Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Mentamálaráðið
  • Útgávudagur: 24-08-2007
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2007 A - Hefti 16 A frá 27. august 2007
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

22. august 2007Nr. 81

Kunngerð um yrkisútbúgving innan fiskireiðskap – serliga trol og nót

Við heimild í § 4, stk. 1, § 5, stk. 1, § 8, stk. 3, § 14, stk. 1 og 2, § 16, stk. 2 og § 17, stk. 2 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 15 frá 16. mars 2006, verður ásett:

Kapittul 1

Stevnumið og bygnaður

§ 1. Sett verður á stovn yrkisútbúgving innan fiskireiðskap – serliga trol og nót.

§ 2. Útbúgvingin skal við skúlaundirvísing og upplæring á læruplássi:

1)   Geva lærlinginum førleikar innan øll viðkomandi øki í yrkinum,

2)   nøkta tørvin hjá vinnuni, tá ið um ræður fakligan førleika og almennan kunnleika,

3)   leggja grundarlag undir framtíðar yrki og framhaldandi útbúgving, og

4)   menna tann einstaka og hjálpa viðkomandi til samfelagsliga fatan.

§ 3. Útbúgvingin skal geva lærlinginum førleika at:

1)   Útinna tað handverk, ið er knýtt at arbeiðinum,

2)   økja framhaldandi um sín førleika gjøgnum arbeiði og við útbúgving,

3)   vísa neyðug fyrilit fyri heilsu, trygd og umhvørvi,

4)   leggja arbeiðið tilrættis á skilagóðan hátt,

5)   fáa sær innlit í fíggjarviðurskifti,

6)   útvega sær viðkomandi og dagført tilfar um yrkið, og

7)   seta seg inn í galdandi reglur og lóggávu innan starvsøkið.

§ 4. Lærutíðin er tilsamans 3 ár og 2 mánaðir.

Stk. 2. Útbúgvingin fer fram í góðkendum skúla og á læruplássi, ið avvarðandi yrkisnevnd hevur góðkent, og fevnir um hesar partar:

1)   Fyrsta læruárið byrjar á læruplássi í 12 vikur og síðani 40 vikur samanhangandi fyrra skúlaskeið, ið verður samskipað við Støðisútbúgvingina Innan Fiskivinnu (SIF).

2)   Annað læruárið er upplæring á læruplássinum.

3)   Triðja læruárið er upplæring á læruplássinum og seinna skúlaskeiðið. Hetta seinasta árið verða umleið 60 % nýtt til upplæringina og 40 % til skúlaskeiðið.

Stk. 3. Innskriving til fyrra skúlaskeiðið, sbr. stk. 2, nr. 1, fer fram samstundis við samskipaðu innskrivingina til miðnámsskúlarnar, har freistin vanliga er 15. mars á hvørjum ári.

Kapittul 2

Innihaldið í útbúgvingini

Skúlaparturin

§ 5. Almennu lærugreinirnar eru á C-stigi, og eru tilsamans umleið 40% av samlaðu skúlaundirvísingini.

Stk. 2. Almennu lærugreinirnar eru hesar:

Lærugrein

Tímatal

Alis-/evnafrøði C

140

Enskt C

140

Føroyskt C

140

Lívfrøði C

105

Samfelagsfrøði C

105

Støddfrøði C

175

Tilsamans

805

 

Stk. 3. Tilskilaða tímatalið í stk. 2 fevnir ikki um tíðina, ið nýtt verður til próvtøku.

§ 6. Yrkislærugreinirnar skulu geva lærlinginum serligan kunnleika innan ávís fakøki, ið hava við yrkið at gera. Hetta er neyvari lýst í fylgiskjali 1 til hesa kunngerð.

Stk. 2. Yrkislærugreinirnar kunnu annaðhvørt vera skipaðar sum undirvísing, skeið ella námsferðir.

