28. juni 2010Nr. 81
Kunngerð um broyting í kunngerð um áseting av søluprísi á heilivági
Í kunngerð nr. 113 frá 1. juli 1992 um áseting av søluprísi á heilivági, sum seinast broytt við kunngerð nr. 70 frá 28. mai 2009, verða gjørdar hesar broytingar:
§1
1) § 2, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“§ 2. Frumsøluprísurin fæst við at leggja afturat fakturaprísinum (FTP) fyri hvørja pakking:
1) FTP<29,99: 40% av FTP + 3,00 kr.
2) 30,00<FTP<119,99: 30% av FTP + 6,00 kr.
3) 120,00<FTP: 15% av FTP + 30,00 kr.
4) Til samløguna av 1, 2 ella 3 verða løgd 15%.
2) § 16, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Forskriftagjaldið er 9,00 kr.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 1. juli 2010.
Heilsumálaráðið, 28. juni 2010
Aksel V. Johannesen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)