18. juni 2014Nr. 81
Kunngerð um skyldu at hava hund í bandi í Tórshavnar og Klaksvíkar kommunu
Við heimild í § 3, stk. 5 og § 12, stk. 3 í løgtingslóg nr. 82 frá 19. juni 1990 um hundar verður ásett:
§ 1. Hundar í Tórshavnar og Klaksvíkar kommunu skulu á gøtu, vegi, breyt ella øki o.tíl., sum eru opin fyri vanligari ferðslu, havast í bandi. Bandið skal vera so stutt, at leiðarin hevur hundin tætt inni at sær.
Stk. 2. Kunngerðin er ikki galdandi fyri bygdirnar Árnafjørð, Svínoy, Mikladal og Trøllanes.
§ 2. Brot á § 1 verður revsað við bót.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 1 frá 8. januar 2003 um skyldu at hava hund í bandi í Tórshavnar og Kirkjubøar kommunu.
Vinnumálaráðið, 18. juni 2014
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)