30. august 2008Nr. 80
Fráboðan frá løgmanni um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar
§ 1
Í fráboðan løgmans nr. 3 frá 18. februar 2008 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar verður gjørd tann broyting í § 1 stk. 1 at "Kristina Háfoss, Tjóðveldi, Tórshavn." fer úr embæti sum landsstýrismaður í mentamálum, og í staðin kemur "Óluva Klettskarð, Tjóðveldi, Klaksvík".
§ 2
Fráboðanin fær gildi 30. august 2008.
Í Tinganesi 30. august 2008
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)