Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fíggjarmálaráðið
  • Útgávudagur: 04-07-2014
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2014 A - Kunngerð 82 frá 1. juli 2014
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

1. juli 2014Nr. 82

Kunngerð um ávaringartríkant og skaðablunk

Við heimild í § 10, stk. 2, § 33, stk. 3, § 34, stk. 5 og § 58 a, stk. 5 í løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988 um ferðslu, sum seinast broytt við løgtinglóg nr. 72 frá 19. mai 2014, verður ásett:

§ 1. Motordrivið akfar, undantikið tvíhjólað prutl og tvíhjólað motorsúkkla uttan síðuvogn, sum vegna ferðsluóhapp, motorsteðg ella líknandi er steðgað á einum stað ella á ein slíkan hátt, at tað kann vera til vanda ella ampa í ferðsluni, skal merkjast við einum ávaringartríkanti. Sama er galdandi fyri viðfestiakfar. Tað er ikki neyðugt at merkja akfarið, um tað verður flutt burtur beinanvegin.

Stk. 2. Ávaringartríkantur skal vera settur longst til høgru á akbreytini í somu síðu, sum steðgaða akfarið. Tríkanturin skal venda framsíðuna móti ferðslurætninginum og standa minst 50 metrar frá akfarinum. Á vegi uttan fyri fjølbygt øki, skal tríkanturin tó standa minst 100 metrar frá akfarinum.

Stk. 3. Við somu treytum, sum í stk. 1, kann akfar verða merkt við skaðablunki. Hóast merking við skaðablunki, skal ávaringartríkantur eisini nýtast.

§ 2. Ein ávaringartríkantur skal vera góðkendur og merktur í samsvari við ECE reglugerð nr. 27 um einsháttaðar reglur um góðkenning av ávaringartríkanti.

Stk. 2. Ávaringartríkantur, sum ikki lýkur treytirnar í stk. 1, má ikki verða seldur.

§ 3. Førari á einum motordrivnum akfari, sum er útgjørt við skaðablunki, kann í sambandi við óvæntað bilrað ella annan beinleiðis vanda á vegi uttan fyri fjølbygt øki, nýta skaðablunk fyri at ávara ferðandi, sum koyra aftaná, um vandan.

Stk. 2. Ikki er loyvt at nýta skaðablunk í øðrum førum, enn nevnt í § 1, stk. 3 og § 3, stk. 1.

§ 4. Brot á §§ 1-3, verður revsað við sekt.

 

§ 5. Akfør, sum eru skrásett uttanlands, kunnu verða merkt við einum ávaringartríkanti, sum ikki er E-merktur, men sum tó lýkur hesar treytir:

1)   tríkanturin skal hava eins síður, sum í minsta lagi eru 40 cm langar,

2)   síðurnar skulu hava reyða rond, sum í minsta lagi er 4 cm breið,

3)   reyða rondin skal vera reflekterandi ella lýsa reytt ljós,

4)   tann parturin av tríkantinum, sum er innan fyri reyðu rondina, skal antin vera tómur ella vera gjørdur av hvítum ella gulum tilfari. Í staðin kann tilfarið innan fyri reyðu rondina, í mesta lagi 5 cm frá reyðu rondini, verða gjørt av reyðum sjálvlýsandi tilfari, og

5)   tríkanturin skal kunna setast í lodrætta støðu.

 

§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Vinnumálaráðið, 1. juli 2014

 

Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður

/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)