu reinsa og sóttreinsa vatn og sjógv, sum verður tikin inn á støðirnar.

Stk. 2. Loyvishavarin skal tryggja, at inntaksvatnið verður sóttreinsað ella á annan hátt viðgjørt á munadyggan hátt, soleiðis at smittuevni verða inaktiverað.

Staðseting og frástøðukrøv

§ 9. Frástøðan millum alistøðir, landstøðir og virki, sum hava við alifisk at gera, skulu í minsta lagi vera:

1)   Alistøð á landi, einans við vatni, til fisk á landi. Frástøða til:

a)    Aðra alistøð til fisk, 1 km.

b)    Alistøð á sjónum til fisk, 1 km.

c)    Alistøð á sjónum ella landi til alidýr ella algur, 500 m.

2)   Alistøð á landi, heilt ella lutvíst við sjógvi til fisk. Frástøða til:

a)    Aðra alistøð til fisk á landi ella sjónum, 5 km.

b)    Alistøð á landi ella sjónum til alidýr, undantikið fiskur ella algur, 500 m.

c)    Virki, sum hevur við alifisk, alidýr ella algur at gera, 1 km.

3)   Alistøð til fisk á sjónum. Frástøða til:

a)    Aðra alistøð á sjónum til fisk á sama alifirði, 2,5 km.

b)    Aðra alistøð á sjónum til fisk á øðrum alifirði, 5 km.

c)    Alistøð á landi ella sjónum til alidýr ella algur, 500 m.

d)   Virki, sum hevur við alifisk, alidýr ella algur at gera, 1 km.

4)   Alistøð til alidýr á sjónum. Frástøða til:

a)    Aðra alistøð á sjónum til alidýr, 1 km.

b)    Alistøð á sjónum til algur, 500 m.

c)    Virki, sum hevur við alifisk, alidýr ella algur at gera, 1 km.

5)   Alistøð til algur á sjónum. Frástøða til:

a)    Aðra alistøð til algur, 1 km.

b)    Virki, sum hevur við alifisk, alidýr ella algur at gera, 1 km.

6)   Landstøð og siglingarleið frá landstøð til egna alistøð. Frástøða til:

a)    Alistøð, sum hoyrir til aðra landstøð: 2,5 km.

Stk. 2. Frástøðurnar í stk. 1 eru at rokna frá:

1)   Staði, har frárensluvatn verður latið út frá alistøð ella virki á landi.

2)   Staði, har sjógvur verður pumpaður úr sjónum inn á alistøð á landi.

3)   Aliøki hjá viðkomandi alistøð á sjónum.

Stk. 3. Øll aliøki, sum hoyra til eina alistøð á sjónum, skulu liggja á sama alifirði sum alistøðin.

Stk. 4. Embætisdjóralækni kann eftir eini váðmeting geva undantak frá stk. 3, soleiðis at landstøðin liggur á øðrum alifirði.

Stk. 5. Embætisdjóralækni kann gera frávik frá frástøðukrøvunum í stk. 1:

1)   Um mett verður, at tað ikki førir við sær munandi vanda fyri, at smittandi sjúka verður spjadd, kann embætisdjóralækni stytta frástøðukrøvini.

2)   Um mett verður, at munandi vandi er fyri spjaðing av smittandi sjúkum, kann embætisdjóralækni økja um frástøðukrøvini.

Krøv til umsóknir um góðkenning

§ 10. Umsóknin skal innihalda tær upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at meta um, hvørt góðkenning kann verða givin og fyri at meta um, hvørjar treytir møguliga skulu setast, og skal í minsta lagi innihalda:

1)   Navn eigarans, bústað og telefonnummar.

2)   Leiðsluskipan:

a)    ábyrgdarbýti,

b)    førleikastøði leiðslunnar,

c)    útbúgvingarstøði, og

d)   vinnuligar og fakligar royndir.

3)   Staðarnavn og mark á korti, ið vísir, hvar alibrúk liggja, undir hesum eisini landstøðir.

4)   Tekning av innrætting, t.e. bygningar, atkomuviðurskiftir, slúsur, stað til sýnistøku, har hetta er kravt o.a.

5)   Upplýsingar um tøknilig viðurskifti, íroknað hvaðan og hvussu vatn ella sjógvur verða fingin, viðgjørd, reinsað, møguliga endurnýtt, hvussu vatnreinsingin hongur saman ella er skild sundur millum ymsar deildir og eindir, og leidd burtur, t.e. filtrering, biofiltur, UV, ozon og tílíkt.

6)   Tekning av lívøkinum, sjóbúningarøkinum, landstøðini ella aliøkinum.

7)   Lýsing av tí virksemi, sum ætlanin er at hava á alibrúkinum.

8)   Upplýsingar um slag av fiski, dýrum og algum, sum virksemið fevnir um, og um tey eru ætlað til matna, sum hjálparfiskur, hjálpardýr, hjálparalgur ella annað.

9)   Innaneftirlitsskipan, sum ger sannlíkt, at krøv til smittuheilsuliga ráðiligan rakstur, sbr. kapitli 3, kunnu verða lokin, undir hesum tilbúgvingarskipan, vágagrundað heilsueftirlit, vatngóðska og journalskipan.

10) Tilbúgvingarætlan, undir hesum ætlan fyri smittuheilsulig tiltøk fyri at fyribyrgja og handfara útbrot av smittandi sjúkum, hópdeyða og øðrum vandastøðum.

11) Skjalprógv um, at aliøkið er egnað til at tryggja fiski og djórum góð livilíkindi, undir hesum data um vatngóðsku, mongd og náttúrugivnar umstøður, sum hava stóran týdning.

Tíðaravmarking og broyting

§ 11. Góðkenning av alibrúki verður í mesta lagi givin fyri 5 ár í senn.

Stk. 2. Fyri at tryggja samanhangandi rakstur á alibrúkinum, skal søkjast um nýggja góðkenning í seinasta lagi tríggjar mánaðir, áðrenn verandi góðkenning fer úr gildi.

Stk. 3. Munandi broytingar á einum alibrúki, íroknað broytingar av staðseting og innrætting av bygningum, landstøðum og aliverkløgum, skulu góðkennast av Heilsufrøðiligu starvsstovuni frammanundan.

Kapittul 3

Rakstur av alibrúkum

Fráboðan áðrenn byrjan av rakstri

§ 12. Áðrenn rakstur byrjar, skal Heilsufrøðiliga starvsstovan hava fráboðan um, nær ætlanin er at fara undir rakstur, og skal hava høvi at gera eftirlit, undir hesum eftirlit á staðnum.

Stk. 2. Verður í sambandi við eftirlit eftir stk. 1 ella í sambandi við eftirlit annars, sbr. § 74, mett, at viðurskiftini ikki lúka ásett krøv, kann Heilsufrøðiliga starvsstovan geva neyðug boð, seta forboð og geva neyðugar áleggingar.

Staðseting og merking

§ 13. Alibrúk skulu staðsetast í samsvari við lýsingar, tekningar og kortskjøl, sum aliloyvi eftir løgtingslóg um aling av fiski v.m. vísa til.

Stk. 2. Alibrúk og hartil hoyrandi støðir skulu vera merkt við góðkenningarnummari saman við bókstavunum sbrt. § 2, stk. 1, nr. 43 við inngongdina til alibrúkið ella tilhoyrandi landstøð.

Stk. 3. Hvør alieind á flótandi aliverklagi skal vera merkt við góðkenningarnummari við serstøkum nummarspjaldri frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Stk. 4. Merkingin, nevnd í stk. 2 og 3, skal vera løtt at lesa og síggjast í hóskandi frástøðu.

Innrætting

§ 14. Alibrúk á landi skal ráða yvir bygningum, hølum og uttandura øki til aling av fiski ella dýrum í tangum ella kørum.

Stk. 2. Strikumynd av bygningum, hølum og uttandura øki, sum hoyra til alibrúk, skal sendast til Heilsufrøðiligu starvsstovuna.

Stk. 3. Bygningar og uttandura øki á alibrúki skulu vera gyrd, soleiðis at óviðkomandi ikki hava atgongd til alibrúkið, og ferðsla til og frá skal vera umvegis slúsu.

Stk. 4. Bygningar, høli og uttandura øki, sum hoyra til alibrúk, skulu vera til støddar og staðsett soleiðis, at arbeiðsgongdin er skilvís við serligum denti á smittuverndarligar og reinførisligar vanar.

Stk. 5. Bygningar, uttandura øki og útgerð, íroknað vatnreinsiskipanir, sbr. § 8, skulu verða gjørd og innrættað soleiðis, at tey lættliga kunnu verða reingjørd og sóttreinsað á nøktandi hátt.

Stk. 6. Gólv, veggir og loft í rúmum, sum verða nýtt til fóður, livandi ella deyðan fisk, dýr og algur ella úrdráttir úr hesum, skulu vera vatntøtt og løtt at vaska og sóttreinsa. Rátt og óviðgjørt tilfar skal ikki verða nýtt.

Stk. 7. Bygningar og útgerð skulu vera væl hildin.

Bygningar, høli og útgerð

§ 15. Alibrúk skulu hava hesar bygningar, høli ella útgerð:

1)   Slúsu við inngongdina.

2)   Slúsurúm sum skilnað millum ymsu rakstrareindirnar og millum rakstrareindir og starvsfólkarúm og skrivstovuhøli.

3)   Kanningarrúm ella kanningarpláss við nøktandi borðvídd og gólvvídd.

4)   Neyðug tøknirúm og goymslurúm.

5)   Útgerð til at mala og goyma deyðan fisk og í teimum førum tað er viðkomandi, deyð alidýr og algur.

6)   Møguleika fyri hóskandi burturbeining av skeljum og tara.

7)   Umklæðingarrúm við vesi, har egin klæðir og arbeiðsbúnar hanga hvør fyri seg.