§ 7. Yrkislærugreinirnar í heysthálvuni í støðisárinum eru hesar:

Lærugrein

Vegl.

tímatal

Fyriskipan (leiðsla og umsiting)

35

Góðskulæra

35

Heilsa, trygd og umhvørvi

35

KT

70

Smáverulívfrøði

35

Tilsamans

210

 

Stk. 2. Yrkislærugreinirnar í várhálvuni í støðisárinum eru hesar:

Lærugrein

Vegl.

tímatal

Vinnulæra

35

Net- , trol- og nótaútgerð

115

Tekning 1

60

Tilsamans

210

 

Stk. 3. Yrkislærugreinirnar sbr. stk. 1 og 2 verða samskipaðar við yrkislærugreinir í Støðisárinum Innan Fiskivinnu (SIF), sbr. § 4, stk. 2, nr. 1.

Stk. 4. Yrkislærugreinirnar í seinna skúlaskeiðnum eru hesar:

Lærugrein

Vegl.

tímatal

Fiskasløg og fiskileiðir

35

Lógir og reglur um reiðskap

35

Onnur útgerð og aðrir veiðihættir

35

Menning av netreiðskapi

105

Tekning 2, simulering og royndir í brunni

210

Tilsamans

420

 

Stk. 5. Høvuðsevnini í yrkislæru-greinunum eru lýst í fylgiskjali 1 til hesa kunngerð.

§ 8. Skúlin letur lærlingi og læruplássi støðumet hjá lærlinginum, sbr. kunngerð um felags útbúgvingarreglur og útbúgvingarbygnað fyri yrkisútbúgvingar.

Verkligi parturin

§ 9. Á læruplássinum skal lærlingurin fara ígjøgnum og arbeiða við øllum viðkomandi arbeiðsuppgávum innan yrkið. Hesar eru nærri lýstar í fylgiskjali 2 til hesa kunngerð.

Stk. 2. Um læruplássið ikki kann geva lærlinginum møguleika at arbeiða við øllum arbeiðsuppgávunum, sum hoyra til verkligu upplæringina, skal læruplássið gera avtalu við annað virki, at lærlingurin har fær upplæring í teimum arbeiðsuppgávum, sum vanta. Yrkisnevndin góðkennir slíkar avtalur sbrt. § 16, stk. 1 í lógini.

Stk. 3. Upplæringin innan tey ymsu arbeiðsøkini verður váttað í loggbók, sum læruplássið hevur skyldu at føra. Skúlin og læruplássið nýta loggbókina í samskiftinum sínamillum, so hvørt sum útbúgvingin líður.

Kapittul 3

Próvtøka og yrkisroynd

Próvtøka fyri støðisárið

§ 10. Próvtøka fyri støðisárið verður hildin í mai-juni (vanligt próvtøkuskeið) og í september-oktober (sjúkrapróvtøkuskeið).

Stk. 2. Próvtøkukrøv og próvtøkuhættir eru ásett í lærugreinakunngerðum og í kunngerð um próvtøku á Støðisútbúgving Innan Fiskivinnu (SIF) og Hægri próvtøku Innan Fiskivinnu (HIF).

Stk. 3. Skúlin skal í seinasta lagi 1. desember boða Mentamálaráðnum frá, hvørjir lærlingar skulu til próvtøku í vanliga próvtøkuskeiðinum, og hvørjar lærugreinirnar eru. Skúlin letur inn upplýsingar á oyðublaði, ið Mentamálaráðið ger. Skúlin skal boða Mentamálaráðnum frá møguligum broytingum alt fyri eitt.

Próvtøka aftaná støðisárið

§ 11. Próvtøka aftaná støðisárið fer fram sbrt. kunngerð um próvtøku á Støðisútbúgving Innan Fiskivinnu (SIF) og Hægri próvtøku Innan Fiskivinnu (HIF).

Stk. 2. Farið verður til próvtøku 5 ferðir í lærugreinum, ið Mentamálaráðið tekur út. Farið verður altíð til skrivliga próvtøku í føroyskum, støddfrøði á C-stigi og í eini samansettari próvtøku í yrkislærugreinum.

