Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
14. juni 2019Nr. 82
Kunngerð um tillutan av aliloyvum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 31 frá 19. mars 2025
1) Við heimild í § 5, stk. 2, § 6, stk. 2-4, § 6 a, stk. 1 og 2, § 8, stk. 3, § 9, stk. 2, § 10, stk. 2 og 3, § 13, § 14, stk. 4, § 16, stk. 2, § 17, § 18, stk. 3, § 18 a, stk. 7, § 20, § 22, stk. 4, § 23, stk. 4 og § 24 í løgtingslóg nr. 83 frá 25. mai 2009 um aling av fiski v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 30. apríl 2018 og løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður ásett:
Kapittul 1
Endamál, virkisøki, allýsingar, myndugleiki og viðgerð av umsóknum
Endamál
§ 1. 1) Kunngerðin hevur til endamáls innan fyri lívfrøðiliga burðardyggar karmar, undir hesum við atliti at djórasjúkum og umhvørvi, at fremja lønsemi og kappingarføri í alivinnuni, sbr. § 1 í løgtingslógini.
Virkisøki
§ 2. Kunngerðin er galdandi fyri tillutan, broyting, afturtøku, endurnýggjan og uppathald av aliloyvum.
Allýsingar
§ 3. 1) Í hesi kunngerð skilst við:
1) Aling: Framleiðsla av fiski, øðrum dýrum og algum, sum liva í vatni ella sjógvi. Sum framleiðsla verður roknað øll tiltøk til tess at ávirka tyngd, stødd, tal, eginleikar ella góðsku á fiski, øðrum dýrum og algum, sum liva í vatni ella sjógvi.
2) Aliloyvi: Loyvi, givið sambært løgtingslógini, sum gevur rætt til framleiðslu av ávísum sløgum av fiski, dýrum ella algum á ávísum avmarkaðum geografiskum økjum við teimum til eina og hvørja tíð ásettu avmarkingunum í loyvinum.
3) Alifjørður: Ein vík, eitt sund, ein fjørður og onnur geografiskt avmarkað sjóøki og landaøki, sum eru ásett sum alifirðir í skjali 1 og 2, har tað er ella tað kann verða givið loyvi til aling.
4) Aliøki: Geografiskt avmarkað øki á einum alifirði, sbr. skjal 1 og 2, har tað er ella kann verða givið loyvi til aling á landi ella á sjónum.
5) Laksaalifjørður: Tey sjóøki, vík, sund ella firðir, sbr. skjal 1, sum kunnu verða nýtt til aling á sjónum av matfiski av laksi og sílum.
6) Laksaalilovyi: Loyvi til aling á sjónum av matfiski av laksi og sílum á laksaalifirðum, sbr. skjal 1.
7) Matfiskur: Fiskur, sum verður framleiddur við tí fyri eyga at verða slaktaður til forbrúk, og sum ikki kemur undir allýsingina av lívfiski ella viðsetufiski.
8) Viðsetufiskur: Rogn, yngul ella onnur tíðliga menningarstig, sum verða framleidd fyri at verða flutt til annað aliøki ella annað slag av framleiðslu.
9) Lívfiskur: Fiskur, sum skal strúkast ella endurframleiðast á annan hátt.
10) Ryggleys dýr: Kræklingur, krossfiskur, sniglar o.a.
11) Krabbadýr: Øll krabbadýr, undir hesum hummari og krabbi.
12) Algur: Ljóssamevnandi, fotosyntetiserandi, verur, sum liva í vatni ella sjógvi, íroknað smáalgur, æti, og stóralgur, tari.
13) Hjálparfiskur, hjálpardýr ella hjálparalga: Fiskur, dýr ella alga á øllum menningarstigum, ætlað sum hjálparamboð í sambandi við aðra aling, t.d. rognkelsi ella kræklingur til at tálma sníkum ella taraskjól til rognkelsi.
Myndugleiki og viðgerð av umsóknum
§ 4. Heilsufrøðiliga starvsstovan, í hesi kunngerð nevnd, Aliumsitingin, er fyrisitingarligur myndugleiki eftir hesi kunngerð.
Stk. 2. Umsóknir um aliloyvi verða latnar inn á oyðiblað, sum Aliumsitingin hevur ásett, og verða latnar inn til Aliumsitingina, sum tekur avgerð.
