Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
18. mai 2021Nr. 82
Kunngerð um at innflyta hundar, kettur og gitnaðarevni, sum broytt við kunngerð nr. 97 frá 18. august 2023
1) Við heimild í § 6, stk. 1, § 7, stk. 1, § 9, stk. 1 og stk. 2, nr. 1-3 og nr. 4, litra a og c, § 12, stk. 1, § 13, stk. 1, § 14, stk. 1, §§ 16 og 17, § 20, stk. 1 og 2, § 39, stk. 1, § 41, stk. 2, § 42, stk. 1, § 46, stk. 1, § 48, stk. 2 og 3, og § 50, stk. 1 í løgtingslóg nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur (Um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá djórum og um marknaeftirlit við djórum og djóraúrdráttum), § 1, stk. 1, § 3, stk. 1, og § 4 í løgtingslóg nr. 58 frá 22. apríl 2003 um innflutning og hald av vandamiklum djórum o.ø., sum broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008 og løgtingslóg nr. 31, frá 17. mars 2022 og í § 6, stk. 4, § 7, stk. 2, § 8, stk. 3, § 12, stk. 3, § 21, § 25, stk. 4, § 27 og § 30, stk. 6 og 7 í løgtingslóg nr. 49 frá 30. apríl 2018 um djóravælferð (Djóravælferðarlógin) verður ásett:
Kapittul 1
Øki og allýsingar
§ 1. Í hesi kunngerð merkir:
1) Blendingsdjór (hybrid): Avkom undan tveimum ymiskum djórasløgum uttan mun til lutfall.
2) Djóraeigari: Tann, sum eigur hund, kettu ella gitnaðarevni, og sum hevur ábyrgd av djórinum ella gitnaðarevninum.
3) Embætisdjóralækni: Annaðhvørt djóralækni á Heilsufrøðiligu starvsstovuni ella djóralækni, sum er tilnevndur av og starvast hjá heimilaðum myndugleika í sendaralandinum.
4) Ferðaland: Landið, sum djórið ferðast til.
5) Ferðaloyvi: Skjal, sum loyvir hundi ella kettu at ferðast úr Føroyum og heimaftur.
6) Flutningseind: Flutningsfar, ið fysiskt flytur djór til Føroya.
7) Flutningsfelag: Løggilt felag, ið flytur djór til Føroya.
8) Framleiðslunummar: Batchnummar.
9) Fylgjari: Persónur, sum fylgir við hundi ella kettu, tá djórið verður flutt, og til djórið er handað djóraeigaranum. Fylgjarin hevur ábyrgd djóraeigarans eftir nr. 2, til djórið er handað djóraeigaranum.
10) Førarahundur: Hundur, sum er aldur og vandur til at hjálpa blindum ella sjónveikum.
11) Gevaradjór: Djór, hvørs sáð, egg ella embryonir verða tikin at brúka til nøring.
12) Gitnaðarevni: Sáð, egg og embryonir.
13) Gjøgnumferð (transit): Ferðing við djóri millum tvey lond um eitt ella fleiri triðjalond.
14) Heilsuváttan: Skjal, sum váttar heilsustøðuna hjá djóri, sum verður innflutt ella kemur aftur til Føroya (ferðing), ella gevaradjóri, sum hevur latið gitnaðarevni.
15) Ikki-loyvt hundaslag: Hundaslag ella blandingar av hundasløgum, sum ikki eru loyvd at innflyta til Føroya.
16) Innflutningsloyvi: Skjal, sum loyvir innflutningi av hundi, kettu ella gitnaðarevni.
17) Mikrosendari, mikrochip ella mikrotranspondari: Flís at eyðmerkja djór við.
18) Sendaraland: Landið, hvaðani djórið kemur til Føroya.
19) Skip: Øll før á sjónum, undir hesum handilsskip, ferðamannaskip, stuttleikabátar, fiskiskip o.a.
20) Stuðulshundur: Hundur, sum er aldur og vandur at hjálpa ella stuðla persóni við serligum tørvi.
21) Tænastuhundur: Hundur, sum er aldur og vandur til serliga nýtslu hjá t.d. politinum ella tollvaldinum.
Kapittul 2
Almennar ásetingar um at innflyta og ferðast við hundum og kettum
§ 2. Loyvt er bara at innflyta hundar og kettur við galdandi innflutningsloyvi frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Stk. 2. Loyvt er bara at ferðast við hundum og kettum aftur til Føroya við galdandi ferðaloyvi frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
§ 3. Loyvt er bara at innflyta gitnaðarevni frá hundum og kettum við galdandi innflutningsloyvi frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
§ 4. 1) Tað er bannað at innflyta hundasløg, sum kunnu vera vandamikil fyri fólk ella djór.
Stk. 2. 1) Forboðið í stk. 1 fevnir um hundasløg, sum upprunaliga eru ald til bardaga, varðhald, jakt ella verju, hava eitt ágangandi ella tvísint sinnalag og eru sterk ella harðfør. Forboðið í stk. 1 fevnir eisini um hundasløg, sum kunnu hava aðrar óynsktar eginleikar.
Stk. 3. 1) Uttan mun til lutfall er bannað at innflyta blandingar av hundasløgum, sum hava eginleikarnar, nevndir í stk. 2.
Stk. 4. 1) Tað er bannað at innflyta gitnaðarevni frá hundasløgum, sum hava eginleikarnar, nevndir í stk. 2.
Stk. 5. 1) Landsdjóralæknin ger av, hvørji hundasløg eru fevnd av stk. 1.
§ 4 a. 1) Tað er bannað at innflyta hundar og kettur við aling fyri eyga, um alingin ikki lýkur treytirnar í § 25 í djóravælferðarlógini.
§ 5. Uttan mun til lutfall er bannað at innflyta blendingsdjór og gitnaðarevni frá blendingsdjórum.
§ 5 a. 1) Bannað er at innflyta útiløgudjór, t.e. í hesum føri harraleysar hundar og útiløgukøttar, ið eru tiknir av gøtuni ella komnir úr t.d. djórainternati ella djórapensiónati.
Stk. 2. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann veita undantak frá stk. 1, treytað av, at eigarin kann vátta at hava átt djórið í minsta lagi 6 mánaðir fyri, at djórið verður innflutt, og treytað av, at djórið annars lýkur allar treytir, settar fyri innflutningi úr viðkomandi landi.
Innflutningstreytir
§ 6. Bara persónar, sum hava fastan bústað í Føroyum, og persónar, sum flyta til Føroya, kunnu innflyta hundar og kettur.