Yrkisroyndin

§ 12. Yrkisroyndin í seinna skúlaskeiðnum fer fram sbrt. kunngerð um próvtøkur í yrkislærugreinum og fremjingarreglum fyri yrkis- og sveinaroyndir og eftir ásetingunum í kunngerð um felags útbúgvingarreglur og útbúgvingarbygnað fyri yrkisútbúgvingar.

Stk. 2. Í sambandi við 2. læruárið, har lærlingurin er á læruplássinum, skrivar hann eina virkisfrágreiðing, sum er partur av grundarlagnum undir yrkisroyndini. Skúlin ger nærri reglur um virkisfrágreiðingina.

§ 13. Yrkisroyndin tekur støðið í yrkislærugreinunum sbrt. § 7, í virkisfrágreiðingini sbrt. § 12, stk. 2, umframt í upplæringini á læruplássinum.

§ 14. Lærlingurin skal út frá givnari uppgávu, ið skal svarast eftir 1-2 døgum, vísa, at hann sjálvstøðugt megnar at standa fyri eini framleiðslugongd ella einum arbeiðsøki.

Stk. 2. Tíðin, ið nýtt verður til yrkisroyndina, er ikki roknað uppí undirvísingartíðina í seinna skúlaskeiðnum.

Kapittul 4

Útbúgvingarskjal

§ 15. Við lokna útbúgving fær lærlingurin útflýggjað útbúgvingarskjal sbrt. §§ 18 og 19 í kunngerð um felags útbúgvingarreglur og útbúgvingarbygnað fyri yrkisútbúgvingar.

Kapittul 5

Aðrar ásetingar

§ 16. Í fyrra og seinna skúlaskeiðnum kann undirvísingin í ávísum yrkislærugreinum fara fram á læruplássi, sbrt. § 7, stk. 2 í lógini. Skúlin hevur námsfrøðiligu ábyrgdina av undirvísingini og ger í samráð við læruplássið av, um undirvísingin skal fara fram á læruplássinum ella á øðrum hóskandi virki ella stovni, og hvussu henda undirvísing verður skipað.

Stk. 2. Yrkisútbúgvingarráðið samtykkir, hvør yrkisnevnd fyrisitur útbúgvingina. Samtyktin skal førast í gerðabók ráðsins.

Kapittul 6

Gildiskoma

§ 17. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Mentamálaráðið, 22. august 2007

 

Jógvan á Lakjuni (sign.)

landsstýrismaður

 

/ Petur Petersen (sign.)

 

 

 

 

Fylgiskjal 1

 

Skúlaparturin

 

1. Yrkislærugreinir í støðisárinum

 

1. 1 Fyriskipan

Endamálið er, at næmingurin:

1) fær kunnleika um fyriskipanarlig viðurskifti á føroyskum fyritøkum,

2) fær innlit í, hvørjar uppgávur virkisfyrisitingin tekur sær av, og hvussu arbeiðið verður skipað,

3) fær kunnleika um ymsar leiðsluhættir, og hvussu fyritøkubygnaðurin kann lýsast,

4) fær innlit í logistikk, marknaðarviðurskifti, kundarøkt, sølu og sølufremjandi tiltøk,

5) skal fáa kunnleika um sáttmálaviðurskifti á føroyska arbeiðsmarknaðinum og um fakligar felagskapir á bæði arbeiðsgevara- og løntakarasíðuni, og

6) fær kunnleika um aðalstýri, almenna umsiting og avvarðandi almennar stovnar.

 

1.2 Góðskulæra

Endamálið er, at næmingurin:

1) fær kunnleika til ymsar góðskustýringarskipanir innan matvøruídnaðin og góðskustýring í víðastu merking,

2) fær kunnleika til lóggávuna um matvøruframleiðslu og um innaneftirlit á føroyskum virkjum og verksmiðjuskipum og um krøvini í sambandi við HACCP-grundað innaneftirlit,

3) fær hollan kunnleika um, hvussu eitt heilsufrøðiliga reint umhvørvi kann skapast og haldast við líka í sambandi við framleiðslu av matvørum,

4) mennir sín kunnleika og gerst førur fyri at meta um, hvussu ein hóskandi góðskustýringarskipan kann byggjast upp, setast í verk og haldast við líka, og

5) fær innlit í framferðarhættir fyri at halda seg dagførdan og altíð kenna til krøvini frá almennum myndugleikum og kundum.