Stk. 3. Minstu krøv til umsóknir eru ásett í § 13. Aliumsitingin ásetur nærri krøv til umsóknir, sbr. § 6, stk. 3.
Stk. 4. Verður umsókn ikki latin inn á oyðublaði, sum ásett í stk. 1 og 2, og inniheldur umsóknin ikki tær upplýsingar, sum ásettar eru í oyðublaðnum, fær umsøkjarin innanfyri nærri ásetta freist møguleika at lata inn fullfíggjaða umsókn. Verður fullfíggjað umsókn ikki latin inn innan ásettu freistina, verður umsóknin avvíst uttan nærri viðgerð.
Kapittul 2
Alifirðir, útbjóðingarumfar og eigaramark
Alifirðir 1)
§ 5. Alifirðir til aling á sjónum av matfiski av laksi og sílum eru ásettir í skjali 1. Aðrir alifirðir eru ásettir í skjali 2.
Stk. 2. Á einum alifirði, nevndur í skjali 1, kann bert verða givið eitt loyvi til aling á sjónum av matfiski av laksi og sílum.
Stk. 3. Á einum alifirði, nevndur í skjali 1, kann felag, sum hevur loyvi til aling á sjónum av matfiski av laksi og sílum, fáa loyvi til aling á landi ella á sjónum, sbr. § 8, stk. 2, nr. 3, litra a og b.
Stk. 4. Á einum alifirði, nevndur í skjali 1, kann felag, sum ikki hevur loyvi til aling á sjónum av matfiski av laksi og sílum, verða givið loyvi til til aling á landi sbr. § 8, stk. 2, nr. 3, litra a og b, um hetta virksemið ikki er til ampa fyri virksemi sambært loyvi til aling á sjónum av matfiski av laksi og sílum.
Stk. 5. Á einum alifirði, nevndur í skjali 1, kann felag, sum ikki hevur loyvi til aling á sjónum av matfiski av laksi og sílum, verða givið loyvi til at ala ryggleys dýr, krabbadýr og algur, um hetta virksemið ikki er til ampa fyri virksemið sambært loyvi til aling á sjónum av matfiski av laksi og sílum.
Útbjóðingarumfør
§ 6.2) Loyvi verður ikki givið til aling uttan fyri teir alifirðir, sum nevndir eru í skjali 1 og 2.
Stk. 2. 2) Aling á landi kann loyvast á økjum, nevnd í skjali 3, treytað av, at aling ikki er á sjónum, og økið ikki er skilmarkað sum alifjørður.
Stk. 3. 2) Nýggj aliloyvi á teimum í skjali 1 og 2 nevndu alifirðum og nýggj aliloyvi á landi, sbrt. skjali 3, verða latin í útbjóðingarumførum, sum landsstýrismaðurin ásetur.
Stk. 4. 2) Aliumsitingin bjóðar aliloyvi út í almennari lýsing.
Eigaramark og mark fyri útlendskum kapitali
§ 7. 1) Ásetingar §§ 7 og 7 a í løgtingslógini fevna um aling á sjónum á laksaalifirðum, sbr. skjal 1, av matfiski av laksi og sílum.
Stk. 2. 1) Uttanfyri §§ 7 og 7 a í løgtingslógini fella øll onnur loyvir, undir hesum:
1) loyvi til aling á landi,
2) loyvi til off-shore aling,
3) granskingar-loyvi og menningaloyvi á alifirðum nevndir í skjali 1,
4) lívfiskaloyvi,
5) loyvi til at ala viðsetufisk,
6) loyvi til at ala onnur fiskasløg enn laks og síl, og
7) loyvi til at ala ryggleys dýr, krabbadýr og algur.
Kapittul 3
Tillutan av aliloyvum
Krav um aliloyvi
§ 8. Eingin kann stovna og reka alivirksemi uttan loyvi til tað frammanundan.
Stk. 2. Loyvi kann verða givið til:
1) ávíst fiskaslag, djóraslag ella alguslag,
2) ávíst aliøki á einum ávísum alifirði, og
3) annaðhvørt til:
a) goymslu og kleking av rognum og algum og framleiðslu av yngri menningarstigum, sum verða framleidd fyri at verða flutt til annað aliøki ella annað slag av framleiðslu, ella
b) aling av fiski, ryggleysum dýrum, krabbadýrum og algum á seinni menningarstigum.