Stk. 2. Loyvt er bara at innflyta hundar og kettur, um djóraeigarin ella ein fylgjari, ið hevur ábyrgd av djórinum, er ásettur. Viðkomandi skal fylgja við djórinum, meðan tað verður flutt.
Stk. 3. Loyvt er ikki at taka hundar og kettur í land í Føroyum, sum eru fingin umborð á skip ella flogfør í útlondum. Manningin skal tryggja, at slík djór ikki koma í land, meðan skipið ella flogfarið er í Føroyum. Ásetingin er ikki galdandi fyri góðkendar flutningseindir hjá løggildum flutningsfelag.
Stk. 4. Loyvt er ikki at hava hund og kettu við sær á gjøgnumferð um Føroyar til annað land.
Ferðing
§ 7. 1) Loyvt er ikki at ferðast við hundi og kettu til Føroya, sbr. tó stk. 2-4.
Stk. 2. 1) Hóast ásetingina í stk. 1 kunnu tænastuhundar, førarahundar og stuðulshundar ferðast til Føroya í upp í 2 mánaðir, um teir lúka treytirnar fyri innflutningi úr sendaralandinum. Í serligum føri, og tá bara eftir umsókn, kann landsdjóralæknin leingja hetta tíðarskeið.
Stk. 3. 1) Ferðing við stuðulshundi er harumframt treytað av, at hundurin hevur løggilt stuðulshundaprógv, og lækni váttar, at eigarin hevur tørv á stuðulshundinum.
Stk. 4. 1) Um talan er um bráðfeingis ørindi til Føroya, og tað ikki ber til at lúka treytirnar fyri koppseting eftir § 14 og § 16, stk. 1 og 2, heilsuváttan eftir § 18 a, viðgerðir eftir § 19 og kliniska kanning eftir § 20, kann tænastuhundur ferðast til Føroya, um hann verður viðgjørdur og kannaður skjótast til ber eftir komu.
Stk. 5. 1) Í serligum førum kann landsdjóralæknin veita førarahundum undantak frá reglunum í stk. 2.
Kapittul 3
Treytir fyri at innflyta hundar og kettur
Umsókn um innflutningsloyvi
§ 8. 1) Skrivlig umsókn um innflutningsloyvi, saman við koppsetingarváttanum, sbr. §§ 14-16 og § 18, skal verða Heilsufrøðiligu starvsstovuni í hendi í seinasta lagi 6 yrkadagar, leygardagur ikki íroknaður, fyri, at ætlaða ferðin til Føroya byrjar, sbr. tó § 18 a. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann í serligum føri geva undantak frá hesi freist, um viðkomandi treytir eru loknar.
Stk. 2. 1) Skrivlig umsókn um innflutningsloyvi fyri hund og kettu úr landi, sum ikki er nevnt í skjali 1, skal vera Heilsufrøðiligu starvsstovuni í hendi í seinasta lagi 4 vikur fyri, at ætlaða ferðin til Føroya byrjar.
Stk. 3. 1) Í umsóknini skal upplýsast:
1) navn, bústaður, teldupostur og telefonnummar djóraeigarans í Føroyum,
2) slag, ættarslag, føðingardagur, kyn og eyðmerkingarnummar á djórinum,
3) sendaraland, fráfaringarstaður, fráfaringardagur, fráfaringartíð og væntaður komudagur,
4) øll lond, sum djórið hevur verið í seinastu 6 mánaðirnar,
5) ferðaleið, um djórið skal um fleiri lond,
6) fyri djór, innflutt úr landi í flokki A, at djórið lýkur treytirnar í § 9,
7) fyri djór, innflutt úr landi ella øki í flokki B, at djórið lýkur treytirnar í § 10, og
8) váttan fyri, at djórið ikki hevur verið fyri kosmetiskari skurðviðgerð.
Stk. 4. 1) Djóraeigarin skal í umsóknini undir revsiábyrgd vátta upplýsingarnar í stk. 3, nr. 1-8.
Innflutningur úr londum í flokki A
§ 9. Hundar og kettur, sum skulu innflytast til Føroya úr landi í flokki A, sbr. skjal 1, skulu hava verið í sendaralandinum ella øðrum landi í flokki A í minsta lagi 6 mánaðir fyri, at ferðin til Føroya byrjar.
Stk. 2. Hundar og kettur, sum skulu innflytast til Føroya úr landi í flokki A, kunnu bert flytast til Føroya beinleiðis úr sendaralandinum ella um annað land í flokki A, sbr. tó stk. 3.
Stk. 3. 1) Hundar og kettur, sum verða innflutt úr landi í flokki A, men sum á veg til Føroya eru í ella fara gjøgnum land ella øki í flokki B, skulu lúka treytirnar fyri innflutningi úr landi ella øki í flokki B. Hetta er tó ikki galdandi, um djórini einans millumlenda og ikki fara av flogvøllinum, áðrenn tey fara víðari til Føroya.
Stk. 4. Eru hundahvølpar og kettlingar yngri enn 6 mánaðir, kunnu teir innflytast til Føroya, um teir, eftir at teir vórðu lagdir, bara hava verið í sendarlandinum ella øðrum landi í flokki A.
Stk. 5. Hundar og kettur, sum innan fyri seinastu 6 mánaðirnar fyri, at tey verða innflutt til Føroya, hava verið í landi, sum ikki er nevnt í skjali 1, skulu, uttan mun til sendaraland, lúka tær treytir, sum landsdjóralæknin setir eftir § 54, stk. 4.
Innflutningur úr londum og økjum í flokki B
§ 10. Hundar og kettur, sum skulu innflytast til Føroya úr landi ella øki í flokki B, sbr. skjal 1, skulu hava verið í sendaralandinum ella øðrum landi í flokki A ella landi ella øki í flokki B í minsta lagi 6 mánaðir fyri, at ferðin til Føroya byrjar.
Stk. 2. Hundar og kettur, sum skulu innflytast til Føroya úr landi ella øki í flokki B, kunnu bert flytast til Føroya beinleiðis úr sendaralandinum ella um annað land, sum er nevnt í flokki A ella landi ella øki í flokki B.
Stk. 3. Hundar og kettur, sum innan fyri seinastu 6 mánaðirnar fyri, at tey verða innflutt til Føroya, hava verið í landi, sum ikki er nevnt í skjali 1, skulu, uttan mun til sendaraland, lúka tær treytir, sum landsdjóralæknin setir eftir § 54, stk. 4.
Innflutningur úr øðrum londum
§ 11. Hundar og kettur, sum skulu innflytast til Føroya úr landi, sum ikki er nevnt í skjali 1, skulu lúka tær treytir, sum landsdjóralæknin setir eftir § 54, stk. 4.
