Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. juni 2010Nr. 80
Kunngerð um gjald fyri raksturin av Vanlukkutryggingarráðnum
Við heimild í § 27, stk. 5, i løgtingslóg nr. 67 frá 25. mai 2009 um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin) verður ásett:
§ 1. Tryggingarfeløgini, sum tekna arbeiðsskaðatryggingar, bera kostnaðin fyri raksturin av Vanlukkutryggingarráðnum sambært § 27, stk. 5, i løgtingslóg nr. 67 frá 25. mai 2009 um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða.
Stk. 2. Vanlukkutryggingarráðið sendur hvørt ár áðrenn 1. mars eina uppgerð til gjaldingar grundað á rakstrarkostnaðin av Vanlukkutryggingarráðnum í undanfarna ári.
Stk. 3. Útreiðslurnar, ið standast av ásetingunum í § 27, stk. 4, i løgtingslóg nr. 67 frá 25. mai 2009 um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða, haruppií útreiðslur til vegleiðandi úttalisir frá Arbejdsskadestyrelsen, verða tó rindaðar so hvørt av viðkommandi tryggingarfelagi í sambandi við einstøku málsviðgerðina og eftir áheitan frá Vanlukkutryggingarráðnum.
Stk. 4. Ársgjaldið hjá tí einstaka tryggingarfelagnum verður ásett av Vanlukkutryggingarráðnum í mun til talið av fráboðanum, móttiknar frá viðkommandi tryggingarfelagi.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi 1. juli 2010.
Vinnumálaráðið, 17. juni 2010
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)