Stk. 3. Í serligum førum kann í einum aliloyvi verða givið loyvi til at ala fleiri ávís fiskasløg, djórasløg ella algusløg.
Stk. 4. Loyvi til at ala tvey ella fleiri djórasløg ella algusløg á sama aliøki kann verða latið eftir umsókn fyri hvørt slagið sær.
Stk. 5. Aliumsitingin avger í einstaka loyvinum, hvussu stór samlaða víddin á aliøkinum ella aliøkjunum skal vera, og avger á hvønn hátt einstaka aliøkið skal staðsetast. Á sjónum skal staðsetingin av einstaka aliøkinum ásetast við tilvísing til knattstøður og kortskjøl. Aliøki á landi kann verða avmarkað til eitt ella fleiri matrikulnummur, ella til ávísan part av einum ella fleiri matrikulnumrum.
Stk. 6. Aliøki, sum er tillutað í aliloyvinum, kann ikki verða víðkað í vídd ella flutt, og loyvi til ávíst djóraslag ella alguslag kann ikki verða broytt til annað djóraslag ella alguslag uttan umsókn og broyting í aliloyvinum.
Hjálparfiskur, hjálpardýr og hjálparalga
§ 9. Loyvi til alivirksemi eftir hesi kunngerð fevnir eisini um nýtslu av hjálparfiski, hjálpardýri ella hjálparalgu í alibrúki.
Almennar treytir fyri tillutan og broyting av aliloyvum
§ 10. 1) Aliumsitingin kann eftir umsókn geva aliloyvi, um avviging av áhugamálum viðvíkjandi nýtslu av økinum er framd, undir hesum:
1) tørvin hjá umsøkjaranum,
2) møguliga nýtslu av økinum til annað alivirksemi,
3) aðra nýtslu av økinum, og
4) verndaráhugamál, sum ikki eru nevnd í § 11 í løgtingslógini.
Stk. 2. 1) Loyvi til stovnan og rakstur av alivirksemi kann ikki verða latið:
1) áðrenn tað er givin góðkenning eftir løgtingslóg um umhvørvisvernd, løgtingslóg um djórasjúkur og løgtingslóg um matvørur v.m., , sbr. § 6, stk. 1, litra c í løgtingslógini, og
2) um krøvini um støðuna í mun til økisætlanir og verndartiltøk ikki eru lokin, sbr. § 11 í løgtingslógini.
Stk. 3. Aliumsitingin tekur avgerð við støði í eini samlaðari meting av teimum upplýsingum, sum eru latnar í umsóknini, sbr. § 14, og í ummælum frá myndugleikum, stovnum og feløgum, og Aliumsitingin skal í hesi meting eisini taka atlit at fiskasjúkum og umhvørvi.
Loyvistíðarskeið
§ 11. 1) Aliloyvi kann í mesta lagi verða veitt fyri eitt 12-ára tíðarskeið, roknað frá útskrivingardegnum. Loyvistíðin kann verða longd sbr. § 5, stk. 4 í løgtingslógini.
Stk. 2. Loyvistíðin fyri laksaaliloyvi, lívfiskaloyvi, og loyvi til viðsetufisk er 12 ár, men kann, um serligar grundir eru til tað, verða ásett til eitt styttri tíðarskeið.
Stk. 3. Loyvistíðarsskeiðið fyri onnur loyvi enn tey í stk. 2 nevndu, undir hesum granskingarloyvi og menningarloyvi, verður ásett eftir eini ítøkiligari tørvsmeting.
Granskingarloyvi og menningarloyvi
§ 12. Aling til gransking skal viðvirka til at menna kunnleika, sum er til frama fyri alivinnuna, m.a. um rakstrarhættir, tøkni, lívfrøði, føðslu, fiskaheilsu og djóraheilsu og heilsu hjá algum.
Stk. 2. Aling til menning skal viðvirka til at menna tøkni og nýggjar framleiðsluhættir ella at menna nýggj aliøki til frama fyri alivinnuna.
Stk. 3. Aliumsitingin tekur eftir eini meting avgerð um, hvørt ein umsókn lýkur krøvini til granskingarloyvi ella menningarloyvi.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetur tal á granskingarloyvum ella menningarloyvum, sum verða latin og á hvørjum alifirðum, nevndir í skjali 1 og 2, tað kann verða givið loyvi til granskingarloyvi ella menningarloyvi.