Innflutningur úr landi ella øki við veterinerum avmarkingum
§ 12. Ikki er loyvt at innflyta hundar ella kettur úr landi ella øki, har tað vegna smittandi djórasjúku eru ásettar veterinerar avmarkingar.
Stk. 2. Ikki er loyvt at innflyta hundar ella kettur, sum seinastu 6 mánaðirnar fyri, at tey verða innflutt til Føroya, hava verið í landi ella øki, har tað vegna smittandi djórasjúku eru ásettar veterinerar avmarkingar.
Stk. 3. Í heilt serligum føri kann landsdjóralæknin geva undantak frá ásetingunum í stk. 1 og 2.
Eyðmerking
§ 13. Hundar og kettur, sum verða innflutt til Føroya, skulu vera týðiliga eyðmerkt. Eyðmerkingin skal vera ein mikrosendari undir skinninum, sum lýkur ISO-standard 11784, sum brúkar HDX ella FDX-B tøkni, og sum kann lesast við einum tóli, sum samvirkar við ISO-standard 11785.
Stk. 2. Eyðmerkingarnummarið skal verða skrivað á umsókn um innflutningsloyvi, á innflutningsloyvið og á heilsuváttanina.
Koppsetingar til hundar
§ 14. Hundar, sum skulu innflytast til Føroya, skulu vera koppsettir fyri:
1) canine parainfluenzavirus,
2) canine parvovirus,
3) hundasjúku (canine distemper),
4) hundaøði (rabies),
5) livrasótt (infectious canine hepatitis) og
6) leptospirosu (leptospirosis).
Koppsetingar til kettur
§ 15. Kettur, sum skulu innflytast til Føroya, skulu vera koppsettar fyri:
1) feline calicivirus,
2) feline leukaemia virus,
3) feline viral rhinotracheitis,
4) kettusjúku (feline panleukopenia) og
5) hundaøði (rabies).
Koppseting
§ 16. Koppsetingar, nevndar í §§ 14 og 15, skulu vera gjørdar sambært tilráðing frá viðurkendum framleiðara. Koppsetingarnar skulu vera í minsta lagi 4 vikur gamlar og ikki eldri, enn framleiðarin mælir til, tá ið djórið kemur til Føroya.
Stk. 2. Verða endurkoppsetingar fyri sjúkur, nevndar í §§ 14 og 15, gjørdar sambært tilráðing frá viðurkendum framleiðara, kann djórið innflytast beint eftir endurkoppsetingina.
Stk. 3. Hundahvølpar og kettlingar skulu í minsta lagi vera 12 vikur gamlir, tá ið teir verða koppsettir sbrt. §§ 14 og 15. Hundahvølpar og kettlingar kunnu ikki innflytast til Føroya fyrr enn í fyrsta lagi 4 vikur eftir seinastu kravdu koppseting.
Stk. 4. Í umsókn um innflutningsloyvi skulu standa heiti og framleiðslunummar á koppingarevni, koppsetingardagur og gildi á øllum kravdum koppsetingum. Er talan um endurkoppseting, skal koppsetingardagur og gildi fyri seinastu koppseting eisini standa í umsóknini. Upplýsingarnar í umsóknini skulu váttast av løggildum djóralækna í sendaralandinum.
§ 17. Í heilt serligum føri kann landsdjóralæknin eftir ítøkiliga váðameting veita undantak frá koppsetingarkrøvunum í §§ 14 og 15. Skrivlig umsókn um undantaksloyvi skal latast Heilsufrøðiligu starvsstovuni samstundis sum umsókn um innflutningsloyvi.
Stk. 2. Treytað av, at hundur skal brúkast sum tænastuhundur, kann Heilsufrøðiliga starvsstovan í heilt serligum føri, og tá bara eftir umsókn, loyva, at hundahvølpur, ið er yngri enn 12 vikur, og sum ikki er koppsettur, kortini kann verða innfluttur. Loyvið er harumframt treytað av, at:
1) hundahvølpurin kemur úr einum landi í flokki A,
2) hundahvølpurin verður fluttur inn frá staðnum, har hann er lagdur,
3) hundahvølpurin ikki hevur havt samband við villini djór, og
4) hundahvølpurin lýkur treytirnar í § 2, § 13 og §§ 19 og 20.
Serligar treytir viðvíkjandi hundaøði fyri innflutning úr londum og økjum í flokki B
§ 18. Fyri hundar og kettur, sum verða innflutt úr landi ella øki í flokki B, sbr. skjal 1, skal ein neutraliserandi andevnistitrering fyri hundaøði gerast á eini ES-góðkendari kanningarstovu. Kanningin skal geva eitt úrslit upp á minst 0,5 IE/ml og skal verða gjørd av eini blóðroynd, ið ein løggildur djóralækni í sendaralandinum hevur tikið í minsta lagi 4 vikur eftir koppsetingina.
Stk. 2. Hundar og kettur, ið verða innflutt úr landi ella øki í flokki B, kunnu ikki flytast inn fyrr enn 12 vikur eftir, at blóðroyndin eftir stk. 1 er tikin, og tá bara um úrslitið av blóðroyndini er nøktandi.
Stk. 3. Verður endurkoppseting gjørd til tíðina, t.e. sambært tilráðing frá viðurkendum framleiðara, og er úrslitið av blóðroyndini frá undanfarnu koppseting í samsvari við kravið í stk. 1, er ikki neyðugt við nýggjari kanning sbrt. stk. 1.
Stk. 4. Í umsókn um innflutningsloyvi skulu standa dagfestingin fyri blóðroyndini og úrslitið av kanningini. Upplýsingarnar skulu váttast av einum embætisdjóralækna í sendaralandinum.
§ 18 a. 1) Heilsuváttan um sníkaviðgerð og kliniska kanning, sbr. §§ 19, 20 og 39, skulu vera Heilsufrøðiligu starvsstovuni í hendi 2 yrkadagar, leygardagur ikki íroknaður, fyri, at ferðin til Føroya byrjar.
Sníkaviðgerð
§ 19. Hundar og kettur, sum skulu innflytast til Føroya, skulu viðgerast fyri:
1) bendilorm íroknað Ecchinococcus spp.,
2) loppu,
3) lús,
4) rundorm,
5) skógarmottu,
6) skrubb, og
7) franskan hjartaorm.
Stk. 2. Viðgerðirnar, nevndar í stk. 1, skulu vera gjørdar við góðkendum viðgerðarevni sambært tilráðing frá viðurkendum framleiðara, sbr. tó stk. 3, og skulu ikki vera eldri enn framleiðarin mælir til, tá ið djórið kemur til Føroya. Viðgerðirnar skulu fyriskipast av løggildum djóralækna.
Stk. 3. Franskur hjartaormur skal viðgerast við tí evni, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan ávísir.
