18. mai 2021Nr. 81
Kunngerð um broyting í kunngerð um framleiðslu og sølu av matvørum, sum ikki eru virkaðar á løggildum matvøruvirki (Heimaframleiðslukunngerðin)
(Kunngerðin verður víðkað til eisini at fevna um grind)
§ 1
Í kunngerð nr. 149 frá 27. november 2017 um framleiðslu og sølu av matvørum, sum ikki eru virkaðar á løggildum matvøruvirki (Heimaframleiðslukunngerðin), sum broytt við kunngerð nr. 48 frá 2. mai 2018, verður í § 1, stk. 2, aftan á “villini fuglur,” sett: “grind,”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 18. mai 2021
Helgi Abrahamsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)