 

1.3 Heilsa, trygd og umhvørvi

Endamálið er, at næmingurin:

1) fær kunnleika um, hvønn týdning heilsugóð viðurskifti hava í øllum arbeiðsliðum,

2) lærir, hvussu skaðar á arbeiðsplássum kunnu fyribyrgjast,

3) fær leiðbeining um fyrstuhjálp og fyrstuhjálparútgerð,

4) fær innlit í innihaldið í arbeiðsumhvørvislógini og teimum kunngerðum, reglum og leiðbeiningum, ið fylgja hesari,

5) fær kunnleika um trygdarskipanir, val av trygdarumboðum, ábyrgd, skyldur og rættindi hjá trygdarumboðum, leiðslu og starvsfólkum.

 

1.4 Kunningartøkni

Endamálið er, at næmingurin:

1) lærir grundleggjandi hugtøk innan KT, um telduna sum fíluskipan, lærir at brúka tekstviðgerð, rokniark, framløguforrit og samskiftisnet,

2) lærir at brúka telduna sum týdningarmikið arbeiðsamboð í tí framhaldandi skúlaarbeiðinum og í dagligum yrki,

3) skal kenna til, hvussu ein telda virkar og kann brúkast til at skriva, rokna, goyma og annars viðgera data við, og

4) sum heild fær ein grundleggjandi kunnleika um tey kunningartøkniligu amboðini, hvussu tey virka og kunna brúkast í meginreglunum og ítøkiliga í samfelagi og vinnulívi.

 

1.5 Smáverulívfrøði

Endamálið er, at næmingurin:

1) í frálæruni fær grundleggjandi vitan um smáverur,

2) skal gerast førur fyri at taka støðu til og fremja atgerðir, sum hava týdning fyri góðskuna á matvørum og fyri at halda umhvørvið reint, so gróðrarlíkindi hjá skaðiligum smáverum verða burturbeind ella hildin niðri,

3) lærir at kenna mun á gagnligum og skaðiligum smáverum, fær kunnleika til smittuvandar, matvørueitran og matvørusmittu,

4) fær innlit í ymsar hættir at økja um haldbarið á matvørum, sum t.d. køling, frysting, salting, turking, royking, niðursjóving o.a. konserveringshættir, og

5) lærir at gera einfaldar starvsstovuroyndir við tilknýti til ymsu tættirnar í undirvísingini.

 

1.6 Vinnulæra

Endamálið er, at næmingurin:

1) fær kunnleika um almennu umsitingina av fiski- og alivinnuni, um almennar stovnar og fakligar felagsskapir við tilknýti til hesar vinnugreinir,

2) verður kunnaður um eigaraviðurskifti, sergreinir, staðseting, uppboðssøluskipan, kassamiðstøð v.m.,

3) fær grundleggjandi kunnleika um verandi vørur og vørubólkar, sum verða framleiddar úr okkara fiskatilfeingi og lærir at meta um framtíðar vørur og vørubólkar,

4) fær innlit í sølu og sølurásir, útbreiðslu av fiski, marknaðir og marknaðaratgongd og flutningsviðurskifti nú og í framtíðini, og

5) dugir at meta um framtíðarútlit fyri vinnuna.

 

1.7 Net-, trol- og nótaútgerð

Endamálið er, at næmingurin:

1) skal duga at lesa tekningar og at finna fram og skera niður tilfar eftir trol- og nótatekningum,

2) skal læra um útgerðina, og hvat tilfar skal nýtast til tey ymsu trolsløgini og til rigging av teimum, og

3) skal vita, hvat tilfar skal brúkast til ymisk sløg av nótum.

 

1.8 Tekning 1

Endamálið er, at næmingurin:

1) skal fáa grundleggjandi kunnleika, so hann er førur fyri at brúka Autocad forritið í sambandi við tekning av trolum og nótum.