Stk. 4. Navn á heilivági, virkin evni, skamtur og viðgerðardagur skulu standa í heilsuváttanini. Djóralæknin skal vátta upplýsingarnar í heilsuváttanini.
Klinisk kanning
§ 20. Hundar og kettur, sum skulu innflytast til Føroya, skulu kannast av løggildum djóralækna í sendaralandinum. Kanningin skal ikki vera eldri enn 2 dagar, tá ferðin úr sendaralandinum byrjar.
Stk. 2. Djóralæknin skal í heilsuváttanini vátta, at djórið ikki hevur klinisk tekin um smittandi sjúku, og at djórið kann flytast millum lond.
Kapittul 4
Treytir fyri at ferðast úr Føroyum við hundum og kettum
Umsókn um ferðaloyvi
§ 21. 1) Skrivlig umsókn um ferðaloyvi, saman við koppsetingarváttanum, sbr. §§ 27 og 28, skal vera Heilsufrøðiligu starvsstovuni í hendi í seinasta lagi 6 yrkadagar, leygardagur ikki íroknaður, fyri, at ætlaða ferðin úr Føroyum byrjar, sbr. tó § 28 a. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann í serligum føri geva undantak frá hesi freist, um viðkomandi treytir eru loknar.
Stk. 2. 1) Skrivlig umsókn um ferðaloyvi fyri hundar og kettur til land, sum ikki er nevnt í skjali 1, skal vera Heilsufrøðiligu starvsstovuni í hendi í seinasta lagi 4 vikur fyri, at ætlaða ferðin úr Føroyum byrjar.
Stk. 3. 1) Í umsóknini skal upplýsast:
1) navn, bústaður, teldupostur og telefonnummar eigarans í Føroyum,
2) slag, ættarslag, føðingardagur og kyn,
3) eyðmerkingarnummar á djórinum,
4) ferðaland, fráfaringarstaður, fráfaringardagur, fráfaringartíð og væntaður heimkomudagur,
5) øll lond, sum djórið skal vitja á ferðini,
6) ferðaleið, um djórið skal á gjøgnumferð um fleiri lond,
7) fyri djór, ið skulu ferðast í londum í flokki A, at djórið lýkur treytirnar í § 22, og
8) fyri djór, ið skulu ferðast í londum ella økjum í flokki B, at djórið lýkur treytirnar í § 23.
Stk. 4. 1) Upplýsingarnar, nevndar í stk. 3, nr. 1-8, verða latnar undir revsiábyrgd.
Ferðing í londum í flokki A
§ 22. Hundar og kettur, sum ferðast úr Føroyum til land í flokki A, sbr. skjal 1, og sum á ferðini hava verið í øðrum landi enn teimum, ið nevnd eru í flokki A, skulu lúka treytirnar fyri ferðing í viðkomandi landi.
Stk. 2. Hundar og kettur á gjøgnumferð um annað land enn tey, sum nevnd eru í flokki A, skulu lúka treytirnar fyri ferðing í viðkomandi landi.
Ferðing í londum ella øki í flokki B
§ 23. Hundar og kettur, sum ferðast úr Føroyum til lond ella øki í flokki B, sbr. skjal 1, og sum á ferðini hava verið í øðrum landi enn teimum, ið nevnd eru í flokki A ella B, skulu lúka treytirnar fyri ferðing, sum landsdjóralæknin setir sbrt. § 54, stk. 4.
Stk. 2. Hundar og kettur á gjøgnumferð um annað land ella øki enn tey, sum eru nevnd í flokki A ella B, skulu lúka treytirnar fyri ferðing, sum landsdjóralæknin setir sbrt. § 54, stk. 4.
Ferðing í øðrum londum
§ 24. 1) Hundar og kettur, sum skulu ferðast úr Føroyum til lond, sum ikki eru nevnd í skjali 1, og sum ferðast aftur til Føroya úr hesum londum, skulu lúka tær treytir sum landsdjóralæknin setir eftir § 54, stk. 4, sbr. tó eisini § 54, stk. 2.
Ferðing í landi ella øki við veterinerum avmarkingum
§ 25. Ikki er loyvt at ferðast við hundum ella kettum í landi ella øki, har tað vegna smittandi djórasjúku eru ásettar veterinerar avmarkingar.
Stk. 2. Í heilt serligum førum kann landsdjóralæknin geva undantak frá ásetingini í stk. 1.
Eyðmerking
§ 26. Hundar og kettur, sum ferðast úr Føroyum, skulu vera týðiliga eyðmerkt. Eyðmerkingin skal vera ein mikrosendari undir skinninum, sum lýkur ISO-standard 11784, sum brúkar HDX ella FDX-B tøkni, og sum kann lesast við einum tóli, sum samvirkar við ISO-standard 1785.
Stk. 2. Eyðmerkingarnummarið skal vera skrivað á umsóknina um ferðaloyvi, á ferðaloyvið og á heilsuváttanina.
Koppseting
§ 27. Hundar og kettur, sum ferðast úr Føroyum, skulu vera koppsett, sbrt. §§ 14 og 15.
Stk. 2. Koppsetingarnar skulu vera gjørdar sambært tilráðing frá viðurkendum framleiðara. Koppsetingarnar skulu vera í minsta lagi 4 vikur gamlar, tá ið ferðin úr Føroyum byrjar, og ikki eldri enn framleiðarin mælir til, tá ið djórið kemur aftur til Føroya.
Stk. 3. Verða endurkoppsetingar fyri sjúkur, nevndar í §§ 14 og 15, gjørdar sambært tilráðing frá viðurkendum framleiðara, kann djórið ferðast beint eftir endurkoppsetingina.
Stk. 4. Hundahvølpar og kettlingar skulu í minsta lagi vera 12 vikur gamlir, tá ið teir verða koppsettir sbrt. §§ 14 og 15. Hundahvølpar og kettlingar kunnu ikki fara úr Føroyum at ferðast fyrr enn í fyrsta lagi 4 vikur eftir seinastu kravdu koppseting.
Stk. 5. Í umsókn um ferðaloyvi skulu standa heiti og framleiðslunummar á koppingarevni, koppsetingardagur og gildi á øllum kravdum koppsetingum. Er talan um endurkoppseting, skal koppsetingardagur og gildi fyri seinastu koppseting eisini standa í umsóknini. Upplýsingarnar í umsóknini skulu váttast av løggildum djóralækna í Føroyum.
Stk. 6. Í heilt serligum føri kann landsdjóralæknin eftir ítøkiliga váðameting veita undantak frá koppsetingarkrøvunum í §§ 14 og 15. Skrivlig umsókn um undantaksloyvi skal latast Heilsufrøðiligu starvsstovuni samstundis sum umsókn um ferðaloyvi.