Viðurlag fyri laksaaliloyvi
§ 13. Viðurlag fyri laksaaliloyvir verður ásett í sambandi við útbjóðing.
Minstu krøv til umsóknir
§ 14. 1) Umsóknir um aliloyvi skulu í minsta lagi innihalda hesar upplýsingar:
1) Navn á partafelagi ella smápartafelagi. Er talan um partafelag ella smápartafelag undir stovnan, skal upplýsast um navn á stovnara ella stovnarum.
2) Partafelagsnummar.
3) V-tal.
4) Heimstaður.
5) Viðtøkur felagsins.
6) Í umsóknum um laksaliloyvi, upplýsingar um týðandi kapitalpostar, sbr, § 7 í løgtingslógini og § 55 í vínnufelagalógini, og um kapitalpartar hjá feløgum og persónum, sum ikki eru heimahoyrandi í Føroyum, sbr. § 7 a í løgtingslógini.
7) Slag av alivirksemi, sbr. § 8, stk. 3, nr. 3, litra a og b.
8) Tørvur á aliøki, undir hesum upplýsingar um m.a. framleiðlunøgd.
9) Staðseting av og vídd á aliøkinum, søkt verður um við korttekningum.
10) Í umsókn um aliloyvi á landi skulu harumframt í umsóknini vera upplýsingar um:
a) Matrikul nummar.
b) Markatalsbygd.
c) Eigari ella eigarar av matrikul nummari.
d) Møguligar avtalur um leigu av lendi.
11) Umhvørviskanningar.
12) Teknisk lýsing av útgerð og anleggi, sbr. § 9 í løgtingslógini.
13) Upplýsingar um fakligar førleikar hjá starvsfólki, sum eru ella verða sett, ella persónar, sum felagið hevur ella fer at gera avtalu við, sbr. § 16 í løgtingslógini um krøv til fakligar førleikar.
14) Hvussu innaneftirlitið er skipað og um innihaldið í innaneftirlitinum, sbr. § 17 í løgtingslógini.
15) Rakstrarætlan og fíggjarætlan.
16) Avtalur við fíggjarstovn um lánsfígging av íløgum og rakstri.
Kapittul 4
Broyting og afturtøka av aliloyvi
§ 15. 1) Aliloyvi kann verða broytt ella tikið aftur eftir § 8, stk. 1, nr. 1-6 í løgtingslógini, sbr. eisini § 6 a, stk. 8 í lógini.
Stk. 2. Aliumsitingin kann taka aliloyvi aftur, um virksemið innan tvey ár aftaná, at loyvið er givið, ikki er byrjað við meira enn einum triðingi av ætlaðari framleiðslu sambært umsókn um aliloyvi. Tað sama er galdandi, um tað seinni í einum tíðarskeiði upp á tvey ár ikki hevur verið virksemi við meira enn einum triðingi av ætlaðari framleiðslu sambært umsókn um aliloyvi.
Stk. 3. Brakklegging millum framleiðsluumfør og kravd brakklegging orsakað av sjúku, verður ikki roknað upp í tvey-ára tíðarskeiðið í stk. 2.
Stk. 4. Aliumsiting kann í øðrum førum, enn teimum í stk. 3 nevndu, veita undantak t.d. í førum, har farið er undir virksemið, men serligar orsøkir eru fyri, at tað er minni virksemi enn ætlað, og útlit eru til, at virksemið innanfyri rímiliga tíð, sum Aliumsitingin ásetur, økist sambært ætlaðari framleiðslu sambært umsókn um aliloyvi.
Stk. 5. Avhendan av loyvi til nýggjan loyvishavara hevur ikki við sær avbrot í freistunum í hesi áseting.
Stk. 6. Á alifirðum, nevndir í skjali 1, kann Aliumsitingin krevja, at aliøki á sjónum til aling av øðrum sløgum enn aling av matfiski og sílum, verða flutt, um hetta virksemið er til ampa fyri felagið, sum hevur loyvi á alifjørðinum til aling á sjónum av matfiski av laksi og sílum.
Kapittul 5
Eftirlit, kæra, revsing og gildiskoma
Eftirlit 1)
§ 16. Aliumsitingin hevur eftirlit við, at ásetingarnar í hesi kunngerð verða hildnar.
