Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
14. juni 2019Nr. 81
Kunngerð um útbjóðing av aliloyvum
Við heimild § 5, stk. 2, § 6, stk. 2-4, § 6 a, stk. 1 og 2 og § 24 í løgtingslóg nr. 83 frá 25. mai 2009 um aling av fiski v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 30. apríl 2018, verður ásett:
Alifirðir
§ 1. Søkjast kann um aliloyi á fylgjandi alifirðum:
1) Kaldbaksfjørður til:
a) Aling á landi av matfiski av laksi og sílum.
b) Menningarloyvi, sbr, § 12, stk. 2 í kunngerð um tillutan av aliloyvum, til aling á sjónum av matfiski.
c) Ryggleys dýr, krabbadýr og algur á landi ella á sjónum.
2) Eystan fyri Nólsoynna til:
a) Menningarloyvi, sbr, § 12, stk. 2 í kunngerð um tillutan av aliloyvum, til aling av matfiski av laksi og sílum.
b) Ryggleys dýr, krabbadýr og algur.
3) Gøtuvík til:
a) Ryggleys dýr, krabbadýr og algur á landi ella á sjónum.
4) Skálafjørður til:
a) Ryggleys dýr, krabbadýr og algur á landi ella á sjónum.
5) Funningsfjørður til:
a) Ryggleys dýr, krabbadýr og algur á landi ella á sjónum.
6) Famjin til:
a) Ryggleys dýr, krabbadýr og algur á landi ella á sjónum.
§ 2. Á hvørjum alifirði, nevndur í § 1, verður bert givið:
1) eitt loyvi til aling á landi av matfiski av laksi og sílum,
2) eitt menningarloyvi,
3) eitt laksaaliloyvi,
4) eitt loyvi til aling á sjónum av ryggleysum dýrum og krabbadýrum, og
5) eitt loyvi til aling á sjónum av algu.
Almenn lýsing av útbjóðing
§ 3. Heilsufrøðiliga starvsstovan stendur fyri almennnu lýsingini av útbjóðingini av aliloyvum, nevnd í § 1.
Stk. 2. Søkjast kann um aliloyvi, tá Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur lýst útbjóðingina eftir stk. 1.
Stk. 3. Áðrenn lýst verður um útbjóðing av aliloyvum til aling av ryggleysum dýrum, lamellibranchiata, ger Heilsufrøðiliga starvsstovan kanningar við atliti at matvørutrygd.
Viðgerð og tillutan
§ 4. Fyri viðgerð og tillutan av aliloyvum galda reglurnar í kunngerð um tillutan av aliloyvum.
Stk. 2. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann umframt eftir kunngerð um tillutan av aliloyvum í lýsingini eftir § 3 eisini seta treytir, metingarstøði og krøv um upplýsingar.
Gildiskoma
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 14. juni 2019
Poul Michelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)