Serligar treytir viðvíkjandi hundaøði fyri at ferðast í londum og økjum í flokki B
§ 28. Fyri hundar og kettur, sum skulu ferðast í landi ella øki í flokki B, sbr. skjal 1, skal ein neutraliserandi andevnistitrering fyri hundaøði gerast á eini ES-góðkendari kanningarstovu. Kanningin skal geva eitt úrslit upp á minst 0,5 IE/ml og skal verða gjørd av eini blóðroynd, ið ein løggildur djóralækni í Føroyum hevur tikið í minsta lagi 4 vikur eftir koppsetingina.
Stk. 2. 1) Hundar og kettur, ið skulu ferðast í landi ella øki í flokki B, kunnu fara úr Føroyum eftir at úrslitið av blóðroyndini, nevnt í stk. 1, hevur víst nøktandi úrslit.
Stk. 3. Verður endurkoppseting gjørd til tíðina, t.e. sambært tilráðing frá viðurkendum framleiðara, og er úrslitið av blóðroyndini frá undanfarnu koppseting í samsvari við kravið í stk. 1, er ikki neyðugt við nýggjari kanning sbrt. stk. 1.
Stk. 4. Í umsókn um ferðaloyvi skulu standa dagfestingin fyri blóðroyndini og úrslitið av kanningini. Upplýsingarnar skulu váttast av løggildum djóralækna í Føroyum.
§ 28 a. 1) Heilsuváttan um sníkaviðgerð og kliniska kanning, sbr. §§ 29, 30 og 41, skulu vera Heilsufrøðiligu starvsstovuni í hendi 2 yrkadagar, leygardagur ikki íroknaður, fyri, at ferðin til Føroya byrjar.
Sníkaviðgerð
§ 29. Hundar og kettur, sum ferðast úr Føroyum, skulu í ferðalandinum viðgerast fyri:
1) bendilorm, íroknað Eccinococcus spp.,
2) loppu,
3) lús,
4) rundorm,
5) skógarmottu,
6) skrubb og
7) franskan hjartaorm.
Stk. 2. Viðgerðirnar, nevndar í stk. 1, skulu vera gjørdar við góðkendum viðgerðarevni, sambært tilráðing frá viðurkendum framleiðara, sbr. tó stk. 3, og skulu ikki vera eldri enn framleiðarin mælir til, tá ið djórið kemur aftur til Føroya. Viðgerðirnar skulu fyriskipast av løggildum djóralækna.
Stk. 3. Franskur hjartaormur skal viðgerast við tí evni, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan ávísir.
Stk. 4. Navn á heilivági, virkin evni, skamtur og viðgerðardagur skulu standa í heilsuváttanini. Upplýsingarnar skulu váttast av løggildum djóralækna í ferðalandinum.
Klinisk kanning
§ 30. 1) Hundar og kettur, sum ferðast úr Føroyum, skulu kannast av løggildum djóralækna í ferðalandinum, áðrenn komið verður aftur til Føroya. Kanningin skal ikki vera eldri enn 2 dagar, tá ið heimferðin byrjar.
Stk. 2. Djóralæknin skal í heilsuváttanini vátta, at djórið ikki hevur klinisk tekin um smittandi sjúku, og at djórið kann ferðast heimaftur.
Kapittul 5
Treytir fyri at innflyta gitnaðarevni
Umsókn um innflutningsloyvi til gitnaðarevni
§ 31. 1) Skrivlig umsókn um innflutningsloyvi, saman við kravdum váttanum, sbr. stk. 2, skal vera Heilsufrøðiligu starvsstovuni í henda í minsta lagi 6 yrkadagar, leygardagur ikki íroknaður, fyri, at ætlaður flutningur úr sendaralandinum byrjar. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann í serligum føri geva undantak frá hesi freist, um viðkomandi treytir eru loknar.
Stk. 2. Saman við umsóknini um innflutningsloyvi skulu vera váttan frá djóreigara, koppsetingarváttan frá løggildum djóralækna í sendaralandinum og, um talan er um innflutning úr einum landi ella øki í flokki B, váttan frá embætisdjóralækna í sendaralandinum um neutraliserandi andevnistitrering fyri hundaøði.
Stk. 3. Í umsóknini skal upplýsast:
1) navn, bústaður, teldupostur og telefonnummar hjá tí, ið eigur gevaradjórið,
2) navn, bústaður, teldupostur og telefonnummar hjá tí, ið innflytur gitnaðarevnið,
3) slag, ættarslag, føðingardagur, kyn og eyðmerkingarnummar á gevaradjórinum,
4) slag av gitnaðarevni,
5) sendaraland,
6) øll lond, sum gevaradjórið hevur verið í seinastu 6 mánaðirnar,
7) fyri gitnaðarevni úr landi í flokki A, at gevaradjórið lýkur treytirnar í § 9 stk. 1, og
8) fyri gitnaðarevni innflutt úr landi ella øki í flokki B, at gevaradjórið lýkur treytirnar í § 10, stk. 1.
Stk. 4. Upplýsingarnar, nevndar í stk. 3, nr. 1-8, verða latnar undir revsiábyrgd.
Innflutningur úr landi ella øki við veterinerum avmarkingum o.a.
§ 32. Ikki er loyvt at innflyta gitnaðarevni frá hundi ella kettu úr landi ella øki, har tað vegna smittandi djórasjúku eru ásettar veterinerar avmarkingar.
Stk. 2. Ikki er loyvt at innflyta gitnaðarevni frá hundi ella kettu, sum seinastu 6 mánaðirnar fyri, at gitnaðarevnið verður tikið, hevur verið í landi ella øki, har tað vegna smittandi djórasjúku eru ásettar veterinerar avmarkingar.
Stk. 3. Ikki er loyvt at innflyta gitnaðarevni frá hundi og kettu úr londum, sum ikki eru nevnd í skjali 1.
Stk. 4. Í heilt serligum føri kann landsdjóralæknin geva undantak frá ásetingunum í stk. 1-3.
Eyðmerking
§ 33. Gevaradjór skulu vera týðiliga eyðmerkt. Eyðmerkingin skal vera ein mikrosendari undir skinninum, sum lýkur ISO-standard 11784 og sum brúkar HDX ella FDX-B tøkni, og sum kann lesast við einum tóli, sum samvirkar við ISO-standard 11785.
Stk. 2. Eyðmerkingarnummarið skal vera skrivað á umsóknina um innflutningsloyvi, á innflutningsloyvið og á heilsuváttanina.
Koppseting
§ 34. Gevaradjór skulu verða koppsett sbrt. §§ 14 og 15.