8)   Atgongd til brúsu úr umklæðingarrúminum.

9)   Umklæðingarrúm og slúsurúm kunnu verða gjørd saman.

Stk. 2. Atgongd millum rein og ikki rein rúm ella øki á alibrúki skulu vera um slúsu.

Stk. 3. Kanningarrúmið ella kanningarplássið sbrt. stk. 1, nr. 3, sum er ætlað til royndartøku og kanning av fiski, skal verða arbeiðsliga innrættað við stálborðum, arbeiðsljósi, vaski og køldum og heitum vatni. Fría arbeiðsvíddin skal vera í minsta lagi 2 fermetrar og borðhæddin 90-95 cm frá gólvinum. Gólvið skal hava frárensl. Frárenslið skal verða samlað upp og sóttreinsað, áðrenn tað verður veitt burtur.

Stk. 4. Landsdjóralæknin kann geva undantak til krøvini í stk. 1-3 fyri nýggj sløg av fiski, dýrum og algum.

Burturbeinan av deyðum fiski

§ 16. Alibrúk skulu til eina og hvørja tíð vera før fyri at burturbeina deyðfisk, sbr § 40, stk. 4, svarandi til dagligt felli upp á í minsta lagi 1% av mesta biomassanum, ætlaður í framleiðsluumfarinum.

Stk. 2. Alibrúk skulu hava útgerð til maling, súrløgugerð og fyribilsgoymslu, umframt avtalu um heintan, sum til eina og hvørja tíð svarar til ein kapasitet sbrt. stk. 1.

Stk. 3. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann geva undantak frá stk. 1 og 2, um so er, at:

1)   Tilbúgvingaravtala er gjørd við góðkenda fyritøku um beinanvegin at hjálpa til við at burturbeina nøgdir, sum svara til stk. 1, um felli verður, sum fer upp um 0,1%.

2)   Alibrúkið til eina og hvørja tíð hevur útgerð til maling, súrløgugerð og fyribilsgoymslu, umframt avtalu um heintan, sum svarar til 0,1% av mesta biomassanum sbrt. rakstrarætlanini.

Stk. 4. Viðgerð av deyðfiski sbrt. stk. 1-3, kann fara fram á landstøð, góðkendari eind úti á aliøkinum ella umborð á røktarbáti.

Stk. 5. Um fiskur verður malin og gjørdur til súrløgu á landstøð, skal útgerðin, sum nevnd er í stk. 2, verða havd í høli ella á øki, sum skal vera soleiðis háttað:

1)   Undirlagið skal vera vatntætt, soleiðis at tað kann verða nøktandi vaskað og sóttreinsað, uttan at deyðfiskur, súrløga, frárensl ella líknandi rennur á sjógv ella av økinum.

2)   Økið skal vera inrættað við tí endamáli at fyribyrgja smittu, og vera vart móti óviðkomandi atgongd við girðing.

3)   Deyður fiskur og súrgað slógv av hesum skal havast í afturlatnari og vatntættari bingju ella tanga.

4)   Súrløgan skal kunna verða avheintað, uttan at beinleiðis samband er millum alistøðina og flutningsfarið, sum heintar súrløguna.

Stk. 6. Verður deyður fiskur malin og gjørdur til súrløgu í røktarbáti ella aðrari góðkendari eind úti á aliøkinum, skal útgerðin til fyribils goymslu av súrløgu, sum nevnd er í stk. 2, verða soleiðis háttað:

1)   Undirlagið skal vera vatntætt, soleiðis at tað lættliga kann verða nøktandi vaskað og sóttreinsað, uttan at deyðfiskur, súrløga, frárensl ella líknandi rennur á sjógv ella av økinum.

2)   Allar sambindingar millum bát og goymslutanga skulu vera tættar og einki skal renna frá, tá ið bundið verður í og úr.

3)   Ein sjálvvirkandi skipan skal tryggja, at tangin ikki flýtur yvir, hendan skal góðkennast av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

4)   Økið skal vera vart ímóti óviðkomandi atgongd við girðing.

5)   Súrløga skal havast í afturlatnari og vatntættari bingju ella tanga.

6)   Súrløgan skal kunna verða avheintað, uttan at beinleiðis samband er millum alistøðina og flutningsfarið, sum heintar súrløguna.

Stk. 7. Flutningur av aliútgerð millum alistøðina og økið, har aliútgerðin verður vaskað, sóttreinsað og goymd, skal fara fram eftir reglunum í § 39.

Stk. 8. Embætisdjóralækni kann krevja somu krøv í stk. 1-4 fyri dýr og algur.

Landstøð

§ 17. Lívstøðir og alistøðir á sjónum skulu hava eina landstøð við bygningum, hølum og útgerð, sum nevnd eru í §§ 14-16, og serligt øki til at taka ímóti, mala, gera súrløgu og fyribils goyma deyðan alifisk.

Stk. 2. Um so er, at landstøðin og serliga økið sbrt. stk. 1, hjá lívfiskastøðum og alistøðum á sjónum ikki kunnu leggjast beinleiðis við havnalagið hjá landstøðini, kann Heilsufrøðiliga starvsstovan góðkenna eina aðra staðseting so tætt við havnalagið sum gjørligt.

Stk. 3. Embætisdjóralækni kann krevja somu krøv í stk. 1 og 2 fyri dýr og algur.

Flutningur av deyðum fiski

§ 18. Flutningur av deyðum fiski frá alibáti til øki ella høli, har fiskurin verður malin og goymdur, skal fara fram í afturlatnum og vatntøttum bingjum, kørum ella aðrari afturlatnari, góðkendari skipan.

Stk. 2. Flutningur av aliútgerð millum alistøðina og økið, har aliútgerðin verður vaskað, sóttreinsað og goymd, skal fara fram eftir reglunum í § 39.

Innrætting av alieindum og aðrari útgerð

§ 19. Alieindir og onnur útgerð, sum verður nýtt til aling, skal verða innrættað soleiðis, at fysiologiski og atferðarligi tørvurin hjá fiski og dýrum verður nøktaður.

Stk. 2. Alieindir og onnur útgerð, sum kemur í samband við fisk ella dýr, skal ikki hava hvassar kantar ella tílíkt, sum kann skaða fiskin ella dýrini.

Vasking og sóttreinsing av alieindum o.a. á landi

§ 20. Alieindir og onnur útgerð á lívstøð, sjóbúningarstøð ella alistøð á landi skulu kunna tømast fyri vatn og verða innrættað soleiðis, at tey kunnu verða vaskað og sóttreinsað munagott.

Broytingar og viðlíkahald av bygningum o.a.

§ 21. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann seta krav um broytingar, viðlíkahald og umvælingar av bygningum, hølum, útgerð, uttandura økjum, bátum, pumpum, viðgerðarútgerð og øðrum, sum ikki lúka krøvini í §§ 14-20.

Stk. 2. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann geva verandi alibrúki eina tíðarfreist til at lúka krøvini í §§ 14-20.

Rakstrarætlan

§ 22. Loyvishavarin hevur ábyrgdina av, at ein framhaldandi rakstrarætlan verður løgd fyri alibrúkið. Rakstrarætlanir skulu sendast Heilsufrøðiligu starvsstovuni til góðkenningar, sbr. stk. 2 og 3.

Stk. 2. Fyri alibrúk, sum hava eitt framleiðsluumfar í senn, soleiðis at allar alieindir brakkleggja samstundis, verður fyrsta uppskot sent Heilsufrøðiligu starvsstovuni í seinasta lagi 5 mánaðir, áðrenn fiskur væntandi verður settur út aftur. Endalig rakstrarætlan, sum tekur hædd fyri fyrsta uppskoti, verður send Heilsufrøðiligu starvsstovuni í fyrsta lagi 4 vikur, áðrenn og í seinasta lagi eina viku aftaná, at síðsti fiskurin, alidýrið ella algan er tikin.

Stk. 3. Rakstrarætlanir fyri alibrúk, sum hava støðuga framleiðslu, skulu sendast Heilsufrøðiligu starvsstovuni í seinasta lagi 1. februar á hvørjum ári.

Stk. 4. Treytað av, at allar neyðugu upplýsingar eru komnar inn til tíðina, sbr. stk. 2 og 3, skal loyvishavarin hava fingið í minsta lagi eitt fyribils svar upp á innsendu ætlanina, og seinast ein mánað, áðrenn fyrsti alifiskurin, alidýrið ella algan verður sett út í nýggjum aliumfari. Í fyribils svarinum skal støða vera tikin til part av nøgdini av fiski, ætlanin er at seta út.

Stk. 5. Í góðkenningarviðgerðini skal Heilsufrøðiliga starvsstovan leggja serligan dent á at meta um,

1)   mesta fiskatættleika sbrt. rakstrarætlanini,

2)   mesta biomassa sbrt. rakstrarætlanini, og

3)   smittuvanda, um talan er um fleiri fiskasløg á sama alibrúki.

Stk. 6. Rakstrarætlanir fyri alistøðir í sama alifirði skulu samskipast, áðrenn tær kunnu verða góðkendar av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Stk. 7. Um frástøðulig, vatnfrøðilig ella rakstrarlig viðurskifti tala fyri tí, kann Heilsufrøðiliga starvsstovan krevja, at rakstrarætlanir fyri fleiri alifirðir skulu samskipast, áðrenn tær kunnu góðkennast.

Stk. 8. Leypandi rakstrarætlanin skal fevna um 2 framleiðsluumfør.

Stk. 9. Rakstrarætlanin fyri kleking av rognum á lívstøðum og sjóbúningarstøðum skal hava upplýsingarnar, ið nevndar eru í skjali 1.

Stk. 10. Rakstrarætlanin fyri aling av fiski á lívstøðum, sjóbúningarstøðum og alistøðum skal hava upplýsingar, ið nevndar eru í skjali 1, fyri hvørja rakstrareind sær.