Kæra
§ 17. 1) Avgerðir, sum aliumsitingin hevur tikið sambært hesi kunngerð, kunnu kærast til Føroya Kærustovn.
Revsing
§ 18. Tann, sum tilætlað ella av grovum ósketni ger brot á ásetingarnar í §§ 8 og 14, verður revsaður við bót, hefti ella fongsli í upp í 1 ár, um ikki harðari revsing kann áleggjast eftir aðrari lóg.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar, koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Gildiskoma
§ 19. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Uttanríkis- og vinnnumálaráðið, 14. juni 2019
Poul Michelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)
Skjal 13)
Laksaalifirðir
1) Hvannasund suður, soleiðis avmarkað: Hvannasund sunnanfyri byrgingina ímillum Viðoynna og Borðoynna. Íroknað alifjørðin Hvannasund suður er Viðvík á Viðoynni.
2) Hvannasund norður, soleiðis avmarkað: Hvannasund norðanfyri byrgingina ímillum Viðoynna og Borðoynna.
3) Árnafjørður.
4) Borðoyarvík.
5) Haraldssund suður, soleiðis avmarkað: Haraldssund sunnanfyri byrgingina ímillum Borðoynna og Kunoynna. Íroknað alifjørðin Haraldssund suður er Kalsoyarfjørður.
6) Haraldssund norður, soleiðis avmarkað: Haraldssund norðanfyri byrgingina ímillum Borðoynna og Kunoynna.
7) Funningsfjørður og Djúpini norður, soleiðis avmarkað: Frá Risagrøv á Eysturoynni í beinari linju móti Gásafjalli á Kalsoynni.
8) Oyndarfjørður og Djúpini suður, soleiðis avmarkað: Frá Borgini á Eysturoynni í beinari linju til bygdina Blankskáli á Kalsoynni.
9) Fuglafjørður og Leirvíksfjørður norður, soleiðis avmarkað: Frá Galvinum á Kalsoynni í beinari linju til Leitið á Borðoynni og í beinari linju til Hagaleiti (brennistøðin) í Eysturoynni.
10) Gøtuvík og Leirvíksfjørður suður.
11) Lambavík.
12) Sundini norður: Sundini norðanfyri brúnna ímillum Eysturoynna og Streymoynna.
13) Sundini suður: Sundini sunnanfyri brúnna ímillum Eysturoynna og Streymoynna.
14) Kollafjørður, Tangafjørður og økið undir Neslandinum á Eysturoynni, soleiðis avmarkað móti Skálafirðinum: Frá Abbanum syðst á Raktanga og í beinari linju til Húkslond oman fyri Toftir.
15) Nólsoyarfjørður.
16) Sandsvágur og Skúvoyarfjørður.
17) Vestmannasund, soleiðis avmarkað: Suðureftir til beina linju ímillum Tvillingsgjógv í Vágum og Skæling á Streymoynni.
18) Miðvágur-Sandavágur. Íroknað aliøkið Miðvágur-Sandavágur er Vágafjørður og Hestfjørður.
19) Sørvágsfjørður. Íroknað alifjørðin Sørvágsfjørður er økið Vesturi á Víkum.
20) Trongisvágsfjørður. Íroknað alifjørðin Trongisvágsfjørður er Øravík og Hvalbiarfjørður.
21) Hovsfjørður.
22) Vágsfjørður. Íroknað alifjørðin Vágsfjørður eru Lopransfjørður og Víkarfjørður.
Skjal 2 1)
Aðrir alifirðir enn teir í skjali 1 nevndu, sum kunnu verða nýttir til aling
A. Lívfirðir
1) Skopunarfjørður, soleiðis avmarkaður: Við beinum linjum millum hesi staðarnøvn: Trøllhøvdi, Hælurin syðst á Hesti, Kirkjubønes syðst á Streymoynni, Borðan syðst á Nólsoynni og Hvalnes norðanfyri Skálavík á Sandoynni.
2) Svínoyarvík.
B. Aðrir alifirðir, sum ikki eru fevndir av skjali 1 ella litra A
1) Kaldbaksfjørður.
2) Sandvík.
3) Fámjin.
4) Skálafjørður.
5) Eystan fyri Nólsoynna.
6) Rituvík.
Skjal 3 2)
Aling á landi
1) Skálavík
2) Viðareiði