Stk. 2. Koppsetingarnar skulu vera gjørdar sambært tilráðing frá viðurkendum framleiðara. Koppsetingarnar skulu vera í minsta lagi 4 vikur gamlar, tá gitnaðarevnið verður tikið.
Stk. 3. Um endurkoppsetingar verða gjørdar sambært tilráðing frá viðurkendum framleiðara, kann gitnaðarevnið takast beint eftir endurkoppsetingina.
Serligar treytir fyri innflutningi av gitnaðarevnum frá londum og økjum í flokki B
§ 35. Fyri gevaradjór av gitnaðarevni, sum verða innflutt úr londum ella økjum í flokki B, sbr. skjal 1, skal ein neutraliserandi andevnistitrering fyri hundaøði gerast á eini ES-góðkendari kanningarstovu. Kanningin skal geva eitt úrslit upp á minst 0,5 IE/ml og skal verða gjørd av eini blóðroynd, ið ein løggildur djóralækni í sendaralandinum hevur tikið í minsta lagi 4 vikur eftir koppsetingina.
Stk. 2. Gitnaðarevni, ið verða innflutt úr landi ella øki í flokki B, kunnu ikki takast fyrr enn 12 vikur eftir, at blóðroynd eftir stk. 1 er tikin, og tá bara um úrslitið av blóðroyndini er nøktandi.
Stk. 3. Í umsókn um innflutningsloyvi skulu standa dagfestingin fyri blóðroyndini og úrslitið av kanningini. Upplýsingarnar skulu váttast av einum embætisdjóralækna í sendaralandinum.
§ 35 a. 1) Heilsuváttan um kliniska kanning, sbr. §§ 36 og 43, skal vera Heilsufrøðiligu starvsstovuni í hendi 2 yrkadagar, leygardagur ikki íroknaður, fyri, at ferðin til Føroya byrjar. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann í serligum føri geva undantak frá hesi freist, um viðkomandi treytir eru loknar.
Klinisk kanning
§ 36. 1) Gevaradjór, sum letur gitnaðarevni, ið skal innflytast til Føroya, skal kannast av løggildum djóralækna í sendaralandinum, tá gitnaðarevnið verður tikið.
Stk. 2. Djóralæknin skal í heilsuváttanini vátta, at gevaradjórið ikki hevur klinisk tekin um smittandi sjúku.
Kapittul 6
Krøv til djóraeigaran
Flutningur
§ 37. Djóraeigarin skal tryggja sær, at djóraflutningurin fer fram í samsvari við ásetingarnar í løgtingslóg um djóravælferð, undir hesum eisini at flutningsbúr, flutningskassar o.tíl. lúka krøvini um luft, stødd, fóður, vatn o.tíl.
Innflutningsloyvi
§ 38. Djóraeigarin hevur ábyrgdina av, at eitt galdandi innflutningsloyvi, sbr. § 8, sum er undirskrivað av embætisdjóralækna á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, fylgir við djórinum.
Heilsuváttan í sambandi við innflutning
§ 39. 1) Í heilsuváttanini, sum sbrt. § 18 a skal sendast Heilsufrøðiligu starvsstovuni í sambandi við umsókn um innflutningsloyvi, skulu vera hesar upplýsingar
1) Váttan frá løggildum djóralækna um, at djórið ikki hevur klinisk tekin um smittandi sjúku, og at tað kann flytast millum lond,
2) váttan frá løggildum djóralækna um, at djórið hevur fingið allar kravdar viðgerðir fyri innansníkar og uttansníkar, og,
3) um talan er um innflutning úr landi ella øki í flokki B, sbr. skjal 1, váttan frá embætisdjóralækna um, at djórið ikki stavar frá einum øki, har tað vegna smittandi djórasjúku eru ásettar veterinerar avmarkingar.
Stk. 2. Váttanirnar sbrt. stk. 1, nr. 1 og 3 skulu ikki vera eldri enn 2 dagar, tá ið ferðin úr sendaralandinum byrjar.
Ferðaloyvi
§ 40. Djóraeigarin hevur ábyrgdina av, at eitt galdandi ferðaloyvi, sbr. § 21, sum er undirskrivað av embætisdjóralækna á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, fylgir við djórinum.
Heilsuváttan í sambandi við ferðing
§ 41. 1) Í heilsuváttanini, sum sbrt. § 28 a skal sendast Heilsufrøðiligu starvsstovuni í sambandi við umsókn um ferðaloyvi, skulu vera hesar upplýsingar
1) Váttan frá løggildum djóralækna um, at djórið ikki hevur klinisk tekin um smittandi sjúku, og at tað kann ferðast heimaftur,
2) váttan frá løggildum djóralækna um, at djórið hevur fingið allar kravdar viðgerðir fyri innansníkar og uttansníkar, og,
3) um talan er um ferðing í landi ella øki í flokki B, sbr. skjal 1, váttan frá embætisdjóralækna um, at djórið ikki stavar frá einum øki, har tað vegna smittandi djórasjúku eru ásettar veterinerar avmarkingar.
Stk. 2. Váttanirnar sbrt. stk. 1, nr. 1 og 3 skulu ikki vera eldri enn 2 dagar, tá ið heimferðin úr ferðalandinum byrjar.
Innflutningsloyvi til gitnaðarevni
§ 42. Djóraeigarin hevur ábyrgdina av, at eitt galdandi innflutningsloyvi, sbr. § 31, sum er undirskrivað av einum embætisdjóralækna á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, fylgir við innfluttum gitnaðarevnum.
Heilsuváttan fyri gevaradjór og gitnaðarevni
§ 43. 1) Í heilsuváttanini, sbr. § 35 a, skal løggildur djóralækni vátta, nær gitnaðarevnið er tikið, og at gevaradjórið ikki hevur klinisk tekin um smittandi sjúku.
Stk. 2. 1) Heilsuváttanin skal gerast í sambandi við, at gitnaðarevnið verður tikið.
Kravd skjøl
§ 44. Tá djórið kemur til Føroya, skal djóraeigarin vísa tollmyndugleikanum ella Heilsufrøðiligu starvsstovuni galdandi innflutningsloyvi ella galdandi ferðaloyvi, og, um tað er viðkomandi, váttan eftir § 54.
Stk. 2. Djóraeigarin skal vísa tollmyndugleikanum galdandi innflutningsloyvi í sambandi við innflutning av gitnaðarevnum.