Stk. 11. Um so er, at broyting verður gjørd í rakstrarætlanini, skal hendan fráboðast og góðkennast av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Innaneftirlit

§ 23. Loyvishavarin hevur ábyrgd av at hava eitt váðagrundað innaneftirlit, áðrenn fiskur, dýr, algur og hjálparfiskur verður settur í alibrúkið, og at innaneftirlitið verður sett í verk og er virkið í fyritøkuni. Partar av innaneftirlitinum skulu fevna meira nágreinað um virksemi á alifirðum. Hetta skal gerast í samstarvi við rakstrarleiðarar og viðkomandi starvsfólk á alibrúkinum. Innaneftirlitið skal fevna um tilbúgvingarætlanina í § 24.

Stk. 2. Innaneftirlitið skal verða lagað til virksemi, vandamál og stødd av alibrúki, til tess at lúka galdandi lóggávu um rakstur av alibrúki og niðurberjing av sjúku hjá fiski, dýrum, algum og hjálparfiskum.

Stk. 3. Innaneftirlitið skal fevna um eyðmerking og lýsing av:

1)   Viðurskiftum, sum kunnu føra til vanda fyri felli og til at sjúka verður drigin inn á alibrúkið og spjadd,

2)   tiltøkum, sum skulu setast í verk fyri at avmarka felli, og tað at sjúka verður drigin inn á alibrúkið og spjadd,

3)   mannagongd fyri yvirvøku, sum skal fyribyrgja felli, og tað at sjúka verður drigin inn á alibrúkið og spjadd, og

4)   viðurskiftum, sum kunnu føra við sær, at fiskur, dýr, algur og hjálparfiskur sleppur.

Stk. 4. Innaneftirlitið skal fevna um alt virksemi hjá loyvishavaranum á alifjørðinum ella sjóbúningarstøðini, so hvør lutur er rokkin.

Stk. 5. Innaneftirlitið skal fevna um upplæring av starvsfólki í:

1)   galdandi lóggávu, um sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúki og um sjúkuniðurberjing hjá fiski, dýrum, algum og hjálparfiski og skal avrit av galdandi lóggávu vera tøkt á alibrúkum,

2)   vanligum arbeiði á alibrúki, íroknað dagligum eftirliti við tekniskum innleggingum, vatngóðsku, fóðring, trivnaði og heilsustøðu hjá fiski, dýrum, algum og hjálparfiski,

3)   sjúkufyribyrgjandi tiltøkum, íroknað reingerð og sóttreinsing av aliútgerð, reinførisligari handfaring av deyðum fiski, dýrum, algum og hjálparfiski, sóttreinsing av rognum, persónligum reinføri og mannagongdum í sambandi við gevan av heilivági og koppseting av fiski, og

4)   at meta um vandamál og at seta fyribyrgjandi tiltøk í verk móti vandamálum sbrt. tilbúgvingarætlanini.

Stk. 6. Er boðað frá illveðri, skulu øll vandamál sbrt. váðagrundaðu innaneftirlitsskipanini kannast frammanundan og møgulig brek og manglar rættast uttan drál. Útgerð skal eftirkannast og bøtast beinanvegin aftaná illveður.

Stk. 7. Innaneftirlitið skal vera til staðar á alibrúkinum, og innihaldið skal vera rakstrarleiðara og starvsfólki á staðnum kunnugt.

Stk. 8. Innaneftirlitisskipanin verður regluliga skoðað á eftirlitsvitjanum ella eftir áheitan. Innaneftirlitsskipanin skal skoðast í minsta lagi 5. hvørt ár.

Stk. 9. Landsdjóralæknin kann taka avgerð um, at nýggj alisløg skulu verða fevnd av krøvunum ella pørtum av krøvunum í stk. 1-7 ella seta serstøk krøv til aling av hvørjum slagi.

Tilbúgvingarætlan

§ 24. Loyvishavarin skal gera eina tilbúgvingarætlan fyri hvørt alibrúk. Ætlanin skal fevna um eina nágreiniliga lýsing av vandamálum og teim tiltøkum, sum skulu setast í verk, um óhapp henda. Tilbúgvingarætlanin skal í minsta lagi nágreiniliga viðgera:

1)   Óhapp, sum førir við sær, at fiskur, dýr, algur ella hjálparfiskur sleppur.

2)   Alguvøkstur, dálking og tílíkt, sum kann føra til stórt felli, ella til at fiskur, dýr ella algur ikki kunnu verða nýtt til matna.

3)   Sjúku hjá fiski ella dýrum, sum kann føra til stórt felli.

4)   Sanitetsslátur av nógvum fiski íroknað hjálparfiski ella dýrum upp á stutta tíð.

5)   Burturbeining av stórari nøgd av fiski ella dýrum upp á stutta tíð.

6)   Partar av tilbúgvingarætlanini skulu fevna um ítøkiliga virksemið á einstaka alifjørðinum ella sjóbúningarstøðini hvør sær.

Stk. 2. Tilbúgvingarætlanin skal eisini fevna um upplýsingar um fylgjandi:

1)   Organisatiónsdiagramm,

2)   navn og telefonnummar hjá ábyrgdarfólki og lýsing av arbeiði teirra og førleikum, og

3)   navn og bústað og telefonnummur hjá myndugleikum, virkjum og øðrum, sum í hesum føri skulu fráboðast.

Stk. 3. Heilsufrøðiliga starvsstovan skal góðkenna tilbúgvingarætlanina í stk. 1 og 2.

Stk. 4. Um broytingar verða gjørdar í tilbúgvingarætlanini ella í rakstrinum, skulu hesar fráboðast Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Heilsufrøðiliga starvsstovan ger av, um broytingarnar krevja eina nýggja góðkenning av tilbúgvingarætlanini.

Stk. 5. Tilbúgvingarætlanin skal vera til staðar á alibrúkinum, og innihaldið skal vera rakstrarleiðara og starvsfólki á staðnum kunnugt.

Stk. 6. Tilbúgvingarætlanin verður regluliga skoðað á eftirlitsvitjanum ella eftir áheitan.

Rakstrardagbók

§ 25. Loyvishavarin hevur ábyrgdina av, at talgild rakstrardagbók verður førd fyri alingina, undir hesum fyri strúking, giting, kleking, útsetu, tøku, og onnur viðkomandi viðurskifti fyri ítøkiliga slagið av aling, sbr. skjal 2.

Stk. 2. Fyri aling av nýggjum sløgum av dýrum ella algum skal í minsta lagi skrásetast:

1)   Hvørji dýr og hvørjar algur, ið eru tiknar inn og út av alibrúkinum, hvussu nógv í vekt og ella tali, og uppruni á hesum,

2)   felli í hvørjari framleiðslueind, og

3)   dagfesting fyri og úrslit av heilsueftirliti, møguligari sjúkuavgerð og viðgerð.

Stk. 3. Rakstrardagbøkur skulu hava upplýsingarnar í skjali 2 og verða goymdar á alibrúkinum í minsta lagi í 5 ár.

Stk. 4. Rakstrardagbøkur skulu vera Heilsufrøðiligu starvsstovuni og djóralæknanum hjá alibrúkinum tøkar í sambandi við eftirlit á alibrúkinum.

Fráboðan

§ 26. Loyvishavarin hevur ábyrgdina av, at Heilsufrøðiliga starvsstovan í minsta lagi hvørja viku fær eitt talgilt avrit av talgildu rakstrardagbókini, sbr. § 25, stk. 3, sendandi hvønn týsdag ella eftir umbøn frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Upplýsingarnar skulu sendast inn umvegis aliskipanina.

Stk. 2. Djóralækni, sum útskrivar resept, sendir upplýsingar um nýttan heilivág í aliskipanina eftir leisti, ásettum av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Stk. 3. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann krevja at fáa aðrar rakstrarupplýsingar, nevndar í § 25, stk. 2 og 3, sendandi, og ger Heilsufrøðiliga starvsstovan reglur í hesum sambandi.

Dátugrunnur

§ 27. Heilsufrøðiliga starvsstovan umsitur, dagførir og mennir ein dátugrunn, ið kann taka ímóti, flokka og goyma kravdu upplýsingarnar sbrt. § 26, soleiðis at upplýsingarnar kunnu viðgerast hagfrøðiliga.

Stk. 2. Dátugrunnurin skal vera soleiðis háttaður, at fullkomið sporføri er gjøgnum alla framleiðsluna frá lívfiski til tøkufisk.

Almannakunngerð av upplýsingum o.a.

§ 28. Hesar upplýsingar skulu almannakunngerast á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni:

1)   Alibrúk. A-nummar og staðarnavn.

2)   Navn á alifelagi.

3)   Slag av fiski og endamál, t.d. laksur til vinnuligt endamál.

4)   Tal av fiski í hvørjum alibrúki.

5)   Hækking og lækking av útsetu í mun til seinasta framleiðsluumfar.

6)   Viðgerðir móti sjúku og lús fyri hvørt aliøki, slag og nøgd av heilivági.

7)   Upplýsingar um kynsbúnar kvennlýs fyri hvørt aliøki, miðal fyri hvønn fisk, og nær teljingin er farin fram.

Stk. 2. Avgerðir hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni um slátur og ella lækkaða útsetu o.tíl., skulu verða í samandrátti almannakunngjørdar á heimasíðu stovnsins.

Stk. 3. Upplýsingar sbrt. stk. 1 og 2, verða á heimasíðuni dagførdar dagliga sbrt. skrásetingum í aliskipanini.

Stk. 4. Upplýsingar sbrt. stk. 1 og 2, skulu í seinasta lagi vera á heimasíðuni 7 dagar eftir, at tær eru tøkar hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Stk. 5. Upplýsingarnar, sum verða almannakunngjørdar á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, verða tøkar á heimasíðuni í minsta lagi 5 ár.

