Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
4. juni 2018Nr. 81
Kunngerð um trygd og ábyrgdartrygging í sambandi við keyp og sølu av fastogn
Við heimild í § 8, stk. 3 í løgtingslóg nr. 136 frá 6. oktober 2011 um keyp og sølu av fastogn o.a. verður ásett:
Trygd
§ 1. Fyri at ein persónur kann reka virksemi sum ognarmiðlari, er tað ein treyt, at ein trygd verður veitt frá triðjamanni um, at viðkomandi sum sjálvskuldari svarar fyri teimum fíggjarligu krøvum, sum brúkarar kunnu fáa móti ognarmiðlaranum sum liður í hansara ognarmiðlanarvirksemi.
Stk. 2. Trygdin verður veitt eftir leisti, sum Skráseting Føroya ásetur.
Stk. 3. Trygdin skal skrásetast hjá Skráseting Føroya.
§ 2. Brúkarin skal sambært innihaldinum í trygdini, sbr. § 1, stk. 1, hava beinleiðis krav mótvegis tí, ið hevur veitt trygdina, og kann trygdin ikki avmarkast á annan hátt enn ásett er í hesi kunngerð.
Stk. 2. Trygdin kann býtast sundur soleiðis, at krøv um afturrindan av deponeraðum upphæddum verða rindað av einari kontu fyri seg.
§ 3. Trygdin skal veitast fyri krøvum, ið viðvíkja viðurskiftum frá tí degi, trygdin fær gildi, og til trygdin fer úr gildi.
Stk. 2. Trygdin kann ikki fara úr gildi ella avmarkast, fyrr enn tað er skrásett hjá Skráseting Føroya. Skrásetingin verður gjørd eftir áheitan frá tí, ið hevur veitt trygdina, og hevur virknað frá einum ávísum degi, tó í fyrsta lagi ein mánað eftir, at Skráseting Føroya hevur móttikið áheitanina. Um áheitanin er grundað á svik frá ognarmiðlaranum, kann tann, ið hevur veitt trygdina, krevja, at trygdin verður sett úr gildi dagin eftir, at Skráseting Føroya hevur fingið áheitanina.
Stk. 3. Áheitanin um skráseting sbrt. stk. 2 verður gjørd eftir leisti, sum Skráseting Føroya ásetur.
§ 4. Trygdin kann peningaliga avmarkast soleiðis, at øll krøv í einum ári í tí tíðarskeiðinum, sum trygdin er galdandi fyri, bert verða rindað við einari ávísari upphædd, sum í minsta lagi skal vera 2.500.000 kr. fyri hvønn einstaka skrásetta ognarmeklara ella setta advokat, sum fæst við ognarmiðlan í viðkomandi fyritøku.
Stk. 2. Verður sundurbýti eftir § 2, stk. 2 gjørt, skulu í minsta lagi 2.000.000 kr. standa á serstøku kontuni við deponeraðum upphæddum.
Stk. 3. Upphæddirnar í stk. 1 og 2 verða ikki lækkaðar, hóast ábyrgdin bert er galdandi styttri enn 1 ár.
§ 5. Trygdin kann tíðaravmarkast soleiðis, at hon bert er galdandi fyri krøv, sum verða reist ímóti tí, ið hevur veitt trygdina, í seinasta lagi 5 ár eftir, at fyrisetningurin, sum kravið er grundað á, er endaður.
Stk. 2. Freistin í stk. 1 verður slitin, um brúkarin førir rættarsókn mótvegis ognarmiðlaranum.
§ 6. Trygdin kann avmarkast í mun til ta í § 8 nevndu ábyrgdartrygging soleiðis, at trygdin ikki er galdandi fyri krøv, sum ikki verða rindað av ábyrgdartryggingini, og orsøkin til hetta einans er avmarking í peningaupphæddini í ábyrgdartryggingini.
§ 7. Tann, sum veitir trygdina, skal vera eitt tryggingarfelag, ein peningastovnur ella annar fíggingarstovnur, hvørs trygd hevur við sær eins góða trygd.
Stk. 2. Um trygdin fyri tann einstaka ognarmiðlaran er stovnað sum partur av einari heildarskipan, galdandi fyri fleiri ognarmiðlarar og ognarmiðlanarfyritøkur, kann tann, ið veitir trygdina, vera ein sjálvstøðugur grunnur ella felag. Hetta er tó treytað av, at tilsøgnin frá grunninum ella felagnum er so mikið greið, at Skráseting Føroya eftir ítøkiligari meting metir, at grunnurin ella felagið til eina og hvørja tíð setur samsvarandi trygd sum eftir stk. 1.
Ábyrgdartrygging
§ 8. Fyri at ein persónur kann reka virksemi sum ognarmiðlari, er tað ein treyt, at eitt tryggingarfelag váttar, at viðkomandi ognarmiðlari hevur eina ábyrgdartrygging, og at tryggingarfelagið heftir beinleiðis mótvegis brúkarum, sum hava verið fyri skaða, orsakað av, at ognarmiðlarin, í samsvari við § 24, stk. 1 í løgtingslógini, kemur undir endurgjaldsábyrgd, sum stendst av minni ósketni ognarmiðlarans ella øðrum, sum hann heftir fyri, í sambandi við at loysa uppgávur.
Stk. 2. Á virkjum, sum hava 10 ella fleiri skrásettar ognarmeklarar ella settar advokatar, skal ábyrgdartryggingin eftir stk. 1 hava eina samlaða tryggingarupphædd, sum í minsta lagi er 20 mió. kr. fyri hvørt tryggingarár.
Stk. 3. Á øðrum virkjum skal ábyrgdartryggingin eftir stk. 1 samanlagt hava eina tryggingarupphædd upp á í minsta lagi 2 mió. kr. fyri hvørt tryggingarár faldað við samlaða talinum av skrásettum ognarmeklarum og settum advokatum í fyritøkuni, sbr. tó § 9.
Stk. 4. Váttanin verður gjørd eftir leisti, sum Skráseting Føroya ásetur.
Stk. 5. Váttanin skal skrásetast hjá Skráseting Føroya.
§ 9. Er ábyrgdartryggingin fyri hvønn einstakan ognarmiðlara stovnað sum partur av einari kollektivari skipan, sum fevnir um fleiri ognarmiðlanarfyritøkur og fleiri enn 10 ognarmiðlarar, tekur Skráseting Føroya ítøkiliga støðu til støddina á tryggingarupphæddini. Tað er ein treyt fyri at stovna eina kollektiva ábyrgdartrygging, at tryggingin veitir fulnað fyri, at tryggingarupphæddin verður endurstovnað í teimum førum, har upphæddin er brúkt, orsakað av einum ella fleiri skaðum í einum tryggingarári.
§ 10. Í mun til brúkararnar kann ein ábyrgdartrygging bert verða sett úr gildi, tá hetta er skrásett hjá Skráseting Føroya. Skrásetingin fer fram eftir áheitan frá tryggingarfelagnum við virknaði frá einum ávísum degi, tó í fyrsta lagi ein mánað eftir, at Skráseting Føroya hevur móttikið áheitanina.
Stk. 2. Áheitanin um skráseting, sbrt. stk. 1, verður gjørd eftir leisti, sum Skráseting Føroya ásetur.
Gildiskoma o.a.
§ 11. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Tryggingaravtalur, ábyrgd og ábyrgdartryggingar, ið eru gjørdar, áðrenn henda kunngerð kemur í gildi, eru galdandi til tær sambært tryggingartreytunum kunnu verða settar úr gildi, tó í mesta lagi fram til tann 1. januar 2019.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 4. juni 2018
Poul Michelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)