Kapittul 7
Krøv til flutningsfeløg
§ 45. Flutningsfeløg, sum flyta hundar og kettur til og úr Føroyum, skulu annaðhvørt hava løggilding eftir § 6, sbr. fylgiskjal 1, art. 10, stk. 1, litra b og c og art. 11, stk. 1, litra b, nr. IV, í kunngerð um vernd av djórum undir flutningi, ella hava samsvarandi løggilding frá skikkaðum útlendskum myndugleika. Flutningsfelagið skal harumframt lúka treytirnar í stk. 2-4 í hesi grein.
Stk. 2. Flutningsfeløg, sum flyta hundar og kettur úr útlondum til Føroya, skulu tryggja sær, at galdandi innflutningsloyvi ella ferðaloyvi fylgir við djórinum, áðrenn ferðin úr sendaralandinum ella ferðalandinum byrjar. Hetta skal váttast í innflutningsloyvinum ella ferðaloyvinum.
Stk. 3. Er ivi um gildið á innflutningsloyvinum ella ferðaloyvinum, ella vantar innflutningsloyvi ella ferðaloyvi, skal flutningsfelagið nokta at flyta djórið til Føroya.
Stk. 4. Flutningsfeløg, sum flyta hundar og kettur til Føroya, skulu hava eina móttøkustøð til hundar og kettur.
Flutningseindir og flutningsbúr
§ 46. Flutningseindir og flutningsbúr, sum skulu nýtast at flyta hundar og kettur til og úr Føroyum, skulu lúka treytirnar í fylgiskjal 1, skjal I, kapitel II í kunngerð um vernd av djórum undir flutningi.
Stk. 2. Smærri djór skulu vera í flutningsbúri, ið er egnað til endamálið, um tey verða flutt í ferðafólkakabinuni á flogfari.
Móttøkustøð
§ 47. Flutningsfelagið hevur ábyrgdina av at reka eina móttøkustøð, undir hesum m.a. at syrgja fyri, at fólk er tøkt til at taka sær av djórunum. Heilsufrøðiliga starvsstovan skal góðkenna móttøkustøðina.
Stk. 2. Móttøkustøðin skal vera útgjørd við neyðugari og hóskandi útgerð til at kunna hýsa øllum djórum, ið koma til Føroya, í nakrar dagar.
Stk. 3. Kassar og búr á móttøkustøðini, sum eru ætlað hundum og kettum, skulu m.a. tryggja, at djórini fáa nóg mikið av ljósi og frískari luft, og at djórini ikki sleppa út, fáa skaða ella kunnu skaða fólk ella djór.
Stk. 4. Kassar og búr skulu hava eina hóskandi stødd og skulu vera sterk og gjørd úr tilfari, ið er lætt at vaska og sóttreinsa. Kassar og búr, sum eru í fleiri hæddum, skulu hava tættan botn, soleiðis at land og skarn ikki lekur niður í kassarnar ella búrini niðriundir.
Kapittul 8
Eftirlit o.a.
§ 48. Tollmyndugleikin skal kanna, at innflutt djór hava galdandi innflutningsloyvi og møgulig onnur kravd skjøl við sær, og at eyðmerkingarnummarið á djórinum samsvarar við hesi skjøl. Tollmyndugleikin skal á innflutningsloyvinum vátta, at eftirlitið er framt. Eitt avrit av skjølunum skal sendast Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Stk. 2. Tollmyndugleikin skal kanna, at ferðandi djór hava galdandi ferðaloyvi, heilsuváttan og møgulig onnur kravd skjøl við sær, og at eyðmerkingarnummarið á djórinum samsvarar við hesi skjøl. Tollmyndugleikin skal á ferðaloyvinum vátta, at eftirlitið er framt. Eitt avrit av skjølunum skal sendast Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Stk. 3. Er ivi um gildi á innflutningsloyvinum, ferðaloyvinum, heilsuváttanini ella heilsustøðuna hjá djórinum, ella vanta innflutningsloyvi, ferðaloyvi, heilsuváttan ella onnur skjøl, skal tollmyndugleikin afturhalda djórinum og boða Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá.
§ 49. Tollmyndugleikin skal kanna, at galdandi innflutningsloyvi fylgir við innfluttum gitnaðarevnum. Tollmyndugleikin skal á innflutningsloyvinum vátta, at eftirlitið er framt. Eitt avrit av skjølunum skal sendast Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Stk. 2. Er ivi um gildið á innflutningsloyvinum ella heilsuváttanini, ella vantar innflutningsloyvi ella heilsuváttan, skal tollmyndugleikin afturhalda sendingini og boða Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá.
§ 50. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur eftirlit við innflutningi av hundum og kettum.
Stk. 2. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann gera skjalaeftirlit, eyðmerkingareftirlit og fysiskt eftirlit við hundum og kettum, sum verða innflutt til Føroya, sbr. § 53.
Stk. 3. Farast skal fram eftir reglunum í stk. 4, um:
1) djórið hevur tekin um sjúku,
2) djórið ikki hevur galdandi innflutningsloyvi við sær, ella
3) roynt verður at innflyta djór uttan kravt innflutningsloyvi.
Stk. 4. Heilsufrøðiliga starvsstovan ger av, um neyðugt í samráð við embætisdjóralækna, og, í tann mun tað er heilsufrøðiliga ráðiligt, við djóraeigaran ella fylgjaran, um djórið skal:
1) kannast, koppsetast og viðgerast eftir leiðbeining frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni,
2) setast í sóttarhald undir eftirliti av Heilsufrøðiligu starvsstovuni og, um neyðugt, kannast, koppsetast og viðgerast fyri sníkar, til treytirnar fyri innflutningi eru loknar,
3) sendast aftur til sendaralandið, um so er, at veterineri myndugleikin í sendaralandinum gevur loyvi til tess, ella
4) verða avlívað.
Stk. 5. Eftir at brot á stk. 3 er staðfest, men áðrenn atgerðir eftir stk. 4 eru settar í verk, skal djórið verða sett í móttøkustøðina, sbr. § 47.
§ 51. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur eftirlit við hundum og kettum, sum koma heimaftur til Føroya av ferð.
Stk. 2. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann gera skjalaeftirlit, eyðmerkingareftirlit og fysiskt eftirlit við hundum og kettum, sum koma heim aftur til Føroya av ferð.
Stk. 3. Tá djórið kemur heim aftur til Føroya, skal farast fram eftir reglunum í stk. 4, um:
1) djórið hevur tekin um sjúku,
2) djórið ikki hevur galdandi ferðaloyvi við sær, ella
3) roynt verður at flyta djór inn uttan kravt ferðaloyvi.
Stk. 4. Heilsufrøðiliga starvsstova ger av, um neyðugt í samráð við embætisdjóralæknan, og, í tann mun tað er heilsufrøðiliga ráðiligt, við djóraeigaran ella fylgjaran, um djórið skal:
1) kannast, koppsetast og viðgerast eftir leiðbeining frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni,
2) setast í sóttarhald undir eftirliti av Heilsufrøðiligu starvsstovuni og, um neyðugt, kannast, koppsetast og viðgerast fyri sníkar, til treytirnar fyri heimafturkomu eru loknar, ella
3) verða avlívað.