§ 29. Í sambandi við aling av dýrum og algum skulu hesar upplýsingar almannakunngerast á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni:

1)   Alibrúk. Bókstav fyri slag og nummar av alistøð og staðarnavn.

2)   Navn á alifelagi.

3)   Slag av alidýrum ella algum og endamál.

Stk. 2. Upplýsingar um avgerðir, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur tikið, verða í samandrátti almannakunngjørdar á heimasíðu stovnsins.

Víðarilatan av upplýsingum

§ 30. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann lata øðrum almennum myndugleika innsavnaðu upplýsingarnar sbrt. § 26, um viðkomandi myndugleiki hevur lógarheimild at krevja hesar upplýsingar.

§ 31. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur heimild at lata innkomnu upplýsingarnar í sambandi við gransking.

Ráðiligur rakstur

§ 32. Loyvishavarin hevur ábyrgd av, at rakstur á alibrúki er ráðiligur viðvíkjandi heilsu og vælferð hjá fiski og dýrum, íroknað viðurskifti um umhvørvi og tøkni.

Stk. 2. Loyvishavarin hevur ábyrgd av, at nóg mikið av arbeiðsfólki við neyðugum førleikum, tíð til at røkja arbeiðsuppgávurnar og nøktandi útgerð, eru tøk, fyri at lúka treytirnar í stk. 1.

Trivnaður hjá fiski og dýrum

§ 33. Rakstur og innrætting á alibrúki og av øllum eindum, sum hava við aling at gera, skulu veita vissu fyri best møguligum trivnaði hjá fiski og dýrum.

Stk. 2. Útgerð og innrætting skal vera soleiðis háttað, at røkt, eftirlit, handfaring og viðgerð kann fara fram á besta hátt, og uttan at fiskur ella dýr verða fyri óneyðugari strongd ella líðing. Um meira enn eitt slag av fiski ella dýrum, eru á somu eind, skal atlit takast til hesi.

Stk. 3. Allur fiskur og øll dýr í eini alieind ella á einum alibrúki, sum eru á sama menningarstigi og hava somu stødd, skulu hava somu umstøður viðvíkjandi plássi, dygd á vatngóðskuni, føðslu og røkt.

Stk. 4. Handfaring av fiski skal fara fram á ein hátt, sum streingir fiskin minst møguligt.

Stk. 5. Í sambandi við viðgerðir, sum kunnu væntast at fara illa við fiskinum, um hann ikki er væl fyri áðrenn viðgerðina, kann Heilsufrøðiliga starvsstovan krevja váttan frá djóralækna um, at fiskurin ikki hevur sjúkur, sár ella annað, sum gera hann viðbreknan fyri hesi viðgerð.

Stk. 6. Hóast stk. 5, hevur loyvishavarin evstu ábyrgdina av viðgerðum, undir hesum hvør, nær og hvussu viðgerð verður framd, at fiskurin tolir viðgerðina og at veita sannførandi próvførslu fyri hesum.

§ 34. Loyvishavarin hevur ábyrgdina av, at fiskur, eisini hjálparfiskur, verður doyvdur áðrenn slátur ella burturbeining, soleiðis at fiskurin missir vitið, áðrenn farið verður undir at avlíva hann. Doyvingin skal vara inntil fiskurin er deyður.

Stk. 2. Kravið um doyving í stk. 1 er ikki galdandi, um avlíving fer fram á ein hátt, so at fiskurin doyr í sama viðbragdi, sum hann verður avlívaður.

Reinhald o.a.

§ 35. Alibrúk, íroknað landstøðir, alibátar og fóðurbátar, fóðurflakar og onnur aliútgerð, skulu dagliga haldast rein sbrt. innaneftirliti, sbr. § 23.

Stk. 2. Loyvt er bert at brúka alibátar og fóðurbátar til at sigla millum landstøðir og lívøki ella aliøki hjá alibrúkinum.

Stk. 3. Embætisdjóralækni kann geva undantak frá stk. 1 og 2 fyri onnur alisløg enn fisk.

Klæðir

§ 36. Starvsfólk, tænastuveitarar og onnur á alibrúki skulu verða í reinum klæðum og fótbúnaði. Tá farið verður inn í framleiðsluhøli ella framleiðsluøki, skal verða farið um slúsurúm, sbr. § 15, stk. 2, har skiftast skal í serligan arbeiðsbúna og fótbúna. Hendurnar skulu vaskast og sóttreinsast. Útgerð hjá tænastuveitarum skal somuleiðis um slúsurúmið, og um neyðugt vaskast og sóttreinsast.

Stk. 2. Kavarar, sum veita alibrúkum tænastur, skulu góðkennast og vera undir eftirliti av Heilsufrøðiligu starvsstovuni, og hava eina góðkenda starvsskipan fyri vasking og sóttreinsing av búnum og útgerð.

Eftirlit við fiski og fóðring

§ 37. Fiskur skal vera undir dagligum eftirliti og fóðrast hvønn dag, undantikið um veðrið forðar hesum. Fyri onnur sløg kann landsdjóralæknin seta serlig krøv.

Stk. 2. Hóast stk. 1 er loyvt at svølta fisk og dýr, áðrenn tey verða slátrað, avlúsað og tá tað annars er skilvíst ella neyðugt, eitt nú undan skiljing, flutningi, koppseting, sýnistøku og í sambandi við illveður ella serliga nógvan hita ella kulda.

Styrki og eginleikar hjá og eftirlit við útgerð og verkløg

§ 38. Útgerð og verkløg, sum verða brúkt til aling, skulu hava styrki og eginleikar annars, sum í minsta lagi eru fullgóð til nýtsluna, skulu vera forsvarliga gjørd og skulu brúkast við neyðugum ansni.

Stk. 2. Flótandi aliverkløg, vørp, fortoyningar, aliútgerð og tekniskar innleggingar á alibrúki skulu regluliga eftirkannast fyri teknisk brek og manglar. Møgulig brek og manglar skulu fáast í rættlag beinanvegin.

Flutningur av fiski, dýrum og aliútgerð

§ 39. Flutningur av livandi og deyðum fiski og dýrum, umframt aliútgerð til og frá alibrúki, skal fara fram eftir galdandi reglum um flutning av akvakulturdýrum o.a.

Stk. 2. Innanhýsis flutningur á einum alibrúki av livandi og deyðum fiski og av aliútgerð kann fara fram uttan umsókn, um galdandi reglur um flutning av akvakulturdýrum o.a. verða hildnar.

Deyður fiskur

§ 40. Deyður fiskur skal verða tikin upp í minsta lagi 5 dagar um vikuna í alibrúkum á sjónum og dagliga í alibrúkum á landi, um ikki veður og vindur forða fyri tí. Um neyðugt, skal deyður fiskur takast oftari.

Stk. 2. Taparar, veikur fiskur og fiskur við fleiri ella stórum sárum, sum ikki hevur útlit til at lekjast ella yvirliva, skal takast og ikki ganga í alieindunum.

Stk. 3. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann krevja rættandi atgerðir, íroknað økt eftirlit og tøku ella burturbeining av taparum, veikum og sárutum fiski.

Stk. 4. Upptikni deyði fiskurin skal beinanvegin verða malin og súrgaður til undir pH 3,7, áðrenn hann kann flytast av landstøðini. Súrløgan skal vera undir pH 3,7 í minst 24 tímar tilsamans, roknað frá tíðini á landstøð, undir flutningi og á goymslu.

Stk. 5. Eru ongar serstakar reglur viðvíkjandi krøvunum í stk. 1 og 2 fyri onnur sløg enn fisk, kann landsdjóralæknin áseta nærri krøv um burturbeining av deyðum dýrum og algum fyri hvørt einstakt alislag.

Sloppin fiskur og tiltøk at forða fyri at fiskur sleppur

§ 41. Loyvishavarin skal taka øll neyðug stig til at fyribyrgja, at fiskur sleppur úr alieindunum.

Stk. 2. Sleppur fiskur, ella illgruni er um, at fiskur er sloppin, skal loyvishavarin boða Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá hesum beinanvegin og seta tiltøk í verk fyri at fyribyrgja, at fleiri fiskar sleppa. Loyvishavarin skal gera ítøkiligar royndir fyri at fanga slopnan fisk aftur, og leiðbeina almenningin um heilsu og djóraheilsulig fyrivarni í sambandi við veiðu, handfaring og burturbeining av slopna fiskinum.

Verja fyri fugli og havsúgdjórum

§ 42. Uttandura alieindir á landi skulu hava net ella útgerð, ið forðar fugli at koma at fiski.

Stk. 2. Alieindir á sjónum skulu hava net ella útgerð, ið forðar fugli og havsúgdýrum at koma at fiski, og sum forða fiski at sleppa.

Stk. 3. Fyri at fyribyrgja sárum og at fiskur gerst fastur eftir stk. 1 og 2, skulu verjunet ikki liggja ella hanga niður í vatnskorpuna, uttan so at tað eftir innrættingini av alieindini er ætlað og góðkent.

Stk. 4. Net og líknandi verndarútgerð eftir stk. 1-3 skal vera gjørd soleiðis, at fuglur og havsúgdjór í minst møguligan mun kunnu gerast føst í hesum. Gerast hesi kortini føst, skal alarin beinanvegin syrgja fyri at fáa tey leys aftur. Er hetta ikki gjørligt, ella hava tey fingið álvarsamar løstir, skulu tey avlívast á ein skynsaman hátt. Tílíkar hendingar skulu skjalprógvast í rakstrardagbókini hjá alibrúkinum.

Stk. 5. Embætisdjóralækni kann geva undantak frá stk. 1 og 2, um útgerð, aliháttur ella aðrar umstøður gera, at kravið ikki hevur nakað skilvíst endamál.