 

2. Yrkislærugreinir í seinna skúlaskeiðnum

 

2.1 Fiskasløg og fiskileiðir

Endamálið er, at næmingurin:

1) skal kenna fiskaskipanina við serligum denti á teir bólkar, sum hava týdning í føroyskum fiskiskapi,

2) skal kenna øll tey vanligastu botnfiskasløgini undir Føroyum, umframt pelagisk fiskasløg og nøkur útvald fiskasløg á djúpum vatni,

3) skal kunna finna fram til ókend fiskasløg við at nýta ein fiskagreiningarlykil,

4) hevur kunnleika til søguligu gongdina hjá føroyska fiskiskipaflotanum,

5) skal kenna allar vanligar fiskileiðir hjá føroyskum fiskiskipum, og

6) kenna galdandi fiskiveiðusáttmálar við onnur lond.

 

2.2 Lógir og reglur um reiðskap

Endamálið er, at næmingurin skal:

1) kunnast um ymsar hættir at stýra fiskivinnuni og um reglurnar, sum eru galdandi fyri stýring av fiskiskapinum undir Føroyum,

2) hava kunnleika til økisfriðingar fyri ymisk sløg av reiðskapi, og

3) kenna galdandi reglur og ásetingar viðvíkjandi netreiðskapi í fiskiskapi undir Føroyum.

 

2.3 Onnur útgerð og aðrir veiðuhættir

Endamálið er, at næmingurin:

1) skal kenna tey týdningarmestu tólini í sambandi við fiskiskap,

2) fær kunnleika til øll sløg av reiðskapi, sum verða brúkt í føroyskum fiskiskapi,

3) skal duga at gera til serliga snellu- og línureiðskap,

4) skal kenna alla útgerð, sum verður brúkt í nútímans línufiskiskapi,

5) skal kenna mannagongdirnar í sambandi við nýgerð og víðlíkahaldi av alinótum.

 

2.4 Menning av netreiðskapi

Endamálið er, at næmingurin:

1) skal fáa kunnleika til royndararbeiði og orkusparandi tiltøk í samband við menning av trolum og nótum,

2) skal kunnast um nýggj sløg av tilfari, sum verða brúkt í menningararbeiðnum av hesum reiðskapssløgum, og

3) skal helst fáa møguleika at luttaka í menning av netreiðskapi í útlandinum.

 

2.5 Tekning 2, simuleringar og royndir í brunni

Endamálið er, at næmingurin skal:

1) fáa grundleggjandi kunnleika til simuleringsforrit, sum skræddaraseyma tað mest vælegnaðu trolútgerðina til einstaka skipið, og

2) kunna luttaka í royndum í royndarbrunni í Føroyum ella í útlandinum.

 

Fylgiskjal 2

Verkligi parturin

 

 

Upplæringin

Upplæringin á landi telur umleið 3/4 og upplæringin umborð á skipi umleið 1/4.

 

Verkliga læran verður skipað soleiðis:

 

Lærupláss

Tíð

(vikur uml.)

Á trol- og nótavirki

90

Við rækjutrolara

8

Við flakatrolara

8

Við nótabáti

4

Tilsamans

110

 

Upplæringin á landi

-     at gera upp nálir

-     bendsla og seyma

-     reinsa knútar

-     gera uppmátingar av ketu, togi og manila

-     seta línur við

-     montera fiski- og høvuðlínu

-     seta kúlur á trol

-     skera niður eftir tekning

-     finna tilfar eftir einari tekning

-     læra at lesa tekningar

-     mála og gera breitlar

-     spleysa

-     vera eitt skifti á goymsluni

-     vera við í arbeiðnum at gera rækju- toska- og flótitrol

 

Upplæringin umborð á skipi

-     Viðlíkahald av reiðskapi

-     kasta og hála

-     vera við í framleiðsluni, tá ið onki arbeiði er á dekkinum

-     klárgering av troli og viðlíkahald

-     uppmáting av grunni og fiskilínu

-     samanseting av fiskilínu og grunni

-     spleysa trolveir og røkja lemmar

-     reingerð og røkt av skipi

-     ganga brúgvatørn

-     vera við í øllum vanligum skipsarbeiði