Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. august 1991Nr. 81
Kunngerð um flutning av matvørum, ísi, salti o.t.
Við heimild í §§ 17, 19, 20 og 41 í løgtingslóg nr. 46 frá 21. juni 1985 um matvørur v.m. hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Undir flutningi av matvørum, ísi, salti o.t. skulu hesar vørur vera vardar móti sól, regni, vindi, dusti eins og aðrari dálking, sum kann ávirka góðskuna á vørunum sum heild til tað verra. Við flutning í hesum sambandi skilst eisini av- og áskipan, lasting, lossing og goymsla á t.d. bryggju í samband við hetta arbeiðið.
2. stk. Flutningsbilar skulu vera lokaðir. Undantak kann verða givið frá hesum, og tá skal presending vera breidd út yvir vøruna.
3. stk. Í flutningsskipum, ið einans sigla innanoyggja, skal presending vera breidd út yvir vøruna.
4. stk. Í flutningsskipum, ið sigla millum Føroyar og útlond, skal vøran vera goymd í bingjum ella undir taki, og við hóskandi kulda.
§ 2. Har sum vøran verður goymd í flutningsskipinum/-bilinum skal innrættingin og tilfarið vera soleiðis, at lætt er at halda reint, og har skal altíð vera reint og nossligt.
§ 3. Eigarin av flutningsskipinum/-bilinum hevur ábyrgdina av, at ásetingarnar í hesi kunngerð verða hildnar.
§ 4. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur eftirlit við at ásetingarnar í hesi kunngerð verða hildnar, og kann áleggja eigaranum av flutningsskipinum/-bilinum tey boð ella forboð, ið verða roknað fyri at vera neyðug fyri at tryggja, at kunngerðin verður hildin.
§ 5. Brot á hesa kunngerð verða revsað við bót, hefti ella fongsul upp í 1 ár.
§ 6. Henda kunngerð fær gildi 1. november 1991.