Forboð fyri ávísari fóðring

§ 43. Ikki er loyvt at nýta protein frá aldum fiski til sama slag av fiski.

Stk. 2. Fóður til fisk og dýr skal vera framleitt á virki, sum er góðkent til endamálið.

Stk. 3. Landsdjóralæknin kann gera frávik frá stk. 2 fyri fóður, ið verður givið øðrum dýrum enn fiski.

Blóðging og kryvjing

§ 44. Ikki er loyvt at blóðga og kryvja fisk ella dýr á alibrúki uttan serligt loyvi frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Stk. 2. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann geva loyvi at blóðga og kryvja fisk ella dýr á alibrúki, um alibrúkið lýkur galdandi treytir fyri matvøruframleiðslu og sóttreinsing av frárensluvatni.

Stk. 3. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann geva loyvi til, at avmarkað nøgd av fiski kann blóðgast og kryvjast í royndarsamanhangi, um ein fullkomin uppsamling og viðgerð viðvíkjandi maling og súrløgu verður gjørd.

Heilivágur

§ 45. Til viðgerð av fiski og dýrum í alibrúki er bert loyvt at nýta góðkendan heilivág. Góðkendur heilivágur er heilivágur, sum er skrásettur av Skrásetingarráðnum.

Stk. 2. Ásetingarnar í stk. 1 eru eisini galdandi fyri heilivág, sum ikki krevur ávísing frá djóralækna.

§ 46. Verður heilivágur nýttur, skal skelti við viðkomandi alieind boða frá hesum. Skeltingin skal verða, meðan viðgjørt verður og til afturhaldstíðin er lokin.

Evni til sóttreinsing

§ 47. Evni til sóttreinsing, sum verða nýtt á alibrúki, skulu vera góðkend av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Rakstur av lívstøðum

§ 48. Lívstøðir mugu bert verða nýttar til aling av lívfiski, lívdýrum ella lívalgum.

Stk. 2. Lívfiskur, lívdýr ella lívalgur, sum eru ald í ov stórum nøgdum, kunnu eftir umsókn verða slátrað ella heystað og nýtt til matna ella tøknilig endamál.

§ 49. Lívstøðir kunnu bert keypa ella taka ímóti sili, ógitnum ella gitnum rognum, yngli, maðkapirrum, smolti og eldri stigum av lívfiski ella lívdýrum frá øðrum lívstøðum.

Stk. 2. Lívstøðir á landi skulu ikki keypa ella taka ímóti:

1)   Sili, ógitnum ella gitnum rognum, yngli, smolti ella øðrum yngri stigum, ið stava frá lívfiski ella lívdýrum, sum eru ald á lívstøð á sjónum, ella

2)   lívfiski ella lívdýrum frá lívstøðum á sjónum.

Stk. 3. Í serligum føri og í sambandi við menningarætlanir, sum eru partur av ella bera fram ímóti uppbyggjan ella endurnýggjan av lívstovnum, kann embætisdjóralækni gera frávik frá stk. 1 og 2.

§ 50. Lívstøðir kunnu selja ella flyta:

1)   Sil, ógitin ella gitin rogn, yngul, maðkapirrur, smolt og annan sjóbúnan fisk og lívfisk, lívdýr ella lívalgur á øllum menningarstigum til aðrar lívstøðir, sbr. tó § 49, stk. 2,

2)   gitin rogn, yngul og maðkapirrur til sjóbúningarstøðir á landi,

3)   smolt og annan sjóbúnan fisk, dýr og algur til alistøðir á landi og alistøðir á sjónum, og

4)   fisk ella dýr sbrt. § 48, stk. 2, sum er búgvin til slátur til sláturvirki.

§ 51. Nýliga gitin rogn á lívstøðum á landi skulu sóttreinsast, áðrenn tey bólgna.

Stk. 2. Eygnarogn skulu sóttreinsast beinanvegin, tá tikið verður ímóti teimum á lívstøðum á landi.

§ 52. Rogn av ymiskum uppruna skulu verða hildin sundurskild, meðan tey verða klakt.

Stk. 2. Lívfiskur av ymiskum uppruna skal verða hildin sundurskildur alt alitíðarskeiðið.

Stk. 3. Embætisdjóralækni kann áseta krøv um møguliga sundurskiljing viðvíkjandi øðrum lívdýrum og lívalgum og grókornum av hesum.

Rakstur av sjóbúningarstøðum

§ 53. Sjóbúningarstøðir skulu bert verða nýttar til aling av fiski, ætlað til matna ella til tøknilig endamál. Livandi fiskur, rogn og sil frá sjóbúningarstøðum skulu ikki verða nýtt til aling av lívfiski.

Stk. 2. Landsdjóralæknin kann seta samsvarandi krøv til aling av lívdýrum ella lívalgum.

Stk. 3. Landsdjóralæknin kann í serligum føri geva undantak frá stk. 1.

§ 54. Sjóbúningarstøðum á landi er einans loyvt at keypa ella taka ímóti gitnum rognum, yngli og maðkapirrum hjá laksafiski og øðrum yngri stigum av fiski ella dýrum frá lívstøðum.

Stk. 2. Embætisdjóralækni kann eftir umsókn loyva frávik frá stk. 1.

§ 55. Sjóbúningarstøðir á landi skulu bert selja ella flyta:

1)   Yngul, smolt, annan sjóbúnan fisk og yngri menningarstig av fiski og dýrum til alistøðir á landi og alistøðir á sjónum, og

2)   fisk ella dýr, sum eru búgvin til slátur, til sláturvirki ella samsvarandi tøkuvirki.

Stk. 2. Í serligum føri kann Landsdjóralæknin gera frávik frá stk. 1.

§ 56. Eygnarogn hjá laksi skulu sóttreinsast beinanvegin, tá tikið verður ímóti teimum á sjóbúningarstøðum á landi.

Stk. 2. Landsdjóralæknin kann seta líknandi krøv til sóttreinsing fyri annan alifisk enn laks og onnur alidýr.

§ 57. Áðrenn ljósstýrd sjóbúning av laksi verður sett í gongd, verður gjørd hóskandi støddarskiljing, soleiðis at sjóbúningin er einstáttað.

Stk. 2. Hóskandi og djóravælferðarliga ráðiligar kanningar skulu skjalprógva, at fiskur at seta út, er sjóbúgvin.

Stk. 3. Fiskur at seta út, skal vera hóskandi til støddar til tær umstøður, hann verður settur út í, og annars so mikið væl fyri, at hann tolir skiftið til sjógv.

Stk. 4. Fiskur og dýr, sum hava sjónligar skaðar, íroknað munandi fjarðarot, kynsbúnir kallfiskar ella fiskar og dýr, sum á annan hátt eru av vánaligari góðsku, skulu skiljast frá og burturbeinast, sbr. eisini § 34, stk. 1.

Rakstur av alistøðum

§ 58. Alistøðir skulu bert verða nýttar til aling av fiski, dýrum og algum til matna, til fóður, til tøknilig endamál ella sum hjálparamboð í sambandi við aðra aling.

Stk. 2. Livandi fiskur, dýr ella algur frá alistøðum, ella kynskyknur ella grókorn frá hesum, skulu ikki verða nýtt til lívaling.

Stk. 3. Landsdjóralæknin kann geva undantak frá stk. 1 og 2 í sambandi við uppbyggjan og endurnýggjan av lívstovnum og kynbótararbeiði í hesum sambandi.

§ 59. Alistøðir á sjónum og sjógvalistøðir á landi skulu bert keypa ella taka ímóti fiski frá lívstøðum, sjóbúningarstøðum á landi og sjógvalistøðum á landi.

Stk. 2. Fyri alistøð á sjónum, skal samlaða tíðin fyri útsetan vera í mesta lagi 4 mánaðir.

Stk. 3. Landsdjóralæknin kann seta líknandi krøv sum í stk. 1 og 2 til at fevna um onnur dýr enn fisk.

Stk. 4. Undir serligum umstøðum kann Landsdjóralæknin gera frávik frá stk. 1, t.d.:

1)   Í sambandi við samskipan av rakstrarætlanum, soleiðis at brakklegging av alistøðum verður framd samstundis, og

2)   í sambandi við uppbyggjan og endurnýggjan av lívstovnum og kynbótararbeiði í hesum sambandi.

§ 60. Sjóbúningarstøðir kunnu flyta fisk til:

1)   Sjógvalistøðir á landi, sum hava loyvi at pumpa sjógv inn,

2)   alistøðir á sjónum,

3)   sláturvirki, ella

4)   burturbeiningarvirki.

Stk. 2. Sjógvalistøðir á landi kunnu bert flyta fisk til alistøðir á sjónum, sláturvirki ella til burturbeiningarvirki.

Stk. 3. Alistøðir á sjónum kunnu bert flyta fisk til sláturvirki ella burturbeiningarvirki.

Stk. 4. Undir serligum umstøðum kann Landsdjóralæknin gera frávik frá stk. 1, t.d.:

1)   í sambandi við samskipan av rakstrarætlanum, soleiðis at brakklegging av alistøðum verður framd samstundis,

2)   í sambandi við uppbyggjan og endurnýggjan av lívstovnum og kynbótararbeiði í hesum sambandi, og

3)   í samband við at dýr ella algur verða nýtt sum hjálparamboð í samband við aðra aling.

Trivnaður, vatnviðurskifti og tættleiki

§ 61. Á lívstøðum, sjóbúningarstøðum og alistøðum á landi skal fiskatættleikin vera lívfrøðiliga og tøkniliga ráðiligur og má ikki vera hægri enn, at best hóskandi vatnparametrar framhaldandi kunnu haldast, og trivnaðurin hjá fiskinum ikki verður neiliga ávirkaður.

Stk. 2. Vatngóðskan skal til eina og hvørja tíð skjalprógvast við mátingum og skjalføringum av viðkomandi fysiskum og kemiskum vatnparametrum.