Stk. 5. Eftir at brot á stk. 3 er staðfest, men áðrenn atgerðir eftir stk. 4 eru settar í verk, skal djórið verða sett í móttøkustøðina, sbr. § 47.
§ 52. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur eftirlit við innflutningi av gitnaðarevnum.
Stk. 2. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann gera skjalaeftirlit, eyðmerkingareftirlit og fysiskt eftirlit av gitnaðarevnum, sum verða innflutt til Føroya.
Stk. 3. Farast skal fram eftir reglunum í stk. 4, um galdandi innflutningsloyvi ikki fylgir við gitnaðarevninum, ella um roynt verður at innflyta gitnaðarevni uttan kravt innflutningsloyvi.
Stk. 4. Í samráð við djóraeigaran ger Heilsufrøðiliga starvsstovan av, um gitnaðarevni annaðhvørt skal sendast aftur til sendaralandið, um veterineri myndugleikin í sendaralandinum gevur loyvi til tess, ella um tað skal burturbeinast.
§ 53. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur eftirlit við, at hundar, sum eru fevndir av forboðnum í § 4, blendingsdjór, sum eru fevnd av forboðnum í § 5, og gitnaðarevni, sum ikki lúka treytirnar í hesi kunngerð, ikki verða innflutt til Føroya.
Stk. 2. Um hundur, sum er fevndur av forboðnum í § 4, ella blendingsdjór, sum er fevnt av forboðnum í § 5, er í Føroyum ella kemur til Føroya, ger landsdjóralæknin av, um djórið skal sendast aftur til sendaralandið, um so er, at veterineri myndugleikin í sendaralandinum gevur loyvi til tess, ella um djórið skal verða avlívað.
Stk. 3. Eftir at brot á stk. 1, sbr. §§ 4-5, er staðfest, men áðrenn atgerðir eftir stk. 2 eru settar í verk, skal djórið verða sett í móttøkustøðina, sbr. § 47.
Stk. 4. Gitnaðarevni, sum ikki lýkur treytirnar í hesi kunngerð, verður burturbeint.
Kapittul 9
Fyrisitingarligar ásetingar, ásetingar um kæru og revsireglur
Heimildir landsdjóralæknans
§ 54. 1) Landsdjóralæknin kann eftir eina ítøkiliga váðameting banna innflutningi úr einum og hvørjum landi ella øki.
Stk. 2. 1) Landsdjóralæknin kann eftir eina ítøkiliga váðameting banna djórum at ferðast heim aftur úr einum og hvørjum landi ella øki.
Stk. 3. Landsdjóralæknin kann í serligum føri í eitt tíðarskeið seta aðrar treytir fyri koppseting, neutraliserandi andevnistitrering og viðgerð fyri innflutning av djórum úr londum og økjum í flokki A og B, sbr. skjal 1, enn ásett er í hesi kunngerð. Sama er galdandi fyri djór, sum ferðast til lond og øki í flokki A og B.
Stk. 4. Landsdjóralæknin ásetur treytirnar fyri ferðing í og innflutningi av djórum úr londum, sum ikki eru nevnd í skjali 1.
Oyðubløð 1)
§ 55. 1) Heilsufrøðiliga starvsstovan ger oyðubløð, ið skulu brúkast, tá søkt verður um innflutningsloyvi ella ferðaloyvi. Oyðubløðini eru at finna á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni www.hfs.fo.
Gjøld
§ 56. Djóraeigarin rindar allar útreiðslur í sambandi við innflutning, ferðing og eftirlit við djórum og gitnaðarevnum.
Stk. 2. Djóraeigarin rindar allan kostnað, sum stendst av at hava djórið á móttøkustøðini.
Kæra
§ 57. 1) Avgerðir, tiknar við heimild í hesi kunngerð, kunnu kærast til Føroya Kærustovn, sum tekur endaliga fyrisitingarliga avgerð í málinum. Kærufreistin er 4 vikur frá tí degi, at avgerðin er fráboðað.
Revsing
§ 58. 1) Um ikki hægri revsing er uppiborin eftir aðrari lóggávu, verður við sekt revsaður tann, sum brýtur ásetingarnar í §§ 2 og 3, § 4, stk. 1-4, § 4 a, § 5, § 5 a, § 6, § 7, stk. 1, § 8, stk. 1-3, §§ 9-11, § 12, stk. 1 og 2, § 21, stk. 1-3, §§ 22-24, § 25, stk. 1, § 27, § 28, stk. 1 og 2, § 30, stk. 1, § 31, stk. 1-3, § 32, stk. 1-3, §§ 34, 37, 38, 40, 42 og 44, § 45, stk. 1-3, og §§ 46 og 47.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í 5. kapitli í revsilógini.
Stk. 3. Verður brot á ásetingarnar í § 26, § 33, stk. 1, § 37, § 45, stk. 1-3, og §§ 46 og 47 ikki mett at hava við sær harðari revsing enn sekt, kann Heilsufrøðiliga starvsstovan boða frá, at málið kann verða gjørt av uttan rættarsókn, um tann, sum hevur framt brotið, játtar seg sekan í brotinum og váttar innan eina nærri ásetta freist, ið eftir umsókn kann verða longd, at rinda eina í fráboðanini ásetta sekt.
Gildiskoma
§ 59. Henda kunngerð kemur í gildi 1. oktober 2021, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 15 frá 7. apríl 2004 um innflutning av hundum, kettum og øðrum kelidýrum.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 18. mai 2021
Helgi Abrahamsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)
Skjal 1
Yvirlit yvir lond og øki
Lond í flokki A:
Danmark (undantikið Grønland), Finnland, Írland, Ísland, Norra (undantikið Svalbard), Stóra Bretland og Svøríki.
Lond og øki í flokki B:
Belgia, Bulgaria, Estland, Frankaríki, Grikkaland, grikski parturin av Kýpros íroknaður, Grønland, Italia, Kekkia, Kroatia, Lettland, Liktinstein, Litava, Luksemborg, Malta, Niðurlond, Pólland, Portugal, Rumenia, Slovakia, Slovenia, Spania, Svalbard, Sveis, Týskland, Ungarn og Eysturríki.
1) Broytt við kunngerð nr. 97 frá 18. august 2023, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, sbr. tó stk. 2. Stk. 2. Tó kemur § 4 a, stk. 2, sum ásett í § 1, nr. 3, í gildi 1. januar 2024.”