2. september 1987Nr. 82
Kunngerð um broyting í kunngerð um veiðu eftir hummara á landleiðini
§ 1
Í kunngerð nr. 97 frá 22. september 1982 um veiðu eftir hummara á landleiðini verður í § 3 sett sum nýtt 5. stk.:
»Tað er ikki loyvt at nýta hummarateinar (rúsur) uttanfyri ta loyvdu tíðina fyri hummaraveiðu.«
§ 2
Kunngerðin kemur í gildi dagin eftir kunngerð.
FØROYA LANDSSTÝRI, 2. september 1987.
Atli P. Dam
løgmaður
/ Karl Andreassen