Stk. 3. Fiskatættleikin á lívstøðum og alistøðum á sjónum skal vera:

1)   Er miðalvektin á fiski minni enn 2 kg, skal fiskatættleikin vera í mesta lagi 15 kg fyri hvønn kubikkmeturin.

2)   Er miðalvektin á fiski 2 til 3 kg, skal fiskatættleikin vera í mesta lagi 20 kg fyri hvønn kubikkmeturin.

3)   Er miðalvektin á fiski meira enn 3 kg, skal fiskatættleikin vera í mesta lagi 25 kg fyri hvønn kubikkmeturin.

Stk. 4. Rúmmál verður í stk. 3 roknað sum yvirflata x dýpi. Dýpið í aliringum verður roknað frá vatnskorpuni og niður á blýlínuna, tó í mesta lagi 15 metrar.

Stk. 5. Embætisdjóralækni kann í serligum førum geva undantaksloyvi frá ásetingini í stk. 4 um mestamark upp á 15 m, t.d. við aling á opnum havi.

Vasking, sóttreinsing og brakklegging

§ 62. Eftir hvørt framleiðsluumfar, har alibrúkið ella rakstrareindin er tømd fyri fisk, og nótir eru tiknar burtur, skal óviðkomandi útgerð burturbeinast, so alibrúkið ella rakstrareindin kann vaskast, sóttreinsast og brakkleggjast, sbr. § 65, stk. 1 og 2, áðrenn fiskur aftur verður settur út.

Stk. 2. Boðast skal Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá, beinanvegin alibrúkið ella rakstareindin er tømd fyri fisk.

Stk. 3. Fyri onnur alisløg enn aling av fiski, kann embætisdjóralæknin í ítøkiligum førum eftir eini meting seta krøv um brakklegging millum hvørt framleiðsluumfar ella við øðrum hóskandi millumbili.

§ 63. Reingerð og sóttreinsing av alibrúki ella rakstrareind skal fara fram eftir leiðbeining frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Stk. 2. Reingerð og sóttreinsing av aliverklagi á landi skal fevna um:

1)   Hølir,

2)   klekibakkar og aðra klekiútgerð,

3)   kør og tangar,

4)   vatnleiðingar og møgulig filtur, m.a. biofiltur, um so er, at talan er um álagda brakklegging í sambandi við smittandi sjúku,

5)   aðra rakstrarútgerð, og

6)   uttanduraøki.

Stk. 3. Reingerð og sóttreinsing av flótandi aliverklagi á sjónum skal fevna um:

1)   Stálbúr og aðra flótandi aliútgerð, sum kann vaskast og sóttreinsast á sjónum, og

2)   nótir og tílíka útgerð, sum skal vaskast og sóttreinsast á landi. Frárensluvatn skal verða viðgjørt eftir reglunum um sóttreinsing av frárensluvatni frá alibrúkum og alivirkjum.

Stk. 4. Áðrenn brakkleggingartíðin av alibrúkum ella rakstrareindum kann byrja, skulu reingerð og sóttreinsing verða góðkend av Heilsufrøðiligu starvsstovuni, undir hesum vaskievni og sóttreinsingarevni.

§ 64. Um so er, at alibrúk hevur fingið álagt burturbeining ella slátur vegna smittandi sjúku, kann landsdjóralæknin áleggja, at reingerð og sóttreinsing skal byrja beinanvegin, tá alibrúkið ella rakstrareindin er tømd fyri fisk, og áseta freist, nær hetta skal verða liðugt.

§ 65. Tíðarskeiðið, har alibrúkið ella rakstrareindin skal brakkleggjast millum hvørt framleiðsluumfar, skal í minsta lagi vera:

1)   1 vika fyri alibrúk ella rakstrareindir, sum ala í kari, tanga og tílíkum á landi.

2)   2 mánaðir fyri alibrúk ella rakstrareindir, sum ala í aliringi, alibúri og tílíkum á sjónum roknað frá tí degi, alibrúkið ella rakstrareindin er tømd, og nótir eru tiknar burtur, tó í minsta lagi 1 mánað, roknað frá tí degi Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur góðkent reingerð og sóttreinsing av alibrúkinum.

Stk. 2. Alibrúk ella rakstrareindir við fiski, sum liggja minni enn 5 kilometrar frá øðrum alibrúki, skulu brakkleggjast í minsta lagi 1 mánað í senn, roknað frá tí degi, alibrúkið ella rakstrareindin er tømd og nótir eru tiknar burtur.

Stk. 3. Landsdjóralæknin kann leingja tíðarskeiðini fyri brakklegging í stk. 1, um smittandi sjúka hevur verið í viðkomandi alibrúki.

Stk. 4. Landsdjóralæknin kann stytta tíðarskeiðini fyri brakklegging fyri tey alibrúk ella rakstrareindir, ið eru nevnd í stk. 1, nr. 1, og sum eru innrættað soleiðis, at munagóð turrlegging, vasking og sóttreinsing eru møgulig.

Stk. 5. Fyri onnur alisløg enn aling av fiski, kann landsdjóralæknin í ítøkiligum førum eftir eini meting geva undantak frá § 65 stk. 1 og 2 ella seta onnur krøv fyri hvørt slag.

Heilsueftirlit

§ 66. Øll alibrúk, sum hava við fisk ella dýr at gera, skulu hava ein djóralækna, sum skal hava regluligt djóraheilsueftirlit við viðkomandi alibrúki.

Stk. 2. Loyvishavarin skal boða Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá navni og bústaði djóralæknans.

Stk. 3. Eftirlitið, sum djóralæknin skal hava sbrt. stk. 1, skal í minsta lagi fevna um:

1)   12 árligar eftirlitsvitjanir á lívfiskastøðum,

2)   12 árligar eftirlitsvitjanir á búningarstøðum,

3)   12 árligar eftirlitsvitjanir á alistøðum, við framleiðslu, sum er 1.000.000 ella fleiri fiskar og ella hevur fleiri enn eitt fiskaslag, íroknað hjálparfisk,

4)   6 árligar eftirlitsvitjanir á alistøðum, við framleiðslu, sum er minni enn 1.000.000 fiskar og einans hevur eitt fiskaslag, íroknað hjálparfisk, og

5)   fyri onnur alidýr enn fisk, avger landsdjóralæknin talið av árligum eftirlitsvitjanum.

Stk. 4. Í sambandi við djóraheilsueftirlit skal djóralæknin:

1)   Kanna eftir, at rakstrardagbøkur verða førdar sbrt. § 25,

2)   eftirkanna rakstrardagbøkur fyri at staðfesta møguligar trupulleikar,

3)   skoða allar rakstrareindir fyri vælferð og møgulig tekin um sjúku, og

4)   skera nýliga deyðan fisk ella dýr, ið hava tekin um møguliga sjúku, upp og taka neyðugar royndir til diagnostiska kanning.

Stk. 5. Frá alieindum við øktum felli ella tekin um kliniska sjúku skulu í minsta lagi 10 sjálvdeyðir ella slátraðir fiskar ella dýr av hvørjum slagi skerast upp og kannast.

Stk. 6. Eftir hvørja vitjan skal djóralæknin skriva eina eftirlitsfrágreiðing, sum skal latast loyvishavara og ábyrgdarfólki fyri alibrúkinum í seinasta lagi 2 yrkadagar eftir vitjanina.

Stk. 7. Alibrúkið skal skjalføra eftirlitsfrágreiðingar djóralæknans frá regluligum og eyka eftirlitum.

Stk. 8. Eftirlitsfrágreiðingar djóralæknans frá regluligum og eyka eftirlitum skulu vera eftirlitsmyndugleikanum tøkar í sambandi við eftirlitsvitjan, eisini um ábyrgdarfólkið ikki fær verið hjá undir eftirlitsvitjanini.

Stk. 9. Landsdjóralæknin kann áseta krøv til djóraheilsueftirlitið, íroknað eyka eftirlit og hvørjar royndir skulu verða tiknar og talið á fiski ella dýrum, ið skal verða tikið til kanningar.

§ 67. Er økt felli ella á annan hátt illgruni um sjúku, skal alibrúkið beinanvegin boða djóralækna frá hesum.

§ 68. Ikki er loyvt at flyta, slátra ella selja fisk, dýr ella algu, sum hevur sjónlig tekin um smittandi sjúku.

Stk. 2. Uttan mun til ásetingina í stk. 1, kann Heilsufrøðiliga starvsstovan geva undantaksloyvi til at flyta fisk til slátur.

Bann fyri at sigla og fiska

§ 69. Ikki er loyvt óviðkomandi at:

1)   Sigla nærri enn 50 metrar frá ytstu sjónligu merking av aliøkjum á sjónum,

2)   fiska ella á annan hátt veiða á aliøkjum,

3)   fiska ella veiða í áum ella vøtnum, haðani lívstøðir fáa vatn, ella

4)   fiska ella veiða nærri enn 50 metrar, haðani sjógvur verður tikin inn til lívstøðir.

Stk. 2. Eftir umstøðunum kann embætisdjórlækni herða ella geva undantak frá krøvunum í stk. 1.

At veiða og sleppa í áir og vøtn

§ 70. Embætisdjóralækni skal góðkenna áir og vøtn til at sleppa fisk, dýr ella algur í, áðrenn farið verður undir at brúka tey. Hetta skal verða gjørt eftir reglunum í § 10 við neyðugum tillagingum.

Stk. 2. Ikki er loyvt at sleppa fiski, dýrum ella algum í áir og vøtn, herundir at flyta tey ímillum áir ella vøtn, uttan góðkenning frá embætisdjóralækna.

Stk. 3. Umsókn um góðkenning skal vera á serligum umsóknarblaði frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Stk. 4. Embætisdjóralækni kann bert geva loyvi til at sleppa fiski, dýrum ella algum í áir ella vøtn, har einki annað nær slektað slag hoyrir natúrliga til, sum kann verða hótt ella týnt av slíkum virksemi.

§ 71. Tað er bannað at fiska í áum og vøtnum, haðani streymur rennur til alistøðir á landi ella frá frárenningarøki hjá alistøðum á landi.

Stk. 2. Sleppivøtn skulu lúka somu krøv til frástøðu við atliti at smittuskilnaði, sum verða sett sjóbúningarstøðum, sbr. § 9, stk. 1, nr. 2.

§ 72. Fiskur, dýr ella alga, sum verða slept í vøtn ella áir, skulu stava frá lívstøðum ella sjóbúningarstøðum, sum eru góðkendar eftir hesi kunngerð.

Stk. 2. Fiskur, dýr ella alga til at sleppa í áir og vøtn, skulu ikki hava tekin til ella vera undir illgruna fyri at vera fongd við smittandi sjúku ella hava sjónlig mein.

Stk. 3. Flutningur av fiski, dýrum ella algum til áir ella vøtn, og av útgerð, skal fara fram í samsvari við galdandi reglur í kunngerð um flutning av akvakulturdýrum v.m.

Stk. 4. Brúktar tráður og onnur brúkt útgerð skal reinsast og sóttreinsast á góðkendan hátt, áðrenn flutt verður ímillum ymiskar áir og vøtn.

Stk. 5. Fyri áir og vøtn, sum loyvi verður givið at sleppa í, hevur loyvishavarin ábyrgd av:

1)   At ásetingarnar í hesum kapitli verða fylgdar,

2)   at starvsfólk, hjálparfólk, viðskiftafólk og aðrir brúkarar verða gjølliga kunnað um galdandi reglur á økinum,

3)   at útvega leiðbeining og tilfar, ið ger tað ómakaleyst at reinsa og sóttreinsa tráður og aðra útgerð við komu og fráferð, og

4)   at tryggja, at reglurnar verða fylgdar.

Stk. 6. Áðrenn loyvi verður givið ella endurnýggjað, og áðrenn flutningsloyvi verður givið, skal loyvishavarin søkja um góðkenning av skrivligari innanhýsis mannagongd ella skrásetingarskipan, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan góðkennir og hevur eftirlit við.

§ 73. Virksemi, ið fevnir um at sleppa fisk, dýr ella algur í áir ella vøtn, skal hava ein djóralækna knýttan afturat, sum skal hava regluligt djóraheilsueftirlit við fiski og møguligum øðrum sleptum dýrum.

Stk. 2. Loyvishavarin skal boða Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá navni og bústaði hjá djóralæknanum.

Stk. 3. Djóralæknin skal fremja eftirlit í minsta lagi tvær ferðir árliga. Annað eftirlitið skal fara fram áðrenn og í sambandi við útsetan.

Stk. 4. Eftir hvørja vitjan skal djóralæknin skriva eina eftirlitsfrágreiðing, sum skal latast loyvishavara í seinasta lagi 2 yrkadagar eftir vitjanina.

Stk. 5. Loyvishavarin skal skjalføra eftirlitsfrágreiðingar djóralæknans.

Stk. 6. Eftirlitsfrágreiðingar djóralæknans skulu vera tøkar, tá almennur eftirlitsmyndugleiki kemur á eftirlitsvitjan.

Stk. 7. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur eftirlit við áum og vøtnum, har fiskur, dýr ella algur verða slept.

Stk. 8. Landsdjóralæknin kann áseta reglur fyri djóraheilsueftirlitið, íroknað hvørjar royndir skulu verða tiknar og talið á fiski, dýrum og algum, ið skal verða tikið til kanningar.

Kapittul 4

Eftirlit, tiltøk og revsiásetingar

Eftirlit sbrt. løgtingslóg um djórasjúkur

§ 74. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur eftirlit við og tekur avgerðir fyri at fremja ásetingarnar í løgtingslóg um djórasjúkur viðvíkjandi fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá alifiski og øðrum alidjórum og ásetingunum í hesi kunngerð sbrt. løgtingslóg um djórasjúkur, og kann undir hesum áseta forboð og boð.

Stk. 2. Heilsufrøðiliga starvsstovan skal í hesum arbeiði hava atgongd til allar partar av alibrúkunum.

Stk. 3. Loyvishavarin skal tryggja, at eitt ábyrgdarfólk er hjá undir eftirlitinum.

Stk. 4. Heilsufrøðiliga starvsstovan skrivar eftirlitsfrágreiðing, sum verður send loyvishavaranum eftir, at eftirlitið er framt.

Afturtøka av góðkenning

§ 75. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann taka góðkenning av alibrúki aftur, um tað er framt grov brot á ásetingar í hesi kunngerð sbrt. løgtingslóg um djórasjúkur.

Gjald og endurgjald

§ 76. Loyvishavarin skal, uttan at tað kostar tí almenna nakað, stilla neyðuga manning, alibátar og aðrar hentleikar til taks í sambandi við djóraheilsueftirlit, sýnistøku og annað eftirlit og hartil knýtt arbeiði eftir hesi kunngerð sbrt. løgtingslóg um djórasjúkur.

§ 77. Tað almenna letur ikki endurgjald fyri útreiðslur, sum alibrúk, áir ella vøtn at sleppa í, ella virksemi, sum hevur við aling at gera, kann fáa í sambandi við hesa kunngerð sbrt. løgtingslóg um djórasjúkur.

Stk. 2. Loyvishavarin rindar fyri góðkenning og eftirlit og tílíkt, sum verður gjørt av Heilsufrøðiligu starvsstovuni og fyri tøku og kanning av royndum eftir galdandi takstum.

Stk. 3. Loyvishavarin rindar fyri eftirlit og tílíkt hjá djóralæknanum eftir djóralæknans taksti.

Stk. 4. Tænastur, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan veitir frítíðarfeløgum, sum hava loyvi til alibrúk, og við góðkenning eftir hesi kunngerð sbrt løgtingslóg um djórasjúkur, sleppa fiski í áir ella vøtn, ella sum hava annað virksemi, ið hevur við lívfisk at gera, og sum ikki framleiða alifisk við vinningi fyri eyga, verða veittar ókeypis.

Eftirlit sbrt. løgtingslóg um aling av fiski v.m.

§ 78. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur eftirlit við og tekur avgerðir fyri at fremja ásetingarnar í §§ 9 og 10 og §§ 16 og 17 í løgtingslóg um aling av fiski v.m. og í § 23, stk. 3, nr. 4 og stk. 6, § 38, § 41, § 69 í hesi kunngerð, og kann undir hesum áseta forboð og boð.

Stk. 2. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann taka aliloyvi aftur, um tað er framt grov brot á ásetingar § 23, stk. 3, nr. 4 og stk. 6, § 38, § 41 í hesi kunnerð, ella á forboð ella boð sbrt. nevndu ásetingum.

Stk. 3. Ásetingarnar í § 74, stk. 3 og 4, § 76 og § 77, stk. 2 verða nýttar samsvarandi í sambandi við eftirlit eftir stk. 1.

Eftirlit sbrt. løgtingslóg um djóravælferð (Djóravælferðarlógin)

§ 79. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur eftirlit við og tekur avgerðir fyri at fremja ásetingarnar í djóravælferðarlógini viðvíkjandi djóravælferð hjá alifiski og øðrum alidýrum og ásetingunum í hesi kunngerð um djóravælferð.

Stk. 2. Ásetingarnar í § 76 og § 77, stk. 2 verða nýttar samsvarandi í sambandi við eftirlit eftir stk. 1.

Skiftisreglur

§ 80. Verandi alistøðir, sum eru góðkendar eftir reglunum í kunngerð um sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum, skulu ikki søkja um at fáa nýggja góðkenning eftir reglunum í § 10.

§ 81. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann geva verandi alibrúki eina tíðarfreist til at lúka krøvini í hesi kunngerð.

Kæra

§ 82. Avgerð, tikin av Heilsufrøðiligu starvsstovuni sbrt. hesi kunngerð, kann kærast til Vinnukærunevndina.

Revsireglur

§ 83. Um ikki harðari revsing kann áleggjast eftir løgtingslóg um djórasjúkur ella aðrari lóg, verður við sekt revsaður tann, sum brýtur reglurnar í ásetingunum í hesi kunngerð ella ikki fylgir forboðum ella boðum, sett eftir hesi kunngerð sbrt. løgtingslóg um djórasjúkur.

§ 84. Heimildin hjá landsstýrismanninum eftir § 50 í løgtingslóg um djórasjúkur at avgera revsimál uttan rættarsókn verður løgd Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

§ 85. Um ikki harðari revsing kann áleggjast eftir løgtingslóg um aling av fiski v.m. ella aðrari, kann tann, sum tilætlað ella av grovum ósketni, ger brot á § 23, stk. 3, nr. 4 og stk. 6, § 38, § 41, § 69, stk. 1, ella ikki fylgir forboðum og áleggingum, givnum sbrt. nevndu ásetingum, verða revsaður við sekt, hefti ella fongsli í upp í 1 ár.

§ 86. Um ikki harðari revsing kann áleggjast eftir djóravælferðarlógini ella aðrari lóg, kann tann, sum ger brot á § 32, § 34, § 57, stk. 2 í hesi kunngerð ella ikki fylgir forboðum og boðum, givnum sbrt. nevndu ásetingum, verða revsaður við sekt.

Gildiskoma

§ 87. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Stk. 2. Samstundis, sum hendan kunngerð fær gildi, fer úr gildi kunngerð nr. 134 frá 16. oktober 2009 um sjúkufyribyrgjandi rakstur á alistøðum.

 

 

 

Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 14. juni 2019

 

Poul Michelsen (sign.)

landsstýrismaður

/ Herálvur Joensen (sign.)

 

 

 

Skjal 1

Rakstrarætlan

 

Rakstrarætlan fyri øll sløg av aling á øllum sløgum av alibrúkum skal, tá tað í mun til tað ítøkiliga slagið av aling er viðkomandi, sbr. § 22, stk. 9 og 10, hava hesar upplýsingar fyri 2 framleiðsluumfør:

 

A. Lívstøðir, sjóbúningarstøðir og aðrar alistøðir:

1)   Nummar á støðini og ella eintýðug og nágreinilig eyðmerking av samsvarandi øki.

2)   Nummar á rakstrareindini.

3)   Tíðarskeið fyri rakstrarætlanina.

4)   Yvirlit yvir framleiðslugongd esini nevnt flowdiagram.

5)   Slag av fiski, dýrum ella algum.

6)   Fyri allar serstakar tilgongdir, t.d. flutning, sølu, móttøku, strúking, gitnað, innlegging, skiljing, kleking, byrjanarfóðring, viðsetu, framleiðslu, tøku og brakklegging:

a)   Nær hvør av hesum tilgongdum væntandi byrjar, fer fram og endar,

b)   Uppruni, t.e. nummar á lívstøð ella eyðmerking av samsvarandi upprunaøki,

c)   væntað tal ella mongd av hvørjum kyni, tá tilgongdin byrjar,

d)   ætlað hitamørk undir kleking og byrjanarfóðring,

e)   hvussu ætlanin er at fylgja við, stýra og skráseta tey í skjali 3, undir I nevndu tøl,

f)   væntað ella ætlað stødd við móttøku, sølu, setan í vatn ella á sjógv og við tøku,

g)   væntað felli í hvørjari tilgongd,

h)   væntað tal, mongd og samlaði biomassi, tá tilgongdin endar,

i)    hægst væntaði samlaði biomassi í framleiðsluskeiðinum,

j)    hægst væntaði tættleiki, t.e.. kg. pr. m3,

k)   móttakari, t.e. nummar á móttøkustøð ella navn og staðseting á virki.

 

 

 

 

 

Skjal 2

Rakstrardagbøkur

 

Rakstrardagbøkur fyri øll sløg av aling á øllum sløgum av alibrúkum skulu hava hesar upplýsingar, tá tað í mun til tað ítøkiliga slagið av aling er viðkomandi, og tá slíkar upplýsingar í mun til alislagið kunnu fáast til vega, sbr. § 26, stk. 2 og 3:

 

A. Fyri lívfisk, lívdýr ella lívalgur og kynskyknur undan hesum, í sambandi við flutning, sølu, móttøku, strúking, giting, innlegging, skiljing ella kleking av rognum, viðsetu og aling fram til tøku:

1)   Dagfesting, tá tilgongdin fór fram.

2)   Nummar á støð.

3)   Nummar á alieind.

4)   Slag.

5)   Tal, vekt ella mongd av hvørjum kyni.

6)   Uppruni, t.e. nummar á upprunalívstøð ella eyðmerking av samsvarandi upprunaøki.

7)   Nummar og kyn á lívfiski, og, um viðkomandi, á lívdýri ella lívalgu.

8)   Livandi tal og mongd.

9)   Fráskilt tal, mongd, orsøk og á hvørjum stigi fráskiljingin er farin fram, t.d. ógitið, krypil, deytt.

10) Nummar á eind, sum flutt verður úr og í.

11) Úrslit av starvsstovukanningum.

 

B. Tá fiskur, dýr ella algur verða settar í alieind fyri hvørja eind sær:

1)   Nummar á støð.

2)   Nummar á rakstrareind ella øki.

3)   Nummar á alieind.

4)   Gagnnýtt rúmmál og ella onnur viðkomandi mát á alieindini.

5)   Innsetanardagur.

6)   Slag, íroknað hjálparfisk.

7)   Innsett tal og nøgd, íroknað hjálparfisk.

8)   Miðalvekt, tá sett verður inn.

9)   Samlað vekt, t.e. biomassi og tættleiki, t.e. kg pr. m3, tá sett verður inn.

10) Uppruni:

a)   Nummar á lívstøð ella eyðmerking av samsvarandi upprunaøki,

b)   tá talan er um innanhýsis flutning, nummar á alieind.

 

C. Daglig skráseting fyri hvørja alieind sær fyri aling av fiski á øllum sløgum av alistøðum á sjógvi og landi:

1)   Dagfesting.

2)   Livandi tal, tá dagur endar, íroknað hjálparfisk.

3)   Miðalvekt, tá dagur endar.

4)   Samlað vekt, tá dagur endar.

5)   Dagligt felli.

6)   Miðalvekt.

7)   Samlað vekt, t.e. biomassi á deyðum fiski.

8)   Fóðurnýtsla.

9)   Slag av fóðri.

a)   Dagfesting av egnum, innanhýsis eftirlitum.

b)   Dagfesting av heilsueftirliti, hvør ið hevur framt eftirlitið, hvørt talan er um regluligt eftirlit, tilvísing til nærri upplýsingar um illgruna um sjúku og ella smittu, um niðurstøðu, tilmæli og møgulig framd tiltøk.

 

D. Fyri hvørja alieind, tá fiskur, íroknað hjálparfiskur, dýr ella algur á øllum menningarstigum verða flutt innanhýsis til aðra alieind á støðini ella til eitt annað alibrúk, sett á sjógv, slept í áir ella vøtn, ella burturbeind:

1)   Dagfesting.

2)   Tal.

3)   Miðalvekt.

4)   Samlað vekt, t.e. biomassi, sum verður flutt.

5)   Nummar á alieind, sum flutt verður til og navn og staðseting á øki.

6)   Nummar á móttakandi aliøki, støð ella virki.

7)   Knattstøða og navn á tí staði, har sett verður út á sjógv, ella har slept verður í áir ella vøtn.

 

E. Tá fiskur, íroknað hjálparfiskur, rýmur, fyri hvørja eind sær:

1)   Dagfesting.

2)   Rýmt ella mist tal.

3)   Miðalvekt.

4)   Samlað vekt.

5)   Orsøk.

 

F. Teljingar av sníkum sbrt. kunngerð um yvirvøku og tálming av lúsum á alifiski (lúsakunngerðin).

 

G. Tá tekin eru um sjúku ella økt felli hjá øllum sløgum av fiski ella dýrum, fyri hvørja eind sær:

1)   Dagfesting.

2)   Sjúkutekin.

3)   Sjúkuavgerð, t.e. diagnosa.

4)   Hvør hevur tikið sjúkuavgerðina:

a)   Djóralækni hjá alistøðini og ella

b)   Heilsufrøðiliga starvsstovan.

5)   Er talan um sjúku, sum skal fráboðast:

a)   Dagfesting, tá illgruni fekst um sjúku, og

b)   dagfesting, tá djóralækni hjá alistøðini varð boðsendur, og ella

c)   dagfesting, tá Heilsufrøðiliga starvsstovan varð boðsend.

 

H. Tá viðgjørt verður við heilivági ella koppingarevni fyri hvørja eind sær:

1)   Dagur, tá viðgerðin byrjar.

2)   Dagur, tá viðgerðin endar.

3)   Sjúkuavgerð, t.e. diagnosa.

4)   Navn á heilivági ella koppingarevni.

5)   Skamtur.

6)   Batch nummar.

7)   Kravd afturhaldstíð sbrt. framleiðara.

 

I. Í sambandi við súrgan og heintan av deyðum fiski:

1)   Dagur og tíð nær seinasti fiskur er latin í tanga.

2)   Dagur og tíð nær innihaldið í tanga sbrt. nr. 1 er heintað.

 

J. Dagliga áhaldandi talgild skráseting av vatngóðsku í hvørjari alieind á øllum sløgum av alibrúkum á sjógvi og landi, og hert eftirlit í sambandi við økt felli ella versnaðan trivnað, til orsakirnar eru staðfestar av djóralækna:

1)   Dagfesting.

2)   Súrevni, t.e. O2, á sjónum og á landi, sum minstamark, í umboðandi kørum ella alieindum við ringast væntandi støðuna fyri hvørja rørstammu, t.e. til eina røð av kørum ella alieindum ella hvørjari rammu við einari røð av alieindum.

3)   Koltvíilta, t.e. CO2 í kørum ella alieindum á landi, sum minstamark, í umboðandi kørum ella alieindum við ringast væntandi støðuna fyri hvørja rørstammu, t.e. fyri hvørja felags rørtilføring til eina røð av kørum ella alieindum.

4)   Súrleikastig (pH) í kørum ella alieindum á landi, har vatn ella sjóblandað vatn verður nýtt, sum minstamark fyri hvørja høll ella alideild við felags vatnveiting og endurnýtsluskipan.

5)   Saltleiki, t.e. salinitetur, tá sjógvur ella vatnblandaður sjógvur verður nýttur.

6)   Hiti, t.e.°C.

7)   Á landi harumframt: Gjøgnumrensl, t.e. mongd í mun til tíð, av vatni, sjógvi ella bland av hesum.

8)   Á landi í sambandi við endurnýtslu, t.e. resirkulering, av vatni, sjógvi ella bland av hesum harumframt:

a)   Nitrat, t.e. NO3-,

b)   Nitrit, t.e. NO2-,

c)   Ammonium, t.e.NH4+,

d)   Ammoniakk, t.e. NH3,

e)   Svávulvetni, t.e. H2S í sambandi við resirkulering av vatni og sjógvi, í sambandi við økt felli ella versnaðan trivnað á sjónum, um bløðrur síggjast koma frá havbotninum, og tá størst lívvekt er á fiskaalibrúki á sjónum, áðrenn aliumfarið endar,

f)   Ozon, t.e. O3, um so er, at Ozon verður brúkt,

g)   Relevant toksisk evni, har salt verður brúkt í vatninum.